Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 15. oktober 2003 15 - Hetta høvdu vit ikki væntað Eftir at vinnarin í Gospel Prix 2003 var kunngjørdur, var tað ein kátur Birgir Sig- urðsson, sum vit fingu orðið á. Hann er nevniliga frontfig- urur í vinnarabólkinum I AM, og var tískil sera glaður um sigurin GOSPEL PRIX Henny Olsen - Hetta høvdu vit als ikki væntað. Vit vónaðu at enda á 2. ella 3. plássinum, so tá vit hoyrdu at Direct Level gjørdist nummar 2, so vóru vit næstan vísir í, at Braquet vann, og vit gjørd- ust nummar 3 ella 4. Soleiðis greiður ein ov- urkátur Birgir Sigurðsson frá, tá vit, eftir at úrslitið var kunngjørt, hittu hann og fingu eitt lítið prát. Hann hevði, sum skilst, ikki væntað at enda ovast, men sum við mongum øðrum, so veit man ongantíð. I AM hava spælt saman líka síðani 1996, men við tíðini hava teir skift fólk út. Teir hava verið á ørgrynnu av festivalum og konsert- um, og teir hava verið við í Prix Føroyar- finaluni, sum teir tó ikki megnaðu at vinna. So hvussu tað var at vinna eftir at hava spælt saman í 7 ár, er so stóri spurningur. - Tað var rættiliga undar- ligt endiliga at vinna okk- urt. Men kortini var tað herligt, og kanska fyri at siga uppá tíðina. Hetta trongdu vit veruliga til, sigur Birgir. Gott tiltak Um tiltakið hevur Birgir næstan bara positiv ting at nevna. - Hetta er eitt super tiltak, sum er virkuliga væl fyri- skipað. Tað einasta keðiliga við Gospel Prix er, at tað er ein kapping. Men eitt er at minnast til, at tað eru eingir taparir. Allir bólkarnir hava verið knasandi góðir, og tað hevur óivað verið sera torført hjá dómarunum at finna vinnaran. Spurdur, um hví Birgir heldur, at teir vunnu, sigur hann, at teir hava lagt stór- an dent á tað visionella og eisini á viðspælið. Hann sigur, at teir høvdu nógv fjas aftanfyri, og hetta heldur hann hava gjørt munin. I AM vann sær í Gspel Prix 2003 eina uttanlanda- ferð til ein festival, men enn er ikki avgjørt, hvør festivalur tad verður. Men nokk hava teir at síggja til. I AM kemur í næsta mánaði út vid eini útgávu við egnum tilfari. Hetta verdur næsta fløgan, id I AM gevur út. Tann fyrra var í 1999. Eftir er bert at ynskja Birgiri Sigurdsson tillukku vid sigrinum, og ikki minst góða eydnu í framtíðini. Men hetta er eisini galdandi fyri hinar bólkarnar, tí vit hava fingið staðfest, at eingir taparir eru. - Hetta er eitt super tiltak, sum er virkuliga væl fyriskip- að. Tað einasta keðiliga við Gospel Prix er, at tað er ein kapping. Men eitt er at minnast til, at tað eru eingir taparir, segði Birgir Sigurðs- son eftir sigurin í Gospel 2003 Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 195 - 15. oktober 2003 C M Y K 14