Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 195 - 15. oktober 2003 Nr. 195 - 15. oktober 2003 17 Leygarkvøldið var finala í Gospel 2003 hildin. Mentanarhús- ið í Fuglafirði var á tremur við fólki, sum høvdu sett tríggjar tímar av til finaluna, og hesi fólk fingu nógv burturúr. Allir bólkarnir spældu uppá sítt besta, men ein vinnari skuldi kjósast, og tað bleiv I AM, sum leyp av stað við sigrinum GOSPEL 2003 Henny Olsen Mentanarhúsið í Fuglafirði var leygarkvøldið karmur um fyrstu finaluna í Gospel Prix nakrantíð. Hetta er fyrsta tiltak av sínum slag í Føroyum, og ikki kann sig- ast nakað annað, at hetta var eitt sera væleydnað til- tak. Hildin vóru tvey undan- umfør, har I AM vann tað fyrra og Direct Level gjørd- ist nummar tvey, meðan Braquet vann tað seinna, har In Gethsemane gjørdist nummar tvey. Hesir bólkar sluppu so í finaluna at royna seg, har vinningarnir vóru ein uttan- landaferð til ein festival, 40 tímar í Studio Pegasus í Klaksvík og tvey gávukort til tónleikaútgerð frá Eld- ing, so eingin fór tómhent- ur heim. Løgdu væl fyri Direct Level hevði fingið tað truplu uppgávu at spæla fyrst, men hetta tóktist ikki at nerva ungu strandingar- nar. Teir løgdu út við teirra vanliga rock- tónleiki við serligum stíli, sum teir eis- ini bjóðaðu í undanumfar- inum. Hóast teir spældu fyrst, var rættiligt lív í áhoyrarun- um, og hetta tyrktist at merkjast á pallinum. Hóast teir byrjaðu fyri ikki so langari tíð síðani at spæla saman, so tóktust teir sera tryggir á pallinum, og hetta er eitt absolutt bonus. Hetta var eisini nóg mikið at fáa annaðplássið og hartil teir 40 tímarnar í Studio Pega- sus heim til húsa. Næstur á pallinum var bólkurin I AM, sum hevur verið til mangt og hvat, og tískil hevur drúgvar roynd- ir. Áhoyrarirnir vóru longu upphitaðir av Direct Level, og hesum gjørdu I AM sær dælt av. Teir spældu egið tilfar, sum var eitt sindur hart og larmandi, og hetta fekk sjálvandi áhoyrararnar at hoppa og dansa við. Hesuferð hevði I AM tó gjørt sær tann ómak at fáa tónleikin meira detaljerað- an. Teir høvdu fingið fatur á einum gestatónleikara, Alvin Ellebye Andersen, sum spældi eyka keyboard og percussion, og hetta var sjálvandi væl dámt. Eisini høvdu teir fingið Alvin at seta ymsar myndir saman, sum síðan var víst á kámun stórskíggja aftanfyri tón- leikararnar fyri at vísa á boðskapin og kanska pynta pallin eitt sindur. Hetta var væl dámt, bæði hjá áhoyrarunum og dóm- arunum, sum ikki gjørdi mætari enn at geva I AM tann heiður at vinna fyrsta Gospel Prixið nakrantíð. Við hesum heiðri fingu teir eisini vinningin, sum var ein uttanlandaferð til ein festival, sum teir jú hava roynt fleiri ferðir. Kuldaskjálvti In Gethsemane var triðji bólkur á pallinum. Tey royndu seg mest við bland- aðum rocki og stillum lov- sangum til undanumfarið, og hetta eydnaðist jú væl, so tey høvdu ikki broytt tað stóra til finaluna. Men hesuferð høvdu tey, um- framt myndir sum síðst, eisini tekst á stórskíggja til I AM fór við sigrinum stóra hjálp fyri áhoyrarun- um, sum nú kundu syngja við, um hugur var til tess. Olivia, sum var einasta kvinnan til finaluna, kundi við vøkru rødd síni geva áhoyrarunum kulda- skjálvta, men hetta var tó ikki nokk til at enda á øðrum ella fyrsta plássi. Tey endaðu á triðja ella fjórða plássinum, sum inni- bar eitt gávukort til tón- leikaútgerð frá Elding. Fjórði og seinasti bólkur á pallinum var Braquet. Teir vóru við í Prix Føroy- ar-finaluni í 2002, men síðani tá, hevur verið ein lítil útskifting á liðnum. Ingi P. Jacobsen er nú givin í Braquet, men í hansara pláss er komin Pætur Zachariassen, sum er beiggi til Arna Zacharias- sen. Pætur skuldi, um tað var rætt, verið við til Go- spel Prix 2003, men fekk tó ikki, og tá var Ingi ein hjálpandi hond. Av tí at Braquet við teirra larmandi og grót-harða tón- leiki, skuldi síðst á pallin, so var hetta eitt upplagt brak. Og tað gjørdist tað eisini. Áhoyrararnir vóru á gosi og stóðu har og klapp- aðu, sungu og hoppaðu við rútmunum, og stemning- urin gjørdist øgiligur. Men hóast alt hetta, so var tað ikki nóg mikið enn at geva teimum eitt triðja ella fjórða pláss. Hetta var kanska eitt sindur yvirrask- andi, men tá alt kemur til alt, so hava dómararnir síðstu avgerð, og Braquet fekk harvið eitt gávukort til tónleikaútgerð frá Elding. Finalan og tiltakið sum heild eydnaðist stak væl. Leggjast kann til merkis, at hetta er fyrsta tiltak av sínum slag í Føroyum, og tað kann sjálvandi altíð for- betrast, men í hesum føri nýtist tað ikki. Áhoyrarar- nir hugnaðu sær óført við hesum góða og harða tón- leiki, og meir skal ikki til. Um tað stendur til áhoyr- ararnar, so er hetta óivað eitt tiltak, sum er komið fyri at verða. Direct Level er nýggjur bólkur av Strondum, sum longu í fyrstu royndini kláraði at gera vart við seg Mynd: Jens Kristian Vang Olivia Mikkelsen hevði eina góða framførslu sum songkvinna í In Gethsemane Mynd: Jens Kristian Vang Birgir Sigurðsson og hinir í I AM høvdu gjørt serligt videoshow, sum var klipt at passa saman við sangunum, teir spældu Mynd: Jens Kristian Vang Braquet hevði eina sera lívliga framførslu Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16