Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Krisjan Da internet: http://www.cybernet dk/faroe-news Dagpening frá fyrsta sjúkradegi Oddagrein EIN meiriluti í Løgtinginum er ímóti at taka av karensdagarnar, sum Javn- aðarflokkurin skjýtur upp, og líkt er til, at landsstýrissamgongan íkki er fyri, at timalønt skulu fáa sjúkradag- pening frá fyrsta sjúkradegi. SKIPANIN við karensdogum varð sett í gildi, tá landskassin skuldi spara munandi, eftir at bankarnir høvdu brúk fyri munandi peningaligart innspræn- ing í 1992/93. EFTIR skipanini fáa fastlont ikki løn fyri tveir teir fyrstu dagarnar, tey eru sjúk. Tað fáa timalønt heldur ikki, so hetta skuldi merkt, at tveir høvuds- lønarbålkar eru javnsettir. Men stoðan er tann, at karensdagarnir raka ymiskt. TEY flestu kunnu brúka uppsparda fritid at gjalda karensdagarnar fyri. Men tað kunnu lærarar t.d. ikki. Har- afturat sigst, at summi arbeiðspláss brúka slettis ikki skipanina, og onnur eru bara longri heima, tí nú hava tey kortini mist pening fyri tveir dagar. Tí er spurningurin, um nekur sparing í heila tikid er við í skipanini. MEN Javnaðarflokkurin hevur gjørt greitt, at skal skipanin við karensdøg- um takast av, skulu timalønt hava sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi. Og tað er ikki annað enn grundleggj- andi rættvísi móti teimum timaløntu. Í viðmerkingunum varð sagt, at eitt slíkt uppskot skuldi setast fram í næstu tingsetu, men landsstýrið - eis- ini Verkamannafylkingin (í borgarligu samgonguni) - tók ikki undir við upp- skotinum. Tað er at fegnast um, at Javnaðar- flokkurin tekur í egnan barm, og skjýt- ur upp at taka av aftur karensdag- arnar, sum hann var við til at fremja. Men tað er bara spell, at flokkurin var ikki meiri sosialt tilvitandi fyri 10 árum síðani, tá tað á landsfundi floksins varð skotið upp at broyta iógina um sjúkradagpening, so foroyski arbeið- arin fekk sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi. MEN tað er at fegnast um, at flokkurin nú finnur aftur sínar røtur! Sostalurin hi Lysingar og søla: Marjun Dalsgaard Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Miller Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov Dagny Joensen, Grækaris D. Magnussen | Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Vilhelm Johannesen, lógtingsmaður: Utgevari, uppseting og prent: | Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Í | Telefon: 11820 Telefax. 14720 | e-mail: | sosialur & olivant.fo | J tað var ikki eg! Hetta er framvegis niðurlagið hjá sambandsflokkinum. Tað byrjaði í sjeyti- árunum. Helt fram í áttatiárunum. Og enn í nítiárunum hoyra vit vælkenda sjongrin frá gomlu og slitnu sambandsplátuni Í blaðgrein í síðstu viku við gjørdi løgmadur ma bankabjargingarnar og bankaskuldina. Sjålvandi kemur løgmaður til ta nið- urstóðu, at vit hava valt eina skeiva loysn í bankamál inum og at allir flokkar, utt- an sambandsflokkurin, eiga skuldina fyri tað. Hetta er sera einfalt og eisini Ógvu- liga lætt hjá lesarunum at fata. Tað tykist løgmaður í øllum fórum at halda. Men vónandi er veruleikin ein annar Hetta, alla tíðina at taka sær sjálvum æruna fyri alt tað góða og rætta, og at geva hinum skuldina fyr: tað ringa og skeiva, er ikki nýtt í sambandsflokkinum. Undirtónan og niðurlagið kenna vit aftur. Hetta kvæð Pauli Ellefsen longu fyrsta dagin hann trein politiska pallin. Tað var til løgtings- valid i 1974. Frá 1970 ul 1974 sótu javnadarflokkur- in, sambandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin í sam- gongu. Javnaðarflokkurin var størsti samgonguflokk- urin og hevði tí leiðsluna í samgonguni Flokkurin hevdi løgmannin, løgtings- formannin og figgjarnevnd- artormannin Men hóast hetta, so smæddist Pauli Ellefsen ikki vid, til løgtingsvalid í 1974, at fara ú til veljararnar við teimum boðum, at pol itikkurin, sum ríkin var hesi fýra árini, var reinur sam- bandspolitikkur Ongin kendi hendan ósið frá teim eldru sambandsmonnunum Og við hesum varð sjógvur av álvara lagdur millum javnaðarflokkin og sam- bandsflokkin. Veruleikin var sjálvardi tann, at avrik- ini hesi fýra árini, vóru úr- slit av einum politiskum samstarvi millum javnadar flokkin. sambandsflokkin og sjálvstýrisflokkin í sam gongu, og undir leiðslu av javnaðarflokkinum Tá javnaðarflokkurin folkaflokkurin og tjóðveld isflokkurin skipadu sam- gongu eftir løgtingsvalid i 1974, so gjørdist hetta eim funnin fressur hjá nýggja sambandsflokkinum. Allar avgerðir, sum tann sam gongan tók, vórðu skýrdar skeivar. Tann samgongan fær enn í dag skuldina fyr alt tað ringa og alt tað skeiva, sum hevur verið før oyska samfelagnum fyri, síðani 1975. Samgongan frá 1985 til 1989 fekk somu lagnu. Tað, sum av eini ella aðrari orsøk ikki kann skuldskrivast samgonguni frå 1975 til 1980, verður skuldskrivað samgonguni frå 1985 ul 1989 Svarti tráðurin í blað greinini hjá løgmanni sem asta mikudag, um banka bjargingarnar og banka- skuldina, er tann sami. Í hesum máli hava føroyingar gjørt eitt mistak, sigur løg- maður og heldur fram, at allir flokkar, uttan sam bandsflokkurin, hava skuld- ina. Men nær, hvar og hvussu hevur sambands flokkurin gjørt vart við nakra serstødu í hesum máli, fyrr enn nú fleiri ár aftaná? Loysnirnar í banka málinum vórðu valdar í 1992 og í 1993. Tá kvetti ikki úr sambandsflokkinum Hann gjørdi ikki alment vart - við nakra serstødu í banka málinum. Hann gjørdi held- ur ikki vart við at hann hevði nakra aðra og betri loysn á spurninginum Hann hevði ikki so mikið sum nøkur góð ráð at geva okkara samráðingarfólkum Stødan er stutt sagt tann, at løgmadur nú roynir at spæla eftirklókur í banka málinum við at vísa á, at bankamál eru ríkismál og tí eiga danir at afturrinda okk- um tær 2,7 milliardir krón- irnar, sum bankabjarging- arnar hava kostað. Afturfyri skulu danir eiga bankan T.v.s. at vit skulu avreiða bankaraksturin í Føroyum til danir nógv ár fram í tíð- ina. Og tað verður ikki danska ríkið sum fer at reka ein banka í Føroyum. Tað vita vit. Spurningurin er so hver skal hava bankan aft aná at loysnin hjá sam- bandsflokkinum er veru- leiki? Fyri góðum tveimum árum síðani, vóru umboð fyri tann størsta danska bankan og eina danska stór fyritøku, sum eisim er størsti partaeigarin í danska bankanum í Tinganesi á loynifundi við løgmann Føroysku fjølmiðlarnir fingu onki at vita um fund- in. Donsku gestirnir runnu undan fjalmiðlunum og løg- maður vildi onki siga. Í tinginum setti undirritaði fyrispurning til løgmans um nevnda fund. Men svarið frå løgmanni var ein slutur fyri ein slatur. Hetta var bert „ein høfligheds visit« segði løgmadur í svarinum Tå Edmund Joensen er av tí åskodan, at danir skulu hava bankan, um so verður at teir endurrinda okkum tær 2,7 milliardir krónirnar, sum bankabjargingarnar hava kostað, so må Føroya Løgmadur eisini hava nakr- ar tankar um, hvussu bankin verður rikin í framtíðini og hver skal standa fyri rakstr inum Hetta er hóast alt ein av teimum stóru peningastovn unum. Løgmaður má vita um bankin verður afturlatin ella ríkin víðari? Um hann verður ríkin víðari av danska ríkinum ella nøkrum ødrum? Um tað verða danir ella føroyingar sum skulu reka bankan o.s.fr.? Hetta eru nakrir sera for- vitnisligir spurningar, ið løgmaður má hava nakrar tankar um, og sum hann eigur at geva føroyingum innlit í. Edmund Joensen. løgmaður skyldar almenn- inginum eina frágreiðing um, hvat ætlanin so er við bankanum! Tann 12. maí 1997 Vilhelm Johannesen Føroyskt háskúlaskeið í Danmark Viðvíkjandi kostarhaldi verður dentur lagdur á at fáa til vega so nógvan føroysk an døgurdamat og viðskera sum til ber Frá 21.—26. juli í ár verður á fyrsta sinni føroyskt há- skúlaskeið í Danmark á Norrøna Eftirskúlanum í Hygum Skúlin er føroyskur og umhvørvid vakurt í Hygum ið er millum Lemvig og Norðsjógvin A skúlanum er pláss fyri 54 fólkum í 4 trímansrúm um og 21 tveymansrúmum Fyrilestrahaldarar/undir visarar verða: Kaj Larsen Førsa Dahl Sandberg, Luice Borgsmidt Hansen Thor Johannesen og Ax johannesen Meginfelag Føroyinga i Danmark (M.F.D.) skipar fyri Høvudsåhugamålid er Føroyar og føroyingar, men sjálvandi býður skeiðið tem luttakandi høv: til at skifta orð um alt millum himmal og jørd, at skriva dur tankar og hugskót (skrivistova) á føroyskum ella á Jonskum, at tekna og virka. at syngja. dansa og hugna sær saman o.s.f ásettur til gudstænastu í Hygum kirkju og útferð fram Noróstónum Ein dagur er við Fyri tey, ið ikki hava bil, verður samskipað ferð við busst frå Holstebro Sí lýsing í blaðnum Tlf. 12222