týsdagur 13. mai 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ítróttar
+ A HI
Nr. 88 — 13. MAI 1997
B36 og Sumba
ganga undan
EFTIR triðja umfar í landskappingini í 1.
deild. er B36 á odda við fullum stigatali.
Teir hava vunnið allar sínar dystir, og
hósat munurin hevur verið lítil tveir teir
seianstu dystirnar, hevur árstalsfelagið
hverja ferð havt munin.
TAÐ ER einki at taka seg aftur í, at B36-
liðið er serstakliga væl mannað í ár, men
vandin liggur í, at ov nógvar stjórnur eru
á liðnum. Higartil má sigast, at teir tó
hava fingið nógv burtur úr, liðið er í
semifinaluni í steypakappingini og liggur
á odda í 1. deild. Liðið hevur ikki tapt í
ár.
HB GJØRDI bart í dystinum móti KÍ
sunnudagin. 15 gyltir minuttir í fyrra
hálvleiki avgjørdu dystin, og hóast klaks-
víkingar komu fyri seg í seinna hálvleiki
og høvdu fleiri kjansir, vann HB við trim-
um målum.
VÅGBINGAR hava eins og B36 fult
stigatal, men teir hava spælt ein dyst færri
enn oddaliðið. Dysturin móti HB á
heimavelli var útsettur orsaka av ringum
veðri, og tá tann dysturin er avgreiddur,
er antin HB ella VB beint í hølunum á
B36.
ÍF VANN góðan sigur á Svangaskarði
sunnudagin, og teir tykjast vera væl betri
fyri enn FS Vágar og B71, sum mong
væntaðu teir fóru at kappast við í
botninum í deildini. ÍF hevur seks stig
eftir tríggjar dystir og er í ovaru hálvu av
stigatalvuni.
HYPNOSAN hjá sumbingum var tiltikin,
tá teir har suðuri 1991 gjørdu veruligt
bragd við at vinna sær pláss í ovastu
deildini í føroyskum fótbólti. Og nú trý
umfør eru farin av landskappingini í 2.
deild, eru sumbingar á odda saman við
klaksvikingum, og í løtuni eru teir flagg-
skipið hjá suðroyingum í 2. deild.
SUMBA stóð seg ikki væl í steypakapp-
ingini, har teir einki stig fingu til høldar í
landskappingini er sum vent í holuni, og
liðið hevur vunnið vær ferðir á útivelli —
annan dystin í Lorvík — og eina ferð á
heimavelli móti næstbesta liðnum hjá
B36, sum er vælmannað.
TVØRÅMENN og hvalbingar hava ikki
fingið bestu byrjanina í nýggju kapp-
ingini, og liðini, sum mong væntaðu fóru
at vera millum kappingarneytanar til
fremstu plåssini, liggja í løtuni væl aftan-
fyri toppin. Nú er nógv eftir at spæla um í
2. deild, so her skulu ongar skjótar kon-
klusiónir gerast, men byrjanin hevur ið
hvussu er verið nakað trilvandi, og hevur
sett spurnartekin við møguleikan hjá TB
at spæla í bestu deildini aftur longu næsta
ár, men nú fáa vit at síggja...
Todi Jónsson er sera væl lýddur millum Lyngby-viðhaldsfólk, men næstu ferð Todi skrivar undir nakað, kann
tað væl vera ein sáttmála við eitt annað felag. Nógv liggja fram við at tryggja sær klaksvíkingin. Mynd: Jan
Miller
Nú skal Todi
taka avgerðina
Fótbóltur: Nógv feløg í Danmark og aðra staðni ynskja sær Toda Jónsson á
lønarlistan. Sunnudagin gjørdi hann sína skyldu í Lyngby, sum kortini tapti
Todi Jónsson gjørdi góða
reklamu fyri sær sjålvum,
tå Silkeborg vitjadi i Lyng-
by sunnudagin. Tað verður
roknað við at ein álopsspæl-
ari skorar mål, og tað gjørdi
Todi, tá hann minkaði um
munin til 2-1. Men fyri
Lyngby hjálpti tað lítið, ti
Sepp Piontek og Silkeborg
fóru avstað við øllum stig-
unum. Teir vunnu 4-1
Lyngby spælir íkki væl nú
upp undir endan á kapping-
arárinum. Teir hava lítið á-
lopsspæl, og tað merkir eis-
ini, at Todi Jónsson og á-
lopsfelagin, Miklos Molnar,
sum er toppskjútti í super-
liguni, fáa ikki nógvar bólt-
ar at arbeiða við. Og tá bólt-
urin verður fingin fram á
vøllin, so er oftast talan um
høgar sendingar, sum eru
ólagaligar at fåast við.
Aftur
Fyri tveimum vikum síðani
skoraði Todi Jónsson bein-
leiðis upp á frispark, tå
Lyngby spældi á heimavgilli
móti Brøndby, og aftur hesa
ferð sendi hann fríspark í
málið.
Lyngby hevði eitt lítið lot
undan, og tað gjørdi ikki
møguleikan verri. Ur 25
metra fjarstødu sendi Todi
Jónsson upp um verjugarðin
og í málið aftanfyri Peter
Kjær, sum leingi hevur ver-
ið mettur at vera millum teir
frægu málverjarnar í Dan-
mark
--Nú í eina tíð havi eg vant
frisparksstødur. Tá vanliga
venjingin hevur verið liðug,
havi eg í einar tíggju min-
uttir skotið úr frisparksstød-
um uttanvert brotsteigin. Eg
havi ikki gjørt nógv av hesi
venjingini, men tað tykist
hava loyst seg, sigur Todi
Jónsson úr Keypmanna
havn
um boðið
Hverja ferð Todi Jónsson
spælir við Lyngby, so veit
hann, at nógv eygu fylgja
honum. ' tíð og ótíð verður
hann kimadur niður av um-
boðsmonnum, sum siga frá,
at næstu ferð Lyngby spælir,
so eru teir á áskoðarapláss-
unum saman við umboði
fyri okkurt felag.
Higartil er tað kent, at í
hvussu so er seks feløg al-
ment hava givið til kennar,
at tey ynskja, at Todi skal
spæla fyri tey komandi fót-
bóltsár. Í Danmark er talan
um Lyngby, FC Keypmann-
ahavn, AGF og OB. Eyst-
urríska Sturm Graz hevur
eisini verið og hugt, og sam-
bært TV2 í Danmark, so
hevur Hearts úr Edinburgh,
sum er á fjórða plássi í bestu
skotsku deildini, eisini sýnt
áhuga fyri Toda Jónsson
-Eg havi tosað við um-
boð fyri fleiri donsk feløg
og eisini Sturm Graz í Eyst
urriki, men eg havi onga
avgerð tikið enn, sigur Todi
Jónsson
Tveir kar
I sær sjálvum er tað ein å-
litisváttan fyri føroyska
spælaran, at so nógv feløg
sýna honum áhuga.
At feløgini sýna honum
áhuga kemst sjálvsagt av, at
tey halda, at Todi Jónsson
verður ein styrkur á teirra
liði. Men tey sýna honum
eisini áhuga, tí tey vita, at
sammett við so nógvar aðr-
ar, so kostar hann teimum
ikki so nógv. Sáttmálatíðar-
skeiðið millum Lyngby og
Toda Jónsson er úti, tá
danska kappingin verður
liðug um nakrar vikur, og
tá hevur Lyngby ongan rætt
at krevja nakað, um Todi
skrivar sáttmála við annað
felag
Hjá Toda eru tað tveir
møguleikar fyri fótbólts-
framtíðini. Annar er, at eitt
útlendskt felag kemur við
einum so mikið góðum til-
boði, at inntøkan verður
fíggjarlig trygd í framtíðini,
og hin er, at hann skrivar
sáttmála við eitt danskt fel-
ag. Verður seinni møguleik-
in veruleiki, so verður tað
ivaleyst soleiðis, at felagið
átekur sær at skaffa Toda
Jónsson eitt útbúgvingar-
pláss
Tað eru ábendingar um,
at endaliga avgerðin um fót-
bóltsframtíðina hjá Toda
Jónsson verður tíkin heilt
skjótt. At talan er um so at
síga próvtskutrýst á honum
hvønn dag, er einki at ivast
í. Bæði fyri Toda sjálvan og
ivaleyst eisini fyri fótbólts-
landsliðið hevði tað komið
væl við, um avgerðin um
fótbóltsframtíðina hjá besta
føroyska spælaranum verð-
ur tíkin, áðrenn heimadystin
móti Malta. Hann verður 8.
juni.
jh
- blaðið við ti foroyska ítróttinum