Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 1997síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar SOS Nr. 88 — 13. MAI 1997 HBtok Allan Simonsen skriva alt í sidstu løtu 'étboltur: LÍF striddi seg upp å javnt 2-2, men Bogi Mid- jord avgjørdi dystin 2. deild menn: HB-LIF 3-2 (2-0) Tað gekk javnt á, og tað sá út til, at tað fór at enda við javnleiki, tá leirvík- ingar vitjaðu HB í Gundadali leygardagin. Tíðin var um at vera | farin, tá heimaliðið skor- aði sigursmálið. Stødan var 2-2, og kanska vóru tað leirvikingar, sum trýstu meiri fyri at fáa | sigursmálið. Teir fluttu | fólkið langt fram, og | Gert Langgaard var tætt við at skora, tá hann við | høvdinum sendi í tvør- | træið, men ågangandi spælið hjá LÍF hevði | eisini vid sær, at HB fleiri ferðir kom í yvirtal í snarálops møguleikum. Bogi Midjord skoraði sigursmálið. Royndir hjá Niclasi Joensen og Jón- | leifi Sólsker vórðu blok- eraðar, og so var tað, at | bólturin støkk til Boga | Midjord, einsamalla | mannin i HB ålopinum, | og hann kendi sina vitj- | | unartid. í Tá havt verður í hug- | anum, at talan var um 2. | deild, so var ferðin høg | alla tíðina, og spælið var | hampuliga væl skipað. | HB kom á odda 2-0 i 1. hálvleiki. Báðu ferðirnar | skoraði Uni Mortensen. | Adrenn fyrra málið sendi | hann frispark í tvørtræid. | Fyrra málið kom í 23. | minutti, eftir at LÍF verj- | an hevði kiksað í roynd | at sparka burtur, og hitt | seinna kom í 34. minutti. | Tá var talan um lítið | vandamikið = langskot, | sum málverjin misti aft- Tíggju minuttir inn í | 2. hålvleik minkadi Hans | Fróði Hansen um munin. | Hann var púra leysur og | kundi tætt undir målin- | ir frisparksinnlegg. Seks minuttir seinni Hann hevdi fyra HB | spælarar rundanum seg. | Fyrst fór hann frå teim- | um, og so lyfti hann bólt- in upp um Bárður Jo- hannesen í málinum. Leirvíkingar orkadv | betri, og síðstu løtuna så | tað út, sum um teir ætl- | aðu at vinna, men tað gongur ikki altíð, sum roknað verður við! Gb) J Fótbóltur: Allan Simonsen er væl nøgdur við venjingarstøduna, sum hann um vikuskiftið hevur staðfest, at spælararnir eru í Allan Simonsen var í Gøtu g hugdi at GI og NSI seinnapartin sunnudagin, og hann er ikki í iva um, hvat var tað týdningarmesta fyrr, at úrslitið lagaði seg, sum tað gjørdi - Tað er eingin ivi um, at tað var munurin í royndun- um, sum hevði mest at siga Tad var sjón fyri søgn, at NSÍ hevur eitt lið við nógv- um gávuríkum spælarum, sum hava góðan hug at vísa, hvat teir megna, men tað sæst eisini, at teir hava ikki nógvar royndir í |. deild. Royndirnar fært tú bara við at spæla, so teir noyðast at hava tol, men eg ivist onga løtu í, at um tað fer at bera til hjá teimum at halda uppá fólkið, so fara teir at gera um seg í framtíðini, eftir- metti landsliðsvenjarin Og um GÍ segði hann --Nógvir av spælarunum hava verið á liði saman í fleiri ár. Teir hava spælt nógvar týdningarmiklar dystir í 1. deild, teir hava í fleiri ár verið í Europa Cup, og teir hava fleiri spælarar, sum í fleiri ár hava verið á landsliðnum. Tilsaman gev- ur hetta teimum eina rúgvu av royndum, og tær eru ógvuliga týdningarmiklar, tá so tættur dystur, sum hes- in var, skal avgerast Betri hósdagin Landsliðsvenjarin sá fýra dystir nú um vikuskifuð Hósdagin var hann í Runa- vík og sá NSI og B68 og hóskveldið var hann í Gundadali og sá HB og GI Sunnudagin seinnapartin var hann í Gøtu og so skundaði hann sær suður aftur at hyggja at HB og KÍ --Besti dysturin var tann millum HB og GI. Har var bæði talan um høga ferð og nógv gott fótbóltsspæl Dysturin í Getu var eyð- kendur av, at ferðin var nógv, og at tað vóru nógvir nærdystir. Tað var spenn- andi og undirhaldandi, men tað var ikki so nógv fót- bóltsspæl, sum var at síggja hósdagin Hevur tú skrivað nógv nýggj nøvn upp sum evni til landsliðið? --Nei, tað havi eg faktiskt ikki gjørt. Nú havi eg sæð ikki so fáar dystir í Føroy- um, og hjálparvenjarin hjá mær, Jógvan Martin Olsen, sær eisini nógvar dystir. Tí haldi eg meg vera rættiliga væl kunnaðan um evnini, sum kunnu koma uppá tal Tað er klárt, at eg fylgi alla tíðina við, og sum eg so ofta havi sagt áður, so eru tað fleiri, sum eru í útjaðaran- um, ið kunnu koma uppá Ol Allan Simonsen hevur hugt eftir fleiri dystum i føroysku kappingini seinastu dagar- nar, men hann hevur ikki skrivað niður nýggj nøvn til landsliðið tal, sum tað líður frá, men eg haldi ikki, at tað eru komin nýggj nøvn á listan. Eg vil heldur siga, at eg havi fingið staðfest, at teir, sum eru í huganum, eru teir réttu Bíða og hava tol Næsti landsdysturin verður móti Malta á Svangaskarði sunnudagin 8. juni Landslidsvenjarin sigur, at hann roknar vid, at hann fer at kunngera listan vid teimum åtjan spælaranøvn- unum, sum hann vil hava í hópin, tíggju dagar undan dystinum Tá vit spyrja, um hann ikki kennir tað sum ein so kallaðan positivan trupul- leika, at tað tykjast vera fleiri um boðið, enn tað hava verið, tí fleiri av marginalspælarunum stóðu seg væl á Malta, so heldur venjarin bæði beinini á jørdini -Lat okkum nå siggja, hvussu tað fer at tørna út. Tað eru fleiri umfør eftir at spæla í landskappingini, áðrenn Malta kemur higar, og royndirnar siga okkum, at okkurt kann koma uppá tvørt, í d. at onkur verður skaddur. jh Teir yngru fara nú at fyrireika seg Fótbóltur: Bæði U-15 og U-16 lands- liðini skulu í venjingarlegu vikuskiftið komandi vikuskifti Albert Ellefsen var venjari hjá U-15 landsliðnum í fjør, og hann og dreingirnir hava í fleiri ár tíkið lut í altjóða kapping í Aberdeen. Nú er eingin ferðafólkafarleið til Skotlands, og tí fara U-15 dreingirnir ikki hagar í summar. Men nú eru møguleikar fyri, at U-15 dreingirnir skulu taka lut í altjóða kapp- ing í Danmark í summar Tað er ikki endaliga avgjørt, um liðið skal avstað. Kapp- ingin, talan er um, verður í døgunum 18. og til 28. juli. Hvussu verður við hesi kappingini fæst at vita seinni, men venjarin hevur sent boð eftir dreingjunum at fyrireika seg. Venjingar- lega verður í Havnini kom- andi fríggjadag og leygar- dag, 16. og 17. mei. Spælararnir skulu halda til í B36 húsinum. Teir meta fríggjadagin klokkan 20, og teir fara til hús aftur leygar- dagin ella hvítusunnuaftan klokkan 17. U-15 landsliðið er fyrsta høvi, venjararnir hava at kanna, hverjir dreingir eru best fyri til uppgávur uttan- fyri landoddarnar. Tí verða nógvir tiknir út til venjingar fyrstu ferð. Ikki færri enn 26 dreingir hava í tyrstu atløgu fingið boð. Teir, sum hava fingið bræv frá Fótbótlssamband- inum, eru Niels Joensen, Bárður Johannesen, Helgi Justinussen, Fróði H. Bald- vinsson, Martin Næs Joen- sen og Rúni Kallsoy úr B36, Gisli D. Danielsen, Royn, Høgni Højgaard, Brynjålv- ur Nielsen og Bergur Djur- huus, NSÍ, Hjalgrim Elttør og Atli Danielsen úr KÍ, Jón Rói Jacobsen, Teitur Ell- ingsgaard, Steinar Eiriks- trød, Vagnur Mortensen og Tóri Slættalíð úr HB, Elfinn Ørvarodd og Ingibjørn Jo- hannesen úr SÍF, Kristian Poulsen, B68, Hans Bogi Ellefsen, Jack Johansen og Bárður Joensen, MB. Jóhan F. Hansen, Martin Winther og Símun Hansen úr B71. U-16 liðið Tað er púra greitt, at U-16 landsliðið skal taka lut í NM kappingini, sum verður í Finnlandi í døgunum 3. til 10. august. Liðið er langt síðani farið undir fyrireikingarnar til kappingina. Á páskum vóru teir í Fraklandi, har teir spældu fleiri dystir, og kom- andi friggjadag og leygar- dag hittast teir á Svanga- skarði. Spælararnir skulu meta í ítróttarhúsinum klokkan 18, og venjingar- legan verður liðug leygar- dagin klokkan 16. Jógvan Martin Olsen hev- ur sent boð eftir 22 spæl- arum. Bjarni Arnason, Danny Rasmussen, Kristian Jensen, Ransin Djurhuus, Janus M. Joensen, Pætur Dahl og Andreas Dahl eru úr HB, Súni Olsen, Omar Pálsson og Niels P. Lam- hauge eru úr GÍ, Karstin Joensen, KÍ. Altan Mikkel- sen, Royn, Tóringar Aksel- sen, SIF, Áki Mørk, Klæm- int Matras og Jóhan av Reyni eru úr B36, Sjúrður í Skemmuni, Ken Nónklett og Jan Nónklett eru úr NSÍ, Kári Nielsen og Sverrir Kjærbo eru úr B7I og Sjúrður Ellefsen er úr MB. jh