Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 195 - 15. oktober 2003 Nr. 195 - 15. oktober 2003 21 UTTAN ÚR HEIMI Danskir bankar hava hall Hóast danski bankaheimurin hevði metstórt avlop á roknskapinum fyri fyrra hálvár í ár, vísir ein uppgerð hjá Fíggjareftirlitinum, at tólv prosent av teimum donsku peningastovnunum høvdu hall í sama tíðarskeiðinum. Uppgerðin vísir, at tað eru serliga smáir sparikassar og bankar, sum bert fáast við ávíst virksemi, sum hava alt við at fáa endarnar at røkka saman. Í Fíggjar- eftirlitinum hava tey heft seg við, at av teimum 21 peningastovnunum, sum høvdu hall fyrra hálvár, hava 16 havt hall á ársroknskapinum minst tvær ferðir tey seinastu fimm árini. Hetta órógvar eftirlitið, tí júst tey seinastu fimm árini hava verið góð inntøkuár hjá donskum peningastovnum. Fíggjareftirlitið sigur, at hóast teir 21 peninga- stovnarnir, sum høvdu hall í fyrra hálvári, bert eru ein lítil partur av danska fíggjarheiminum, hava teir fleiri túsund viðskiftafólk. Vánaligt kappingarføri Norðurlendsk vinnulívsfólk eru á einum máli um, at Noreg er tað av Norðurlondunum, sum er ringast fyri, tá tað snýr seg um kappingarføri. Tað vísir ein kann- ing, sum stovnurin SAP hevur gjørt. Stovnurin hevur spurt 200 vinnulívsfólk í Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi um kappingarførið í teimum fýra londunum, og 58 prosent av teimum siga, at Noreg er ringast fyri í so máta. Tey donsku vinnulívsfólkini halda, at Danmark er best fyri, og tey finsku halda, at Finnland er best fyri. Norsku og svensku vinnulívsfólkini hava Finnland á fyrsta plássi. Norsku vinnulívsfólkini, sum vóru við í kanningini, vilja vera við, at norska vinnan hevur ikki nóg góðar karmar at virka innanfyri. Eisini kæra tey seg um, at tað almenna ger munandi meiri fyri at hjálpa eitt nú oljufeløgunum út á altjóða marknaðin enn øðrum vinnugreinum. Nógv kokain í Arlanda Tollararnir íi Stockholm-floghavnini Arlanda gjørdu eitt rættiligt kvetti í síðstu viku, tá teir komu fram á eina kvinnu, sum hevði millum tólv og fjúrtan kilo av kokaini í viðførinum. Tollararnir fingu illgruna til kvinnuna, tá tað vísti seg, at var komin við einum flogfari, sum hevði millumlent í Spania á vegnum úr Brasil til Svøríkis. Teir hildu tað harafturat vera løgið, at kvinnan hevði ikki minni enn nítjan dunkar av hársápu og húð- smyrsli í viðførinum. Hesin illgruni vísti seg eisini at vera rættur, tí í teimum 19 dunkunum funnu toll- ararnir millum tólv og fjúrtan kilo av kokaini. Sjálv hevur kvinnan sagt, at hon keypti dunkarnar í Brasil, men at hon ikki visti, hvat var í teimum. Sambært ovastanum hjá tollarunum í Arlanda, Anders Edstrøm, hava teir ongantíð funnið so nógv kokain í einum fyrr. Hjálparmaður Hitlers deyður Ein av næstu medarbeiðunum hjá Adolfi Hitler, Otto Gunsche, er deyður, 86 ára gamal. Tað var Otto Gunsche, sum brendi líkini av Hitler og Evu Braun, eftir at tey høvdu beint fyri sær tann 30. apríl í 1945. Hann var yvirmaður í SS og var ein av teimum persónligu hjálparmonnunum, sum Hitler hevði ta seinastu tíðina. Í einari samrøðu herfyri segði Gunsche, at tað var Hitler sjálvur, sum hevði givið sær boð um at brenna líkini. Russararnir tóku Otto Gunsche, tá teir tóku Berlin, og hann sat í russiskari fangalegu í fleiri ár. Tá hann slapp leysur, flutti hann til Vesturtýsklands. Hann búsetti seg í býnum Lohmar tætt við Bonn, og har doyði hann. Ísraelska álopið á palestinsku flótta- fólkaleguna Rafah var alt ov ógvusligt, sigur ST. Krígsbrotsverk, sigur Amnesty Inter- national MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk – Eg eri ikki serfrøðingur í tunlum. Men eg hevði ikki nýtt stríðstyrlur og rakettir, skuldi eg oyðilagt ein tunnil, sigur danin Peter Hansen, sum er leiðari í ST- deildini UNRWA, sum viðger palestinsk flótta- fólkaviðurskifti. Hann hevur vitjað flótta- fólkaleguna Rafah, sum 40 ísraelskir stríðsvognar og fleiri tyrlur søktu at um vikuskiftið og aftur gjára- náttina. Peter Hansen sigur, at ísraelska álopið var óneyðuga ógvusligt. Minst 120 palestinsk hús vórðu løgd í oyði við tí úrsliti, at umleið 1500 fólk gjørdust heimleys. Peter Hansen sigur, at ísraelska framferðin er greitt brot á altjóða reglur. Tað sama sigur mannarætt- indafelagsskapurin Am- nesty International, sum sigur álopið vera krígs- brotsverk. Ísraelssmenn siga, at endamálið við álopinum var at oyðileggja nakrar tunlar ímillum Rafah og egyptiskt land, tí teir halda, at palestinararnir smugla vápn ígjøgnum tunlarnar. Fyri stuttum varð av- dúkað, at Statoil hevur verið uppi í sera ivingasomum viðurskiftum í Iran. Nú er komið fram, at Norsk Hydro í loynd- um hevur goldið stýrinum í Angola stórar upphæddir fyri rættindi at leita eftir olju OLJUVINNA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Avdúkingin kemur stak illa við, tí herfyri avdúkaðu Altjóða Gjaldoyragrunn- urin og bretska blaðið Fi- nancial Times, at angolski forsetin hevur stungið ein fittan part av landsins olju- inntøkum í egnan lumma. Altjóða fjølmiðlar og onnur vilja vera við, at Norsk Hydro hevur goldið angolsku myndugleikunum 750 milliónir krónur fyri rættindi at leita eftir olju har. Tað er í sær sjálvum ikki nakar trupulleiki, men trupulleikin er, at norska felagið hevur hildið gjaldið loyniligt eftir boðum frá angolska stýrinum. Statoil, sum eisini er virkið í Angola, hevur eisini rindað angoslku myndugleikunum pengar fyri rættindi, men hevur almannakunngjørt gjaldið. Sambært Financial Times hevur Norsk Hydro eisini stovnað fleiri feløg í Angola, og hóast pengarnir eru fluttir feløgunum og síðani myndugleikunum, sæst tað ongastaðni í rokn- skapinum. Kunningarstjórin hjá Norsk Hydro, Tor Stenum, váttar fyri Aftenposten, at tølini eru loynilig, men hann vísir á, at pengarnir eru goldnir teimum al- mennu myndugleikunum. Men sambært Altjóða Gjaldoyragrunninum er lítil uggi í tí, tí sambært grunn- inum endar ein fitur partur av pengunum í lummanum hjá forsetanum. Dráps- maður fyri rættin Ísraelska álopið á Rafah er krígsbrotsverk Aftur ein gøla í norsku oljuvinnuni Í gjár byrjaði rættarmálið ímóti tí 42 ára gamla John Muhammad, sum er ákærdur fyri at hava skotið trettan fólk nærhendis Washington í oktober í fjør. Hann og tann tá 17 ára gamli Lee Malvo skutu í fleiri dagar tilvildarlig fólk, áðrenn tað eydnaðist løgregluni at taka teir. Tá høvdu teir dripið tíggju fólk og sært trý Mynd: Reuters - Tað er ógvuliga harmiligt, at gamalt agg og øvundsjúka skuldi gera enda á tí virksemi, sum leiðarin og hansara fólk skaptu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Nógv fólk vitjaðu húsið, og har var altíð gott skil í. Tað verður tungt at lyfta arvin eftir leiðaran og hansara fólk, sigur Eyðun Hansen, fráfarni formaðurin í Fugla- fjarða Sjónleikarfelag MENTANARHÚSIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eyðun Hansen, sum hevur verið formaður í Fugla- fjarða Sjónleikarfelag sein- astu 12 árini, er ikki for- maður í felagnum longur. Saman við næstformannin- um, Peturi Abrahamsen og eykaliminum, Alexandru Georgdóttir, hevur hann tikið seg úr nevndini. Tað er Fuglafjarða Sjón- leikarfelag, sum eigur og rekur Mentanarhúsið í Fuglafirði. Dagligi leiðarin í Ment- anarhúsinum, Jonhard Hammer, hjálparmaður hansara og kokkurin, eru eisini givnir. Agg og øvundsjúka Eyðun Hansen sigur, at hann trekti seg sum for- maður, tí gamalt agg og øvundsjúka gjørdi, at ávísir limir í nevndini alla tíðina vóru til reiðar at søkja at leiðaranum. Sum tíðin leið, vórðu hesar kreftir við meiriluta í nevndini, sum taldi 5 nevndarlimir og tveir eykalimir. - Hetta kundi eg sum for- maður ikki hava sitandi á mær. Eg haldi, at Jonhard og hansara fólk hava gjørt eitt stórt og gott arbeiði fyri Mentanarhúsið, síðan húsið læt upp í juni mánaði í fjør. Eg haldi ikki, at nøkur orsøk var at reisa slíka ónøgd um leiðsluna. Tí valdi eg at trekkja meg. Fyrrverandi formaðurin sigur, at hópur av tiltøkum hava verið í Mentanarhús- inum, og nógv lá fyri framman, nú veturin og jólini stunda til. Men nú fara mong tiltøk fyri bakka. - Eg haldi, at tey, sum íbyrtu hesa ónøgd og seinni fingu undirtøku fyri henni, í dag standa sum spurnar- tekin. Eyðun sigur, at síðan ein partur av nevndini vendi sær ímóti dagligu leiðsluni, hevur hann umhugsað at taka seg aftur sum formað- ur, og tað er hetta, hann hevur gjørt. Eykaaðalfundur Fyrrverandi formaðurin harmast um tað, sum er hent, tí nógv tíð og orka liggur aftanfyri Mentanar- húsið. - Tað er stórt spell, at fólk, tú næstan ikki hevur sæð í húsinum, soleiðis koma og oyðileggja tað arbeiði, sum her er gjørt. Ja, eg má siga, at hetta er ógvuliga harmiligt – og næstan grátuligt. Limir í Fuglafjarða Sjón- leikarfelag hava biðið um ein eykaaðalfund, sum verður 24. oktober. Spurdur, um hann kundi hugsað sær at tikið við leiðsluni aftur, um undir- tøka er fyri hesum, sigur Eyðun: - Nei, eg taki ikki við aftur formanssessinum í felagnum. Tað, sum er far- ið, er farið. Eg havi brúkt nógva tíð í Mentanarhúsin- um, og nú fari eg at taka mær meira av familjuni. Eyðun sigur, at hann ætlar sær kortini at møta upp á eykaaðalfundinum. Tungur arvur Hann vísir á, at tað gekk væl í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sum formað- ur í felagnum, var hann ógvuliga væl nøgdur við leiðsluna. - Hóast nógv fólk vóru til ymisku tiltøkini í húsinum, var altíð gott skil í – ja, sjálvt løgreglan í Runavík hevur róst okkum fyri, hvussu gott skil hevur verið í, tá ið teir hava verið á vitjan. Eyðun sigur, at øll viður- skiftini við húsinum vóru ikki komin uppá pláss, men ætlandi skuldi tað, sum restaði í, koma undir land nú í november, eitt nú viðurskiftini við Fugla- fjarða kommunu. - Eg eri spentur eftir at síggja, hvat nýggja leiðslan í Fuglafjarða Sjónleikar- felag og Mentanarhúsinum fer at megna at stilla upp ímóti tí, sum var. Jonhard var ein framúr góður leið- ari, og tað verður tungt at lyfta arvin eftir hann og hansara fólkum í Mentanar- húsinum, sigur Eyðun Han- sen. Fuglafjarða Sjónleikar- felag hevur umleið 200 limir. Mentanarhúsið í Fuglafirði: Klandur og gamalt agg oyðileggur Tað er stórt spell, at fólk, tú næstan ikki hevur sæð í húsinum, soleiðis koma og oyðileggja tað arbeiði, sum her er gjørt. Ja, eg má siga, at hetta er ógvuliga harmiligt – og næstan grátuligt, sigur fráfarni formaðurin í Fuglafjarða Sjónleikarfelag ARBEIÐI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leirvíkar bygdarráð sam- tykti einmælt á fundi, 6. oktober, at byggja grótkast á Kráartanga og arbeiðsveg í Buginum, teir rópa. Sam- tykt er, at arbeiðini skulu gerast í samráð við Lands- byggifelagið og ráðgeving frá DHI, og at kommunurn- ar partur av verkætlanini í mesta lagi verður 5 milj. krónur. Leirvíkar kommuna ætlar at fíggja hesa íløgu við lán- tøku, og ynskiligt er, at trý tey fyrstu árini verða av- dráttarfrí. Í samtyktini fær bygdar- ráðsformaðurin heimild at samráðast við landsstýrið um frávik í íløgukarminum og um lántøkuna. - Ætlanin skal fremjast saman við Norðoyartunlin- um, Klaksvíkar kommunu og møguliga øðrum áhug- aðum kommunum. Samtyktin áleggur bygd- arráðsformanninum bein- anvegin at taka upp sam- ráðingar við Norðoyartunn- ilin og Klaksvíkar komm- unu um arbeiði og saman við pørtunum gera ein sátt- mála, sum skal fevna um alt arbeiðið. Sáttmálin skal góðkenn- ast av bygdarráðnum. Leirvíkar bygdarráð met- ir hetta málið hava stóran skund, og heimilar tí for- manninum at nýta alla ta serkønu hjálp, hann heldur vera neyðuga fyri at fáa málið avgreitt sum skjótast. Samtykt er eisini, at bygdarráðsformaðurin við jøvnum millumbilum skal kunna bygdarráðið um gongdina í málinum Leirvíkingar samtykkja grótkast og arbeiðsveg Sjúrður Eliasen er bygdarráðsformaður í Leirvíkar kommunu C M Y K 21 20