Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 15. oktober 2003 23 Leirvíkingar vunnu 3-1 í seinna upp- og niðurflyt- ingardystinum móti EB/- Streymi um vikuskiftið. Eftir 1-1 javnleik á Mølini fyri viku síðani varð ann- ars roknað við, at LÍF væl kundi fáa trupulleikar við at halda sessinum í næst- bestu deildini, tí í løtum hevði heimaliðið tá eitt sera gott trýst á LÍF, men tann støðan var í øllum førum koppað á leygar- dagin. Við málum frá Petur Sjúrðarberg, Bárður Heinason og Magnus Dal- bø løgdu leirvíkingar seg framum 3-0, og so mun- aði tað lítið, at Búgvi Øst- er fekk minkað um munin seinni í dystinum. Saman- lagt var LÍF vinnarin, og soleiðis kunnu teir enn einaferð brynja seg til eitt ár millum teir næstbestu. Hjá EB/Streymi var tapið kanska ikki nøkur van- lukka, men hinvegin vildi tað verið hugagott hjá fel- agnum, um dystarvenj- ingin hjá teimum næst- bestu er á so høgum støði sum gjørligt. -jm LÍF helt sessinum Teir í Fram vóru í øðini inn á kappingarnevndina, tá tað ikki eydnaðist liðn- um at vinna sær beinleiðis uppflyting í finaludyst- inum í fjórðu deild. Eitt var, at SÍ var eitt trupult mótstøðulið, men tað var nú ikki tað, sum tey í Fram høvdu nakað ímóti. Trupulleikin var, at dyst- urin skuldi spælast í Mið- vági, og hartil við einum dómara, sum hevði til- knýti til Sørvág, men hóast mótmæli, so lat kappingarnevndin ikki við seg koma. Ein støða, sum formaðurin í Fram helt í besta føri vísti eina líkasælu við fótbóltin í fjórðu deild, har menn eisini leggja nógv fyri. Men tað eydnaðist so kortini hjá Fram, tá alt kom til alt. Í upp- og nið- urflytingardystinum gekk leiðin aftur til Miðvág, og hesaferð vunnu teir 3-1 móti vágamonnum, so trumfirnir vóru allir í Havn undan seinasta dyst- inum. Og heldur ikki her lat Fram nakran iva vera um úrslitið. Fyrra hálv- leik hendi tó ikki tað heilt stóra, hvat málum viðvík- ur, men tá Kári Reyn- heim, sum nú er leikandi venjari hjá Fram, legði heimaliðið á odda, mundu gestirnir síggja skriftina á vegginum. Seinni bendi Sunnleif Midjord allan iva til viks, og tryggjaði harvið, at Fram komandi ár aftur er í triðju deild. -jm Ónøgdir Fram'arar vunnu 23 Daewoo Open á Kambsdali Nr. 195 • mikudagur • 12. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Ítróttarhøllin á Kambsdali var karmur um eina stóra badminton kapping, við umleið 100 luttakarum um vikuskiftið. Eisini var vitjan til kappingina komin úr Danmark. Luttakarnir vóru ímillum 6 og 18 ár.Kappast var allan leygardagin, 14 tímar íalt og sunnudagin í 5 tímar. Leiktir vóru omanfyri 500 dystir. Gentur U9 1 Rannvá Carlson HBF 2 Lilja Luid HBF 3 Vár Næs ÍF Dreingir U9 1 Pól Magnus Petersen ÍF 2 Julian Olsen VÍF 3 Sámal Joensen ÍF Gentur U11 1 Birita Poulsen VÍF 2 Randi Virgarsdóttir VÍF 3 Súsanna Poulsen VÍF Dreingir 11 1 Ari Ellingsgaard ÍF 2 Leivur Joensen ÍF 3 Rúni Hentze ÍF Gentur U13 1 Brynhild Carlsen HBF 2 Hanna Elisa Arge HBF 3 Sigrid Dalsgaard HBF Dreingir U13 1 Reidar Luid HBF 2 Fríði Lamhauge HBF 3 Rasmus Mogensen DK Gentur U15 1 Guðrun Lervig ÍF 2 Óluva Bærentsen ÍF 3 Ranvá Lava Olsen ÍF Dreingir U15 1 Flóvin Mikkelsen HBF 2 Filip Gram MBF 3 Sigurd D. Carlsson HBF Gentur U18 1 Maibritt DK 2 Lis Hansen VÍF 3 Sarita Hansen VÍF Dreingir U18 1 Niclas Eysturoy HBF 2 Rógvi Poulsen HBF 3 Hilmar K. Jacobsen HBF Triðja umfarið í Daewoo Marathon Cup verður 18. oktober RENNING tíðindaskriv Leygardagin 18. oktober skipar Ítróttafelagið Roysn- ið fyri 3. umfari av Daewoo Marathon Cup 2003 á Toftum. Í fjør luttóku 50 rennarar í hesi kappingini. Tey vaksnu renna Runt Agn Kappast verður á ymsum teinum hjá børnum og vaksnum. Kappingin hjá teimum vaksnu verður runnin Runt Agnið. Hesin teinurin er 10,5 km til longdar. Byrjað verður við Tofta skúla, og málið er niðri á keiøkinum. Børnini renna á Svangaskarði Sum nakað nýtt fara børn- ini í ár at renna á renni- breytini á Svangaskarði. Kappast verður á hesum teinum: -Dreingir-7/Gentur-7 (f.1996 ella seinni) renna 600 m. -Dreingir-10/Gentur-10 (f.1993-1995) renna 600 m. -Dreingir-13/Gentur-13 (f.1990-1992) renna 1.609 m (1 míl). -Dreingir-17/Gentur-17 (f.1986-1989) renna 1.609 m (1 míl). Skrá -Kl. 12.30 Avheintan av startnr. á Svangaskarði -Kl. 13.15 10,5 km vaksin (f. -1985) -Kl. 13.30 Børn 7 ár (f.1996-) -Kl. 13.40 Børn 10 ár (f.1993-1995) -Kl. 13.50 Børn 13 ár (f.1990-1992) -Kl. 14.00 Børn 17 ár (f.1986-1989) - Eftir verða heiðurs- merkini handaði á Svanga- skarði. Støðan hjá teimum vaksnu Støðan eftir tvey umfør er tann, at hjá monnunum er Guttorm Sørensen fremst- ur, meðan Jonhard Larsen úr Treystinum er nummar tvey, og Sigurð Justinussen úr Bragdinum er nummar trý. Íalt 16 menn eru fram- vegis við í samlaðu kapp- ingini, meðan ongin kvinna hevur luttikið í báðum um- førunum. Hjá veteranunum er Ólavur H. Olsen fremstur, meðan Henning C. Poulsen og Holger Arnbjerg eru ávikavist nummar tvey og trý. Teir eru allir úr Bragd- inum. Kappingin hjá børnunum Kappingin hjá børnum er eins og hjá teimum vaksnu samansett av fýra renni- kappingum, men hesar eru tilsamans 4.219 metrar (ella 1/10 marathon) til longdar hjá børnum -13 og -17 og 2.109 metrar (ella 1/20 marathon) til longdar hjá børnum -7 og -10. Vinnari av Daewoo Mini Marathon Cup verður so tann rennarin, sum saman- lagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerki til nr. 1, 2 og 3. Eisini hjá børnunum verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3 samanlagt, tvs. At bert børn, sum hava gjøgnum- ført øll fýra umførini, telja við í samlaða úrslitinum av Daewoo Mini Marathon Cup. Fyrireikararnir úr Roysn- inum leggja dent á, at rennikappingin leygardagin er fyri øll, og teir vóna, at luttøkan verður góð. Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu taptu aftur hetta viku- skiftið í donsku flog- bóltskappingini. Hesa- ferð var mótstøðan úr SK Århus. Hetta liðið gjørdist silvurvinnarar í fjør, og eisini í ár verður mett, at teir fara at blanda seg í oddin. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 3-1 til SK Århus, men allan dystin var Holte kortini væl við. Komandi vikuskifti fær Holte vitjan av DHG Odense, sum í fjør vann danska meistaraheitið, og tað verður í øllum førum ikki nøkur løtt uppgáva. -jm 3. umfar av Daewoo kappingini Holte taptu aftur Hjá yngstu gentunum gjørdist Rannvá Carlson úr HBF vinnari frammanfyri Liljuna Luid og Vár Næs úr ávíkavist HBF og ÍF C M Y K 22