mikudagur 14. mai 1997síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EIRIKUR LINDENSKON
Fólkafloksformaðurin Oli
Breckmann hevur sett
fólkaflokslandsstýrismanni-
num ein fyrispurning. Fólk-
afloksformaðurin spyr, um
landsstýrið ætlar, at Føroya
Banki skal halda fram sum
almennur monopolstovnur
Um so ikki er, so vil fólka-
floksformaðurin hava at vit-
a. hvussu landsstýrið kundi
hugsað sær, at bankaskip-
inin í Føroyum aftur skal
uka vanligar kappingar
treytir
Fíggjarmálaráðharrin,
Anfinn Kallsberg svarar
ira greitt fyrra spurning!
num. um bankin skal halda
sm almennur mon
Ne
finveg 5 Anfinn
K stýrið
t | a
3 k skjótast
MK
% }
4 L
Kk i! tá
} tlir V
% har Ká g
ndsstýrið hevur rovn
fingið bankan at legg
fastar rammur, so leingi
bankin er í tí serstødu, hann
er í í dag (skattafríur vegna
framflutt hall og ov nógvar
avsetingar, sum landskassin
hevur goldið inn í bankan)
Av hesi orsøk hevur
landsstýrið sent Fíggingar-
grunninum bræv, har sagt
verður
> utbyti úr bank:
Landsstyret er af den opfatt-
else, at der bør anvendes
følgende principper
Afskrivinger og hensætt-
else. som hidrører fra peri-
den hvor landsstyret har
tilført banken kapital for at
holde lovgigningens sol-
venskrav, og sum til-
bageføres som indtægt, skal
idloddes til landskassen
Dette kan ske, ved at bank-
ens egenkapital nedskrives
y
2. Den skat banken ikke be-
taler for tiden, p. g.a. und
erskud fra tidligere år, skal
stedet udlodes til lands-
kassen som udbytte. Dette
princip gælder dog kun til
banken igen skal svare sæd-
vanlig skat
3. Derudover kan banken
udlodde sædvanligt udbytte
afhængigt af årets resultat
Figgingar-
grunnurin rædur
Landsstyrismadurin sigur
vidari, at nevnd bankans er
suveren, tá avgerð skal tak-
ast um byti av yvirskotinum
og hevur bert åbyrgd yvir
fyri sínum eigara, sum í hes-
um føri er Figgingargrunn-
urin. Hóast Føroya Lands-
stýri eigur størsta partin av
partapeninginum i banka-
num, so hevur landsstýrið
lagt allan avgerðarrættin til
Fíggingargrunnin.
— Vit kunnu tí bert koma
við ynskjum til Fíggingar-
grunnin, men avgerðarrætt-
urin er teirra burturav.
Samgongan er ósamd
Føroya Banki skal
ikki privatiserast
Hóast Anfinn Kallsberg vil privatisera bankan, so
tíðindablaðið IST
eru samgongufelagar hans-
ara als ikki samdir. VMF sigur kortanei, fleiri sambands- og sjálvstýrismenn
siga siga eisini nei
Og at enda vísir fíggjar
málaráðharrin á, at sam
gongan er samd um at priv-
atisera bankan skjótast gjør-
ligt, men kann hetta ikki
gerast, fyrr enn vit hava
fingið greiðu á inna virð-
inum í bankanum
Fólkið eigur bankan
Tann fyrsti at taka orðið eft-
ir spyrjara og svarara var
uttanflokkatingmaðurin
Finnbogi Arge. Hann víst
á, at Føroya Banki - jurid-
iskt sæð - als ikki er ein
monopolstovnur, og helt, at
landsstýrismaður átti al
rætta Óla Breckmann í hes-
um
Annars er tað sera legið,
at ein fólkafloksmaður spyr
ein fólkafloksmann. Tá teir
eru í sama flokki, so kundu
teir tosa saman innanfloks,
um teir ikki vita betur av
hverjum ødrum
Finnbogi Arge helt eyð-
vitað, at endamálið hjá
Fólkaflokkinum var eitt
annað - at fáa umrødu
Finnbogi Arge gjørdi eis-
ini púra greitt, at hann helt
tað vera skeivt at privatisera
bankan nú, tí sum stødan nú
hevur, hava almennu mynd-
ugleikarnir størstu åvirkan
á bankan og at stýra, og
hetta helt hann vera sera
umráðandi, ikki minst um
vit koma inn í eina olju-
vinnu.
— At privatisera bankan
loysir einki problem - tað
bara forpurrar hesi viður-
skifti, helt Finnbog! Arge
Hann vísti eisini á, at
bankin er fólksins ogn.
- Tað er fólkið, ið hevur
goldið prísin fyri bankan -
sum tí ikki kann privatiser-
ast, fyrr enn virðið er upp-
gjørt.
Eitt sirkus
Jóannes Eidesgaard úr
Javnaðarflokkinum var sum
vera man fullsamdur í hes-
um. Hann vísti á tekningina
hjá Óla P í Søsialinum her
fyri, tá hann teknaði hendan
fyrispurningin - sum eitt
sirkus
— Hetta er ikki annað enn
eitt sirkus, at ein fólkafloks-
maður spyr ein fólkafloks-
mann, tá hann framman
undan kennir svarið. Hetta
er vorðið alt meira vanligt
hjá Fólkaflokkinum. serliga
sidan Dagblaðið fór í søg
una, vísti hann á
Jóannes Eidesgaard vísti
á. at fyri at skilja politisku
aktørar fólkafloksins, so
mugu vit skrúva tíðina nek
ur ár aftur
Tá sat sami flokkur við
maktini á teimum mest týð
andi skansunum í føroyska
samfelagnum
Fiskasølan var teirra
barn við húð og hár, og hana
vardu teir til tað síðsta, tá
hon endiliga fekk prógvað
sín ódugnaskap og fór so
syngjandi á hesuin.
— Síðan sótu teir á nógv-
um av okkara flakavirkjum,
sum eisini máttu býta í gras-
ið aftaná at hava lænt seg
út av tromini. At enda sótu
teir við einum banka, sum
eisini fór sama veg.
Hesar veldugu bastiónir
ella vinnulívsskansar hjá
Fólkaflokkinum eru allir
falnir. Hetta er trupulleikin
føroyski fólkaflokkurin sit-
ur vid i dag, har hann sær
alt sítt politiska virksemi
vera farið til grundar. Ja,
sjálvt fólkafloksblaðið
megnaðu teir ikki at halda
flótandi, vísti hann á.
Jóannes Eidesgaard helt,
at hetta málið bara var ein
roynd hjá Fólkaflokkinum
at vinna sær hesar skansa
aftur.
Royna at fáa aðrar við
— Teir eru so smartir at kalla
Þr AS
tað monopolstovnar, tí so
kunnu teir fáa aðrar flokkar
at spæla við, eins og tá Oli
Breckmann fekk hinar sam-
gongufloksformenninar við
sær í herferðini móti
endurreisnini av Fiska-
virking
Jóannes Eidesgaard vildi
fegin hava at vita, um tað
var satt, at samgongan
stendur samd í hesum máli,
sum hann sjálvur ivaðist í,
og vísta hann til tosið hjá
løgmanni um, at danir eiga
at gjalda tær 2,7 mia, bank
abjargingin kostaði. Og so
spurdi hann, um føroyingar
tá kunnu privatisera ein
banka, sum danir eiga?
Osemja
Men samgongan er ikki
samd. Fyrstur at gera hetta
greitt, var Jåkup Joensen,
sambandstingmaður, sum
visti å, at hann var samdur
vid Finnboga Arge og J6-
annes Eidesgaard
— Hetta gjørdi eg eisini
greitt å landsfundinum hjå
Sambandsflokkinum fyri
tveimum árum síðan, tá
hetta málið var til viðgerðar,
segði hann.
Hann segði víðari, at tos-
að hevur verið um at gera
hetta, tá tíðin er komin, og
at tað var hon ikki enn.
— Fólkaflokkurin ynskir
bara at fáa hetta málið al-
ment fram, helt Jákup Jo-
ensen, sum eisini helt, at her
var talan um misålit. Ti
spurdi hann, um talan eisini
er um at koyra leiðslu bank-
ans frá.
Jákup Joensen segði, at
Fólkaflokkurin er als íkki
ímóti einum monopolbanka
- bara talan er um ein priv-
atan monopolbanka...!
Tosid saman
Vilhelm Johannesen úr
Javnaðarflokkinum mælti
samgongu monnum til at
tosa saman innanhýsis. Síð-
an vísti hann á, hvussu stór
nýtslan hevði verið, og
hvussu bankarnir kappaðust
um at læna fólki pengar, við
at lata tey fáa fleiri mán-
adarlønir forút
— Í dag eru vit helst komin
á tað stødt, sum vit eiga at
vera á, tá tað snýr seg um
bankar, helt hann. — Haldið
tí høvdid kalt, og havi tung-
uni mitt í munninum, vóru
ráð hansara á samgongu
menn
Samd við legman
Alvur Zachariassen úr
Sjálvstýrisflokkinum heyði
okkurt nýtt at síga. Hann
gjørdi greitt, at Sjálvstýr
isflokkurin hevur tosað um
bankabjargingina og at
flokkurin er samdur við løg-
manni í tí, at danir eiga at
rinda tær 2,7 milliardirnar,
sum hetta kostaði okkum
— Sjálvandi eru tað so eis-
ini danir, ið eiga bankan,
segði hann. Tí helt hann, at
vit ikki kunnu privatisera
hann, men at vit heldur áttu
at arbeitt fyri at gjørt Føroya
Banka til ein landsbanka -
ein tjóðbanka
Ósamdir vid løgmann
Anfinn Kallsberg skilti
einki av, at samgongumenn
nú ikki vóru samdir við
honum meira. Hann vísti á,
at løgmadur sigur nakað
annað, enn Jákup Joensen,
og skilti íkki, at allir ting-
menn nú vóru so góðir við
bankan, sum plagdi at verða
heklaður niður av tingsins
rødarapalli.
Sidan var eitt sindur av
kjaki um tad sum stendur i
avtaluni við donsku stjórn-
ina frá 1995. Anfinn Kalls-
berg las hetta á tann hátt, at
her var kósin stungin út í
kortið til at privatisera
Nr. 89 — 14. MAI 1997
bankan, men hesum vísti
Jóannes Eidesgaard aftur
Hann segði, at hetta heldur
kundi skiljast á tann hátt, at
ein føroyskur grunnur kundi
taka yvir bankan frá fígg-
ingargrunninum
Anfinn Kallsberg gjørdi
greitt, at Fólkaflokkurin er
ósamdur við løgmann um,
at danir eiga at rinda tær 2,7
milliardirnar fyri banka
bjargingarnar
Talan kann bara blíva
um endurgjald, um banka
kanningin vísir, at Den
Danske Bank og stjónini
ikki hava spælt við opnum
kortum, segði hann
Teir taka
framum
Henrik Old úr Javnaðar
flokkinum vildi hava at vita.
um somu fólkafloksmenn
stóðu klárir at keypa bank
an. sum høvdu verið frammi
í £0*unum. Og hann segði
hetta við einum dømt
Tað var ein fólkafloks
tingmaður í seinasta val
skeiði. sum ikki vildi siga
alt hann visti í fíggjarneynd
ini og í tinginum, tí hann
hevði stórri áhugamál í Sjó
vinnubankanum. Eru tað
hesir menn. sum nú standa
klárir at taka yvir Føroya
Banka
Til hetta vildi Anfinn
Kallsberg als ikki svara - og
vísti á, hvussu javnaðarfólk
sum Ingeborg Vinther og
Henrik Old í 80'unum ar
beiddu fyri at fáa arbeiðs-
gevarar og bankar niður við
nakkanum
Tann síðsti framsøgumadu-
rin í hesum máli, um vit so
kunnu síga, var Ernst
Hansen úr Verkamannafylk-
ingini í samgongu. Hann
helt, at kjakið fór at snúgva
seg um búskap heldur enn
um flokspolitiskt briksl
Men Oli Breckmann er
í serklassa, tá tað snýr seg
um ófólkaligheit, so her var
kanska ikki annað væntand
i, helt Ernst Hansen
Men hann gjørdi stóðuna
hjá Verkamannafylkingini í
samgongu púra greiða í hes-
um máli
Okkara svar til at pri-
vatisera bankan er púra
greitt
KORTANEI!
Annars vísti eisini Ernst
Hansen á, hvussu fólka-
floksmenn hava havt leiklut
í ymsum kreppum, eisini í
báðum sjóvinnubanka-
krakkunum í 50'unum og í
90'unum, tá einki skil var í
útlánum.
— Tað var bara lænt út
uttan nakað, um landskassin
veðhelt. Tá var einki Oført.
Verður bankin privatiserað-
ur aftur nú, fer helst tað
sama at endurtaka seg, helt
Ernst Hansen.
- Fólkaflokkurin hevur
altíð livað best undir mon-
opoli, segði hann og vísti á
Fiskasøluna, bankarnar 0. s
fr.
Niðurstaðan á tingi í gjár
til at privatisera Føroya
Banka var púra greið. Ting-
menn taka ikki undir við
fólkafloksmonnum - høvrki
andstøda ella samgonga.