Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

me TEE Nr. 91 — 16. MAI 1997 tidindabladid Rådstevna um kvinnur - arbeidi - løn: Likaløn er bert til å pappirinum Hóast vit tosa um likaløn millum kynini, so er munurin tydiligur. Menn hava betri umstødur at taka lut í eftirútbúgvingum og á skeiðum, har tað sæst aftur í lønini, var m.a. niðurstóðan á rådstevnu í Reykjavik, har umboð fyri fakfeløg i Føroyum luttóku DAGNY JOENSEN I sambandi vid Nordurlend- ska rådstevnuna um likaløn, sum var í døgunum 18. og 19. april í Reykjavík, vóru m.a. nýggjar lønarskipanir vidgjørdar Ein partur av rååstevnuni snúði seg um kvinnur í sam ráðingum, og her verður beinleiðis sipad til fakfel agsarbeidi Umbod fyri føroysku fak feløgini vóru: Havnar Ar- beidskvinnufelag, Pedågog- felagið, Sjúkrasystrafelagið, Kvinnufelagið í Havn og Starvsmannafelagið Millum føroysku luttak ararnir var Anna Johanne- sen, skrivari í Starvsmanna felagnum. Hon tók lut i ymsum fyrilestrum o.ø., um nýggju lønarskipanina, sum HK-felagið í Danmark hev- ur við í sínum sáttmálasam ráðingum í ár Í nýggju lønarskipanini verður tosað um sentralar og desentralar Ísnarsamráð ingar. Tað merkir, at fak- felagið samráðist um eina grundløn, umframt eina samlaða peningaupphædd til stovnarnar ella arbeiðs- plássini at býta beinleiðis út millum starvsfólkið. Í fak- felagsmáli kallast ein partur av skipanini førleikaløn og starvssløn A arbeidsplåssinum verð- ur tað leiðslan og ålitis- fólkið í felag, sum skulu á seta endaligu lønina - Endamálið er at fólk fáa ta løn, sum tey í veruleik- anum hava uppiborið, sigur Anna Johannesen Neyvt eftirlit krevst - Kann henda skipanin nýt- ast í Føroyum? - Um reglurnar fyri at geva ískoyti ella vidbøtur verða greitt settar upp og neyvt eftirlit er við, at tær verða hildnar, so haldi eg persónliga, at skipanin kann brúkast, sigur Anna Jo- hannesen Hon heldur kortini, at sum lenirnar eru í dag er torført at tosa um saman- settar lønir., av tí at tað als eingin møguleiki er hjá starvsfólki = at gera seg meira dugnaligan í starvi Sambært bygnadar- broytingunum verður nógv tosað um eftirútbúgvingar, og at innføra starvsfólka- politik. Tað verður eisini neyðugt, fyri at fólk ikki skulu stirna. Hetta kann gerast innan eitt rímiligt mark, og serliga at bæði menn og kvinnur fáa gagn av skipanini - Sum tað er í dag. so hava vit likaløn, men tað er kort- ini eitt vítt hugtak. Tú hevur kanska ikki møgulerka at ogna tær kunnleika á starvs- økinum, hóast tå ert áhugað fyri tí - Vit eru í serstødu í Før oyum, tí vit hava havt løn arniðurskurð og aðrar spar ingar. Fólk hava heldur ikki torad at tosa um sina ónegd. av tí at tey hava verið bang in fyri at missa arbeiði - Í Danmark hava tey ikki havt sparingar í almenna sektorinum seinastu trý ári ni, og tí kann tað ikki sam anberast við okkara viður skifti Arbeiða við ætlanini komandi árini - Eru ætlanir um at fara undir nýggju lønarskipan ina í Føroyum? - Vit hava ið hvussu so er eitt ynski um at endurskoða lønarskipanina, men tá krevst, at vit geva okkum stundir at viðgera málið. fyri at taka tað upp aftur seinni, sigur Anna Johanne- sen, sum ikki vil seta ár á, nær tað verður. - Hvussu fæst trygd fyri, at útbúgvingartilboðini verða tók og at grundlønin ikki lækkar? - Um vit seta skipanina í gildi, so kann grundupp- hæddin ikki verða lægri, men heldur hægri. - Harnæst verður lénin altíð sett eftir útbúgving og ábyrgd. Tað merkir, at eftirútbúgving skal vera tók, sigur Anna Johannesen Anna Johannesen, skrivari í Starvsmannafelagnum - Kann henda skipanin nýtast á øllum arbeiðsekj um í Føroyum? Ja, tað haldi eg avgjørt Hetta hevði motiverað fólk, so tey ikki stirnadu í starv inum. Eitt nú skulu vit eisini hava trygd fyri. at tey, sum eru burtur úr starvi eina tíð Ld. í barsilsfarloyvi, skulu hava somu møguleikar til eftirútbúgving og hini á ar- beiðsplássinum Barsilsfarloyvi eingin trupulleiki - Tá krevst, at vit føra ein meira familjuvinarligan politik enn í dag, har tikið verður við í umhugsanini, at fólk skulu hava ansingar- møguleikar til børnini. - Um tå ert burtur i 24 vikur ella eitt år, so skuldi tað ikki verið nøkur fording Tað er kortini avmarkað, hvussu ofta tú ert burtur í barsilsfarloyvi, sigur Anna Johansen. Hon heldur tad hava stør- an tydning at umhugsa allar lutir í skipanini, áðrenn hon verður sett í verk Tað skuldi helst verið soleiðis, at:tá vit eftir tvey ár skulu endurskoðað skipa- nina, at:lýtini ikki eru stórri enn, at tað ikki kann rættast upp aftur, sigur Anna Jo- hannesen FØROYA HANDILSSKULI DÆÉ Treytað av myndugleikagóðkenning sekir Føroya Handilsskuli í Havn eftir LÆRARUM og TÍMALÆRARUM frå 1. august 1997 ella eftir nærri avtalu. Hevur umsøkjari útbúgving í lærugreinum, sum nøkta tørv skúlans, kann talan verða um fast starv. Lærugreinir: — FHS: Bu.&roknskapur (8 t/v), tyskt (7 t/v), fiskivinna (6 t/v), samfelags- læra (8 t/v), støddfrødi (13 t/v), dekoratión (3 t/v), danskt (8 U/v), støddfrødi (8 t/v) og føroyskt (9 t/v). Lærugreinir: — HH: Marknaðarforing (8 t/v), støddfrødi (9 t/v), samtidarsøga (12 t/v), uttanrikishandil (9 t/v), vinnulivsrættur (4 t/v), føroyskt (9 t/v), danskt (10 t/v), roknskap (5 t/v) og tyskt (12 tv). Førleikakrøv: Hægri útbúgving, handilsháskúla, lærdan háskúla, handilsfak- læraraprógv ella onnur við oðrum fortreytum. Umsøkjarar við vinnuroyndum hava fyrimun. Setanarkor: Eftir nærri avtalu við Foroya Handilsskúla og Landsskúlafyri- sitingina. Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann, sum verður settur í fast starv, má vera til reiðar skjótast gjørligt at taka ta eftirútbúgving — ta veri seg pedagogiska/undirvísing- arliga ella aðra forleikagevandi útbúgving — sum er neyðug fyri at verða sett/-ur í fast starv. Eisini mugu viðkomandi rokna við í ávísan mun at skula undirvísa á fleiri stigum og partvís um kveldið um neyðugt. Lon: Í lønarrensli 13/21/24, 18/26/29, 16/21/29/31 hjá HL ella eftir avtalu. Leyst at sokja: 25. apríl 1997. Galdandi til 20. maí 1997. Umsókn fast starv: Umsókn við ljósprentum av próvskjólum o.ø., skulu stílast til Landsskúlafyrisitingina og verða Foroya Handilsskúla á Markna- gilsvegi 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn í hendi 20. maí 1997. Umsóknarblað fæst á skúlanum. Umsókn tímalærari: Umsókn vid ljósprentum av pråvskjølum o.ø., skulu stílast til Feroya Handilsskúla og verða skúlanum á Marknagilsvegi 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn í hendi 20. maí 1997. FØROYA HANDILSSKÚLI Á Føroya Handilsskúla fevnir frålæran um FHS-stødisår, FHS 2. part, hægri handils- skúla, stakroyndir, merkonom, HMX, HD 1. part, peningastovnaskúli og útboðin/