Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 1997síða 26

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 16. MAI 1997 Góði Gulli Tillukku við 25 ára degnum Ynskja mamma og pápi Feroya storsta úrval av PAKKITILFARI úr karton, bylgjupapp og plast innan øll vinnuøkir P.O. Box 171, FR-110 Tórshavn Tlf. (4298) 14295 Telefax (+298)19107/14968 Framhald av síðu 2 millum stóra arbeiðsbýti og fremmandgeringina, sam- stundis sum framleiðslan skal vera verandi stór. Sam- stundis verður stættarbýtið burtur tí virðir í samfelagn- um skulu býtast javnt á borgaran. Marx hevur sum nevnt eisini ein segumenningar teori, harumframt er hann kendur fyri åstødina um meirvirðislæruna, ið vísir á hvussu skeivt tað er, at arbeiðarin ikki fær løn sam- svarandi við tað hann ar- beidir, men harafturímóti framleiðir eitt stórt meir- virði fyri kapitalistin. Marx býtur samfelagið upp í bas- is, ið er framleiðslukreftirn- ar í einum samfelagi, menn- iskjuni og tólini, og ein yvirbygning, ið er idéskip- anin, tað veri seg kirkjan, moralur, rættarskipanin, list osv. Her ímillum hendir ein sínámillum ávirkan, ið m.a. eru framleiðsluviðurskiftini og materiella sambandið millum fólkið. Kollveltingin, sum Marx reddi so nógv um, kom ikki her í vstri, ein frágreiðing er, at materiellu umstødurn- ar/fyritreytirnar broyttust hjå javna manninum, men harafturímóti kom hon í eystri. Kollveltingin í eystri endaði syndarliga, men ikki tess minni kunnu vit røda útfrá Marx, hví tað gekk so illa. M.a. vóru tær neyðuga fortreytirnar fyri kommun- ismuni ikk: til staðar í eystri Sosialisman Tad, sum sosialistisku pol- itisku flokkarnir byggja læru Marx í stevnuskránni er m.a. hvussu virðini í sam- felagnum skulu býtast. Tað er nóg nógv virðir í samfel- agnum, soleiðis at tey kunnu vera javnaði út mill- um borgarnar. Beinleiðis úr- sliti av útjavnanini av virð- inum er vælferðarsamfelag- ið. Vit fáa ókeypis lækna- hjálp, kunnu ganga í skúla, hava almennan ferðaflutn- ing, tey gomlu fáa pensjón, tey lesandi stuðul, tey ar- beiðsleysu fáa stuðul, tey veiku og brekaðu verða hjálp. Hetta eru nøkur av vidurskiftunum, sosialistar um allan heim arbeiða fyri, og eru vit í Norðanlondum rímuliga væl fyri í so máta, sammett við lond úti í heimi. Hetta hava sosialist- arnir í Norðanlondunum staðið fyri, og arbeiða enn fyri at varðveita og menna hesa skipan. Javnaðarflokkurin og Dam Hevdi tå kvinna lisið eitt sindur betur uppá tína egnu søgu, visti tú eisini at Pio langtifrå var hin fyrsti danski sosialisturin. Dreyer (1827-53) verdur vanliga roknaður sum ein hin fyrsti danski sosialisturin, ið al- ment trein fram og segåi frå sini hugsan. Treydugt so, var Pio ein av teimum, ið gjørdi:, at tað kommunist- iska spøkilsi gjørdist hin danski sosialdemokratiski flokkurin í 1871, og Inter- nationala var sett å stovn i Danmark. Tey, m.a. Pio, ið settu donsku deildina av In- ternationala á stovn, vóru forfylgd av hervaldinum, sett í fongsul, gjørd útlagin og nógvir felagsskapir vóru forbodnir. Hetta helt tó ikki sosialismuni aftur, tvørtur- ímóti. Líka síðani 1871 hev- ur sosialisman sigrað í Dan- mark, og tað fer hon óivað eisini at gera langt inn í næsta ártúsund Ateisman Tað er rætt, at nógvir av sosialistunum í farnu eld eisini vóru ateistar, men at tú, Lydia Arge, førir tað yvir í dagsins samfelagið og per definitón sigur sosialismuna umboða ateismuna, er tað reina tvætl, tað átti tú at vita. Ein av frágreiðingini at nógvir av sosialistunum í farnu eld vóru ateistar er, at m.a. kirkjan var nýtt sum amboð at halda fólkinum niðri við. Fólkið kundi ikki reisast og krevja sín sjålv- sagda rætt. Eisini bardist kirkjan harðliga ímóti sosia- lismuni. Segði hana um- boða allan fananskap á jør0. Sosialistarnir kravdu út- javning av virðunum, men hetta hevði jú koppað spíss- unum í samfelagnum, tí varð kirkjan nýtt sum am- boð. Ateisman var skillig. Tíbetur hava vit í dag átrún- aðarligt og politiskt frælsi. Nasisman Havi hug at skoyta eitt sind- ur uppí tina umrødu av nas- ismuni, nevmiliga hver, ið av sonnum byrjaði bardag- an ímóti henni. Tað var hverki kongur ella konser- vativa megin, men haraft- urímóti sosialistarnir. Bæði í Spaniu, Italia og Tysklandi striddust sosialistar ímóti ans kláraðu at halda valdið við hermegi. Í Týsklandi varð kommunistaflokkurin forboðin 1933, og 2. maí sama ár vóru sosialdemo- kratisku fakfelagsleiðarnir tiknir og koyrdir í týningar- legur, sama hendi við ødr- um ødrvisihugsandi. Síðani vóru jødar og sosialistar per definitón sett í tyningar- legur. Uppreistrinum mót- vegis fasismuni stóðu í høv- uðsheitum — sosialistarnir fyri. Nógvir vóru dripnir, settir í týningarlegur ella noyddust at flýggja. Bar- dagi sosialistanna er eisini ein av orsøkunum til, at so- sialisman var so nógv fagn- að aftaná annan veraldar- bardaga. Nakað heilt annað er so, at heimurin fyrst í S0'unum var býttur upp. Sum eg nevndi í urin var og eri eg skelkað av, at nakar vil seta undirskrift sína undir slíka grein. Upp- bygnaðurin av greinini er ógreiður. Tú leypir frá evni í evni, og nógvir ósvaraðir spurningar eru framvegis í mínum hugaheimi. Próv- førslan rillar av sonnum, serstakliga í umrøduni av sosialistunum. Eg helt ikki, / at slik grein kundi standa ósvarað, tí hugsa um onkur hevur tråd øllum, ið har stendur... / Fuglafjørdur 14. Vid sosialistiskari Sonja J. Jó Samkoman Immanuel Í kveld kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru væl- komin. Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldid kl. 19: Møti. Rhema, Torshavn Hvitusunnudag kl. 10.30: Morgunmøti. Hvitusunnudag kl. 10.30: Sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudagin kl. 11: Morg- unmøti. Eingin sunnudags- skúli Sunnukveldið kl. 18: Møti. Hoyvíkar skúli Eingin sunnudagsskúli um hvítusunnuna. Møti verður í Oasuni 2. hvítusunnudag kl. 18 v/ Paula Høj Oasan J. Broncksgøta 25 2. hvítusunnudag meti kl. 18 v/ Paula Høj Keldan, Skálafirði Friggjakvøldid kl. 21: Bøn og lovsangur v/ Helga Abrahamsen. Leygardagin: Ung fara til Sørvågs á hvítusunnu- stevnu. Bussur fer frá Keld- fasistiskum stýrum, ið ein- | uni kl. 9.30. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ Egil Toftegaard og Odd- vør Jacobsen. Barnamøti kl. 17. Landsstevnan hjá Sjómanskvinnu- ringunum i Føroyum verður í Havn 23.-25. mai. Samkoman Sion, Vågur Sunnumorgun: møti kl. 11. Sunnudag: Sunnudags- skúli kl. 11.30. Sunnukvøld kl. 20: Evan- geliskur fundur. Månakvøld kl. 20: Bønar- fundur. Håskvøld kl. 20.30: Bøn- arfundur, hjå Erling Bech, Porkeri. Telefonandaktin svarar å 73777. Morgun- Missiónshúsið á Tvøroyri Hvítusunnustevnan verður hesi kveld: Hvítusunnuaftan 17. maí kl. 20: Møti við streingja- kórinum á Argjum. Gunnar Reynslág talar. Hvítusunnudag kl. 18: Møti. Petur Johannesen, Tórshavn, talar. 2. hvítusunnudag kl. 18: Meti. Karl Kenning talar og streingjakórið í Porkeri syngur. Øll eru hjartaliga væl- komin. Gongutúrur Hvalba-Trongisvágur Suðuroyar Kunningarstova skipar fyri gongutúri úr Nesi í Hvalba leygardagin 17. maí kl. 14 Kostnaður 30 kr. fyri vaksin. Tilmelding á Suð- uroyar Kunningarstovu, tlf 72480. Føroyskt-Norskt Felag 17. maí hald verður leyg- ardagin kl. 17 hjá Nele Reinert Jacobsen í Leynum. Um viðrar verða ymisk barnaspøl. Okkurt fæst til matna. > Felagið Tórshavn Vitjað verður í Viðarlund- ini uppi í Kerjum leygar- dagin 17. mai. Møtt verður við grótbrotið kl. 15.00. Túrurin er vælegnaður fyri børn. AA-fundir, Tórshavn fundir verða í kveld kl. 20 og kl. 22.30 i Tórsgetu 5 (inngongd vestanfyri). Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvert týskveld og hóskveld kl. 21 í Tórsgetu 5 (inngongd vestanfyri) Amnesty International Føroya deild Skrivstovan er opin Týsdag kl. 8.30-12.30 Hósdag kl 8.30-16.30 Felagið Feroyar-Kuba Opið er soleiðis í Konga- gøtu 11, Tórshavn: Mána- dag, tysdag, hósdag og fríggjadag kl. 10—12, miku- dag kl. 16-18 og leygardag kl. 15—17. Telefon 13016 - Fax 13824. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending- in frå Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tid, å FM 107,1 MHz. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 / fax 31 58 61 49. Fríggjakveldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyð- bróting og sunnudagsskúli kl. 12.30. Malta, Hirtshals Sunnudag: kl. 11: Breyðbróting. kl. 13: Sunnudagsskúli. kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukveld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. 2. hóskveld kl. 19 i hvørj- um månad eru vit i Hygum. 2. friggjadag i hvørjum månad kl. 19.30 eru vit i Esbjerg. 2. leygardag i hvørjum månad kl. 19.30 eru vit i Sønderborg Skolehjem, Søn- derlandevej 28, Sønder- borg. Øll eru hjartaliga væl- komin til hesi møti. Samkoman Malta i Hirtshals Feroyingafelagið í Esbjerg Opið er mánakveld kl. 19— 22. Kort og Dart. Leygar- kveld kl. 21-01, Cafe. Sunnukveld kl. 20. Fer- oyskur dansur. Vit hava eis- ini onnur tiltøk. Vilja tit vita meira, so ring tf. 75153429, Martin ella tlf. 75155877, Oddvør. Feroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 IS 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøk- um. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvenn dag uttan leygardag. Månadag kl. 17— 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurdi. Føroysk blød liggja frammi. Døgurdamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin månadag, tysdag og hós- dag kl. 11.30-15.30. Miku- dag kl. 14-18. MFS, Tlf /fax 33250210 Opid mikudag og friggja- dag kl. 16-18. Oyggjaskeggi, 31232310. Nærvarp Okkara, tlf. 31228401. Skúlin, 53681757 tlf /fax Feroyingafelagið í Esbjerg Opið er månakvøld kl. 19— 22. Kort og Dart. Leygar- kveld kl. 21-01, Cafe Sunnukvøld kl. 20, Før- oyskur dansur. Vit hava eis- ini onnur tiltøk. Vilja tit vita meira. so ring tf. 75153429, Martin ella tlf. 75155877, Oddvør. Føroyingafelagiå i Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Opið er mikukvøld kl. 19— 22, friggjadag frå kl. 17— 19 og leygarkvøld frá kl. 22— 03. Onnur tiltøk verða lýst í felagsblaðnum. Faroyingafelagið í Arhus Vestergade 48 D, 8000 Arhus C. Húsið er opið månadag— hósdag kl. 16—18 og fríggja- dag frá kl. 21. Føroyskur skúli fyri børn er annan hvønn leygardag kl. 11. Føroyskur dansur er ann- að hvert friggjakvøld kl. 21. Sertiltøk verða lýst á tele- fonsvararanum tf. 86- 180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við til- knýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, f Oslo. Norsk-Færøysk Lag skip- ar fyri tiltakinum. Felagið hevur tlf. #47 22 67 48 29 |