mikudagur 21. mai 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
Botnfallið gerst Jákup Mikkelsen
sleppur ikki á liðið
Fótbóltur: Jákup Mikkelsen spælir á Danmarksseriuliðnum hjá Herfølge, og
heldur møguleikarnar vera smáar fyri at koma á besta liðnum aftur í år
alt sjónskari
Torført at gera sær greiða mynd av
toppinum, tí tveir lykladystir eru út-
settir
FJÓRÐA umfarið í fótbóltslandskappingini varð
fingið frá hondini um vikuskiftið, og aftur hesa ferð
spældi veðrið eitt puss. Vågbingar fingu ikki høvi at
avgreiða sín heimadyst og gøtumenn noyddust
norður aftur sum av toryheiðum.
Hóast minni enn ein fjórðingur av kappingini er
avgreiddur, so eru tað onkrir lutir, sum longu nú eru
reiðiliga sjónskir. Summir eru akkurát, sum roknað
var við, og aðrir eru meiri óvæntaðir.
B71 og FS Vágar hava einki stig fingið. At tey
bæði liggja í botninum er í tráð við tað, sum roknað
var við undan kappingarbyrjan. Bæði liðini hava
mist nógv fólk, og tað svíður. Fyri bæði lidini ger
tað seg galdandi, at tey rokna við at fáa onkran styrk
heim úr Danmørk rundanum summarsteðgin, og tað
fer at økja sannlíkið fyri, at tey kunnu spæla hinum
liðunum okkurt pussið.
B68 OG KI HAVA fingið vánaliga byrjan uppá
kappingina. Hóast KÍ hðið er broytt nakað síðani í
fjør, so mundi fåur hava roknað vid, at tað fór at
ganga so illa, sum tað hevur gjørt higartil. Vit
skrivaðu í blaðnum undan vikuskiftinum, at nú fór
at røkka ella stekka hjá KI. Týdningurin í hesum
var, at um teir vunnu á B36, so var stutt upp til
toppin, meðan eitt tap hevði vid sær, at KÍ heyði
heili níggju stig at vinna inn á toppin. Tað eru
framvegis nógv stig at spæla um, og royndirnar
hava fyrr vist, at lið, ið hevur havt vánaliga byrjan,
er endað millum tey ovastu. Tá fimm umfør vóru
spæld í fjør heyði HB tvey stig, men tá átjan umfør
vóru fingin frá hondini, vóru teir á triðja plássi.
Spurningurin er so, um teir í Klaksvík kunnu
endurtaka tað, javnaldurin í Havn gjørdi í fjør
B36 er framvegis óskalað eftir fjórða umfar. Tá
teir sóu kappingarskipanina fyri 1997 høvdu teir í
B36 neyvan sjålvir ímynda sær, at tað fór at hilnast
so væl. Teir hava verið bæði í Getu og í Klaksvík,
og tå årtøkan í teimum báðum stødunum er seks
stig, so må staðfestast, at í løtuni talar alt fyri, at
árstalsfelagið er á veg ímóti fyrsta meistaraheitinum
síðani 1962. Men ivaleyst gera teir í B36 alt fyri at
undirstrika, at teir taka eitt umfar í senn og so víðari
og víðari
PLASSINI UNDIR oddaliðnum eru ógreið. HB og
GÍ hava spælt ein dyst færri enn hini liðini, og VB
hevur spælt tveir dystir færri enn hini liðini. Tað
gevur kanska eina betri ábending at tosa um tapt
stig, heldur enn at tosa um vunnin stig. VB hevur
nki stig tapt, HB hevur tapt tvey stig, og GI hevur
tapt trý stig. Tá teir báðir dystirnir, sum eru útsettir
eru fingnir frá hondini, hevur onkur av hesum
trimum tapt meiri, tí talan er um innanhýsis dystir
NSÍ dró trý stig í reiðrið hesa ferð, og tey mundu
kennast serliga vælkomin. Sum vit neyndu í
blaðnum fríggjadagin, so eru tað tíggju ár síðani
innanmenninir síðst vunnu landskappingardyst á
heimavelli ímóti uttanmonnunum
Fuglfirðingar eru í løtuni á øðrum plássi, og tað
hevði neyvan nakar væntað. Burtursæð frá á
heimavelli ímóti GI hava teir fingið fult. Onkur
sigur ivaleyst, at teir hava havt eina bleyta byrjan, tí
teir hava vunnið tey níggju stigini ímóti B71, B68
og FS Vágar. Tað er rætt, at hesi liðini hava staðið
seg illa higartil, men tað er m.a. tí at ÍF hevur staðið
seg væl. Urtøkan hjá ÍF vísir tað, vit hava sær fyrr,
at Petur Simonsen er ein meistari at fáa nógv
burturúr tí, sum mong halda vera lítið.
Komandi sunnudag skal ÍF í Gundadal at spæla
ímóti B36. Tá metast nummar eitt og tvey, og tá fáa
fuglfirðingar allar møguleikar at vísa, hvørjar knotur
eru í teimum. Men sjålvt um hetta eru topplidini, so
mugu tey smyrja seg við, at mest åhugaverdi
dysturin komandi vikuskifti verður nyklassikarin í
Gøtu, har HB vitjar.
Og so nærkast størsta altjóða uppgávan á
heimavølli í ár við risafetum. Tað eru átjan dagar til
Malta vitjar á Svangaskarði. Sæð út frá altjóða
fótbóltinum er tað hugaligt at staðfesta, at
venjingarstødan hjá teimum, sum eru í landsliðs-
myndini, er góð. Og tað er uppaftur hugalígari at
staðfesta, at um átjan dagar verður hon ivaleyst
uppaftur betri.
ítróttar
Jákup Mikkelsen er í løtuni
næsti málverji i Herfølge,
og tað verður hann helst
restina av hesum kappingar-
árinum
Herfølge stendur seg sera
væl í donsku kappingini, og
broytingar verða ikki gjørd-
ar á liðnum, so leingi sum
gongdin er sum hon er
Men Jákup Mikkelsen
heldur als ikki støduna í
Herfølge vera vónleysa
— Eg standi einki aftanfyri
Kai Larsen til venjing, og
tað hevur eisini gingið væl
á Danmarksseriuliðnum,
sigur hann
Vit hava spælt nógvar
dystir á Danmarksseriulid
num seinastu tíðina, og tað
hevur gingið nakað út yvir
venjingina, har eg ikki kann
dríva á soleiðis sum eg
hevði ynskt
Gongur betri í
Superliguni
Mánadagin var Jákup
Mikkelsen í dysti fyri
Herfølge, men dysturin í
Danmarksseriun: = endaði
við skuffandi javnleiki, 0
0
Vit hava eitt sera gott 2
lið, men vit hava ikki fingið
tað burtur år, sum tey flestu
høvdu væntað. Nógv hildu
okkum fara at vera suveren
ar, men vit hava ikki vunnið
allar okkara dystir
I Superliguni
fram ur væ g í
hålvu av kappingini hava
Herfølge og Vejle verid
bestu liðini. Herfølge liggur
løtuni á 3. plássið, åjavnt i
stigum við AGI
hava góðar møguleikar fyr
at rokka heiðursmerkjum og
gongur
scinnu
og ter
harvid einum plåssi f euro
peiskum fótbólti nsæta år
Hetta stendur sum kon-
trast til kappingarárið í fjør,
tå Herfølge akkurát yvir-
livdi í Superliguni
Ætlar sær at stríðast
Nú Herfølge stendur seg so
væl, eru møguleikarnir hjá
Jákupi Mikkelsen at koma
á besta liðið smáir, tí eingin
venjari broytir eitt vinnandi
lið
Kai Larsen, sum er kapp
ingarneyti hjá Jákupi, hevur
staðið einstakar góðar dystir
í vár, og hann eigur uttan
iva nógvan kreditt fyri hesi
avrik
Fimm dystir eru eftir at
spæla í kappingini í Dan
mark, og allar hesar dystir
verður Kai Larsen fyrsta
val, um ikki okkurt óvænta
hendur honum
Jákup Mikkelsen hevur
ett ár efur av sínum sátt
mála vid Herfølge. og hann
ætlar sær at halda hendan
såttmåla
Eg geri alla tíðina mítt
besta undir venjing og í
dysti, og eg ætli mær aftur
á besta liðið. Verður tað ikki
í hesum kappingarárinum
verður tað tá vit bryja aftur
! august
Summarsteðgurin í Dan
mark er stuttur. Jákup og
teir hava bert fri í triggjar
víkur frá venjing
ek
Jákup Mikkelsen er í
løtuni 2. málverji í
Herfølge
Nr. 93 — 21. MAI 1997
Todi bidar framvegis
Fótbóltur: Enn er eingin avgerð tíkin um fótbóltsframtíðina hjá okkara fremsta
spælara
Todi Jónsson og Lyngby
komu ikki serliga væl frá 2.
hvitusunnudegi. Teir
spældu ímóti grannunum úr
AB, sum teljast millum
botnliðini, og úrslitið var 2-
2. Fyrra hálvleik var Lyng-
by væl við í spælinum, men
tað var 0-0, tá tað var hálv-
leikt
Seinna umfarið spældi
AB sum alt annað enn eitt
botnlið, og teir komu á odda
2-0. Tað hava teir eisini
gjørt trý tey seinastu um-
førini, men teir hava ong-
antíð vunnið, ti métstødu-
liðini hava javnað ella
vunnið trý mál innaftur.
Soleiðis gekk eisini hjá
Lyngby. Teir javnaðu til 2-
2. Miklos Molnar skoraði
annað málið, og nú er restar
bara eitt mál í tey 25 og
harvið 50 túsund krónur frá
Tipsblaðnum.
Todi Jónsson skoraði
ikki, men tað var tætt við,
tá hann í síðstu løtu sendi
gott fríspark ímóti málinum.
AB målverjin hálvbjargaði,
og bólturin kom út til Moln-
ar, sum misnýtti góðan
møguleika at skora og har-
vid fåa øll stigini.
18.000 áskoðarar, sum er
fult hús, sóu Brøndby á
heimavelli vinna 2-0 ímóti
FC Keypmannahavn. Hóast
fimm umfør resta, so hevur
Brøndby so at siga tryggjað
sær DM heitið. Verri stend-
ur til hjá FCK, sum við sín-
um 28 stigum bara er eitt
stig frammanfyri Viborg og
AB. Tey eru næstaftast,
meðan Hvidovre, ið bara
hevur 23 stig tykist vera
fokið.
Hvidovre tapti 4-3 í Her-
følge um vikuskiftið, og nú
bendir alt á, at felagið hjá
Jákupi Mikkelsen fyri
fyrstu ferð fer at vinna
heiðurskrónur.
AaB er steðgað upp. Hesa
ferð taptu teir 2-0 í Vejle,
Silkeborg vann 2-1 á OB.
Einki nýtt
Tað er framvegis ógreitt,
hvar Todi Jónsson fer at
spæla fótbólt komandi
kappingarár.
Benny Lennarstsson,
venjarin hjá Lyngby, sum
Todi heldur sera nógv av,
hevur gjørt av at leingja
sáttmálan við felagið at
galda eitt ár afturat, men tað
hevur neyvan við sær, at
Todi Jónsson heldur fram í
felagnum. Men um hann
flytir til annað danskt felag,
ella um hann verður seldur
til útlandið, er framvegis
Ógreitt.
jh