hósdagur 22. mai 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 94 — 22. MAI 1997
Stóra amerikanska oljufelagið Á
s
RCO ger langt lop:
Ur Alaska til Foroya
Jan MULLER
Stóra ameri-
kanska oljufelag-
ið ARCO er eitt
av mongum olju-
felógum, ið
ynskja at vera við
í leitingini eftir
olju og gassi við
Føroyar. Við
drúgvu royndum
sínum frá Alaska,
er Arco nú av ál-
vara farið at fyri-
reika seg uppá
„fóroyska ævin-
týrið“. Í hesum
sambandi hava
ikki færri enn 10
fólk frá felagnum
vitjað í Føroyum
og kunnað seg
við ikki minst,
hvat fóroyingar
hugsa um um-
hvørvisspurn-
ingin i sambandi
vid eina komandi
oljuvinnu. Roynd-
irnar frå Alaska
siga Arco-følku-
num so mikid, at
ein umhvørvis-
vinarligur pol-
itikkur er altum-
rådandi.
Tað fer neyvan dagur, at
ikki okkurt oljufelag bankar
á dyrnar i Tinganesi, á Olju-
fyrisitingini ella á skriv-
stovuni hjá Føroya Olju-
ídnað. Talan er um tey
mongu altjóða oljufeløgini,
sum hava sett sær fyri at
vera væl fyri í kappingini
um |. útbjóðingarumfar á
føroyskum øki
Eitt av hesum feløgum er
tað stóra amerikanska olju-
felagið Arco. Tað er kanska
ikki so væl kent um okkara
leiðir - enn - men í USA og
serstakliga í Alaska kennir
hvert mansbarn ARCO
Í farnu viku vóru ikki
færri enn 10 fólk frá felagn-
um á kunnandi vitjan í Før-
oyum. Her var talan um
verkfrødingar, jardfrøding-
ar, umhvervisfólk, infor-
matiónsfólk og ein serfrød-
ingur í vulkanum
Endamálið við vitjanini
var at røkka grasrøturnar í
Føroyum tvs. at standa and-
lit til andlit til mannin á gøt-
uni soleiðis sum leiðandi
informautónsfólkið hjá Arco
í Bretlandi, Elizabeth Wild
málber seg á tíðindafundi á
Hafnia
-Hetta hevur ikki bert ver-
ið ein áhugaverd kunning-
arferð fyri okkum, tað hevur
eisini verið eitt einastand-
andi høvi til at læra mannin
á gøtuni á kenna sigur hon
og vísir til, hvussu fryntlig
og løtt fólk eru at koma á
tal við, antin tú situr á eini
matstovu, eini ølstovu ella
tú hittir tey á gøtuni
Elizabeth Wild er eins og
øll hini i ferðalagnum hjá
Arco rættiliga ovfarin av,
hvussu vinsælir føroyingar
eru. -Vit fara avstað aftur
við eini kenslu av, at her býr
eitt ómetaliga fryntligt men
eisini stolt fólk sigur hon.
Vilja vera við í
Føroyum
Men hvat vilja so øll hesi
Arco-fólkini í hesum fjar-
skotnu oyggjum spurdu vit
hana!
- Vit eru størsti oljufram-
leiðari í Alaska, ið liggur í
einum ødrum parti av heim-
inum. Men vit halda, at vit
kunnu brúka nógvar av
royndum okkara frá tí part-
inum av heiminum í arbeiði
okkara í Føroyum. Vit hava
stóran áhuga fyri at vera við
í leitingini eftir olju og gassi
í føroysku undirgrundini,
men vit vilja bert gera hetta
arbeiðið, um tað er i tråd
vid tykkara egnu ynski og å
ein slíkan hátt, at hetta ikki
hevur óhepnar avleiðingar
á umhvørvid og landið ann-
ars.
Elizabeth Wild heldur
fyri, at strongu umhvørv-
isreglurnar í Alaska og tað
stóra arbeiðið tey hava lagt
í at tryggja umhvervið og
somuleiðis fólkinum har
eigur eisini at koma eini
leiting og møguligan fram-
leiðslu í Føroyum til góðar
Tosað við
umhvervisfólk
Meira enn nakað annað
felag. sum hevur vitjað her
áður, hava Arcofólkini ti
brúkt tíðina til at tosa við
føroyingar, sum á ein ella
annan hátt hava tilknýti til
umhvørvisspurningar
Undir vitjanini hittu tey
umboð fyri Føroya Náttúru-
og Umhvørvisverndarfelag,
Sílaveiðufelagið, Fugla-
frødifelagid, Grindamanna-
felagið, Kommufelagið,
Fiskirannsóknarstovuna,
Biofar fyri bert at nevna
nøkur. Eisini vóru fundir
við Oljufyrisitingina,
nýggja vinnumálastjóran,
Arbeiðsgevarafelagið og
Føroya Oljuidnad. Men har-
aftrat vóru tey eisini saman
við fólkum frå Marinustød-
ini og Vaktar- og bjarging-
artænastunm!
-Hetta hava verið nakrir
fantastiskir fundir og ikki
minst vitjanin á Biofar, sum
vit gjørdust heilt hugtikin av
sigur Elizabeth Wild.
Hon sigur, at tað er teirra
innasta ynski, at fólk í Før-
oyum ikki eygleiða hesi
oljufólkini sum fremm-
andafólk, men sum nøkur,
ið saman við føroyingum
vilja troyta ressursir, sum
møguliga eru í føroysku
undirgrundini.
-Fyri okkum er tað so
ómetaliga týdningarmikið
at vita, hvat tit føroyingar
sjålvir halda. Tad er umråd-
andi, at tit seta okkum allar
hugsandi spurningar. Tað er
eisini rætt av tykkum at seta
okkum krittiskar spurn-
ingar. Í heila tíkið er ein
opin dialogur tað mest týð-
andi í øllum hesum. Hann
er lykilin ul ein rættan út-
viklingar fyri bæði føroy-
ingar og tey feløg, ið eru
komin higar at arbeiða legg-
ur Arcokonan aftrat
Alaska flaggskipið
Arco stendur í dag fyri ti
størsta oljufeltinum í øllum
USA og er tað eitt felt í
Prudoe Bay í Alaska. Tað
er einki dulsmál, at nógv
olja er runnin, síðani felagið
fór undir framleiðslu har
fyri meira enn 20 árum
síðani. Umframt Arco er
tað serstakliga BP, sum
stendur fyri framleidsluni
her
Framleiðslan av olju í
Alaska hevur hava ómeta-
liga stóran týdning fyri
USA. Frá oljukeldunum í
Alaska kann USA nøkta ein
stóran part av sínum orku-
tørvi og harvið gerast minni
heft at umheiminum og her
serliga londunum í Mið-
eystri, nakað, sum ameri-
kanska stjórnin leggur stór-
an dent á
Oljuævintýrið í Alaska,
sum nú hevur vart í skjótt
ein mansaldur hevur gjørt
Alaska til eitt av ríkastu
økjunum í heiminum
Íbúgvarnir í statinum gjalda
ikki skatt og medallønin er
góðar 300.000 kr. um árið.
Haraftrat fáa íbúgvarnir
hvert árið útgoldið nakrar
túsund krónur úr olju-
grunninum, sum er uppá 20
milliardir dollars. Almennu
veitingarnar eru eisini hægri
enn í nøkrum ødrum stati í
USA.
Í løtuni verður nógv tosað
um, hvussu farast skal víð
ari fram í Alaska. Nú ver-
andi oljukeldurnar eru við
at minka verður tosað um
at finna enn ein stóran
oljuelefant, og eftir tí sum
amerikanska tíðarritið
„National Geographic
Magazine“ frá maí veit at
siga frá, so rokna oljufólk
víð, at ein risastór oljukelda
goymir seg í einum av
teimum nátturuvakrastu
økjunum í Alaska. Spurn-
ingurin her er, um mynd-
ugleikarnir fara at geva
loyvi til leiting f hesum
økinum. Ein av indiånara-
stammunum har um leiðir
roynir at forða fyri eini
oljuleiting har. Men aðrir
síggja ein møguligan ele-
fant í hesum øki sum ein
møguleika at bjarga Alaska
undan húsagangi, tá verandi
keldur tømast og samtíðis
eisini ein framhaldandi
møguleika hjá USA at
verða minni heft at oljuni
år Mideystri
Medan Arco higartil mest
hevur arbeitt í USA, so er
nú avgjørt at gera fløgur í
ødrum londum, og her
koma Føroyar inn sum eitt
av teimum áhugaverdu
økjunum. Ikki minst tí at
Føroyar eru partur av „The
Atlantic Margin“, sum Arco
eins og so mong onnur olju-
feløg hava stórar vónir til
goymir nógva olju og gass
Góðar vónir til olju
Martin Rowe starvast sum
verkfrødingur hjá Arco.
Hann sigur, at Føroyaøkid
hóskar væl inn í arbeiðs-
ætlanina hjá felagnum. At
Arco hevur áhuga fyri Før-
oyum sæst kanska eisini av,
at felagið longu í 1988
gjørdi fyrsta veruliga jarð-
Nøkur av Arcofólkunum
sum vitjaðu í Førovum í
farnu viku. Martin Rowe
og Elizabeth Wild uttast til
høgru. Mynd jan
frødiliga kortid av føroysku
undirgrundini. Teir hava
higartil keypt sær allar tær
seismisku kanningar, sum
gjørdar eru og fara at halda
fram við tí
Eg sjálvur ivist onga løtu
f, at tad er olja vid Føroyar
Vit siggja strukturar her,
sum likjast teimum å Foi-
naven og Schiehallionleid-
unum vestan fyri Hetland
So mangt bendir å, at møgu-
leikin er góður at finna
líknandi oljufelt á føroysk-
um øki, men leggur hann
aftrat: -Møguleikin er sjålv-
andi eisini fyri at finna dry
holes eins og hinumegin
Sjálvur heldur Martin
Rowe tað vera meira enn
50% møguleiki fyri, at olja
er í føroysku undirgrundini
-Neyvan høvdu heldur
meira enn 20 oljufeløg
bankað á dyrnar her, um tey
ikki roknaðu við at finna
olju
Arco hevur enn ikki funn-
ið sær onnur feløg at ar-
beiða saman við á Føroya-
leiðini, men teir leita og
hava verið í sambandi við
eini 5-10 felag. Tað stendur
greitt, at Arco ætlar sær av
vera operatørur í einum
slíkum bólki
Martin Rowe váttar ann-
ars, at umframt tey 25-30
oljufeløgini, sum í løtuni
hava víst flaggið á féroysk-
um øki, eru tað fleiri onnur,
sum liggja og bíða.
Hann vísir annars á, at tað
verður at kosta nógv at bora
í føroyskum øki. Prisurin
fyri eina boring verdur ikki
nidanfyri 120 mill. kr. Hjå
Arco rokna tey annars ikki
við at bora á føroyskum eki
fyrr enn um ár 1999 ella ár
2000, og tá skal tað so
ganga væl við forkanning-
unum fyri at halda tíðar-