fríggjadagur 23. mai 1997síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 95 — 23. MAI 1997
-=— tíðindablaðið
19
AGF vil hava Rógva Jacobsen
Fótbóltur: Ungi klaksvíkingurin hevur fingið tilboð frá AGF um at halda
fram á besta unglingaliðnum, har hann hevur spælt seinastu tíðina
18-åra gamli klaksviking-
urin Rógvi Jacobsen ger
rættiliga um seg í stóra
danska felagnum AGF.
Hann hevur spælt á ung-
lingaliðnum har seinastu
mánaðirnar, og hann hevur
staðið seg sera væl, og hev-
ur millum annað skorað
fleiri mál.
Felagið í Árhus er so væl
nøgt við føroyingin, at teir
vilja hava hann at halda
fram, hóast ætlanin hjá
Rógva er at koma heim í
summar.
Saman við einum ødrum
klaksvíkingi, málverjanum
Meinhard Joensen, gongur
Rógvi á fótbóltskostskúl-
anum Hesselgods í Grená,
har hann hevur verið síðani
august í fjør. Á hesum
skúlanum verður nógv
gjørt vid fótbóltsvenjing-
ina, umframt at teir ungu
spælararnir fáa undirvísing
í bókligum lærugreinum.
i -
Meðan Rógvi hevur ver-
ið á skúlanum hevur hann
ferðast til Árhus, har hann
hevur vant við unglingalið-
num hjá AGF, sum telist
millum tey bestu í Dan-
mark. Og hann er sloppin
at spæla alsamt meira.
Seinastu dystirnar hevur
hann veruliga gjørt um seg,
og hevur skotið fleiri mál.
Millum annað fyri tveim-
um vikum síðani, tá hann
tryggjaði felagnum javn-
leik. AGF liggur á odda í
síni kapping.
Stóðu seg væl
A Hvítusunnu var liðið í
Týsklandi, har teir luttóku
í kapping, sum Mønchen-
gladbach skipaði fyri, og í
hesi kapping gekk væl hjá
danska liðnum, sum endaði
sum nummar 2. Rógvi
gjørdi einki mál í hesi
kapping, men hann legði
upp til fleiri av málunum.
Mitt í næsta mánaði er
skúlin, sum Rógvi gpngur
á í Grenå, liðugur, pg tå
ætlar hann sær eftir tan
heim til Føroya, men
hevur nú fingið meira út
hugsa um, tí AGF hevu
boðið honum at halda fi
í felagnum. Teir Hava
skaffað honum arbeiði hjá
einum av sínum sponser“
um, haðani han kann fáa
frí til venjing, tå hann vil;
og venjarin hevur boðið
Rógvi at búgva hjá sær. ; %.
Í
Góða tíð at hugsa
seg um
Alt hetta verður gjørt, so
Rógvi kann vera við á ung-
lingaliðnum til kappingin
endar einaferð í heyst, og
nú umhugsar Rógvi tilboð-
ið frá danska felagnum,
men tað liggur fast, at hann
kemur heim miðskeiðis í
juni mánaði, og uttan iva
verður at síggja á onkrum
KÍ-liði undan summar-
steðginum.
Unglingakappingin í
Danmark fer í summarfrí
mitt í juni og byrjar aftur í
august, og Rógvi hevur tí
fingið góða tíð til at um-
hugsa sína stødu, áðrenn
hann gevur AGF svar.
Og einaferð í juli mánaði
liggur helst fast, hvussu
verður við lovandi fót-
bóltsframtíðini hjá Rógva
Jacobsen, um hon fyri fyrst
liggur í AGF ella KÍ
ek
x
i
Rågvi Jacobsen stendur
| seg væl á besta
— | unglingaliðnum hjá
/AGF, og danska felagið
jhevur nu givid honum
! | lokandi tilboð um at
- Mhalda fram í felagnum
B36 og NSÍ
spæla finalu kvinnum byrjar nú
Fótbóltur: Finalan í steypakapp-
ingini hjá unglingum verður millum
B36 og NSI
NSI hevur møguleikan at
vinna steypakappingina
hjá unglingum fjórða árið
á rað, eftir at teir nú hava
vunnið sær pláss í final-
uni.
Teir spældu í semifin-
aluni móti HB, og saman-
lagt gjørdist tað til sigur
til runavíkingar
Í hinari semifinaluni
spældu B36 og KÍ, og har
vann B36 báðar dystirnar,
og verður sostatt mót-
stødulidid hjá NSÍ í fin-
aluni.
Hesi somu lið spældu
eisini í finaluna í fjør, og
tey dystaðust eisini um
FM-heitið í deildini. Í
báðum ferðum var NSÍ
liðið við yvirlutan.
Aftur í ár hava hesi fel-
øg sterk unglingaliðið,
og tey eru nú bert ein
dyst frá fyrsta gullinum
í ár
Finaludysturin skal
spælast á uttanveltaðum
velli, og hann verður 6
juli
Kappast verdur um
steyp, sum Thomas Dam
Ítróttur hevur latið. Spælt
verður um hetta steypa
fram til ár 2000, og tað
felag, sum hevur vunnið
tað oftast tá, fær tað til
ognar.
Higartil eigur NSÍ flest
partabrøv í steypinum, tí
teir hava vunnið tað
tríggjar ferðir. KÍ, GÍ og
EB/Streymur hava vunn-
ið tað eina ferð í part.
ek
Todi og Lyn
Fótbóltur: Lyngby
hevur um viku-
skiftið góðan møguleika at fáa sigur
til høldar
Sunnudagin verður aftur
spælt í donsku Superliguni,
og einasti føroyski spælarin,
sum í løtuni eigur fast pláss
á Superligaliðið, Todi
Jónsson, skal saman við liði
sínum Lyngby spæla móti
Viborg.
Viborg er eitt av liðunum,
sum stríðst fyri at sleppa
undan niðurflyting, meðan
Lyngby er nakað væl burt-
Landskappingin hjá
Fótbóltur: Nýbólkaspælið í i steypakappingini er av, er greitt hjå kvinnunum at
fara undir landskappingina. Fyrsta umfar i 1. og 2. deild verdur um vikuskiftid
Fótbóltslandskappingin hjá
kvinnum fer av bakkastokki
um vikuskiftid
Seinasta mánaðin hava
kvinnurnar spælt dystir í
steypakappingini, men nú er
greitt at fara undir lands-
kappingina
Fyrsta umfar í 1. deild
verður spælt sunnudagin.
Føroyameistararnir úr B36
skulu í fyrsta umfari til
Eiðis at spæla móti EB.
Nýggja liðið í 1. deild er
B68, og tær hava heimadyst
móti Skála sunnudagin. HB
og KÍ spæla í Havn og sein-
asti dysturin er millum
Sumba og LÍF.
Misjavnt er hvussu feløg-
ini eru fyri, men tey sterk-
astu í kappingini í fjør,
verða ivaleyst við aftur í
oddinum í ár.
Í fjør var kappingini
fnerkt av, at IF tók sítt lið
úr K-deild, og tí heyði eitt
felag frí hvert vikuskiftið. Í
ár byrja øll átta liðini í I
deild, og vónandi verða ikki
slíkir trupulleikar aftur í ár.
Avgjørt er tó, at 1. deild
kvinnur skal skerast niður
til seks lið í 1999, og næstu
árimi verður spælt soleiðis,
at talið á liðum kann mink-
5 år flytir nummar 8
nleiðis niður í 2. deild og
nr. 7 skal spæla móti nr. Í í
2. deild um eitt pláss í 1.
teild næsta ár.
- Í 1998 spæla sjey lið í 1.
deild, og eftir kappingarlok
flytir nr. 7 beinleiðis niður í
2. deild, meðan nr. 6 skal
spæla móti nr. I í 2. deild
um eit pláss í 1. deild.
Í 1990 er talið á liðum
sostatt komið niður á seks
lið, og tá flytir niðasta liðið
niður í 2. deild, og ovasta í
2. deild upp í 1. deild, uttan
at spæla nakran dyst
Fleiri lið við
í oddinum
Kappingin í 1. deild í fjør
var serastakliga spenanndi.
Onnur lid enn havnafeløg-
ini, sum sínamillum hava
kappast um nógv FM-
heitið, vóru við í oddinum,
og tað var sera javnt alla
kappingina. Tá fá umfør
vóru eftir at spæla høvdu
Skála, KÍ, B36 og LÍF
møguleikan at vinna FM-
heitið, og tað varð ikki av-
gjørt fyrr enn á seinasta
leikdegi, at B36 vann FM-
heitið.
Fyrsta umfar í 2. deild
verður spælt sunnudagin
eisini, og sambært skipanini
hjá FSF eru seks lið við í
hesi kapping, men HB hev-
ur tikid sítt lið úr kapping-
ini, so tað eru í løtuni bert
fimm lið við.
I fjør kappaðust VB og
NSI við B68 um plássið í I
deild, og hesi lið ætla sær
aftur í ár at gera eina roynd
fyri at flyta upp, hóast veg-
urin upp í 1. deild er vorðin
nakað longri nú eingin bein-
leiðis uppflyting verður
komandi tvey árini. ÍF er
komið viðaftur, og enn ber
ikki til at siga hvussu sterkt
teirra lið er, og um tað kann
vera við í kappingini um
uppflyting.
Kappingin í 1. deild fer í
summarfrí 29. juni og byrjar
aftur 10. august. Hildið
verður so fram til 28. sep-
tember, tá føroyameistarin
er funnin.
ek
y spæla moti botnliðið
uri frå hesum stríði.
Seinast spældi Lyngby
móti einum ødrum botnlid-
ið, AB, og tá vóru teir hepn-
ir at fáa javnleik. Avrikini
hjå Lyngby seinastu tveir
dystirnar hava ikki verið
góð, men liðið hevur møgu-
leika at reisa seg aftur, tá
Viborg vitjar á Lyngby
Stadium.
Felagið hjá Jákupi Mikk-
- elsen, Herfølge, sum er við
í oddinum, hevur sunnudag-
in truplan útidyst móti AGF,
sum teir deila 2. pláss við.
Hesin dysturin er sera týdn-
ingarmikil fyri Herfølge, ti
vinna teir, hann eru silvur-
merkini nógv nærri, meðan
eitt tap hinvegin førir við
sær minni sannlíkið fyri ein-
um 2. plássið.
Brøndby er so mikið langt
á odda í kappingini, heili 8
stig, at teir fær eingin aftur,
nú bert 5 dystir mangla,
men hini plássini í oddinum
geva pláss í UEFA-Cup
næsta ár, og tað er nakað at
spæla fyri.
Brøndby skal longu í
kveld spæla móti AaB, sum
lá væl fyri, tá seinna hálva
byrjaði, men sum er full-
komiliga steðga upp sein-
astu dystirnar. Dysturin
verður i Aalborg, og verður
sendur beinleiðis á TVS.
Jan Allan Miller og Es-
bjerg eiga um vikuskiftið
dyst móti Næstved, men
greitt er ikki um Jan Allan
verður við. Hann fekk gult
kort seinast, og tá vit frættu
seinast var ikki greitt, um
hetta førdi leikbann við sær.
ek