Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-24, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1997síða 37

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Niels Winther kom 11 åra gamal at vera å skrivstov- uni hjå Hunderup, sorinskrivara. Hann var 18 år tå hann fór til Keypmannahavnar at lesa. Her hjålpti hann féroyingum at kæra ringu vidurskiftini i Før- oyum. Hetta førdi til hevnd Tillich, fyrrverandi amt- manni i Føroyum, id tå var ráðharri JÁKUP LINDENSKOV 13.mai 1852 så fyrsta før- oyska blað dagsins ljós Henda dag kom út FÆR- INGETIDENDE, fyrsta før- oyska blað og fyrsta før- oyska bladprent. Menninir aftanfyri hetta fyrsta før- oyska blað og somuleiðis blaðprent í Føroyum vóru teir báðir Niels Winther og Jákup Jacobsen Baia Niels Winther, sum tá var fólkatingsmaður, var blað útgevari og blaðstjóri Niels Winther var sonur Siggu Mariu f. Karbech og Niels Christopher, snikkara, bæði úr Havn 11 ára gamal fór Niels á skrivstovuna hjá Hunderup, sorinskrivara. 18 ára gamal fer hann niður at lesa Hálvtannað ár seinni fær hann besta karakter í donsk um, hann fer so undir stud entalestur og verður juristur Men ikki gekst sum fótur í hosu, fótonglar vórðu lagdir fyri honum, sum gjørdu lestrartíðina longri og tor- førari enn neyðugt Tillich leggur fót Niels hevur dugað at skriv- a, og tá føroyingar koma til Kjøpinhavn at kæra um vidurskiftini í Føroyum, hjålpir hann teimum at skriva. Tá situr ein ráðharri, Til- lich - sum var amtmaður í Føroyum 1830-37 - í stjórn- ini. Tá hann fær frænir av, at Niels er hann, sum hevur hjálpt føroyingunum við skrivingini, hevnir hann Nielsi aftur vid at taka aftur studningin til studentalesn- aðin; Niels mátti tí fyribils gevast við lesnaðinum Men Niels er ágrýtin og í 1850 er hann aftur í Keyp- mannahavn og lærir seg at prenta, samstundis sekir hann um loyvi at seta seg niður sum prentara í Føroy- um. Men ólukkutíð, eisini t.* BOR her metir mótstaða frå em- bætismonnum honum. Nú er tað amtmaðurin Dahl- erup, sum roynir at vinna Nielsi neisur og ikki við- mælir ætlanina Men onkur hevur verið honum góður, tí Niels fær kortini loyvi at seta seg nið- ur sum prentara í Føroyum og í 1852 stendur pressan uppi niðri á Bakka (seinni Arnes Minde) og 13. maí 1852 kemur fyrsta nummari av FÆRINGETIDENDE út Tá grundlógin frå 5.juni 1849 verður tinglisin í Før oyum, verður fólkatingsval Niels stillar upp og eisini Lunddahl, landfúti. Niels verður tá valdur við 428 at kvødum, Lunddahl fær 403 atkvødur. Atkvøduprosentid var 68 Brådur endi Niels er aftur í Føroyum í 1852, prentipressan verður sett upp, og fyrsta blaðið kemur út. Helst hevur blað- ið verið honum ein góður trumfur at verða afturvaldur í Fólkatingið. Tað var hann eisini. Men við blaðnum gekst ødrvisi, tað fekk ein bráðan enda. 9 ferðir kom blaðið út, men so varð eisini alt. End- abresturin var grein, Niels hevði skrivað í FÆRING- ETIDENDE nr.8, har Niels Winther hevði hvassorða at- finning at Monopolhandli- num, hannn var stevndur fyri hetta brotið: „Nu gaar det for vidt med Monopolhandelens Snyd- eri I Maj Maaned blev der fra Handelsstedet her i Thors havn udleveret en Rulle Skraa tobak af Jørgen Bechs Fa brik, der da det skulle bruges, befandtes at være spundet omkring tvundet tykt Sejlgarn og hvori der Som sædvanlig var ind stykket en Mængde Træ- Temablað - SAN 70 ár, nr. 96. 24. mai 1997 sida 3 Fyrsta føroyska blaðútgáva 145 år Um sama mundid sum Sosialurin å á fyrsta sinni kom út, vórðu liðin 75 ár síð- ani, at fyrsta blað varð prentað í Føroyum. Tað var fólkatingsmaðurin, løg- tingsmaðurin og sakførarin, Niels Winther, ið gav út blaðið Færingetidende, sum kortini fekk ein bráðan enda pinde af over én Tommes Længde og en ualmindelig Tykkelse (næsten en halv Tomme i Omkreds) Den konstige, noget sejge Indmad i denne Tobak er saa tyk at den kunde benyttes til deri at hænge en voxen Mand, ja selv en velmædsket Handelsdirek teur.” Hetta kostadi Niels Winther 600 rikisdålar. Hann orkadi ikki sjálvur at gjalda hesa bót, men góðir vinir hjálptu honum Hann, sum hevði kært um tubbakkið vildi ikki, tå til stykkis kom, leggja eið upp á, at snørisendi hevði verið í tubbakkinum Men hóast alt, Niels gavst nú við blaðútgávuni, kanska tí at hann helst støðuna vera ótrygga ella var tað av pol- itískum áðum! Fer, giftist og stíllar ikki uppaftur Seinni sama árið giftist Niels Winther í Kjøpinhavn Annu Mariu Nicolinu Kjær gaard, dóttir Jákup Nolsøe forvaltara Tá val er til Fólkating í 1856 stillaði Niels Winther ikki uppaftur. Kanska helt hann seg hava rokkið máli num við fólkatingssessi num, at fáa Føroyum fri handil! Í 1857 flytur Niels Winth er til Danmarkar og búsetist í Hjørring, har er hann sak førari til 1868, tá verður hann blaðstjóri á Hjørring Amtstidende“, sum hann hevði keypt saman við ødr- um. Hann var blaðstjóri til 1865, tá gavst hann av heils- uávum. Hann doyr 24. febr- uar 1892, 69 ára gamal Keypir eina Niels keypir eina lítla hond- pressu og sats í 1851 og pressan og tilfarið koma til Føroya í 1851, stutt eftir var hann aftur í Danmark, men á vári 1852 er hann aftur í Føroyum Jåkup Jacobsen Baia Tað var annars Jákup Baia, Koppa Jákup, eisini neynd- ur Jákup á Kamarinum, sum tók sær av øllum prentinum og blaðgerðini viðvíkjandi Tað fortelur Jákup í eini samrødu, sum Poul Nicla- sen heyði við hann í „Dúgv- uni“, blaðnum hjá Havnar Avhaldsfelag, tá Jákup Baia fylti 80 ár í 1916 Vit endurgeva tað Jákup sigur frå um FÆRINGE- TIDENDE „Tit hava væl hoyrt „Fær ingetidende“ - fyrsta blaðið, ið er prentað í Føroyum gitið. Hetta blad kom, so vítt eg minnist, út í árinum 1852 Niels Winther var hjá mær og spurdi meg, um eg ikki heyði hug til at læra til prentara; sjálvsagt svaraði eg ja, áðrenn hálvt var talað orðið. Prentsmiðjan var uppsett „niðri á bakka“ (nú „Arnes Minde“), har sonur gamla forvaltara, Jørgen Nolsøe, ið var sjómaður, hevði búð. (Gamli forvaltari var nokk tann, ið átti meg- inpartin av tí peningi, ið gekk til hesa bladfyritøku) Meðan Niels tann veturin var niðri í Keypmannahavn, gekk eg „oman á bakka“, lærdi meg at seta stavirnar saman og putlaði við okkurt smávegis. Hesin sokallaði „svarti kunsturin“ var jú heilt ókendur her á landi Ikki fell tíðin mær long; njósnarar finnast jú alla staðni, og eisini vitjaðu mínir vinmenn tíðum innn á gólvið. Ikki treyt „fiskur- in“. - Um várið kom Niels aftur, og vit fóru fyri álvara undir prentingina Ein merkisdagur Tað var ein merkisdagur í Havn, tá fyrsta nr. av „Fær ingatidende“ fleyt út um bý in. Blød vóru forkunnug í Føroyum í teirri tíðini; tað var so atr síga eina „Ber- lingske“, og hon kom sjálv- sagt ikki til aðrar enn em- bætismenninar. Eg skuldi bera „Færingetidende“ til teir haldarar, ið vóru her í Havn, og Niels legði mær eina við fyrst at fara til fútan við einum nr. Eg skøddi meg væl, før sum ålagt fyrst til fútan, hvar måttøkan ikki var víðari, og spelaði so av- stað tað dýrasta eg var mentur. Tað ráddi jú um at fáa blaðið runt, áðrenn fútin hin gamli kom í tankar um at senda politistarnar eftir mær. Hvar eg kom, tyrptist Jacob Jacobsen Baja tók sær av tí praktiska ar- beiðinum við prentingini av fyrsta føroyska blað- num, Færingetidende í 1852. Einasta frágreið- ingin um hesa fyrstu føroysku prentsmiðju og blaðútgávu er samreðan, sum Poul Niclasen hevði við Jákup í blaðnum Dúgvuni í desember 1916, tá Jákup fylti 80 ár fólk saman um meg, fyri at frætta frá tí, ið stóð í blað- num. Eg mátti brúka bæði bein og munn, og tá eg kom aftur á prentsmiðjuna og fór at taka stavirnar sundur, var eg deyðagivin. Soleiðis gekst hverja ferð Hvassan penn Vóru tey enn mong, sum sýntu blaðnum vælvild, so var måtstødan eisini stór Soleiðis minnist eg, at ein plakat ein morgunin var sligin upp, og stóð á henni, at „Niels Winther átti at kastast oman av bryggju- bakkanum“. Men Niels var ikki tann maður, ið soleiðis vildi dvína. Hann var hvass- ur í orðum, og ikki minni hvassur í blað sínum; ser- liga embætismonnunum og tí kgl. handlinum fór hann illa við; soleiðis skrivaði hann millum annað eina- ferð, at tað var so nógv segl- garn í skrátubbakkinum, at tað var meira enn nokk til „at hænge en velmæsket Handelsdirektør i”. Hesir menn royndu at leggja blað- num allar møguligar mein- bogar í vegin. Eftir míni hugsan fór Niels væl so harðliga fram, men sjálv- sagt var tað ikki mín sak at geva honum ráð; hann var jú sjálvur sakførari sukur og lím A prentsmiðjuni máttu vit hjálpa okkum á besta hátt; vánaliga gekkst at fáa tå pappír, tilfar til valsur o.t tí máttu vit sjálvir gera vals- ur av siropi, pudursukri, lími og ødrum. „Færinge- tidende“ fekk sum kunnugt ikki nakra langa livitíð, men fór skjótt fyri bakka. Henda fyrsta royndin at geva út blað í Føroyum varð ikki uppafturtikin, fyrrenn „Dimmalætting“ o.u. 25 ár seinni varð íbirt Keldur: Blaðið >Dúgvan=< nr 12 1916 Hanne Sterndorf Petersen Bogtryk pá Færøerne 1852- 1920 Victor Elberling Rigsdagens Medlemmer gennem 100 aar, 1950 Fyrsti fólka- | tingsmaður Føroya Niels Winther varð føddur 2. juli 1822. Hann var fyrsti fólk- Vinstraflokkinum sum ye seinni var hann Høgrimadur | A A