Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-24, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1997síða 52

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= So leingi Sosialurin prentar dulnevnd lesarabrøv, ger hann seg til eitt skjól fyri teir ryggleysu hyklarar, sum sita í sínum skýmaskotum og steina eftir fólki, ið standa úti í dagsljósinum. 70 ára dagurin hevði verið eitt gott høvi at gjørt greitt, at Sosialurin ikki longur vil lata seg brúka av hesum andaligu píningum, skrivar Sjúrður Skaale í síni fødingardagsheilsan SJÚRÐUR SKAALE Fátt er so avoldað og virð- isleyst, sum avísin frá í gjár. Hon kann slett ikki seljast. Verður tíkin av hyllunum í blaðbúðunum, so skjótt dagsins nýggja útgáva er komin. Eitt blað missir sítt virði líka skjótt sum eitt rundstykki At Sosialurin nú fyllir 70 merkir. at hann hevur verið nýggjur í 70 ár. Og skal hann liva víðari og mennast, má hann verða verandi nýggjur - hvønn dag. Fáa fólk ein góðan Sosial upp í hendurnar, halda tey hann vera eitt gott blað - í ein dag Er næsta útgáva vånalig, halda tey hann vera eitt ván- aligt blað Tí má ein blaðmanning stødugt hyggja frameftir; støðugt laga seg eftir dags- ins tørvi og brúka dagsins møguleikar. Støðugt endur- nýggja sítt produkt Ikki ein gang nú Sosial- urin fyllir 70 kann blaðstjór- nin loyva sær at steðga á og fegnast um rokkin úrslit í meira enn ein dag. Tí hóast fyritøkan er 70, er blaðið altíð spildurnýtt - og altíð avoldað í morgin Tí er spurningurin, blað- manningin skal seta sær í dag, tann sami sum altíð Hvussu gera vit ein nýggjan og betri Sosial! Og í samb- andi við fødingardagin er eisini hóskandi at spyrja, um nakrar grundleggjandi broytingar áttu at verði gjørdar Bannid dulnevnunum! Eg fari her at mæla til eina, sum eg haldi vera púra upp- lagda: Sosialurin skal mark- era fødingardagin við at tak- a eina prinsipella avgerð um, at dulnevnd lesarabrøv aldrin verða prentað! I løtuni fáa hesi brøv inn- tvist í blaðnum við teirri grundgeving. at vidurskift- ini cru so små i Føroyum Fólk tora ikki at siga sína hugsan í lesarabrøvum, um navnið skal standa undir. Og tað er meiningin - ikki avsendarin - sum hevur týdning. Um fólk sleppa at krógva seg aftanfyr: dul- #1. " I ÉT PT Ryggleysir hyklarar eiga ikki at sleppa framat i Sosialinum nevni, koma fleiri hugsanir fram - til gagns fyri demo- kratiið Hetta er fullkomiliga mis- skilt. Tað almenna kjakið ávirkar samfelagið. Tað er ein maktfaktorur. Og hugs- anin við demokratinum er nettupp, at maktin skal vera sjónlig. Samfelagið skal vera opið. Meiningar og sjónarmið skulu hava ein greiðan avsendara. Tann, sum alment verður álopin fyri sínar meiningar ella gerðir, skal bæði vita hví og av hverjum hann verður á- lopin. Sosialurin má síggja tað sum sína høvudsuppgåvu at royna at gera Føroyar til eitt tílíkt opið samfelag. Men við at loyva dulneyndum lesarabrøvum, ger hann júst tað mótsatta. Hann verjir tey, sum ikki tora at standa við sínar meiningar, og brýtur rættin hjá teimum, sum verða álopin. Tann, sum skrivar dul- nevnd lesarabrøv, kann samanberast við cin smá- drong, sum stendur á einum garði og steinar eftir fólki, ið ganga á vegnum. Tá tey venda sær at hyggja hvað- ani steinurin kom, krógvar drongurin seg aftanfyri garðin. So leingi Sosialurin este prentar tey dulnevndu brøv- ini, er hann sum garðurin hjá dreinginum. Fólk fáa sín boðskap út gjøgnum Sosi- alin - men blaðið tryggjar teimum samstundis, at eing- in fær at vita hvørji tey eru. Blaðið, sum eftir réttum skuldi stríðst fyri einum opnum samfelag, verður harvið sjálv fortreytin fyri, at ryggleysir hyklarar slepp- a at sita í sínum skýmaskot- um og steina tey, sum standa úti í dagsljósinum. Blaðsins anonyma veingjabreiði Eg veit væl, at blødini - bæði Dimma og Sosialurin - ikki prenta øll dulnevnd lesarabrøv. Eru tey ov grov, sleppa tey ikki í blaðið. Eru tey hinvegin ikki beinleiðis vend móti ávísum persón- um, sleppa tey sum oftast við. Men hetta uppbýti ber ikki til at gera. Fyri tað fyrsta raka øll sjónarmið um samfelagsligar spurningar onkran persón - uttan mun til, um hann er beinleiðis nevndur ella ikki. Fyri tað annað kann blað- stjórnin ikki taka dagar í- millum meira og minni grovar fúlheitir. Tí hverji eru kriteriini? Nær er eitt dulnevnt lesarabræv for * grovt? Fyri mær er svarið einfalt: Er eitt bræv dulnevnt, er tað, pr. definition, for grovt! Eg havi sjálvur fingið eini fýra, fimm dulnevnd lesara- brøv móti mær - í báðum bløðunum. Tey vóru prent- að, og blaðstjórarnir hava tískil ikki hildið tey verið OV grov. Brøvini vóru heldur ikki beinleiðis svínsk - men tey raktu kortini rættiliga meint. Ikki orsakað av innihaldi- num, men tí eg í tveimum fórum hevði greiðan mis- tanka um, hver hevði skriv- að. Tað var ein persónur, eg sá nógv til. Eg visti ikki at tað var hann - men eg hevdi ávísar grundir til at halda tað. Og hví skuldi onkur, eg ikki kendi, skrivað um meg undir dulnevni? Orsøkin mátti vera, at eg ikki mátti vita hvør tad var, sum meinti hetta. Og tad hevdi jú verið líka mikið, um talan var um onkran, sum eg ikki kendi ella onki hevði við at gera. Tí vóru brøvini serstak- liga oyðileggjandi fyri við- urskiftini millum meg og tann, sum eg helt heyði skrivað. Og tí bleiv eg ras- andi inn á blaðredaktiónir- nar. Tí tað vóru tær, sum gjørdu hetta møguligt. Tað Sosialurin skal halda uppat við at lata seg brúka av øllum teimum smáligu ræðuskítunum, sum ikki eru menn fyri sínar meiningar. Í løtuni er blaðið sjálv fortreytin fyri, at teir sleppa at forpesta samfelagið. Og tað kann ikki vera meiningin við eini ávís, heldur Sjúrður Skaale vóru tær, sum breiddu sítt verjandi, anonyma veingja- breiði út yvir tann ússaliga og falska píning - tann Jago - sum skrivað heyði Brevini um meg vóru kortini lítið av miklum. Dagliga verða dulnevnd les- arabrøv prentað, sum eru nógvar ferðir grovari enn tey, eg havi fingið í hevdið. Og vidhvørt kennast dul- nevnd brøv, sum kanska ikki síggja so grov út fyri onnur, óivað herkin fyri tann, sum tey eru vend í- móti. Harafturat eru tey ein plága fyri fólk, sum vera illtonkt fyri at hava skrivað. Hesi brøvini eru ein pest í okkara samfelag. Og ein blaðstjórn hevur rætt og slætt ongan rætt til at av- gera, nær tey eru ov grov, og nær tey ikki eru. Tað er bara eitt sømiligt grundsjón- armið: Ein avis skal ikki tryggja teimum anonymitet, sum ikki tora at standa við sína meining! Blaðstjórin dálkar seg sjálvan Onkur hevur sagt, at eingin munur er á dulnevndum les- arabøvum og oddagreinum, sum jú eisini eru dulnevnd- ar. Tað er eisini vrøvl. Odd- agreinin hevur ein greiðan avsendara: Blaðstjóran. Hann hevur ábyrgdina. At hann hevur fólk at hjálpa sær at skriva, er líka mikið. Tað, sum stendur í eini odd- agrein, skal lesast sum blað- stjórans orð. Og her koma vit inn á orsøkina til, at blaðstjórin, eisini av reint persónligum orsøkum, eigur at nokta for- nermaðum huldufólkum at brúka sítt blað: Av ti at bara blaðstjórin veit, hver skrivar huldu- brøvini, kann tann álopni við fullum rætti leggja blað- stjóran sjálvan undir at standa aftanfyri. Og tað skal hann í grundini cisini leggj- ast undir! Tí tá blaðstjórin krógvar navnið á tí, sum skrivar, tekur hann sær fulla ábyrgd av tí, sum stendur í brævinum. Tað hevði jú ikki blivið prentað, um blað- stjórin = ikki tryggjaði høvundinum anonymitet. Tey, sum í heilum verða álopin í dulnevndum lesara- brøvum, kunnu tí við fullum rætti venda sína vreiði móti blaðstjórunum báðum, og leggja teir undir at standa aftanfyri. Teir standa aft- anfyri, so leingi teir tryggja huldufólki anonymitet. Harafturat hava fólk alla orsøk til at halda, at tad eru tey brøvini, hvørs innihald blaðstjórarnir taka undir við, sum sleppa í blaðið - og øvugt. Sorteringin fer jú fram í loyndum. Alt kann gitast - einki kann prógvast. Blaðstjórarnir eru undir konstantum mistanka. Sum blaðstjórar á blød- um, sum geva brøvunum innivist, verja Jan og Georg hendan serføroyska ósið. A- byrgdin er teirra. Og tað tænir teimum ikki til heið- urs. Tí skulu hetta vera míni ráð til Sosialin á tí stóra degnum: Haldið uppat við at lata tykkum brúka av øll- um teimum smáligu ræðu- skítum, sum ikki eru menn fyri sínar meiningar! Sosialurin skal lata sam- felagið upp - íkki aftur. Tillukku - og góðan byr! Sjúrður Skaale