týsdagur 27. mai 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
ítróttar
Nr. 97 — 27. MAI 1997
Breiddin ger Jan Allan
storan mun
Fótbóltur: Breiddin í spælaratilfari- |
num kemur rættiliga til sjóndar, tå |
menn fara at mødast
Fimta umfarið í fót-
bóltslandskappingini
varð fingið frá hondini í
øllum góðum um viku-
skiftið. Veðrið skikkaði
sær stak væl. Fótbólts-
líkindini vóru av teim
bestu kring alt landið, og
so er tí viðvíkjandi bara
at vóna, at líkindini tær
| komandi vikurnar fara at
liva upp til tað, sum
| roknast kann við hesa
årstidina. Ti tað er nógv
á skránni. Longu í annað
kveld skal HB til Vágs at
fáa útsetta dystin frá
fyrsta umfari frá hondini,
komandi vikuskifti kem-
ur sætta umfar í lands-
kappingini fyri, og annan
sunnudag verður ársins
dystur á Svangaskarði, tí
tá kemur Malta at vitja
Stødan broyttist ikki
nógv hetta umfarið.
Størsta staðfestingin var
kanska, at fuglfirðingar
ikki hava dygðir til at
varðveita støðuna, sum
teir høvdu strítt seg til
fyrstu fýra umførini. B36
í Gundadali var alt ov
stórur gloypibiti. Spurn-
ingurin er so, hvønn teir
i IF skulu sammetast vid.
Komandi vikuskift: skulu
teir til Klaksvíkar at
spæla á norðoyasteynu,
og tá fæst at síggja. um
klaksvíkingar eru komnir
burturúr aldudalinum,
sum teir hava verið í,
ella um ÍF fótar sær
aftur
Summi í B36 plaga at
taka til, at tey gleðast um
hvert stigið teirra lið
vinnur, tí harvið økist
fråstødan til botnin og
nidurflytingarvandan. Nú
hevur teirra lið vunnið
fimtan stig í fimm dyst
um, og tað man fara at
vera út ímóti nóg mikið
til at sleppa undan niður-
flyting! Tað er einki at
siga til, at B36 fólk smil-
ast, tí tað er so nógv,
sum bendir á, at hetta
kappingarárið fer at vera
v teimum heilt frægu
hjá teimum. Í løtuni hava
teir einar sekstan spælar-
ar, sum eru væl mentir at
spæla á besta liðnum, og
um stutta tíð fáa teir
einar tveir afturat, sum
hava verið skaddir í
langa tíð. Tað skuldi
borga fyri góðum í kapp
ngini um FM
manssteypið Z
Stríðið ímillum GI og
HB endaði javnt, og tað
kom sjålvsagt væl vid
hjá teimum í B36. Stødu-
talvan vísir, at bæði GÍ
og Kl, sum vunnu åvika-
víst gull og silvur í fjør
og sum skulu umboða
okkum í europeisku
kappingunum í juli, hava
fingið jánkasliga byrjan
g løg
KÍ hevur vunnið seks og
mist niggju stig, og Gl
hevur vunnið sjey og tapt
fimm stig. Teir eiga ein
dyst til góða ímóti VB.
Fyri føroyskan fótbólt
mugu vit vóna, at hesi
bæði liðini fara at standa
seg betri í Europa Cup,
enn tey hava gjørt higar-
til í landskappingini.
Ein av mest áhuga-
verðu spurningunum, |
sum trodkar á, er, hvat. |
vit skulu rokna við frá
HB og VB. Vágbingar = |
hava einki stíg mist. |
Mikukvøldid kunnu teir |
koma uppá annað pláss- |
ið, og tá hava teir fram-
vegis ein dyst til góða.
HB røkkur eisini ødrum
plássi, um teir vinna
mikukveldið.
FS Vágar og B71 hava
skikkað sær akkurát, sum
roknað var við. Tey stríð-
ast fyri at sleppa úr botn-
inum. At B68 skuldi
rekast í tí endanum er
kanska komið meiri 6-
vart á. Merkisvert er, at
tað gongur illa hjá botn-
liðunum í 2. hálvleiki
VB fekk sigursmálið á
Svangaskarði stutt undan
leikloki, og hjá sand-
oyingum skrædnaði
rættuliga 2. hálvleik. At
tað er breiddin í spæl-
aratilfarinum, sum ser-
liga kemur til sjóndar, tå
menninir fara at mødast,
er einki at ivast í
NSI eigur framvegis
annað plássið. Teir vóru
hóttir eina løtu í Vágum, |
men teir komu burturúr tí |
við øllum stigunum
Komandi vikuskifti
kunnu vit gloyma alt um
GÍ, HB og Kl. B36 skal
til Runavíkar sunnu-
dagin, og stødutalvan
sigur okkum, at hetta
verður toppdysturin í
sætta umfari!
Men áðrenn vit koma
so mikið langt, so verður
nógv annað at práta um
hjá teimum fótbólts-
hugaðu. Eitt er hvussu
tað fer at ganga hjá HB í
Vági, og eitt annað er,
hverjir teir átjan vera,
sum skulu manna lands-
liðshópin til kanska mest
spennandi uppgávuna
yvirhøvur á heimavøllin-
um á Svangaskarði. ATl-
an Simonsen fer at lata
frætta frå sær seinni í
vikuni. Tað er próv-
tøkutid. Summir ganga
við nervum fyri grøna
dúkinum og próvdómar-
unum. Og so man tað
kennast eyka tyngjandi at
bíða heilt til eina ferð
seinni í vikuni at frætta,
um man er mettur at vera
millum átjan teir bestu
føroysku fótbóltsspælar
arnar
ikki til at
steóga
Fótbóltur: Jan Allan Miiller skoraði
um vikuskiftið fyri fjórðu ferð í fimm
dystir
Jan Allan Miller er í stór-
formi í løtuni
Han spælir sera væl fyri
felag sítt Esbjerg, og skorar
næstan hvgrjaferð
Um vikuskiftid hevði Es-
bjerg truplan Siidyst móti
Næstved, men har syrgdi
millum annað Jan Allan fyri
einum óvæntaðum úrslitið
Esbjerg vann 2-1 og tað gav
odds 73 hjá donsku tips-
tænastuni
Stutt inn í seinna hálvleik
gjørdi Jan Allan tað til 2-0
Málið var lætt at gera
Ein tvørbéltur kom inn í
brotsteigin, eg kom aftani
frå, var fyrstur å, og spark-
aði hann í málið, greiður
hann fra í telefonini úr Dan-
mark
Hitt málið hjá Esbjerg
gjørdi póllendingurin Krzis
toph Popzynski, sum hevur
verið góður styrkur hjá Es-
bjerg, og sum hevur leigað
hann í seinnu hálvu
Vit báðir hava riggað
sera væl saman, og hava
skotið nógv mál. Eg havi
ofta verið einsamallur í
ålopinum, men við Krzist-
oph á liðnum eisini, er
álopsparturin nógv sterkari,
sigur Jan Allan
Sleit liðband
í knænum
Men tað var ikki bert gleði
hjá Esbjerg og póllendska
spælaranum, tí hann var so
óheppin at slíta eitt liðband
í knænum, eftir hann heyði
skorað mál móti Næstved,
og nú bíðar ein steðgur
næstu seks vikurnar
Póllendingurin verður tí
ikki við aftur í hesum kapp-
ingarárinum, men tað verð-
ur hann næsta ár, tí Esbjerg
og Krzistoph Popzynski
skrivaðu í gjár undir 3-ára
sáttmála.
Og Jan Allan royndi at fáa
póllending í betri lag eftir
skaðan. Hann var við hon-
um á skadastovuni, og tá vit
Jan Allan Miller skjýtur mál í hópatali fyri danska
felag sitt Esbjerg. Aftur um vikuskiftid var hann vid
einum máli við til at tryggja felagnum trý stig
tosaðu við Jan Allan sunnu-
kveldið, ótu teir báðir døg
urða heima hjá Jan Allani
- Vit koma væl út av tí,
og eg roym at gera mítt til
at hann kann falla til her,
sigur Jan Allan
Og næstu dystirnar skal
Jan Allan royna at gera mál
uttan sín vanliga makkara í
álopinum. Seinastu fimm
dystirnar hevur vågbingurin
í Esbjerg skorað fýra ferðir
ek
Brondby styrkti
um sina stóðu
Fótbóltur: Einki nytt frå Toda, sum ikki skoraði i Lyngby
Nú er tað so at siga avgjørt
at Brøndby vinnur danska
meistaraheitið Fríggja
kveldið vóru teir í Aalborg
har teir spældu javnt ímóti
AaB, og nú skal tað vilja
meiri enn illa ul, um stór
felagið úr vestara útjaðar
anum av høvudsstadnum
ikki vinnur DM heitid og
harvid fær møguleikan at
koma vid i europeisku
meistarakappingina, sum
teir so leingi hava viljað
spælt við í, men sum teir
ikki enn hava rokkið
Brøndby hevur 56 stig, og
tað kom væl við hjá teim
um, at tey bæði liðini, sum
stríðast vónleysa stríðið at
fáa teir aftur, spældu javnt í
innanhýsis uppgerðini
Feløgini eru AGF og Her
følge. Tey spældu i Aarhus,
og tå heimaliðið fekk hol á
í 89. minutti hildu øll, at nu
fóru øll trý stigini at vera í
Aarhus. Men soleiðis gekk
tað ikki, ti Herfølge javnaði
í síðsta minutti. AGF og
Herfølge hava 48 stig í part
Tað eru fýra umfør eftir at
spæla, og tí er tað bara í
teoriuni, at tey kunnu røkka
Brøndby
AB, sum stríðist fyri at
sleppa undan niðurflyting
vann kærkomnan 2-1 sigur
í Odense, har OB er púrasta
farið burtur í einki. Aðrenn
farið var undir aftur
kappingina í vár lógu teir
væl fyri at røkka plássi í
Enn er ikki avgjørt hvar
Todi Jonsson spælir eftir
summarfritidina
Mynd: Jan Miller
Europa Cup, men nú eru teir
dotnir niður á miðjuna, og
um kappingini hevði verið
nøkur umfør longri, enn hon
er, so er ikki Ghugsandi, at
teir høvdu komið í niður
flytingarvanda
FC Keypmannahavn er í
nidurflytingarvanda, og tað
var rættiliga kærkomið hjá
teimum at vinna 3-0 í Park
in ímóti Silkeborg
Hvidovre hevði vitjan av
Vejle, og jydarnir fóru við
øllum. Teir vunnu 1-0, og
nu er so al siga gjørt av, at
Hvidovre flytir niður. Vejle
kom við sigrinum uppá síð
una av Herfølge og AGT
og tad er rættiliga sannlikt
at tad verda tvey av hesum
tímum liðunum, sum fáa
pláss í UEFA Cup
Todi ein meguleika
Enn er eingin avgerð tíkin
um, hvar Todi Jónsson fer
at spæla fótbólt eftir summ
arfrítíðina
Skulu vit dóma út frá av
rikunum seinastu umførini
so hevði tað kanska ikki
verið av leið fyri hann at
skift ul annað felag. Lyngby
hevur ikki spælt væl í nógv
ar vikur, og Todi Jonsson
hevur fingið fáar mål-
møguleikar. Málini, hann
hevur fingið, eru gjørd bein-
leiðis uppá fríspark
Teir høvdu vitjan av botn
liðnum Viborg, og urslitid
var 1-1. Millum åskodar
arnar var Jákup Mikkelsen,
sum hevur hildið málinum
á sertuliðnum hjá Herfølge
reint fýra dystir upp í slag
og hann sá Toda fáa ein
góðan meguleika í |
hálvleiki. Skotinum bilti
einki, men málverjin bjarg
aði til horna. Sum ikki eina
ferð var tað Miklas Molnar
sum skoraði fyri Lyngby
Fad gjørdi hann í síðstu
løtu. Tá vóru teir í Viborg
sera vónbrotnir, ti teir vóru
komnir á odda 1-0, tá tað
bara restaði lítil løta
Stødan í superliguni er
Brandby 56, AGF. Vejle og
Herfølge 48. AaB 45, OB
og Lyngby 37. Silkeborg
35, FCK 31, AB 30, Viborg
28 og Hvidovre 23 stig
jh