Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 99 — 29. MAI 1997 Filmurin „Barbara“ frumsýndur í Fóroyum: Eini 800 folk sleppa til frumsýningina Í hesum dógum verður arbeitt við umfevnandi tiltókum, sum skulu gera frumsýngina til eina stórhending fyri før- oyingar flest, men grannalondini eru eisini áhugað DAGNY JOENSEN Tad hevur leingi verið ar- beitt við ætlanunum um at filmurin „Barbara“, sum Niels Malmros, leikstjóri legði seinastu hond á við upptøkunum í vikuskifti num, skal frumsýnast í Før oyum Nú eru ætlaninar komnar so mikið áleiðis, at avgjørt er at filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 27 september í ár Tiltak fyri føroyingar Talan er um eitt føroyskt tiltak fyri féroyingar. Tað merkir, at høvudsdenturin verður lagdur á, at fyrst og fremst allir teir føroyingar, sum hava verið statistar í filminum og onnur annars, ið hava verið við í films arbeiðinum, skulu sleppa at vera hjåstødd í Norður landahúsinum, tá filmurin „Barbara“ verður sýndur á fyrsta sinni Ætlanin er at Norðurland ahúsið skal taka ímóti eini 800 gestum hetta kveldið og at umleið 30 sjónleik arar, umframt leikstjórin og filmsupptøkustjorin til staðar Stórur áhugi hevur eisini verið í norðurlendsku fjøl miðlunum um filmin, og væntandi koma einir 50 journalistar, sum umboða útvarp, sjónvarp og blødini verða í Norðurlondum, men ser liga Danmark, hendavegin til frumsýningina Vertir fyri ymsu tiltøku num verða Landsstýrið, Bý ráðið í Havn, Ferðaráðið og Norðurlandahúsið, sum fara at taka væl ímóti gestunum Roynt verður kortini at gera sjálva frumsýningini so føroyska sum til ber Í løtuni verður arbeitt við at kanna møguleikarnar í Norðurlandahúsinum, fyri at fáa so nógvum innivist sum til ber Norðurlandahúsið roynast av álvara Í farnu viku var Niels Malmros í Norðurlandahús inum, og saman við Peter Turtchaninoff varð gjørd Enn er ikki greitt; hverjir gestirnir verða, tá filmurin „Bar bara verður sýndur fyrstu ferð, men høvudsleikararnir Annika von der Lippe og Lars Simonsen koma hendavegin ein ætlan fyri, hvussu tiltak- ið skal skipast Fyri at fáa so nógvum sum gjørligt atgongd, verð- ur neyðugt at broyta húsið, eitt nú verða allir veggir fluttir ella tiknir niður Umframt høvudshend ingina at sýna filmin, verða eisini nógv onnur tiltøk fyri KOM OG ROYN ein OPEL > hesa vikuna, og ver við í einum LUTAKASTI um útlendsku gestunum 27. og 28. september Eitt nú er ein útferð løgd til rættis, sum eitur „í fóta fetum Barbaru“, sum Ferða ráðið hevur arbeitt við í longri tíð, og sum eisini verður tilboð hjá ferdafålki, sum vitja hendavegin seinni EINA FERÐ FYRI ALLA FAMILJUNA