Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 99 — 29. MAI 1997 Fær nógv at gera | Jenny Lydersen er nýggjur formaður í Føroya Lærarafelag RANDI JACOBSEN Nýggja nevndin í Føroya Lærarafelag skipaði seg á fundi týsdagin, og nýggjur formaður er Jenny Lyder- sen Hon var frammanundan næstformaður Jenny Lydersen avlosyir sum formaðurÆsmar Berg Hann varð afturvaldur í nevndina men segði seg frá aftan á aðalfundin Nevndin í Føroya Lær- arafelag er nú henda: Jenny Lydersen, formaður, Birgir Kruse, næstformaður, An- dras L. Samuelsen, kassa- meistari, Torfinn Højgaard, skrivari, og Petur Martin Rasmussen, nevndarlimur Jenny hevur sínar royndir í hesum fakfelagsarbeiðin um. Hetta er nýggjunda ár hennara sum neyndarlimur í Føroya Lærarafelag - Tað er stór ábyrgd, eg taki á meg, tí uppgávurnar eru nógvar at fara undir, sigur Jenny Hon nevnir nýggju fólka- skulalégina, sum broytir skúlan nógv. Lærararnir skulu hava onnur setanar vidurskiftini, og so er tað eftirlønarvidurskiftini, sum eru alt ov vánalig Jenny eftirlýsir fígging samsvarandi nýggju fólka- skúlalógini. Soleiðis var eisini seinast, lógin varð broytt, at neyðuga fíggingin ikki fylgdi við broytingun- um, so karmarnir kundu fyllast út - Tað koma nýgjar læru- greinir, nýggir arbeiðshætt- ir, leiðslurar hava fingið stórri ábyrgd, og tað krevur alt sítt, sigur Jenny Tveir nevndarlimir eru nýggir, Birgir Kruse, sum er vikarur, og Torfinn Høj- gaard, sum er tímalærari Tad er fyrstu ferð, at felagið hevur havt nevndarlimir, sum ikki eru fastløntir lærarar Jenny ynskir hesum báð- um vælkomum í nevndina Sáttmálasamráðingarnar millum landsstýrið og Føroya Lærarafelag slitn adu herfyri. Nygja nevndin hevur samtykt at taka upp aftur samráðingarnar. Einki samband hevur verið mill um partarnar síðan slitið Samráðingarnar slinaðu, tí Lærarafelagið helt fast við, at tað kravdi tað sama í nýggja sáttmálanum, sum onnur hava fingið Toma bilarnar Nú er tað aftur hent, at bil- ar, sum hava staðið á ferjuleguni við Gomlurætt eru tømdir fyri bensin. Tað verður eisini brotið inn í bilarnar Bara síðan vikuskiftid hevur politiið fingið fráboð anir um trý slík herverk á bilar á ferjuleguni Suni Vinther, leiðari á politistødini í Havn, heitir á fólk, sum hava sæð bilar koyra til og frå ferjuleguni, um at siga frå Sangleikurin Hans og Greta i Sjonleikarhusinum Leygardagin 31. mai kl 15 framføra næmingar í Musikalsku Spælistov- uni sangleikin »Hans og Greta« í Sjónleikarhús inum í Havn. Bernini eru 6-9 ár. Tey syngja, dansa og spæla sang leikin, ið er leysliga um- skrivaður eftir operuni >Hánsel und Gretel« hjá týska tónaskaldinum E Humperdinck. Annette Nielsen hevur lagt tón leikin til rættis, og Sha ron Weiss hevur staðið fyri dansinum og upp setinginum. Orkestrið, undir leiðslu av Annette Nielsen og Nicola Mach, er mannað við næmingum í Norð- streymoyar = Musikk- skúla og Tórshavnar Musikkskula. Stamen Stanchev spælir klaver Atgongumerki, kr. 30 fyri vaksin, fæst við dyrnar Í tíma áðrenn framførsluna Børn saman vid vaksnum sleppa inn ókeypis Leikurin varðar uml. 45 min tíðindablaðið # 5 |: % NX á Tad er ein spennandi uppgåva at vera formaður i Lær arafelagnum, og stór avbjøding vid teimum mongu upp gávunum, sum eru at loysa, sigur Jenny Lydersen Í * Kl. 14.00: e+ Kl. 14.00: vinningum å: foster C Kappsigling/róður millum gomlu grindabåtarnar Fríggjadagin 30. maí kl 16.00 letur Guðrún Jóns dóttir, formaður í mentun arnevnd Reykjavíkar By råd, upp framsyning i Lis taskålanum eftir heims kenda listamannin ERRO Hjástaddur verður lista- maðurin sjálvur, somuleiðis Gunnar B. Kvaran, leiðari fyri Kjarvalsstøðum, býar- listasavni Reykjavíkar, ið lagt hevur framsýningina til rættis Erró málar merkiliga samansettar = fleirtýddar myndir. Tær eru ødrvisi enn alt annað og brenna seg fastar í huganum. Eyðkent er eitt heldur enn ikki fyri- litarleyst, mangan óargaligt, ramligt og speiskt skemt Stílurin er neyvt endurgev- andi, superrealistiskur Minnir = stundum um myndamálið í teknirødum. Verk hansara eru at finna á teimum stóru listasøvnun- um um allan heim. ERRO ber í veruleikan- um tað kristna navnið Guð- mundur Guðmundsson, hann er íslendingur, borin í heim í 1932 í Ólafsvík Hann gekk í listaskula i Reykjavík, Oslo, Firenze og Ravenna. 26 ára gamal - í 1958 - búsettist Guðmundur Grindabátastevna í Vági leygardagin 31. mai Leygardagin 31. mai skipar Lions Club Suðuroy fyri fjølbroyttari grindabátastevnu í Vági í Fraklandi, og har hevur hann búð síðan. Fraklend ingar føra hann fram sum franskan listamann, og eru ernir av honum. Tað er so rímiligt. Hann býr eisini stundum í Spania í Thai landi, men sigur seg fram vegis vera íslending, og plagar at fara til Íslands at fáa sær av heystinum. Men hann hevur ongantíð verið í Føroyum áður Einans heilt fáir norð- búgvar eru kendir á alheims stødi í myndlistaheiminum - í nýggjari tíð eru nøvn sum Edvard Munch og Asger Jorn. Í roynd og veru er ERRO helst einasti núliv- andi norðbúgvi, sum lista- áhugað um allan heim kenna. Tað eru sostatt verk eftir ein sera víðagitnan lista- mann, vit nú hava høvi til at síggja í Listaskálanum, og sigast kann, at hetta er »årsins framsyning«, ið vit hava lagt nógva orku í Serstakur bóklingur er gjørdur til hesa framsýning - á føroyskum máli. Lagt til rættis hevur Gunnar B Kvaran Minitombola letur upp á keiøkinum Fish og Suðurlaks Eisini fæst kaffi og pannukokur + Kl. 16.00 (umleið): Stafettkappróður við jollum millum arbeiðsfólk á Southern Kirkjukórið >Ljómur<, skúlahornorkestrið og >Jómsvíkingar< luttaka Eftir stafettkappróðurin flytur Bunyan Midjord, formaður í grindabátafelagnum, | fram rødu um grindabátarnar og Ejler Djurhuus, fyrrverandi sýslumaður, handar steyp, givin av Suðuroyar Sparikassa og Foroya Banka, til vinnandi bátarnar. Kl. 23.00 verður dansur í VB-husinum, har »Vinmenn« úr Vági spæla til dans. Aldursmark til dansin er 18 ár NB: Atgongumerkið til tiltakið á keiøkinum er samstundis ein lutaseðil við 3 1. Radio við cd-spælara frá Radioservice í Vági. 2. 500 litrar av olju frá Shell 3. 500 litrar av olju frá Statoil Ágóðin av tiltakinum fer lutvist til grindabátafelagið og lutvíst til onnur mentanarendamál í Suðuroy. LIONS CLUB SUÐUROY