leygardagur 31. mai 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 31. MAI 1997
tíðindablaðið
Kanska verkfall
i bankanum
- Verkfall verður fráboðað, um bankaleiðslan mánadagin
afturvisir krøvum okkara, sigur Ragnar Olsen, formaður í
Starvsfólkafelagnum - fakfelagnum hjá bankafólkunum
RANDI JACOBSEN
Tað er ikki óhugsandi, at
starvsfólkini á deildunum
kring landið hjá Feroya
Banka fara í verkfall 1. juli
Starvsfólkafelagið, sum
er fakfelagið hjá bankafólk
unum, hevur hevði fyrr í
vikuni samráðingarfundir
við bankaleiðsluna, men
einki kom burtur úr
Sáttmálin gekk út 1. april,
men partarnir samdust um
at leingja sáttmálan. Tað er
langt síðan, at teir innleiandi
samráðingarfundirnir vóru
Mannagongdin varð tá av-
talað, at samráðast nú, og
ynskini vórðu bólkað
Starvsfólkafelagið krevur
ymsar batar í sáttmálanum
M.a. krevur felagið, at
bankafólkini fáa somu løn
arhækkan, sum onnur hava
fingið. T.d. hava tey í spari
kassunum og á Elektron
fingið 3,65% í nýggja sátt
málanum
Tað sama sum hini
- Vit hava lagt okkum á, at
vit vilja hava tað sama. Tað
hava verið fleiri limafundir,
og har er púra greitt komið
fram, at:tað er full semja
millum limirnar um at
standa fast við hetta kravið
Vit duga ikki at síggja, hví
vit skulu hava uppiborid
minni enn onnur, sigur
Ragnar Olsen, formaður í
Starvsfólkafelagnum
Eitt annað kravið hjá
bankafólkunum er meira
fritid
Starvsfólkafelagið bidar
nú eftir svari frå banka
leiðsluni, og tað svarið skal
koma mánadagin
Í donskum
Afturvísir bankaleiðslan
krøvum okkara, so verður
verkfall fráboðað, sigur
Ragnar
Starvsfólkafelagð er und-
ir danska fakfelagnum Fin-
ansforbundet, sum er eitt
stórt og sterkt fakfelag
Umboð frá Finansforbun-
det luttaka í samráðingun
um við leiðsluna i Føroya
Banka
Í Danmark er arbeiðs
marknaðurin undirlagdur tí
sonevndu hevuðsavtaluni,
og tað ber m.a. í sær, at
verkfall skal fráboðast ein
mánað frammanundan
Hetta er eisini galdandi
fyri sáttmálan hjá banka-
fólkunum í Føroyum
Tískil kunnu tey í fyrsta
lagi fara í verkfall 1. juli
Um bankaleiðslan stendur
líka fast við sitt sum Starvs
fólkafelagið og ikki vil lata
bankafólkunum 3,65% løn-
arhækkan, verdur t6 vænt-
andi tad fyrsta sum hendir,
at partarnir fara at finna ein
semingsmann
Hesin hevur so allan juni
mánað at royna semju mill-
um partarnar
Umleið 230 fólk arbeiða
nú tilsamans í bankanum
Hetta er aðru ferð, at
bankaleiðslan og Starvs
mannafelagið skulu gera
sáttmála. Seinasta var í
1995, tá tvey ára sáttmáli
varð gjørdur. Eisini tá gekk
striltið at semjast
KOM OG ROYN
ein OPEL
hesa vikuna, og ver við í einum
LUTAKASTI um
EINA FERÐ FYRI
ALLA FAMILJUNA
UPPLATINGARTÍÐIR
á Landsskjalasavninum
Frá 1. juni til 31. august í år er lesistovan
opin soleidis:
Månadag, týsdag, hósdag og friggjadag
kl. 11.00 til kl. 16.00
Mikudag og leygardag er stongt
Føroya Landsskjalasavn
W. U. Hammershaimbsgøta 24
Telefon 16677 - Telefax 18677 - e-mail fararchØlss.fo
Rusdrekkasøla TREE
100 Tórshavn
Umleid 230 fólk arbeiða nú tilsamans á deildunum hjá Føroya Banka
Vit hava
OPIÐ
hóskveld:
frå kl. 17.00-24.00
friggjakvøld:
frá kl. 17.00-03.30
leygarkvøld:
frå kl. 17.00-03.30
sunnukvøld:
frå kl. 17.00-24.00
Casablanca
Tørsgøta 11 * 100 Tórshavn
Tlf. 19696