Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

at sosialurin, tysdagin 3. juni Sigid okkum frå, um onkur tidindi eru at frætta Ringid ella faxið! Sosialurin, ÍTRÓTTUR tel 11820, Fax 14720 síður at taka út! TODI Á VEG TIL BELGIA Fótbóltur: Hevur fingið í boði trý ára sáttmála frá tí felagnum í Belgia, sum hevur havt størstu framgongdina seinnu årini Tod: Jónsson er á veg til belgiskan fótbólt. Fríggja dagin settu umboðsmenn fyri Í. deildarfelagið Moes sambandi við førovingin í Lyngby og boðaðu frá, at teir eru åhug aðir í, at hann spælir við teimum komandi kapping arár Seinni sama dag vóru samráðingar í Keypmanna- havn Belgiumenninir høvdu såttmålauppskot vid sær, og Todi Jónsson er á hugaður í at taka av Todi vil ikki våtta fyri okkum, at tað er Moes kroen, sum talan er um, men hann váttar, at hann hevur samráðst við umboð fyri belgiskt felag, sum kom andi ár skal taka lut í Europa Cup, og so er ikki so nógv at velja í. Danskir fjølmiðlar siga, at talan er um oman fyri nevnda felag Tað var venjarin hjá fel agnum, sum eg samråddist vid. Eg ynskti, at onkrar rættingar skuldu gerast i sáttmálauppskotinum, áðr enn vit skriva undir. Hetta havi eg sagt teimum, og nú rokni eg við at frætta frá teimum hverja løtu tað skal vera, segði Todi Jónsson, tá vit vóru í sambandi við hann fyrrapartin í gjár Todi Jónsson vil ikki siga hvussu stórar upphæddir talan er um, men tað er greitt, at talan er um betri tilboð, enn donsku fel øgini orka at bjóða. I Dan mark er ikki ókent, at bestu spælararnir vinna meiri enn hålvt hundrað túsund krón ur um mánaðin, og tí kann roknast at tilboðið er betri enn tað. Skattatrýstið í Belgia er væl lægri, enn tað er í Danmark, og tað spælir sjálvsagt inn Sáttmálaskeiðið ætlast at fevna um try år kroen seg I ett við Í altjóða fotbélti Belgiskur fótbóltur hevur seinnu árini staðið í skugg anum av góðu úrslitunum, sum Anderlecht, Club Briigge og Standard Liege náddu í sjeyti og áttati år unum, og landsliðið, sum var millum tey fremstu í Eu- ropu nevnda tíðarskeið, hevur ikki roynst so væl seinnu árini. Men nú eru ábendingar im, at belgiumenn ætla sær fram aftur í fremstu rød, og millum teirra, sum undan er felagið, sum Todi er í sambandi við Moeskroen tók øll í kappingarárinum, sum júst er lokið. Teir vóru nýtt lið í bestu deildini, og teir end aðu á triðja plássi. Tað hev ur við sær, at liðið sleppur upp í part í europeisku UEFA kappingini eftur summarfrítíðina Men talan verður ikki um sama fólkið, sum gjørdi um seg í landskappingini. Fel agið er ikki serliga væl fyri fíggjarliga, og teir hava ver- ið noyddir at selja fleiri av góðu spælarunum, t.d. teir báðar myrku Pendza beigg) arnar, sum upprunaliga komu úr Zaire, men sum nú eru vornir belgiumenn og spæla á belgiska landsliðn um George Leekens hevur verið venjari hjá felagnum men nú er hann vorðin belg iskur landsliðsvenjari ganga á bóli Venjarin kennir Toda Nýggjur venjari hjá Moes kroen er Hugo Broos. Hann var venjari hjá Club Brúgg e, tá teir fyri einum knøpp um ári síðani spældu í Eu ropa Cup ímóti Toda Jóns son og Lyngby Í Belgia spældi Lyngby væl. Teir greiddu javnleik 1-1, og tað lá í luftini, at teir skuldu fara víðari Lyngby hevði yvirvág í Parkini í Keypmannahavn og Todi Jónsson var millum teir mest ágangandi, men tað var Brúgge, sum skoraði fyrst, og at enda vunnu teir 2-0 Men venjarin hevur altso ikki gloymt Toda Jónsson, og hann sær hann sum ein av teimum spælarunum, sum skulu vera við til at mynda nýggja liðið. Hós- kveldið var hann í Odense og hugdi at OB og Lyngby, og hóast Todi ikki skoraði nakað av teimum trimum málunum, sum Lyngby fekk, so helt venjarin, at tað loysti seg at bjóða føroying inum sáttmála næstu trý ár ini Kanska í FCK Tá vit tosaðu við Toda Jóns- son fyrrapartin í gjár var - Å såttmålin ikki undirskrivad- ur Góðtekur belgiska fel agið tað, sum eg havi ynskt, so skrivi eg undir. Dettur hetta niðurfyri, so er Sturm Graz í Eysturríki framvegis ein møguleiki. Og verður heldur einki burturúr tí, so flyti eg til okkurt annað danskt felag. Tað er greitt, at eg haldi ikki fram í Lyng- by, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn. Ítróttarsendingin í danska sjónvarpinum gitti sunnu- kveldið, at:tað er rættiliga sannlíkt, at Todi Jónsson komandi ár fer at spæla við FC Keypmannahavn, um hann íkki flytir til útlendskt felag. Víst verður á, at fleiri av monnunum, sum nú hava ábyrgd í FCK, vóru millum teirra, sum í síni tíð í Lyng- by skrivaðu sáttmála við Toda Ætlanin í gjár var, at hann ned Todi Jénsson er å veg til Moeskroen longu i dag skuldi koma heim til Føroya i sambandi vid landsdystin komandi sunnudag. Danir spæla sunnudagin á heimavelli í- móti Slovenia í HM undan- kappingini. og tí verður ikki spælt í donsku superliguni hesa vikuna. HB vann stórt við 10 monnum … Og Øll tey umfat- andi hag- tølini frá 1. deildar- dystunum