Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 1997síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sumba heppið at vinna 2. deild menn: EB/Str.-Sumba 0-2 (0-- 1) Sumbingar gjørdu alt annað enn at imponera sum oddalið, tå teir vitj- aðu á Mølini á Eiði leyg- ardagin. Teir vóru mesta partin av dystinum tryst- ir aftur á vøllin, og vóru serstaklig hepnir at fáa øll trý stigini við sær aft- ur Sundalagsmenn løgdu nógv fyri, høvdu bóltin stóran part av tíðini, men vóru partvíst óhepnir og partvis ikki nóg góðir til at geva bóltinum sein- asta sparkið í málið. Sjálvt tá teir í semna hálvleiki, meðan stødan framvegis var 1-0 til Sumba, fingu kjansin frá 11 metrum, misnýttu teir á, og so gjørdist eyð- sýnt, at tað fór ikki eydn- | ast teimum at fáa tað ella | tey stigini, teir høvdu uppiborið, tá hugsað verður um leikliga býtið. | Tað skal einki takast frá sumbingum, tí tað er | meistarakvalitetur at vinna, tå tå ert vid und- | irlutan leikliga, og sum- | bingar vistu enn eina- ferð, at teir skulu takast fyri fult sum uppflyting- | 10 HB'arar smurdu 11 máttleysar B68'arar av arboð til 1. deild. Tíðliga í dystinum gjørdi Eiríkur Joensen tað til 1-0, eftir at sumb- ingar vunnu frá EB/ Streymi á midvøllinum, spældu út í síðuna, og so var sent inn til Eirik, sum avgreiddi í málið. Sumba hevði tvær ella | tríggjar aðrar royndir á | málið, áðrenn teir sjey | | minuttir fyri leiklok av- gjørdu dystin eftir mót- | | ålop, har Egil Petersen | kom at standa fyri endan | og skoradi til 2-0. | Frammanundan hevði | EB/Streymur tryst hart | fyri at javna Sumba- | leiðsluna og fleiri ferðir | vóru teir nær við. Teir | høvdu fleiri naskar | royndir, men ongantíð | eydnaðist teimum, at fáa | | bóltin í málið. | Sum tíðin leið gjørðist | hetta frustererandi hjá teimum, og hóast teir allatíðina røyndu at koma afturíaftur, eftir at teir fyrst komu afturúr 1- 0 og síðani 2-0, bar tað | ikki til. EB/Streymur liggur næstniðast í 2. deild, meðan Sumba framvegis hevur fult stigatal, og | liggur langt frammanfyri næstu liðini. KÍ er næst- fremst, men nærmasta „uppflytingarliðið< er LÍF, sum hevur 9 stig. Sumbingar hava tí fingið ein ómetaliga stóran fyrimun eftir bert seks umfør, og teir hava bestu | fortreytirnar fyri at | tryggja sær uppflyting í heyst. (ek) < jj ítróttar - Nr. 102 — 3. JUNI 1997 Pi B68 fyri ongum, tå teir komu i Gundadal sunnudagin. vunnu heili 6-1. Mynd: Elisabeth G. Magnussen HB spældi stóran part av dystinum vid 10 monnum, men tad gjørdi ikki mun, teir Fótbóltur: Uni Arge gjørdi sum hann vildi, og so hjálpti tað einki hjá B68, at HB í meiri enn ein hálvleik var undirmannað Jóhannes Joensen hevur í ár havt ilt við at vinna sær fast pláss á HB liðnum. Við- hvert hevur hann verið vongverji í vinstru, og við- hvert hevur hann verið skiftisspælari. Móti B68 fekk hann møguleikan við síðuna av Una Arge í álopinum, og tað var eyðsýnt, at vágamaðurin so ógvuliga fegin vildi gera sitt ítarsta fyri at sannføra um, at júst hann er rætti maðurin á hesum plássi Hugburðinum bilti einki, men tað kundi verið óhepp- ið fyri heimaliðið, at nýggi álopsmaðurin fimm minutt- ir undan hvíldini fekk næsta gula kortið fyri næsta vandamikla frísparkið langt úti á vellinum Men tað bilti ikki. Stødan var 3-0, tá HB kom í minni- luta, og teir 50 minuttirar, sum vóru eftir at spæla, vunnu havnarmenninir 3-1 Máttleysir gestir Toftamenn hava ofta verið boysnir hjá havnarfeløgun um í Gundadali, og teir hóttu B36 rættiliga, tá teir vitjaðu teir fyri nøkrum vik- um síðani Men síðani tá tykist nógv vera hent. Tá vóru teir á- gangandi og skaptu sær fleiri stórar møguleikar, men nú vóru teir jánkasligir, tungir og so mikið lítið av- gjørdir, at tað var sum at seta kniv á bleytt smør, tå HB fór í álop. Gamaní var tað stórur smeitur fyri B68, at aftasti maður, Mannbjørn Nesá, noyddist út við fótskaða mitt í |. hálvleiki. B68 noyddist at umskipa. so Ják- up Eli Olsen fór í midverj- una og Signar Johannesen kom inn á vongverjan Men óhappið fjalir ikki veruleikan, sum er, at teir í B68 tykjast tyngdir, at teir hava lítla ella onga spæli- gleði, og at uppstillingin er ikki soleiðis, at tað optimala fæst burturúr spælarunum. Øssur Jacobsen var settur á midvøllin at renna aftaná Jens Eriíki Rasmussen. Øssur hevur góð fótbólts- evni, men tey eru mest frameftir. Fróði Benjamin- sen er miðverji, og sunnu- dagin noyddist hann á aftatsa mann. Undanfarin ár hevur hann vunnið nógvar bóltar á midvøllinum, og har hevði tað verið brúk fyri honum nú Í utgangsstøduni var Páll Didriksen einsamallur á toppinum. Øssur Hansen var hangandi ålopsmadur (Bjarki Mohr rann alla tíðina aftaná honum), og so var ætlanin at hava nógv fólk á midvøllinum og har- við at tetta ímóti flótandi HB spæli, taka ferðina úr og vóna, at einki mál kom Men alt hetta fekk longu í 6. minutti skot fyri bógvin HB skoraði, og so var spurningurin meiri, hvussu stórur sigurin fór at verða, heldur enn hver fór at vinna Uni í flokki Edmund Jacobsen í B68 verjuni heyði til uppgávu at taka sær av Una Arge. Tað er ótakksom uppgáva, tí álopsmaðurin er so góður, sum hann ongantíð hevur verið áður. HB spældi B68 sundur og saman, teir fingu seks mál, og høvdu teir verið full- mannaðir alla tíðina, so er ikki óhugsandi, at máltalið hevði verið tvey sifrad. Uni Arge skoraði fýra mál, og hóast Allan Joensen í B68 málinum, sum hevur roynst væl higartil, noyðist at taka nakað av åbyrgdini á seg fyri onkur mál, so kann ikki annað sigast, enn at Arge maðurin setti skorar undir kravið um pláss í landslidsålopinum Málini Hallur Danielsen sendi í 6 minutti í netið, eftir at Mikkjal Thomassen hevði rakt stólpan. Lítla letu seinni hevði Hallur Daniel- sen drønandi langskot, sum tók tvørtræid og støkk í vøllin. Í 16. minutti stútaði Uni Arge frisparksinnlegg frå Jens Eriki Rasmussen í net ið, og i 26. minutti cydn- aðist tað hjá Mikkjali Thomassen. Skotið úr 16 metrum í vinstru tók í bein- „ ið á verjuspælara og snýtti málverjan. Eftir steðgin gjørdi Uni hattrick. Fyrst skoraði hann úr ótrúliga spískum við nærra stólpa, so breyt hann igjøgnum sjálvur, og síðstu ferðina var tað úr sera spísk- um í høgru. Einasta B68 málið skor- aði Páll Didriksen til 5-1. Hann kom einsamallur við Kaj Leo Johannesen og fekk bóltin í netið eftir eina kontra. HB viðhaldsfólkini síggja fram ímóti toppdystinum ímóti B36. Tey í B68 hava annað at hugsa um enn toppin! (jh)