mikudagur 4. juni 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 103 — 4. JUNI 1997
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76, 110 tørshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kØoølivant.fo
Alt um fyrsta
FM-kapp-
Ålvur Hansen, landslidsvenjari hjå U18 kvinnum:
>Tað
ein stór
uppgåva«
Fótbóltur: Næstu mánaðirnar skal
Alvur Hansen seta saman U18
kvinnulandslið, sum skal vera við í
EM-undankappingini í heyst
Alvur Hansen hevur fingið
stóra uppgávu
Hann skal seta saman eitt
UI8 kvinnulandslið, sum
skal taka lut í EM-undan
kappingini í heyst
Alvur var hjálparvenjari,
tá Páll Guðlaugsson stóð
fyri kvinnulandsliðnum í
fjør og fyrraárið, og nú tek
ur hann eitt stig afturat, og
fær ábyrgdina av einum
landsliði fyri fyrstu ferð
Hetta er ein stór og
spennandi uppgáva, sum eg
havi sagt ja til. Eg eri langt
síðani byrjaður at hyggja
eftir spælarum, og næstu
mánaðirnar skal eg finna
teir réttu til at manna eitt
lið, sigur Alvur Hansen
Og um víkuskiftið var
Alvur aftur til gentu- og
kvinnudystir. Hann hugdi
millum annað eftir havna
feløgunum, B36 og HB
dystast
Alvur hevur fitt av roynd
um við kvinnufótbólti
Hann hevur verið venjari
hjá IF og Skála, og í fjør
tók hann sær av 1. kvinnu
liði hjá Skála. I ár hevur
hann ikk: nakra venjaraupp
gávu í nøkrum felag, hóast
fleiri spurdu seg fyri hjá
honum, og tað kemst av, at
hann hevur fingið stóru
uppgávuna frá FSF
Tað er nakað síðani, at
eg av fyrsta tíð varð spurdur
um eg vildi vera venjari, um
eitt UI8 kvinnulið var
meldað til EM-undankapp-
ingina, og eg segði ja. Fyri
nøkrum víkum síðani gjørd-
ist greitt, at liðið var meldað
til, og síðani tá eg havi eg
arbeitt nógv við uppgávuni.
Alvur hevur fingið nógv
nøvn frå kvinnuvenjarunum
kring landið, og hann hevur
seinastu vikurnar hugt eftir
hesum spælarum og ødrum
við. 8. juní er ætlanin at
uttøkuvenjng skal vera, og
til ta venjingina kunnu 28
spælarar vænta sær at fáa
boð, men tað vil ikki síga,
at allir hinir eru vrakaðir
Tað ber ikki til at hava fleiri
spælarar til venjing hverja-
ferð, og tí má talið avmark
ast
st móti Íslandi
Men arbeiði hjá Alvur
steðgar ikki við at velja út
teir 27 spælararnar til venj-
ingina 8. juni. Eftir tað skal
hann halda eyga við sínum
spælarum, bæði undir venj-
ing og í dysti, og hann skal
velja millum hesar spælarar
so liðið kemur niður á 18
spælarar
Umframt teir 28, sum
boð at byrja við, ætli eg
mær eisini at fylgja væl við
um tað eru aðrir spælarar
sum kunnu koma uppá tal
sigur Alvur Hansen
Ég havi sæð næstan øll
feløgimni spælt í ár, og fari at
halda fram við at:fara til
kvinnudystir næstu mánað
irnar
Fyrsta uppgávan hjá U18
landsliðnum kann koma fyri
longu í juli. Arbeitt verður
við at fáa eitt lið úr Íslandi
hendanvegin við flogfar-
inum, sum skal heinta før-
oyska A-landslidsspælarar-
nar í fótbólti, sum skulu
spæla venjingardyst móti
Íslandi 27. juli
Vit fara alt fyri eitt undir
fyrireikingarnar, fyri at vera
nøkunlunda væl fyri, um
FSF skuldi fingið venjingar-
dyst í lag í juli, og eisini
fyri at hava fingið nakrar
tímar saman áðrenn summ-
arfrítíðina
Ungir spælarar
í 1. deild
Enn er endaliga skráin fyri
venjingarnar hjá UIB
kvinnulandsliðnum íkki
løgd, men tað verður hon í
næstum
- Ætlanin er at vera sam-
an hverja viku í juni mån-
aði, og út frá hesum venj-
ingum, og dystum, sum eg
fari at hyggja eftir, skal eg
velja 18 spælarar burtur úr,
sum skulu manna liðið, sig-
ur Alvur Hansen
So at siga allir spælar-
arnir, sum eru uppá tal til
UI8 landsliðið, spæla í 1.
deild hjá kvinnum, og nógv-
ar av teimum høvdu eisini
verið aktuellar til eitt A-
landslið. Gjøgnumgangandi
er aldurin á kvinnuligu fót-
bóltsspælarunum í 1. deild
rættiliga lágur, og stórur
partur av spælarunum hevur
aldur til U18 landsliðið
Spælararnir, sum kunnu
sleppa við skulu vera føddir
áðrenn 1980, og verða í
minsta lagi 16 ár
Onkrir spælarar, sum nú
skulu stríðast fyri plássi á
U18 liðnum, vóru við, tá A-
landsliðið hjá kvinnum
spældi EM-dystir í fjør.
Nevnast kann spælari sum
Eyðfríð Kristiansen hjá EB,
sum fekk fitt av spælitíð í
EM-kappingini í fjør.
Alvur Hansen skal næstu
mánaðirnar seta saman
eitt U18 kvinnlandslið,
sum skal luttaka í EM-
undankapping. Mynd:
Eyðun Klakksein
Boðini eru farin út til teir
27 spælararnar, sum skulu
ti úttskuvenjing á Svanga-
skarði sunnudagin, og nú
bíðar uppgávan fyri framm-
an.
Eitt lið skal setast saman,
og tað skal spæla fleiri al-
tjóða dystir í ár.
ek
Hesa vikuna kunnu føroy-
ingar leggja høvdini í blot
og hugsa um, hvat teir skulu
gera við fyrsta føroyska
dystin á tippingarseðlanum
hjá donsku tipstænastuni
Dysturin Føroyar-Malta
sum verður spældur
Svangaskarði sunnudagin
er tikin vid í bæði vanligu
tippingina og máltippingina
hjá donsku tipstænastuni
Og serfrødingarnar hjá
tipstænastuni trúgva uppá
føroyska liðið
Møguleiki er fyri at skora
tann heilt stóra vinningin
hesaferð. Í seinastu viku var
tað eingin, sum fekk 13 rett
á vanliga tippiseðlanum og
heldur ikki í máltippingini
var tað nakar, sum rakti
blett. Vinningarnir hesa vik-
una fara tí at nærkast teim-
um tveimum milljónunum
ek
Tann 12.
maðurin
fingið
nevnd
Ahugafelagið 12. maðurin,
sum hevur til endamáls at
stuðla Í9roy ska A-landslið
num í fótbólti hevur fingið
nevnd
Nevndin hevur skipad seg
vid Regini Egholm år Havn
sum formanni og Niels Olaf
Sølvarå úr Klaksvík sum
næstformanni. Arni Vang úr
Fuglafirði er skrivari, Suni
Jacobsen á Argjum kassa-
meistari, og Suni Johansen
úr Sandavági nevndarlimur
Øll kunu gerast limir í fel-
agnum við at gjalda 100
krónur á konto í Føroya
Banka ella á girokonto á
Posthúsinum. Tá gjaldið er
goldið, fáa fólk limakort
sendandi, og hetta kann
brúkast í sambandi við av-
sláttraskipan, sum ætlanin
er at seta í verk
12. maðurin fer at skipa
fyri bussferðum á Svanga-
skarð komandi sunnudag,
og bussar fara at koyra úr
Vestmanna, Lorvík, Fugla-
firði, Getu og Tórshavn.
Tekningarlistar til hesar
ferðir vera hongdir upp
kring landið, og kostnaðurin
fyri ferðina er 50 kr. báðar
vegir. Freistin er leygar-
dagin kl. 14.00.
ek