hósdagur 5. juni 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
Nr. 104 — 5. JUNI 1997
Edmund Joensen, lógmaður aftan á oljuráðstevnu:
Avgjørt rætt at
hyggja at norska
oljumodellinum
-Sjálvandi eiga vit at líta alla staðni kring okkum fyri at kunna fáa tað besta
frá royndunum hjá øllum. Men vit verða noydd til at staðfesta, at Noreg hev-
ur dugað væl at fáa burtur úr til Noreg, tá talan er um oljuvinnuna. Tað er
tað náttúrligt at geva norska oljumodellinum serligan gætur heldur løgmadur
eftir at hava verið á oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum í tveir dagar
Jan MULLER
Edmund Joensen, løgmaður
er væl nøgdur vid oljuråd-
stevnuna, sum varð hildin í
Norðurlandahúsinum
mánadagin og týsdagin. Nú
hann sjálvur umsitur olju-
og undirgrundarmálið í
Tinganesi hevði løgmadur
avgjørt at vera við á allari
ráðsteynuni og har kunna
seg við tað, sum bæði norð-
menn og føroyingar høvdu
at bera fram
Løgmadur dylur ikki fyri,
at hann heldur tað vera bæði
gott og gevandi, ið kom
fram á rådstevnuni, og tað
at tað vóru norðmenn, herí-
millum fleiri útvaldir per-
sónar við skili og kunnleika
til bæði fiskivinnu, olju
vinnu, ídnað og lokalsam-
felag, sum vóru á stevnuni
er tryggjandi, tí tað er m.a
til Noregs vit skulu hyggja,
tá vit skulu byggja upp hesa
vinnu
Norðmenn hava dugað
væl
-Tað skerst ikki burtur, at
norðmenn hava dugað sera
væl at fáa pengar til alt
norska samfelagið burtur úr
hesi vinnu. Hetta hava teir
megnað bæði við at leggja
lóggávuna soleiðis til rættis,
at sum mest av arbeiði verð-
ur í Noregi, og á ein slíkan
hátt, at teir luttaka við ikki
færri enn trimum oljufel
øgum, einum almennum,
einum privatum og einum
blandaðum
Løgmaður heldur eisini
valið av fyrilestrarhaldarum
var heppið. Eitt nú nevnir
hann teir báðar ráðharr-
arnar
-Finn Kristensen hevur
sum fyrrverandi orkumála-
ráðharri verið við til at gera
reglurnar og til at brúka tær
í praksis. Somuleiðis hevur
Jan Henry T. Olsen sum
fyrrverandi fiskimålaråd-
harri verið við í útvikling-
inum bæði í tilknýti til sam-
spælið millum fiskivinnu og
oljuvinnu og eisini tá talan
hevur verið um viðurskiftini
við ES
Edmund Joensen helt tað
var áhugavert at hoyra,
hvussu Norðurnoreg sum
eitt fiskariøki hevur kunnað
virkað saman við olju-
vinnuni og fingið nyttu av
hesum - soleiðis at hetta
ekið hevur fingið tvey bein
at standa á
Løgmaður vísir eisini á,
at óttin hjá føroyingum fyrr
einum møguligum ES-dir
ektivi í sambandi við eima
møguliga EBS-avtalu er
ógrundaður, tí norðmenn
førdu fram á rådstevnuni, at
her var einki at vera bangin
fyri.
-Eitt ES-direktiv forðar
ikki nøkrum útviklingi í
Noregi, og tað fer tað heldur
ikki at gera her
Ein spurningur, sum var
nógv frammi í ordaskift-
inum seinna dagin á ráð
stevnuni var rekrutteringin
til fiskiflotan. Víst varð á,
at tað er torført at fåa fólk
at manna fiskiskipini sum
er - og gera vælløntu størv-
ini í oljuvinnuni henda
trupulleika enn sterri
-Fólkið fer har tað fær og
tjenar mest. Tað er ein
spurningur um at leggja
fiskivinnuna um, soleiðis at
hon verður kappingarfør
Tad er ein spurningur um
lønsemi í síðsta enda. Klára
vit hetta verður tað eisini ein
fyrimunur fyri Føroyar eins
og fyri Noreg, og tað er, at
ein fær tvey bein at standa
á. Eitt er beinleiðis fiski-
vinnna, meðan hitt er virk
semið í oljuvinnuni. Hetta
haldi eg kann gera okkum
meira kappingarfør mót
vegis londum. sum ikki
hava henda meguleikan
positivt
Løgmaður heldur, at ráð-
stevnan hevur verið sera
positiv í so máta. -Nógv
fólk hevur verið við, og tað
vóru ógvuliga kompetentir
luttakarar við frá norskari
síðu, eisini frá privatu síð-
uni
Edmund Joensen dylur
ikki fyri, at hann er fegin
um, at vinnan sjálv tekur
stig til slíkar rådstevnur
Hann vísir til, at vitan er løtt
at bera
-Tað er eisini avgjørt rætt
1 havra hvat aðrir siga og
halda
-Nú verður so stórur
dentur lagdur á norsku
royndirnar á oljugkinum
men hvat við teimum
donsku, ensku ofr. - kunnu
tær ikki eisini brúkast?
-Ju so avgjørt. Eg vil ikki
taka nakran fram um annan
Vit hava eina fria vinnu, og
tað skulu vit halda fast um
Men vit verða noydd til at
staðfesta, at Noreg hevur
dugað sera væl at fáa burtur
úr til Noreg. Tí vildi tað
verið skeivt av okkum ikki
at hugt nógv eftir, hvussu
teir hava borið seg at
Nú hava londini eisini
ymsan oljupolitikk. Noreg
hevur sín, Danmark sín og
Bretland aftur ein heilt
ødrvisi politikk. Tí kann tað
vera rætt, nå eftir at hesi
londini hava roynt seg á
oljugkinum í so mong ár, at
finna sær ein innfallsvinkul
til tað besta modellið, sum
ein heldur egnar seg til
Føroyar. Men tað merkir
ikki, at vit ikki skulu hyggja
eftir ollum og at bjóða øll-
um at vera líka vælkomnum
í kappingini. Tað skulu vit
so avgjørt gera
Markid ein annar
-Men hondina å hjartad
hevur tú ikki hug til at
favorisera Noreg og taka
tað norska modellið fram-
um, nú vit liggja í stríð við
bretar um markið?
-Nei. Hasi tingini skulu
ikki blandast saman. Hetta
er ein spurningur um,
hvussu vit vilja utvikla eina
oljuvinnu í Føroyum, og tað
er tá vit tosa um tað besta
Edmund Joensen løg
maður saman við trimum
av oddafólkunum hjá Saga
Petroleum eftir væl eydn
aða ráðsteynu
Vm
modellid og hvussu Føroyar
fåa best burtur år. Hitt er
ein marknaósemja, sum er
millum Føroyar og Bretland
og sum ikki hevur nakað
beinleiðis við hetta málið at
gera.
-Hevur Saga Petroleum
fingu eina høga stjórnu
hjá løgmanni eftir hesa
rådstevnuna og sum fer at
gloppa dyrnar til 1. út
bjóðingarrundu ?
-Nei tað haldi eg íkki. Teir
hava sjálvandi dugað væl at
greitt frá og dugað at selt
teirra felag sum eitt gott
felag. Og tað hava teir helst
eisini alla orsek til, tå ein
sær, hvat teir hava fingið
burtur úr. Men hinvegin er
hetta nakað, sum øll feløg
eru vælkomin at gera sam-
tíðis sum tey greiða føroy-
ingum frá, hvussu tey hava
arbeitt og hvussu tey halda,
at ein oljuídnaður eigur at
fara fram
Edmund Joensen er ann-
ars boðin at vitja Noreg og
har kunna seg við oljuvinn-
una. Hann sigur við Sos-
ialin, at hann helst fer til
Noregs einaferð í heyst
PIZZA-
VINIR
Hevur tú hug at fáa eina
ella fleiri PIZZA inn á gólv-
ið, so ring tlf. 18866, og tú
hevur PIZZA ina innan ein
tíma
Vit í PIZZARIA royna al-
tiå at hava kostnadin so
lágan sum møguligt, so-
leiðis at kundin bert rindar
30 kr. fyri heimkoyringina
Hetta tilbod er tó bert Jald-
andi fyn viðskíftafólk í Tórs-
havn
Vit vóna, at hetta tilboð
kemur væl við
PIZZARIA
Tif. 18866