hósdagur 6. november 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 211 - 6. november 2003
Nr. 211 - 6. november 2003
35
Irak hevði ikki
hópoyðingarvápn
Fyrrverandi irakski forsetin, Saddam Hussein, var ikki
fyrireikaður til kríggj í vár, tí hann væntaði ikki, at amer-
ikanararnir fóru at gera álvara av hóttanini at leypa á Irak.
Tað hevur fyrrverandi irakski varaforsætisráðharrin,
Tariq Aziz, greitt amerikanarunum frá. Aziz gav seg
yvir til amerikanararnar, og hann og húski hansara hava
seinni fingið friðskjól í einum ónevndum landi, aftur
fyri at Aziz sigur frá tí, sum hann veit um gamla stýrið
í Bagdad.
Sambært blaðnum The Washington Post hevur Tariq
Aziz eisini sagt amerikanarunum, at Irak hevði eingi
hópoyðingarvápn, tá landið varð álopið. Men tað vistu
teir iraksku generalarnir ikki, sigur Aziz, tí Saddam
Hussein duldi tað fyri teimum fyri at styrkja stríðs-
hugin hjá herinum. Sambært The Washington Post hava
irakskir vísindamenn váttað tað, sum Aziz hevur sagt.
Fyrrverandi forsætisráðharrin hevur eisini sagt, at
Saddam Hussein royndi at fáa Norðurkorea at selja
Irak rakettir, men at norðurkoreanar søgdu nei.
Deyða Havið doyr
Ísraelsmenn og jordanar veita nú so nógv vatn úr Jord-
anánni, at stórur vandi er fyri, at tað kenda Deyða
Havið verður turrlagt.
Ísraelski umhvørvismálaráðharrin, Yehudit neot,
sigur við tíðindastovuna AP, at støðan er álvarssom.
Eitt er, at ov nógv vatn verður tikið úr Jordanánni, men
áhaldandi turkur í næstan fimm ár ger eisini sítt, sigur
hann. Ísraelskar kanningar vísa, at vatnsstøðan í Deyða
Havinum fellur umleið ein metur um árið. Nú verður
tosað um, hvat skal gerast fyri at bjarga Deyða Havin-
um, og tað seinasta uppskotið er at grava eina veit ella
at gera ein tunnil frá Akaba Víkini við Reyða Havið og
at veita sjógv haðani norður í Deyða Havið. Serfrøð-
ingar ivast kortini í hesari loysnini, tí teir vita ikki við
vissu, hvussu tað fer at ávirka vatnið í Deyða Havinum,
verður sjógvur veittur hagar.
Deyða Havið er sera væl umtókt frítíðarpláss, og
bæði ísraelsku og jordansku megin vatnið eru fleiri
gistingarhús.
Dýrt at finnast at kongi
Ein dómstólur í Marokko hevur gjørt av, at eitt av lands-
ins tíðarritum skal ikki koma út næstu tveir mánaðarnar.
Samstundis eru fleiri av blaðfólkunum dømd í fongsul.
Orsøkin er ein grein, sum stóð í tíðarritinum í mai.
Hetta var ein samrøða, sum tíðarritið hevði havt við
Mohammed al-Abbadi, sum situr í nevndini í teimum
av teimum størstu islamsku felagsskapunum í Mar-
okko. Myndugleikarnir í Marokko viðurkenna ikki fel-
agsskapin, og í samrøðuni var ymiskt, sum kongi ikki
hóvaði. Tað var nóg mikið til, at bæði ritstjórin og tveir
blaðmenn máttu í rættin.
Týsdagin fingu teir báðir blaðmenninir hálvt annað ára
fongsul, og blaðstjórin fekk tvey ára fongsulsrevsing.
Harafturat skulu teir rinda 7.000 krónur í bót hvør, og tíð-
arritið skal ikki koma útaftur fyrr enn um tveir mánaðir.
...og forsetanum
Í Algeria skulu tíðindafólk eisini vara seg fyri, hvat tey
siga og skriva, og fyrradagin vórðu tríggir blaðmenn
dømdir í fongsul fyri at hava gingið landsins forseta ov
nær.
Blaðstjórin á blaðnum Liberte, Farid Alilat, sigur við
Reuters, at hann og tveir blaðmenn skulu í fongsul, tí
blaðið tann 11. august umrøddi Abdelaziz Bouteflika,
forseta og nakrar embætismenn sum tjóvar. Hetta ljóðar
ógvusligt, men tað er ikki einans Liberte, sum hevur lagt
forsetan og embætismenn hansara undir valdsmisnýtslu
og korrupsjón. Fleiri onnur bløð hava sagt tað sama.
Men hetta gongur ikki, sigur rætturin í Alger. Teir
tríggir blaðmenninir á Liberte skulu í fongsul, og
blaðið skal gjalda 180.000 krónur í bót. Sambært
algerskari lóg kunnu fólk fáa upp í trý ára fongsul fyri
at skriva ærumeiðandi greinar um stjórnina og herin.
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt fyri klokkan
átta fyrrakvøldið var
ein sterk spreinging á
Sólini. Vísindafólk
halda, at hetta er tann
sterkasta spreinging-
in, sum nakrantíð
hevur verið.
SÓLIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Spreingingin slongdi eitt
ovurstórt skýggj av glóð-
heitum gassi út í rúmdina.
Kanningar benda á, at
gassskýggið varð slongt út í
rúmdina við einari ferð,
sum var umleið 8,3 milli-
ónir kilometrar um tíman.
Vísindafólk siga, at varð
gassskýggið slongt beint
ímóti Jørðini, høvdu fleiri
fylgisveinar, sum eru í
ringrás um Jørðina, fingið
skaða, og streymveitingar á
sjálvari Jørðini høvdu eisini
verið ávirkaðar.
Tann sterkasta spreing-
ingin, sum vísindin higartil
hevur mátað á Sólini, var í
2001, men sagt verður, at
spreingingin týskvøldið var
nógv sterkari. Júst hvussu
sterk hon var, ber ikki til at
siga enn, tí verandi máting-
artól røkka ikki so langt
upp, sigur norski granskar-
in Knut Jørgen Røed við
NTB.
Fyri bert einari viku síð-
ani
var
fleiri
sterkar
spreingingar á Sólini. Tær
oyðiløgdu fylgisveinar og
órógvaðu radiosamskifti og
streymveitingar á Jørðini.
ST-aðalskrivarin
hevur sett 16 fólk at
kanna heimsumfat-
andi hóttanir og at
umskipa sjálvan
heimsfelagsskapin.
Millum tey útvaldu er
fyrrverandi norski
forsætisráðharrin
Gro Harlem Brundt-
land.
ST-UMSKIPAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
ST skal umskipast. Tað er
neyðugt, so heimsfelags-
skapurin skal vera førur
fyri at taka sær av teimum
nýggju hóttanunum, sigur
Kofi Annan, aðalskrivari.
Hesum boðaði hann frá
longu fyri einum mánað
síðani, og nú hevur hann so
sett ein væl mannaðan bólk
at gera uppskot um neyð-
ugar broytingar.
Millum tey útvaldu eru
fyrrverandi russiski forset-
in Jevgenij Primakov, fyrr-
verandi kinesiski uttanrík-
isráðharrin Qian Qichen,
fyrrverandi
amerikanski
trygdarráðgevin
Brent
Scowcroft, fyrrverandi av-
stralski uttanríkisráðharrin
Gareth Evans og fyrrver-
andi norski forsætisráð-
harrin Gro Harlem Brundt-
land. Onnur umboð eru úr
Afrika, Latínamerika, og
formaðurin
í
Arabisku
Samgonguni, egyptin Amr
Moussa, umboðar tann ara-
biska heimin.
Gro Harlem Brundtland
fór fyri stuttum frá sum
leiðari í heimsheilsustovn-
inum WHO eftir at hava
røkt starvið í fimm ár. Nú
er hon aftur vald til eitt
leiðandi starv hjá ST. Við
norska sjónvarpið sigur hon
seg vænta, at bólkurin mill-
um annað fer at umrøða
spurningin um at víðka ST-
trygdarráðið, sum í dag
hevur 15 limir. Men bólk-
urin skal eisini umrøða
nógv onnur mál, serliga á
trygdarøkinum.
ST skal umskipast
Sterkasta sólarspreingingin
í søguni
Tað hevur verið sjáldsama ófriðarligt á Sólini seinastu dagarnar, og týskvøldið var tann sterkasta sólarspreingingin, sum vísindin
veit um
Akfør
BMW 316
árg. 1997, 90.000 km, hjól 8 x 17
215/45, er nýlakeraður.
Tlf. 372994/266690
AUDI 100 2.0 E
nýsýnaður góður Audi til sølu, árg.
88, km ca. 150.000, sóltak, 4
summardekk á felgum fylgja við,
Sony anlegg við 10 CD boks, alt
einans 25.000 kr.
Tlf. 222941
TIL SØLU
Motorur og gearkassi til Renault
Megané 1.4 árg. 98, bíliga til sølu.
Tlf. 213388/583388
PÍKADEKK Á FELGUM
Nýggj Firestone píkadekk á felgum,
stødd 175/70-13. Passa til Renault
Megané, bíliga til sølu.
Tlf. 213388/583388
TIL SØLU
1 stk. baklúka, 1 stk. vinstra
bakhurð, 1 stk. vinstra forhurð,
vinstra + høgra baklyktir til
Renault Megané, 5 hurðaður.
Tlf. 213388/583388
FORD SIERRA 1.6 PLAZA
árg. 89, sóltak, nýliga sýnaður,
sportfelgur og píkadekk fylgja við.
Bíliga til sølu.
Tlf. 224960
NISSAN PATROL
árg. 91, 4.2 diesel, 135 hk, marine-
grønur/metallic. km 190.000. Bíliga
til sølu. Ring og gev eitt boð.
Tlf. 225797 ella 320323
TOYOTA COROLLA
Ein Toyota Corolla, Galla modell,
1,3 l. árg. 95 til sølu. Bilurin hevur
koyrt 120.000 km. Hevur fingið
TIDY CAR viðgerð fyri einum
mánað síðan. Tónaðar rútar. Fýra
spildurnýggj heilársdekk fylgja við.
Ring og hoyr nærri.
Tlf. 229511 ella 322800
PÍKADEKK TIL SØLU
4 píkadekk, 185/70 R14 til sølu fyri
800 kr.
Tlf. 282688
PÍKADEKK TIL SØLU
4 stk. píkadekk á felgum til sølu.
Koyrt ein vetur. Passa til Kia Pride.
Kr. 3.000.
Tlf. 508531
ALUMINIUMSFELGUR
4 stk. 14" aluminiumsfelgur við
brúktum píkadekkum stødd 175/65
R14 og 4 holum til sølu fyri 2.000,-
brúkt til Toyota Corolla.
Tlf. 225944
FORD FOCUS GHIA
Árg. 99, km. 61.000, prísuppskot:
110.000 kr.
Tlf. 373954
SCANIA 142 V8
Til sølu um nøktandi boð fæst. Árg.
86 v/ skiftilastsystem, sýnaður okt.
03.
Tlf. 210493
OPEL CORSA
Árg. 1997, nýsýnaður, koyrt 50.000
km, píkadekk og summardekk, í
sera góðum standi, til sølu fyri
49.000 kr. Ring
Tlf. 311392 eftir kl. 13.00
PÍKADEKK TIL SØLU
4 píkadekk á felgum 155/80 R13,
brúkt 1 vetur, lítið slitin til sølu fyri
1.800,- kr.
Ring 216801
TRAKTORAR
Traktorur ynskist til keyps, helst
4wd.
Tlf. 218522/448222
GEARKASSI
til Mitsubishi Lancer-Colt 88-92
ella bil sum eykalutir.
Ring 316480 eftir kl. 16
EYKAÚTGERÐ TIL PLO
CLASSIC
Ein bagasjuberari til takið. Nýprísur
ca. 1800 kr. Selist fyri 500 kr.
(brúktur 5 ferðir.)
Tlf. 257810
HYGG HER!
Nýsýnaður Nissan Sunny 1.6 sgx
árg 88 til sølu fyri 14.999 kr.
Sportfelgur við nýggjum dekkum
fylgja við. Mynd av bilinum kann
sýggjast á
http://heima.olivant.fo/~nskh
Tlf. 504740
PÍKADEKK TIL SØLU
185/75R14 (á felgum)
Tlf. 223610
TIL SØLU
2 nýggj og 2 brúkt heilársdekk á
felgum til ein Citroen Xantia. Prísur
2.500 kr.
Tlf. 422041 eftir arbeiðstíð
VEGNA SERLIGAR
UMSTØÐUR
selist ein Citroen Xantia 1.9 Turbo
diesel, árg. 96, km. 117.000
sýnaður feb. 03, í sera góðum
standi. Prísur 87.000 kr.
Tlf. 222878
SLEIPIKRÓKUR TIL SØLU
til Ford Escort árg. 90.
Tlf. 519016
PÍKADEKK TIL SØLU
Lítið brúkt píkadekk 175/65 R14 til
sølu.
Tlf. 519016
TIL SØLU
4 píkadekk á felgum 175 x 14 til
Toyota Corolla, til sølu fyri 500,-
Tlf. 312884/223315
VW PASSAT
árg. ca. 87, prísuppskot kr. 5.000,-
Tlf. 447723
PÍKADEKK TIL SØLU
Fýra píkadekk á felgum – passa til
Peugeot 206, koyrt ein vetur, stødd
185/65/14.
Tlf. 211718
PÍKADEKK Á FELGUM
Fýra píkadekk á felgum til sølu.
Brúkt í ein vetur. Stødd
195/65/R15.
Tlf. 319000/257155
DAIHATSU CHARADE
G-100.1,3. árg.’89, nýsýnaður, í
góðum standi, koyrt 150.000 km.,
4 góð píkadekk fylgja við. Bíliga til
sølu.
Tlf. 447574
YNSKIST TIL KEYPS
4 felgur til Ford Escort 95 modellið.
Tlf. 211573
TIL SØLU
Ein Seat Leon TDi, 110 HK, km.
48.000. Annar bilur kann møguliga
takast í býti.
Tlf. 216300
FORD MONDEO 1.8 I
Árg. 95, 118.000 km. Píkadekk
fylgja við. Reinur og penur innan. Í
sera góðum standi, til sølu fyri
50.000 kr.
Tlf. 504818 ella 458042
MAZDA 626 2.0 TD
Árg. 96, elrútar, sýnaður sept. 03.
Ringi eftir kl. 19.00.
Tlf. 220917
CITROEN XSARA 1.6 VTR
árg. mars 02, km 35.000 Hevur
aircon., cd/radio, hita í setrum, el-
rútar, el-spegl o.a.
Tlf. 254100
HONDA ACCORD 1.8i
Km 85.000, nýsýnaður, cd-spælara
o.a. Sera vælhildin, ein eigara.
Prísuppskot kr. 110.000,-
Áhugað ringi 543041
NÝGGJ VETRARDEKK
á felgum – 4 heilársdekk við píkum
á sportfelgum 4.000,- kr., 4 heil-
ársdekk á felgum 3.500 kr. Stødd
175/65/14 passa til Honda Civic.
Tlf. 222888
TIL SØLU
Mazda 323 árg. 88.
Tlf. 256961 eftir kl. 19
PÍKADEKK TIL SØLU
4 píkadekk á felgum, stødd 175/65
R14 t.d. til Toyota. Lítið brúkt til
sølu fyri 2.000 kr.
Tlf. 441764/254202
VIÐFESTISKRÓKUR
til Mazda til sølu fyri 1.000 kr.
Tlf. 213325/423325
PÍKADEKK Á FELGUM
Fýra brúkt píkadekk á felgum
155/80/13 til sølu.
Tlf. 423325/213325
PÍKADEKK
Fýra brúkt píkadekk á felgum
stødd 185/65/14 til sølu fyri 1500
kr. Passa til Nissan Almera.
Tlf. 423368
TIL SØLU
Citröen ZX 1.9 diesel, stationcar,
árg. 95, nýsýnaður, í góðum standi.
Tlf. 218980 ella 215656
PÍKADEKK
4 góð píkadekk brúkt í ein vetur
165/80 R13 og 4 píkadekk 155/80
R13 á felgum, eisini í fínum standi.
Tlf. 221849 eftir kl.18
PÍKADEKK Á FELGUM TIL
SØLU
Vredestein 185/70/14. 4 hol.
Tel. 250542
MITSUBISHI PAJERO
1988, 2.5 TD. Longra modellið v/
setrum aftan.
Tlf. 313824 best e. kl 17
CITROEN ZX 2.0
árg. 95, km 92.000 hevur vel, el
rútar aftan og framman, el spegl,
el sóltak osv.
Tlf. 270259
TOYOTA CARINA II 1.6
model AT 151 árg. 88 til sølu fyri
17.000 kr.
Tlf. 254464
VØRUBILUR TIL SØLU
Toyota Hiace diesel, árg. 88,
nýsýnaður, til sølu fyri 15.000 kr.
Tlf. 250133
PÍKADEKK TIL SØLU
Fýra lítið brúkt píkadekk á felgum
til sølu fyri 1200,-
Tlf. 554554
TIL SØLU
Mazda 626, árg. 86, koyrir væl,
bert koyrt 100.000 km, manglar
ábøtur, til sølu fyri 5.000 kr.
Tlf. 422139 ella 222342
Amboð
TIL SØLU
Arbeiðsprojektørur 1000 w. Prísur
500 kr.
Tlf. 443402
Arbeiði
ARBEIÐI YNSKIST
Eg eri ein 25 ára gomul kvinna
sum søkir arbeiði í Tórshavn. Eg
havi HH og dugi sera væl mál og
at arbeiða við teldu. Nærri fæst at
vita á
tlf. 221381
ÚTRÓÐUR
Er tað nakar, sum manglar ein
mann við sum avloysara, helst úr
Klaksvík.
Tlf. 269909
MÁLARAARBEIÐI
innandura verður gjørt skjótt og
bíliga. Ring og fá eitt tilboð.
Tlf. 250387
GRAVING Í TÓRSHAVN
Alt graviarbeiði verður gjørt við
maskinu. Vit snøgga rundan um
húsini, grava út fyri bilhúsi, hjalli,
garði o.t. Hugsa um at vera í
góðari tíð, um tú t.d. ætlar at
snøgga uttanfyri, soleiðis at tað
grova arbeiði er liðugt, tá várið
kemur.
S/pf ENL, tlf. 223717
Barnaansing
EG ÁTAKI MÆR
at ansa einum barni uml. 20 tímar
um vikuna. Helst fyrrapart.
Tlf. 315609 ella 262581
Barnaútgerð
BABYDAN-PORTUR
Portur av merkinum BabyDan til
sølu. Portrið er ætlað at seta fyri
trappur og hurðar, ið hava
breiddina 64 til 106 cm. Tað kann
regulerast hareftir. Portrið er sum
nýtt. Nýprísur uml. 800 krónur. Til
sølu fyri 400 krónur.
Ringið 328083 - 282083 -
229434
BARNABILSTÓLUR
Britax bilstólur upp til 13 kg. til
sølu fyri 400 kr.
Tlf. 317564
SCANDIA
koyristólur u/galesju, 1
klappvognur, 1 lambaskinn,
paraply, innkeypsnet + kurv, selist
alt samlað fyri 1.200,- kr.
Tlf. 322850
HOKUS POKUS STÓLUR
til sølu fyri 300 kr. Klappstólur 100
kr. Vælhildið.
Tlf. 317770 eftir kl. 18.00
TIL SØLU
Britax bilstólur 0-18 kg, lítið
brúktur og vælhildin, til sølu.
Tlf. 221425
TIL SØLU
Gráur Simo Shoppari við
lufthjólum, luftpumpu og regnslagi
til sølu. Babylift, myrkablá, lítið
brúkt, til sølu.
Tlf. 221425
BILSTÓLUR
0-36 kg. av slagnum Britax Club
Claso Extra til sølu fyri 650 kr.
Tlf. 317377
BILSTÓLUR
0-13 kg. av slagnum Chicco við
galesju til sølu fyri 450 kr.
Tlf. 317377
Bátaútgerð
TIL SØLU
Goggur til sølu.
Tlf. 517413
PÁHANGSMOTORUR
Páhangsmotorur til sølu Mercury
9,9 HK til sølu fyri kr. 8.000,-
Tlf. 228189 ell 332647
BÁTAMOTORUR
Ein Volvo Penta MD2 B bíliga til
sølu.
Tlf. 421656/224801
10-MANNAFAR
Vælútgjørt Kaldbaks 10-mannafar
til sølu um hóskandi boð fæst.
Tlf. 218896
YNSKIST TIL KEYPS
Bíligur glasfiburbátur uml. 18 fót,
ynskist til keyps við ella uttan
motor.
Tlf. 441234
BÁTAPLÁSS
Søkt verður eftir bátaplássi í
Vestmanna.
Tlf. 421343
SPEEDBÁTUR TIL SØLU
14 fót, 90 hestar, Evinrud 28.000
kr.
Tlf. 448114/229139
5-MANNAFAR VIÐ
FISKILOYVI
til sølu, við 15 hestar Yanmar
motori. Nærri fæst at vita við at
ringja á
tlf. 421308 eftir kl. 17
FURUNU GPS
v/ antennu til sølu, nývirði ca.
3.300 selist fyri 2.500 lítið brúktur.
Tlf. 222211
TIL SØLU
Spæl og vognur til seksæring til
sølu.
Tlf. 281226
ER TAÐ NAKAR
ið eigur klárar gogguglúpar at lata
mær.
Tlf. 422358
Bingo
BINGO VERÐUR
leygardagin kl. 20. Á lutaseðli at
vinna m.a. kjøt, gávukort, ræst
krov, eisini er eykaspæl og bingola.
Tórshøll
GOTT JÓLABINGO
verður í Glæmuni í Kvívík
týskvøldið 25. november kl. 19. 6.
og 12. spæl gávukort á 500 kr.
Nógvir góðir vinningar so sum
dunnur, karamellur og nógv annað
gott. 12 plátur fyri 100 kr. Drigið
verður millum spølini.
Høvuðsvinningur á lutaseðli balja
full av mati. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Glæman
ÁRASØLAN
verður í Framtíðini leygarkvøldið kl.
19.00. Yvir 100 góðir vinningar
m.a. vikuskifti fyri tvey, virði 2.500
kr., 1.000 kr í olju og stereoanlegg.
Frelsunarherurin í Vági
FRÁ EYDNUNI
Jólabingo verður sunnudagin 30.
nov.
Eydnan
VINN TARV
Við at skriva TARV á eini sms-boð
og senda tey til 1441, ert tú við í
kappingini um tann stóra tarvin.
Sms-boð kosta kr. 25 + vanl. sms-
takst. Til ber at senda fleiri sms-
boð. Sí á portalinum.
Báran
TVØROYRAR KLUBBI
Gott bingo verður í Tvøroyrar
Klubba tórsdagin 5. nov. kl. 19.00.
Bæði eykaspølini enda.
Nevndin
Lýsingin ynskist:
ferðir
(set X) undir teiginum:
❑ Akfør
❑Amboð
❑Arbeiði
❑ Barnaansing
❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð
❑ Bingo
❑Brævaskifti
❑Burturm./funnið
❑ Býli
❑Bøkur
❑Dansur
❑Dýr
❑Fundir
❑Húsarhaldstól
❑Innbúgv
❑Lutaseðlar
❑Leikur
❑Matur
❑Pløgg
❑Samband
❑Súklur
❑Teldur
❑Tónleikur
❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt
❑
Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi innan kl. 1200,
t.v.s. at lýsing til leygardagsblaðið skal vera okkum í
hendi hósdag á middegi. Lýsingarnar, ið gjaldast skal
fyri, koma ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar.
Sosialurin tekur ongan ábyrgd av møguligum villum.
Sent hevur:
Navn:………………………………………..
Bústaður:……………………………………
Bygd/býur:………………………………….
Tlf.: ………....
Lýsingartekstur
1
2
3
4
5
»Lýsingartorgið«
Box 76
110 Tórshavn
Til
frímerki
✁
Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar:
privatar lýsingar
í mesta lagi 40 orð
bert ein lutur í hvørjari lýsing
hægsta søluvirði 20.000 kr.
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
Vanl. lýsingaprísur:
frá fyritøkum og virkjum
fleiri enn 40 orð
søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr.
tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð:
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
70,- kr. við MVG hvørja ferð:
lýsingar undir teigunum:
»Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar
LÝSINGARTORGIÐ
C
M
Y
K
35
34