Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Marjun Dalsgaard Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Miller | Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Lýsingar og sola: Áki Bertholdsen, Eirikur Lindenskov, Dagny Joensen, | Grækaris D. Magnussen Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: | Jens Kristian Vang Jtgevari, uppseting og prent: | Sp/ Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Fiskifroði Oddagrein VIT hava tvey sløg av fiskifroðingum. Teir skrifttærdu í Nóatúni og teir livslærdu, ið hava sítt starvstað á floti víða hvar í Norðuratlants- havi. IKKI kann sigast, at hesir frødingar eru samdir í teirra metingum viðvíkjandi fiskatilfeinginum runt oyggjarnar. Hettar er spell, ti politikarin, ið skal taka stødu til karmar og fyritreytir, er á »herrens mark«, tå ið ráðgevingin ikki er í lagi. TAÐ er hon ikki sum nú er. TRÚÐVIRÐIÐ hjá teimum skriftlærdu er ikki sum tað var eftir hetta. Teir politikarar, ið hava roynt at arbeiða eftir tilráðingum úr Nóatúni, hava helst eisini nú mist nakað av trúnni. Hví kann spyrjast. Or- sekirnar eru fleiri. Í 1993 sat eitt landsstýri, ið hevði viljan at grunda sínar avgerðir á teir bókligu frøding- arnar. Krevini, ið komu, vóru strong - ja, næstan markleysa strong. Tað var sum um, nú teir bókligu høvdu orðið - nú skuldi setast krøv, so tað forsló. Froðingarnir í vinnulivinum høvdu eina aðra og meiri hóvliga meining. IKKI botti um hugmóðina hjá teimum bók- ligu, at teir bæði høvdu Nyrup og Lykketoft í sínum parti. Afturlitandi, so var tað vinnan, ið fekk rætt - halda vit enn í hvussu er. EYÐMÝKJANDI má tað hava verið at uppliva sum fiskifrødingur, tå ein kanadiskur fiski- frødingur uppá »bestilling« koldømdi I.C.E.S. og legði grundarlag undir fria fiskiskapin, ið vit hava í dag. Tí fríur er hann. Lógin um fiskidagar er ein táta, tá ið hugsast skal um stovnsrøkt. ICES er komið við nyggjari tilråding. Neyvan lurta nógv eftir ti. Stovnurin hevur helst í hugaheiminum hjá mongum føroyingum spælt fallit. Canadiski fiskifroðingurin og stív- renda stødan hjá frødingunum í Nóatúni syrgdi fyri restini. EFTIR situr so føroyingurin og veit hvorki út ella inn. Hvar skal hann fara eftir ráðum? Frá hesum teigi skal boðskapurin vera til frødingar av ymiskum slag: Takið tykkum saman, gevið okkum góð ráð, haldið uppat at undirmeta hvenn annan og læri av gongdini tey seinastu 7 árini, so skal nokk blíva betur. MISTØK kunnu øll gera, eisini fiskifroðingar. Tað er tí okkara avgjørda hgusan, at brúk er fyri okkara fiskifrødingum í Nóatúni, tí teir gera eitt gott og týðandi arbeiði á nógvum økjum. TA hugsað verður um, hvussu heimsins tjóðir fara við náttúrutilfeinginum, so er tað ein stór og ålvarslig uppgáva, sum fiskifrødingar 0.a. hava. Tað skal vera vón okkara, at fiskifroð- ingar, fiskimenn og politikarar finna rætta stevið og í felag tryggja okkara framtíð. Sostalurin Sjónarmið Føroyskur fiskivinnupol Tað fer ongantíð meira 6- virkaður fiskur av landinum enn í dag. Eg havi gjørt vart við fyrr (februar 97), at henda gongd kolrennur flakavinnuna, og vil eg bert leggja afturat, at henda gongd kolrennur alt sam felagið, um hildið verður fram á henda hátt Skiparar og reiðarar gera vart við, at prísurin í Fer oyum er ov lágur, og at før oyingar ikki duga at selja fisk. Hvort einasta flaka virki í Føroyum kappast hvønn dag við nógvar fiska keyparar úr Íslandi, Noregi, Onglandi, Týsklandi og eis- ini úr Danmark. Flakavirk- ini í Føroyum og setuliðið hjá teimum skal bart út sagt verða Europameistari hvønn dag alt årid igjøgn um, um ikki so verður fisk urin seldur eðrum. Hesar eru treytirnar í dag Um skipini arbeiddu und- ir somu umstødum, merkti hetta, at kvoturnar, sum skipini hava, vóru útbjóð- aðar hvønn dag til føoyingar og aðrar europeiskar skipa eigarar, og skipini høvdu á tann hátt bert kunna fiskað í ein dag ísenn Kvotur Stødan í dag er hon, at tann sum eigur eina kvotu, t.v.s eitt skip við fiskidøgum, kann planleggja sítt. Hesin eigarin kann, um hann vil, gera fasta avtalu við eink- ultan/ar framleiðarar, ella hann ynskir at »spæla« við í uppbodssølum í Føroyum ella útlandinum, hverja viku Afturat hesum kann kvotueigarin so eisini av- gera, um hann vil selja fisk- in til sítt egna virki. Kvotu- eigarin kann td. flokka besta fiskin burturúr, sum hann sjálvur kann senda á feskfiskamarknaðin í út landinum. Restina selur hann til tað hungrandi trygdarnetið (flakavirkini í Føroyum), sum eru noydd at taka við tí, sum er, tí tað er stórri eftirspurningur enn útboð. Stutt sagt er kvotu eigarin forfordeildur Fiskidagaskipanin TAC'i0 fyri 1996 var 24.000 tons av toski. Sam- bært nyttårsrødu løgmans vórðu fiskað 37.000 tons fram til 31. desember 1996 Tilrådanin um 43.585 fis- kidagar ístaðin fyri nøgdar- kvotur varð gjørd av fiski- vinnu umsitingini og skipa- bólkunum sjálvum, og skuldi tað merkt, at menn vóru á einum máli um, at hetta var endaligt. Men so var ikki. Utróðrarmenn fisk- aðu sínar dagar upp, áðrenn teir høvdu væntað og gjørdi síðani »malør« og fóru í verkfall. Endin var, at ein fundur varð hildin á Vidar- eiði millum Utróðrarfelagið og Fiskivinnumyndugleik- arnar. Á hesum fundi varð fiskidagatalið hækkað við 5.000 døgum. Skiljið tann ið vil, men ein endalig av- gerð varð tíkin stutta tíð áðr enn, men Fiskivinnumynd- ugleikarnir tordu ikki at halda fast og harvið verja tilfeingið hjá okkum øllum 5.000 fiskidagar er ein hækking uppá 12% Omaná hetta frættu vit mánadag 26. mai. at ICES mælir til at veiðitrýsti verð- ur minkað við 30%'um Flest øll eru samd um at fiska verður ov nógvur tosk- ur og eru avleiðingarnar av hesum kendar Marknaðurin heima og yttanlanda Á føroyskum fiskauppboðs- sølum er nógv stérri eftir- spurningur enn útboð. Eing- in keypari kann tí plan- leggja søluna, áðrenn hann keypir. Hesin óplanlagdi handil vidførur í veruleik- anum, at veran verður seld á nýggjari uppboðsselu, tá framleiðararnir hava fingið fatur á fiskinum. Henda uppbodssølan er millum * Arbeiðstíð: *- Lon: * Arbeiði: *- Krov: 1/2 tíð fyrra- ella seinnapart. Skúlaárið byrjar 18. august. ( Føroya Musikkskúli 79 Avloysari til skrivstovuna skúlaárið 1997/98 Telefon: 11820 Telefax. 1420 e-mail: sosialur & olivant.fo føroyskar = sølufyritøkur, stråmenn og eisini kundar i útlandinum Allir kundar, tað verði seg stórri, miðal og smærri fyri- tekur, sum handla fisk mugu hava trygd fyri, at teir fáa vøruna samanhangandi At levera fisk hverja viku til marknaaðarprís merkir álit. Við hesi trygd vil kund in byggja sítt útvalda kun danet upp og vil ti gjalda okkum meiri fyri fiskin. Um vit bert eru við tá vit hava hug, verða vit altíð í skugg anum av ødrum leverand ørum og fáa ongantíð besta pris. >Gandaorðið< er lev- eringstrygd. Sum nevnt áður, so eru minst tvær uppboðsselur til hvønn stert. Hetta merkir, at planlagda sølan ella lev eringstrygdin als ikki er møgulig við núverandi skipan Hvat er ein høgur prísur? er tað ein rættur prísur? Vit vita, at ein upsi, sum kostar kr. 5,- pr. kg. råfisk inn á eitt flakavirki og verð- ur framleiddur til liðugt- veru, har arbeidsløn, pakn- ingur, el o.s.fr. kemur aft- urat vidførur eina virðis- øking, sum svarar til umleið kr. 4,- pr. kg. råfisk netto ella tilsamans eitt úflutn- ingsvirði uppá kr. 9,00 pr kg. råfisk. Harafturat kemur so flutningsfeløg, trygging. Framhald á síðu 9 Sbrt. Starvsmannafelagssåttmålanum. Umsitingarligar og fíggjarligar uppgávur í sambandi við rakstur skúlans. Góður málkunnleiki. Teldufimi. Sjálvstoðugt arbeiðslag. Figgjarkunnleiki. Nærri fæst at vit aum starvið við at venda sær til Foroya Musikkskúla, Falkavegi 6, Tórshavn, Tlf. 16462, fyrrapart kl. 9-13. Umsóknir mugu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 20. juni 1997. > Føroya Musikkskúli - Falkavegur 6 - 100 Tórshavn - Tlf. 16462