Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lesarabræv tíðinduðsaðið ————————WWWMWW Skúlaviðurskiftini í Kollafirði Foreldrabólkurin, sum hev- ur kært áðrenn Í. læraraset- anina í Kollafirði, hevur higartil verið settur í ringt ljós av Landsskúlafyrisit- ingini og fjølmiðlunum Aftast i Dimmu tann 29/ 9 fór Hilmar Jan Hansen so vítt, at hann skirdi okkum sum føroysk umboð fyri Ku Klux Klan Sami Hilmar Jan sigur, at foreldrini heldur áttu at hugsað um síni egnu børn, sum saktans kunnu gerast næstu offrini í málinum Nei, Hilmar Jan, børnini hava longu í áravís verið øffur, og ti er tað tíð uppá at siga frá heilt frá rótin Annars er sagt frá innan- hýsis í Kollafirði í áravís. Tu nevnir eisini sangin: »] Kollafirði er ikki so galið< Og tað er rætt. Her er ikki so galið, tá vit síggja burtur frá tí, sum skúli, skúlaneynd og Landsskúlafyrisitingin hevur útrættað — ella hevur ikki útrættað !!! Tað hevur verið dult sum mannsmorð og hvørki eg ella Jóhan vistu fyri stuttari tíð síðani, at tað stóð so illa til við myndugleikunu... Og tí skilja vit betur treyt- unar fyri skúlan nú — og hví skúlin uttan at siga tað bart út, ikki torir at fáa foreldr- ini ov nær. Hesin holdning- ur er mangan endurgivin í 3. persóni frá lærarafólki — hvat skulu foreldur tá gera?? POLITIKARAR. Setið t6 í síðstu løtu eisini í 1. tátt í Fólkaskúlalógint, at for- eldrum at skulabørnum kann ikki noktast fund ella fundir vid skúlamyndug- leikarnar á staðnum — sen- tralt ella við fyrisitingina fyri skúlaverkið. Grundgeving: Hvussu skal sátt og semja kunna uppnáast, tá foreldur og heim kunnu verða kveistr- að til viks?? Sátt og semja við heimini stendur í »grundlog« fólkaskúlans á |. síðu og er tí eitt av enda- málum fólkaskúlans Fjølmidlavidgerdin i mars og april Um Snorra Brend i Dimma- lætting, Sjónvarpið og Út- varpið og teirra tíðinda førslu í hesum málinum í mars og apríl 1997 er bert at siga, at keldur teirra ikki hava verið sannførandi og åttømandi í øllum førum. Til dømis varð borið fram, at allir lærararnir styðjaðu Karina Hammer at gerast 1. lærari. Men tað hava vit upp í saman hoyrt frá fleiri teirra, at slíkur fundur við slíkari fundar- niðurstøðu er ikki hildin av øllum lærarunum Lærararnir vóru »samdir« um at gerast sjúkir tann 22 mars sum mótmæli ímóti okkara mótmæli. Men vit rokna við, at tað serliga hev- ur snúð seg um avgjørdu stóðu okkara, um at taka børnini út úr skúlanum í fall Ovggjatidindi & Sosialurin Um skrivingina í Oyggja- tíðindum 9. og 11. april kann bert sigast, at stødid er heilt av lagi Roynt verður ivaleyst av onkrum at seta okkum i ringt ljós Men tann, ið granskar greinina 30. maí í Sosialin- um: >Ongin hevur sagt mær...“ !! 1., 3. og 4. part sær skjótt, at her eru merki- liga nógv tema samanfall- andi. Dagny Joensen skrivaði greinina og Karin Hammer er heimildarfólk til hesar partarnar av greinini!!! Viðvíkjandi greinunum 30. og 31. maí í Sosialinum um Karina Hammer Tann 30. maí bar hon yvir- skriftina: >Ongin hevur sagt mær hví eg skal fara frå«. Vit mótmæltu, at hon varð sett í 1. lærarastarvið. Í Dimmalætting tann 3. maí ásanna vit, at leiðslan fyri Kollafjarðar skúla verður ikki broytt. Og tá Dagny Joensen tosaði við meg 29 mai, segði eg eisini, at vit kundu ikki seta hana frá. — At vit ynskja tað, er ein heilt onnur sek!!! Vit vildu ynskt, at hon fann sína réttu hill!! Tad er nevniliga ikki nak- ad brotsverk at vera illa skikkað. Tí hava vit higar- til verið so sparin at lata fjølmidlunum upplýsingar. Og vit hava bert gjørt tað higartil, tí somu fjølmiðlar taktiskt provokera tað fram. Ósannir pástandir mugu afturvísast, tí hann, ið tegir, samtykkir!! Hetta vistu vit, áðrenn vit mótmæltu innan setanin, kundi fara at henda, hóast vit ikki ynsktu tað. Jú, pressan var har beinanveg- in, men vit tagdu fyri fyrst eisini fyri at nyia tann rætta kommandovegin. Vit hava 3. maí í lesara- brævi borið fram, at tað ikki er persónurin Karin Hamm- er, sum vit haa nakað ímóti. At hon hevur fingið 80 samhugaváttanir eru vit glað fyri. Hon skuldi fingið nr. 81 frá mær, um Malan stak inn á gólvið. Malan er hjartaliga vælkomin, sjálv- sagt, men henni nýtist ikki at koma eftir undirskriftini, tí eg havi longu tann 4. ma! biðið mann Karina bera henni mina samhugaheils- an. Tann 31. mai er Olaus Jespersen, Landsskúla- fyrisitingin, heimildar- maður Dagny Joensens á Sosialinum. Her eru so okk- ara viðmerkingar til hesa greinina ad. 18 ár: Eitt støðugt og ivaleyst vaksandi press av kærum eru førdar munnliga fyri Karini í áravís. Minnist hon onki, tá sigur tað bert, at okkara grundir eru enn betur grundaðar, enn vit høvdu droymt um — at vit siga hana óskikkaða til starvið. Heilt nógv kann konkreti- serast, hóast onki skrivligt skjalprógv liggur í mínum lumma. Ynskja foreldur og fyrrverandi næmingar tað, so kunnu tey skjótt fylla í eina mappu skjól, sum tey vátta, um hesa tíverri sera syrgiligu søgu. Onkur av fyrrverandi næmingum hennara má tó hava hjálp at skriva slíka váttan, tí tey eru so illa fyri at skriva!!! Vónandi sær Føroya fólk av hesum perspekuvið í okkara ónggd. Sjålvsagt má kvalitetssikring førast inn í skúlan sum skjótast fyri øll børnini av skúlamyndug- leikunum — tad hava for- eldur bidad eftir og bida enn!!! Ein sjålvsagdur og ber- andi lidur f grundgevingum okkara at vit mótmæltu set- anini av Karini Hammer í avloysarastarvið sum | lærari var og er ynski okk- ara um dygdartrygd. Og grundgevingar koma møgu- liga so líðandi fram í fjøl- miðlunum í smálutum, men vit ætlaðu so ikki av fyrst- an tid ta gongdina. 7 ad. trýst At landsskúlafyrisitingin kennir seg trýsta, tað skilja vit. Men tað var eingin um- bering fyri at nokta for- eldrabólkinum fund innan avgreiðsluna!!! Í greinini tann 31. maí stóð: > Vit hava havt fund við foreldrabólk- in«. Men hetta eru ósonn tíðindi!!! Olaus er vónandi skeivt endurgivin, tí tað ein- asta, sum undirritaði veit um, er at 3 mammur tann 10. mars á Falkavegi 6 handaðu teimum eitt skriv, sum átti at fingið teir at steðgað á og kanna málið nærri. — Tað er rætt, at tær vóru inni í einum fundar- høli í einar 5 minuttir og í hesum sambandi bóðu Hensar, Petur Jacob og Olaus vegna foreldrabólkin um fund áðrenn tann enda- liga avgerðin fall. Svarið tær fingu, er end- urgivið fyri mær nakað so- leiðis: >Vit lata okkum ikki trýsta av foreldrum — tit fáa ongan fund!/!« Sipar hann til okkurt annad, sc send okkum fundarfrågreiding, nær, hvar og hvør??? ad. klandrast Tað er nógv fyri, at tað skuldi verða Olaus frá Landsskúlafyrisitingint, sum skuldi innføra orðið klandur til hesa sak í Søsi- alinum. ad. ónegd Sitat: >Tá fólk fyrst eru farin at klandrast, kunnu vit ikki brúka énøgdina til nakad« — — — Jú, tit áttu at fundast og fundast umaftur vid okk- um og onnur so ofta sum neyðugt var — lika til orsøk- in fyri hesi Onøgd lå púra greid fyri tykkum. — Tad var tað einasta skilagóða, sum tit kundu og áttu at gjørt til tess at minkað 6nøgdina ella at fáa hana heilt burtur!!! ad. einasti umsekjari Tað er lætt at skilja, tá ein veit um skilið. Hóast lær- ararnir við skúlan høvdu møguleikan, so var einki rímuligt skotbrá givið at umhugsa støðuna. Og onkr- ir lærarar eru endurgivnir fyri at hava sagt: >Hon ger helst minni undirvísingar- ligan skaða sum leiðari!!!< Og hava kanska vælmein- andi á henda hátt viljað gjørt skúlan betri, tí hon sum leiðari fær færri undir- vísingartímar Men vit foreldur síggja fyri okkum ein óhugnaligan spiral í hesum hugburði og kunnu als ikki góðtaka slíka grundgeving. Dimmalætting og Sosial- urin hava verið á tremur av lýsingum eftir øllum møgu- ligum lærarastørvum í maí mánað og eisini til |. læraraavloysara. Hverjar reglurnar so enn eru, sum Olaus og frammanundan hann Eilif Samuelsen sipa til, so standa vit framvegis spyrjandi um, hví tað bert mátti lýsast innanhýsis í Kollafirði? Vit ynskja eisini út í æsir at fáa upplýst, hverjar hesar reglurnar eru og við hvørj- um lógarheimildum tær eru gjørdar. ad. vanlig mannagongd At nakad er vanligt er eing- in yrundgeving. Nógv galið er tiverri vanligt! Annad er, um uttanífrá persónur og persónur frá sama skúla eru líka kvalifiseradir umsøk;- arar, tí tå kann tann, sum hevur havt sítt virki á skúl- Nr. 107 — 10. JUNI 1997 anum, verða tíkin framum ad. innstilling frá skúlaneyndini Tað er rætt, at 4 av 5 skúla- neyndarlimum innstillaðu Karina Hammer, men nú fara vit at biðja lesaran seta seg í ein tryggan stól — — — vónandi sita tygum trygt nú! Okkum er sagt frá skúla- nevndini, at tå ið tey á Landsskúlafyrisitingini leit- aðu sær ráð, fingu tey stung- ið út í kortið, hvussu fram skuldi farast. Tey mutaðu ímóti. Men tá vórðu tey hótt av hesum fínu harrum, við at um tey ikki tóku avgerð um at fylgja teirra ráðum, so fóru teir at kalla eyka- limirnar í skúlanevndini inn at taka avgerðina fyri tey. Tá átti øll skúlaneyndin at verið farin av fundi og leit- að sær hjálp frá sakførara beinanvegin. Men tíverri slóknaði alt ljósið hjá skúla- nevndini, burtursæð frá ein- um lími, sum segði frá um ringa skilið Um tað skal berast í bøtu- flaka fyri hinum limunum, so má tað verða vegna tað, at tey øll sum nývaldir limir hava havt ov stórg virðing fyri »yvirvøldini« og/ella hava tey ikki skilt støduna f skålanum og ei heldur skilt til fulnar, at tey einsamøll vóru skúlamyndugleiki i Kollafirði í hesum málin- um. Eitt annað, sum ivaleyst hevur fjáltrað skúlaneynd- ina er, at tann undanfarna skúlanevndin virkaði sera illa og slett ikki teir sein- astu 20 mánaðirnar av val- setuni. Har var eingin fund- ur hildin, tí ... ?! Ja, tað hevur Kommunala Eftirlit- ið í Landsstýrinum fingið bræv frá Hanusi Joensen um, ið var dagfest 26. juni 1996. Og Landsskúlafyrisiting- in hevur fingið bræv frá honum dagfest 24. apríl 1995 við avskrift frá gerð- arbókini hjá Kollafjarðar Skulanevnd, ið lýsir ta ótespiligu støðuna, sum var íkomin. Eingin hjálp kom frá myndugleikunum er okkum sagt. Men gitt verður, at hetta man vera vidgjørt dúg- liga handan tjald, uttan at teir hava havt dirvið at skera igjøgnum. Tá høvdu øll skilt tað, um eykalimur ella allir eyka- limirnir vóru boðsendir. Ella um teir høvdu valt sjålvir, at verið við á nøkr- um fundum, til tess at hjálpa teimum til áralag. Men hava teir í Havn ikki torað ella hevur teimum manglað hugflog: ansæð hver veruliga or- søkin til ringa stevið í tí undanfarnu skúlaneyndini var — so var tað myndug- leikin, sum m.a. heyði á- byrgdina av, at syrgja fyri hollari undirvísing, sum lá í sori So væl hevur tað verið dult, at undirritaði einki visti um tað fyrr enn nú í mars 1997, tá avloysara- starvið var sett. Tað ber til alla tíðina at lumpa nøkur, men tað ber ikki til at lumpa øll alla tíðina!!! Tá ið tann lokali skúla- myndugleikin ikki virkar, átti tað at verið sjálvsagt, at ovasti skúlamyndugleikin, Eilif Samuelsen, sum eisini er landsstýrismaður í kommunumálum, syrgdi fyri hjálpini, sum kanska hevur verið uttan at tað er komið fram??? Sum foreldur kenna vit okkum sera illa av hesum avdúkingum. Tí er heldur ikki óhugs- andi, at tann nýggja skúla- nevndin er farin nakað ner- ves til verka — og netupp ti, tíverri, aktaði Landsskúla- fyrisitingina — sum ivaleyst eisini hevur handlað í ner- vøsiteti Hetta er ábyrgdarleyst, um tað hevur verið so!!! Landsskúlafyrisitingin hevur havt langa tíð at um- hugsa, hvussu gerast skuldi — so góði Olaus — nú má annað skil fáast á. Tú verður boðin at verða við pallborðið á almennum skúlafundi í Kollafirði í næstum. Tú ert nógv róst- ur, sum ein framtíðarmaður at verða við til at fáa skil á Landsskúlafyrisitingina. Og fáa vit einki umboð frá skúlamyndugleikunum við til pallborðið, verður avlýst. At enda er bert at vóna, at øll somul taka sær um reiggj til tess at fáa eina hugburðsbroyting um skúl- an. Bæði skúlamyndug- leikar, foreldramyndugleik- ar og lærarar. Latið okkum bara >fýsa, skelda og skriva kærur« og hvat tað annað skal verða nógv skjótari í framtíðini — við positivum endamálum og minnast til at fara eftir bóltinum heldur enn mann- inum. Tá verða ósemjurnar ikki so djúpar og umfatandi sum hesaferð — og dygdin í skúl- anum fer at hækka aftur. Undirritaði vil mæla øll- um borgarum í Kollafirði til at nýta tað serstaka høvid at luttaka í spurnarkanning- ini um dygd & álit viðvíkj- andi skúlanum og skúla- verkinum. Og tí senda inn svarað spurnarblað til Eyð- finn Jacobsen. Kanningin er umredd í Dimmalætting 31. mai. Øll svar hava tydning fyri virðið av kanningini, eisini: veit ikki. Um onkur borgari í Kollafirði ikki hevur fingið spurnarblað, kann hann biðja um tað á tlf. 21611. Vegna foreldur í Kollafirði Jónas Johnsson | i i