týsdagur 10. juni 1997síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið 00
Nr. 107 — 10. JUNI 1997
Árni Olafsson, formaður í Oljuráðleggingarneyndini við oljufeløgini:
Vísið vilja og brúkið hugflog
til at fáa foroyska samfelagið
vid I
-soleiðis at hetta
kann koma at
skapa inntókur
og arbeiði til
landið segði for-
maðurin í Olju-
ráðleggingar-
neyndini m.a. á
pallborðsfundi í
Norðurlandahúsi-
num í farnu viku.
A fundinum kom
eisini fram, at tað
kann gerast ein
stórur trupulleiki
hjá fóroyingum
bæði at skula
manna eina vlju-
vinnu og fiski-
flotan um somu
tíð. Nóg mikið er
eisini við einari
útgerðarhavn í
Føroyum.
Oljuráðstevnan í Norður-
landahúsinum í farnu viku
endaði við einum pallborðs-
orðaskifti, har tað vóru ll
luttakarar umboðandi Fer-
oya Oljuídnað, Oljuráð-
leggingarnevnd, Saga,
norskt vinnulív annars og
tveir fyrrverandi norskar
ráðharrar
Gott hugskot við
stevnu
Arni Olafson, formadur i
Oljurådleggingarnevndini
helt tad vera gott hugskot
hjá Føroya Oljuídnað at
skipa fyri slíkari stevnu
Vit fáa á henda hátt nógv
at vita frá teimum, sum eru
uppi í vinnuni og hetta gev-
ur okkum so aftur møgu-
leikar at tjakast um hesar
spurningar, og tað er um-
ráðandi nú undan viðgerðini
á tingi av komandi oljulóg-
gávuni
Hann helt tað eisini vera
eitt gott hugskot, at tað nú
var eitt norskt felags, sum
var sponsor, tí við hesum
hevði ein møguleika at kan-
alisera vitan úr Noregi til
Føroya. Hanr. helt tað eisini
vera heilt nattúrligt at
hyggja at Noregi sum und-
angonguland á oljuøkinum,
tí tað hevur fingið nógv
burtur úr oljuútviklinginum
-Men vit mugu gera okk-
um greitt, at tað, sum var
gott fyri Noreg í 70-unum
nýtist ikki at vera gott fyri
Føroyar í 90-unum
Arni Olafsson nam eisini
við manningarspurningin í
fiskivinnu og oljuvinnu
Hann helt seg hava lagt til
merkis, at tað longu í dag
er kapping um at fáa fólk at
manna skipini í hesum báð-
um vinnum. -Føroysk fiski-
vinna er í kapping við
norska frálandavinnu, har
nógvir føroyingar hava
hýru. Tað má tí vera ein
spurningur hjá okkum at
gera tað meira attraktivt at
starvast í fiskivinnuni.
Hann helt, at vit eiga at
geva hesum gætur og ansa
eitt sindur eftir. Annars helt
hann, at vit kanska í ov
stóran mun ímynda okkum
ein útvíkling her og nú, tí í
veruleikanum snýr tað sum
um eitt langt tíðarskeið frá
byrjan til tú hevur veruliga
framleiðslu
-Vit mugu ikki gloyma, at
vit skulu liva av fiskivinn-
uni bæði undan og eftir
oljuna legði Arni Olafsson
aftrat og visti á, at fiski-
vinnan er nr. Í á føroysku
dagsskránni
Brúkið fantasiin
Formaðurin í Oljuráðlegg-
ingarnevndini heyði eisini
eina áheitan á oljufeløgini.
Hann vónáði, at tey fóru at
brúka sítt hugflog og sín
góða vilja til at fáa føroyska
samfelagið og vinnulívið
við í ein oljuútvikling, so-
leiðis at tað kom at skapa
arbeiði og inntøkur til land-
Hann vísti á, at frágreið-
ingin frá oljuráðleggingar-
nevdnini = viðger hesar
spurningar og vónaði, at
Oljuráðleggingarneyndin
kanska fór at verða før fyri
at skipa fyri fleiri seminar-
um í ár
Leiting og umhvervi
Ein av åhoyrarunum, Vi
berg Sørensen, reiðari segði
seg vera positivan mótvegis
eini oljuvinnu, tí samfelagið
kundi fáa fleiri bein at
standa á búskaparliga.
Hann vísti til fyrilesturin
hjá Hjalta í Jákupsstovu, har
hesin hevði ávarað móti tí
skaða, sum seismikkurin
kundi gera á eitt nú gýt-
ingarstovnarnar
Hann spurdi, hvussu tað
ber til, at vit hava einki
hoyrt til nakrar konsekvens-
útrokningar, hóast seis-
mikkur hevur verið skotin í
tvey ár.
-Eg vóni sjálvandi, at vit
finna olju, men her má
eisini vera pláss fyri fiski-
vinnuni, tí hana skulu vita
hava eftir oljuna eisini
Árni Olafsson svaraði, at
vit eru sera greiðir yvir ta
konflikt, sum er og vil vera
millum seismikk og fiski-
vinnu og nevndi í hesum
sambandi, at teir hava gjørt
nógv burtur úr hesum mál-
inum í frágreiðingini, sum
nú verður latin landsstýri-
num.
-Oljufeløgini skulu koma
vid egnum konsekvensút-
rokningum fyri tey øki tey
ætla at leita á, tå leitifasan
byrjar
Alex Buvik frá Oljufyri-
sitingini, sum hevur arbeitt
vid umrøddu málum, segði,
at tað í løtuni verður arbeitt
við eini ætlan, har flest allir
hugsandi spurningar um
umhvervi skulu savnast
Tvs. bæði datainnsavnan,
kortlegging av havum
hvørvi, vedurlag, biologi ol
Tað fer at verða álagt
oljufeløgunum at gera kon-
sekvensútrokningar. Hann
helt tað í fyrstu atløgu verða
rætt at hyggja eftir teimum
økjurn, sum verða boðin út
Ein kann so ikki krevja av
oljufeløgunum, at tey
skuldu kanna alt økid sum
heild
-Skal allur tann føroyski
landgrunnurin kannast, so
er hetta meira ein almenn
uppgáva
Hjalti í Jákupstovu frá
Fiskiránnsóknarstovuni
spurdi, hví Noreg fór burtur
frå tí skipan, sum vit før-
oyingar nú fáa, nevniliga
henni at lata tað vera upp
til oljufeløgini at taka sær
av hesum umhverviskann-
ingum heldur enn at lata tað
vera eina almenna uppgávu
her heima at stýra og standa
fyri hesum!
Fyrrverandi norski
fisstmálaráðharrin, = Jan
Henry T. Olsen segði, at
norðmenn høvdu broytt
skipanina frá 1985 - frá at
tað vóru oljufeløgini sjålvi
sum tóku sær av kanning-
unum, til at tað bleiv tað
almenna Noreg, sum stóð á
odda fyri arbeiðinum
Hann visti á, at tå skip
anin varð broytt, var hetta
tí at teir hildu, at tíðin var
komin til at taka alla øko-
skipanina við í kanning-
arnar
Vit hildu tað var ikki nóg
gott, um bert hvert einstakt
felag skuldi taka sær av
sínum øki. So stig varð tikið
til eina kanning av allari
økoskipanini, nú so stórt
virksemi varð á øllum tí
norska landgrunninum
Arni Olafsson segði, at í
frágreiðingini frá Oljuráð-
leggingarneyndini verður
lagt upp til, at feløgini sjålvi
hava ábyrgd av teimum øk;-
um, sum tey arbeiða í og at
visa, at tað tey ætla at gera,
ikki er skaðiligt ella av
ampa fyri nakað
Saknaði umboð fyri
fiskivinnu
Eisini ein tingmadur tók
orðið undir pallborðsorða-
skiftinum. Tað var Jóannes
Eidesgaard, fyrrverandi
landsstýrismaður
Hann segði seg vera fegn-
an um ráðstevnuna, men
hann saknaði okkurt umboð
fyri føroyska fiskivinnu har
Hann vísti á manningar-
trupulleikarnar hjá fiski-
vinnuni í dag og ímyndaði
sær hesar enn sterri. tå
oljuvinnan av álvara hevur
tikið dik á seg
Fiskiflotin er so mikið
gamal, at hann er ikki nóg
attraktivur fyri sjófólk. Her
høvdu norðmenn so betri
umstødur enn føroyingar
omandi oljuutviklingin
Stóra pallborðið í Norður-
landahúsinum í farnu
viku. Mynd jan
við teimum skipanum, sum
vóru galdandi fyri fiski-
menn
Jóannes Eidesgaard nam
eisini við ES-direktivið,
sum helst fer at galda fyri
Føroyar, um vit gera eina
EBS-avtalu við ES. Hann
spurdi, hvussu eitt slíkt
direktiv fór at gera seg
galdandi í Føroyum
Millum luttakararnar í
pallborðinum var eisini
fyrrverandi norski fiskari-
stjórin Knut Vartdal. Hann
vísti á trupulleikarnar at fáa
fólk til bæði fiskivinnu og
oljuvinnu men helt fyri, at
tað má skipasi so fyri, at
báðar vinnurnar kunnu
virka síðu um síðu
Hann helt føroyingar vera
væl fyri, tá talan er um
bátasíðuna í eini oljuvinnu
-Tit hava nógvar dugna-
ligar fiski- og sjómenn til
at manna bátar í oljuvinn-
uni. Tað ræður nú um at
finna rætta tempoið
Knut Vartdal helt annars
óttan fyri manningartrup-
ulleikanum í fiskivinnuni
verða væl grundaðan
-Rekrutteringin er tann
mest grundleggjandi trupul-
leikin í norskari fiskivinnu
í dag. Kanning vísir, at av
teimum ungu, sum fáa sær
víðari útbúgving, velja
minni enn 1/2% fiskivinnu.
Hetta vísir bert, at tað fer at
verða uppaftur torførari at
|
|
: