Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tioInaaDIavIo Vit hava altíð góðar vónir Kollfirðingar mannaðu ikki Kjøl á Norðovastevnu, men á heimasjógvi verður hann við. Tyskvøldid var myndamaður okkara, Jens Kr. Vang, við teimum tå ið teir vandu. Hetta kvøldið róðu teir kapp ímóti Havnarbåtinum til stuttleika. Havnarbåturin var við yvirlutan, men ikki nógv, hóast kollfirðingar ikki hava vant meiri enn nakrar heilt fáar ferðir — Kollfirðingar ganga høgt upp í kappróður. Hóast úrslitið á Norð- cyastevnu ikki var av tí besta, hava teir góðar vónir um eitt frægari úrslit á heimasjógvi fyri eygunum á bygd- arfólkinum AK! BERTHOLDSEN Hjartatátturin í eini hvørjari stevnu er sjálvandi kapp róðurin Og tað verður hann eisini á Sundalagsstevnuni, sum verður nú hetta vikuskiftid I ár verður Sundalags- stevnan í Kollafjørdi og hetta er triðju ferð, at Koll- firðingar skipa fyri almenn- um FM róðuri. Sundalagsstevnan gongur uppá skift ímillum tey trý plássini Kollafjørð, Hósvík og Hvalvík-Streymnes. Kollfirðingar høvdu stevnuna i 1991, 1994 og so er skjótt at rokna út, at tórnið er komið til teirra nú Ganga hegt uppí Kollfirðingar ganga høgt uppí kappróðurin - næstan líka høgt, sum teir ganga upp í hondvóltin, sigur Jó han Joensen, ein av fyrireik arunum Kollfirdinfurin var tann báturin hjá kollfirðingum sum stóð seg best á Norðoyastevnu, har ið hann bleiv nummar try. Men síðani hava teir vant enn meir Myndina tók J. Kr Vang av teimum týskvóldið Hann sigur, at eftir hond- bóltin, er kappróðurin tann stóra ítróttargretnin í bygd- ini Sjálvir manna Kollfirð- inar tríggjar bátar, sum taka lut í FM róðrium, teir eru fimm mannafarið Kollur, seksmannafarið Kollfirð ingur og 10 mannafarið Kjølur Men harumframt fara teir uttan iva at manna onkran bát afturat til teir óalmennu róðrarnar M.a. skal tað ikki undra nakran um ikki aldargamli grindabáturin, = Greivin, verður at síggja á fjørdin- um Tað hevur gingið heilt hampiliga væl at manna bátarnar, serliga táið fólka- talið í bygdini verður havt í huga Tí umframt kollafjarðar- bátarnar eru kollfirðingar eisini við at manna bátar úr ødrum bygdum Gekst ikki væl Higartil hevur bara ein FM róður verið, tað var Norð- oystevnan, sum var 31. maí og 1. juni Tá gekst ikki so væl hjá bátunum úr Kollafjørdi Men síðani hava teir havt 14 dagar at vant í og tað kann gera munin A Norðoyastevnu vóru teir ikki við í 10-manna- farsróðrinum. Dreingirnir við Kolli bliv-