leygardagur 14. juni 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A ak
Ábyrgdarblaðstjó jóri: | Blaðstjórnarfuiitrúi: Dagny Joensen, J
J Ú ; | Randi Jacobsen Grækaris D. Magnussen »t Sosialurin
an r
Fyrita ri:
isjan Í
Lýs ingar og sola:
larjun Dalsgaard
Okkum vantar
náttúrulóg og
náttúrufyrisiting
Oddagrein
NÚ gjørdist veðrið betri, og fólk fara út í
urtagarðin, í býin, hagan, oman í fjøruna, í
bátin ella bara leita sær út um teir fýra
veggirnar. Fólk fegnast um okkara vøkru
náttúru, og okkara góða umhvørvi, sum
hevur alt at siga fyri lívið á klettunum.
HALDA vit ikki havumhvervi okkara reint,
so er ikki lætt at selja okkara fiskavørur.
Fiskurin, sum svimur í heimsins reinasta
sjógvi, er framvegis hovuðsútflutningur okk-
ara. Tí er eisini neyðugt alla tíðina at gera
føroyingin — serliga tey ungu — tilvitandi um
umhvervisspurningar.
ÁTOKINI um »best røktu bygdina« og
„bestu umhvørvisundirvisingina á våri
1997< vóru góð og heppin. Eitt fullsett Norð-
urlandahús tað kveldið, vinnararnir vórðu
funnir, er prógv um, at áhugin er stórur.
FORVITNISLIGT var eisini at síggja, hvussu
nógv næmingarnir við teir ymsu skúlarnar
hevdu fingið burtur úr teimum degunum,
tey høvdu arbeitt við ávísum evnum, sum
høvdu við náttúru okkara at gera.
HESI tiltok eiga at verða afturvendandi, tí
tey kunnu eggja bygdum og kommunum at
rekja bygdirnar betur. Tað veri seg ikki bara
við at halda bygdina ruddiliga, men syrgja
fyri, at kloakk- og vatnviðurskifti eru í lagi,
og at gomul virði sum begarðar, gomul hús
og neyst, toftir, bøur og hagi verður hildið
viðlíka og varðveitt.
SOMULEIÐIS kunnu slíkar kappingar mill-
um skúlaflokkar elva lærarum og næming-
um at royna nakað nýtt og taka onnur
spennandi evni upp í skúlaarbeiði og frá-
læru. Harafturat kann hetta víðka sjónar-
ringin og gera tey ungu meira tilvitandi um
náttúru- og umhvørvisspurningar
MEN tá hetta er sagt, so skal leggjast aftur-
at, at okkum vantar ein heildarpolitikk á
hesum eki. Vit hava fleiri lógir — umhvørv-
islóg, náttúrufriðingarlóg, lóg um áir, hegn,
skógfriðingarlóg 0.s.fr. — men vit hava fram-
vegis onga náttúrufyrisiting. Harafturat er
líkt til, at arbeiðið at gera eina nýggja
náttúrulóg at loysa fleiri av hinum lógunum
av er steðgað. Men tað eigur at verða tíkið
upp aftur, so vit fáa eina tíðarhóskandi
náttúrulóg og eina veruliga náttúrufyrisiting.
Sosialurin
ri, uppseting og prent: Telefon: 11820
Telefax. 14720
Eyðun Klakkstein, 5 : ;
Blaðfólk: Argjavegur 26, Argjum email: =
Áki Bartholdsen, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosialur & olivant fo
Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Deildarleidari til ALS
Starvid sum leidari å tænastudeildini hjå ALS er leyst at søkja
Høvudsuppgåvan hjå tænastu-
deildini er at standa fyri sam-
skiftinum vid viðskiftafórkið hjá
ALS og at taka sær av målsvid-
gerðini í hesum sambandi.
Millum høvudsuppgåvurnar, sum
tænastudeildin umsitur, kunnu
nevnast:
> Viðgerð av umsóknum um
arbeiðsloysisstuðul.
> Viðgerð av sjålvbodnum
arbeiðsloysistryggingum til
m.a. sjálvsteðug vinnurekandi
> Skráseting av arbeiðsforleika
og -ynskjum hjá arbeiðs-
leysum
> Avgreidsla av fyrispurningum
um arbeidsloysisstudul
Leiðarin á tænastudeildini kemur
í stóran mun at taka lut í teimum
bygnaðarbroytingum, sum eru í
gongd, og at vera við til at
menna og skipa arbeiðið
soleiðis, at stovnurin hevur eina
haldgóða málsviðgerð.
Tann, ið settur verður, má vera
sinnaður at átaka sær eyka
arbeiði eisini uttanfyri vanliga
arbeiðstíð.
Talan er um eitt avbjóðandi og
krevjandi starv, sum gevur góðar
starvsroyndir.
Tað er av størsta týdningi, at
uppgávurnar hjá tænastudeildini
verða rektar til lítar og tí er
neyðugt, at leiðarin á tænastu-
deildini hevur:
> Góðan førleika til sjålvstødugt
at leiða og skipa arbeiðið á
deildini
> Dyggan vilja til, við samstarvi
og virkisfýsni, at menna
tænastustaðið hjá ALS
» Holla útbúgving og royndir
innan fyrisiting.
Fyrimunur er, um viðkomandi
eisini hevur løgfrødiligt innlit, t.d.
útbúgving sum cand. jur., cand.
merc. jur. ella cand. scient. adm.
ALS hevur til endamáls at veita figgjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum
møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði, og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska
ALS stendur stødugt fyri
broyttum arbeiðsfortreytum - í
letuni við einum minkandi
arbeiðsloysi. Í hesum sambandi
er neyðugt, at nýggi leiðarin á
tænastudeildini hevur evnir at
tillaga seg broytingar í arbeiðs-
umsteðunum.
Deildarleiðarin á tænastudeild-
ini myndar, saman við hinum
trimum deildarleiðarunum á
ALS og stjóranum, dagligu
leiðsluna á stovninum. Deildar-
leiðarin hevur beinleiðis tilvís-
ing til stjóran.
Lenin verður eftir avtalu.
Starvið verður at seta sum
skjótast, og umsóknir skulu
vera stovninum í hendi áðrenn
23. juni 1997.
Umsóknir skulu stilast til Sjúrð
Horsdal, stjóra á ALS, sum
somuleiðis kann geva nærri
frágreiðing um starvið. Ring
telefon 19550. Allar umsóknir
verða vidgjørdar í trúnaði
VALS
arbeiðsmarknaðin. ALS hevur, síðan stovnanina í 1992, umsitid arbeidsloysisstudul fyri
uml 1 mía. kr. 25 fólk starvast á ALS. Virksemið hjá ALS er í havuðsheitum lógarásett
Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og
| lentakarafelagunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya landsstýri
Arbeiðsloysisskipanin
PO Box 3022 * FR-110 Tórshavn
Tlf. 19550 + Fax. 10263
e-mail * alsGals okvant fo
GRAVSTEINAR
& KANTSTEINAR
Vit hava
fram-
syningar
i R. C. Effer-
søesgøtu 19
í Havn og
yvir av
skúlanum
í Runavík.
Vit eru altíð fúsir at seta
steinar upp fyri tykkum
Senda fegin príslista
við litmyndum
Svara eisini í viku-
skiftunum og
| eftir arbeiðstíð.
Tórshavn:
Runavík:
18323
47512
84512
88050
DANSTEIN
Landsbyggifelagið P/F
sekir
fólk til auto cad
Vit sóknast eftir einum fólki við royndum
í at tekna við auto cad, at byrja skjótast
til ber.
Arbeiðið umfatar tekning av ollum van-
ligum bygnings- og anleggskonstruktión-
um.
Starvið er eitt avloysara starv og verður
tí fyribils sett fyri eitt ár.
Nærri fæst at vita við at ringja til Hanus
Hansen á tlf. 14744.
Umsóknir skulu sendast til
Landsbyggifelagið P/F
Gronlandsvegur 5
Postboks 228
110 Tórshavn
um