Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 112 — 17. JUN! 1997 óður dagur í Stakkinum | Tjørnuvikinar umhugsa at gera tårar út í Stakkin við fremmandafólki RANDI JACOBSEN Leygardagin fyri 10 døgum síðan viðraði ikki. og tí var ætlaði túrurin tann dagin út í Stakkin av ongum Men seinasta leygardag bar til Hann hevði sagt høgætt, men tað var úrnyrðingur sum er góð ætt, tá tað er stilt Tjørnuvikingar høvdu lýst vid túrinum og biðið fólk teknað seg 150 fólk Farið varð úr Tjørnuvik klokkan níggju um morgun- in, og tey umleið 150 fólkini møttu øll í góari tíð. Summi komu heilt tíðliga. Bygd- arhúsið var opið, og har savnaðust tey. Øll høvdu latið seg hóskandi í til tårin Aðrenn farið varð til gongu, sungu tey sálmin Boðar tú til allar tjóðir, sum varð prentaður til dagin. Við teimum 150 fólkun- um fóru yvir 20 staðkendir menn, sum allir vóru í myrkamorreyðari troyggju og høvdu reyðan koll frå Føroya Bjór á høvdinum fyri at kennast aftur Fólkið varð býtt upp í tveir bólkar, alt eftir hvussu skjóitt tey hildu seg til at ganga, og fyri at sleppa und- an ov langari bíðitíð. Bara tvey fólk kuu í senn fara í kassanum eftir rennistrong- inum út í Stakkin Upp um lið Gingið varð upp um fjallið Kambsfløtuna og oman eftir Krákuni fyri ikki at seta fólk í vanda, men nøkur vildu heldur fara gjøgnum Dumbustíggj, har teir plaga at ganga, men tað undir egnari ábyrgd Jens Jensen, ein av fyri- reikarunum, sigur, at gll, sum ætlaðu sær ut í Stakkin, fullførdu tårin.Tvey fólk gingu vid, men tey høvdu frammanundan av gjørt ikki - , > Í húsinum á sStakkinum fingu øll sodavatn og sjokuldtu. Tjørnuvikingar høv du frammanundan verið úti i Stakkinum við hesum at fara yvirum Fólkini vóru ymisk til aldurs, nøkur børn vóru við, og fólkini komu ymsa staðni frá Tað er ikki so øgiligt at fara í kassanum út í Stakkin, tí tú sær ikki niður á sjógv Sundið er líkasum inni und- ir lenndinum. Á veg inn- aftur sær tú niður, og tað eru 133 metrar IT-samskipari Til rakstur, umsiting og menning av IT-innleggingunum hjá P/F Føroya Fiskavirking verður sekt eftir dugna- ligum IT-samskipara. IT-innleggingarnar eru átta lokalnet vid ialt umleið 80 arbeiåsstødum. Inn- leggingarnar eru grundaðar á Novell Netware sum netoperativskipan og Windows sum nýtaraflata. Ur høv- uðsskrivstovuni í Tórshavn er data- samskifti við fast tilknyttum linjum til sjey uttanhýsis stød (flakavirkir) Allar stødir nyta Concorde XAL og Microsoft Office sum stødisskipan. Harumframt eru nakrar sergjørdar skipanir, í hovuðsheitum gjørdar av eðrum edv útvegarum. Concorde XAL verður greidd á servaranum á hevuðsskrivstovuni. Arbeiðsuppgávurnar hjá IT-samskip- aranum verða: * Dagligur rakstur av øllum IT-inn- leggingunum hjá P/f Føroya Fiska- virking, íroknað stuðul til allar nýt- arar * Samstarv og samskifti við uttan- hysis IT-útvegarar * Saman við nýtarunum at gera krav- specifikationir sum grundarlag fyri menning av skipanum + Dagføring av útgerð og skipanum * Útbúgving av nýtarum, serliga til Microsoft Office skipanir. Vit leggja dent á, at umsøkjarar hava hesar kvalifíkatiónir: * Kunnleika til og royndir við Novell Netware skipað lokalnet. * Royndir við datasamskifti, eisini í sambandi við Internetið. * Góðan kunnleika til Microsoft Off- ice. « Kunnleika til Concorde XAL er ein fyrimunur, men eingin treyt. IT-innleggingarnar verða ætlandi ut- bygdar við t.d. EDI til uttanhysis sam- starvspartnarar. Tad er ti umrådandi, at umsøkjarar kunnu visa å hug og evnir til at verða við i eini skipaðari útbygging av IT-innleggingunum. Virkini liggja spjødd um alt landið, og er ti nakað av ferðing. EDV-deildin heldur til å høvudsdeildini Yviri vid Strond i Tórshavn. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi. Løn eftir avtalu. Um kunn- leikin innan t.d. Novell Netware ella Concorde XAL ikki er á nóg høgum stigi, er meguligt at fáa upplæring. Víðari útbúgving er eisini møgulig Allar umsóknir verða vidgjørdar í trún- aði, og skulu stílast til: P/F Feroya Fiskavirking Postboks 3183 - 110 Tórshavn Umsóknirnar skulu vera okkum í hendi innan 30. juni. Størvini verða at seta beinanvegin. Meir kann fåast við at venda sær til Leiv Michelsen á tlf. 12883. Væl gekk og frakta fólkið yvir um sundið. Allir veg- vísararnir fóru við. Tað gekk so mikid væl, at klokkan 13 vóru øllheima aftur Trygdartiltøk I Stakkinum høvdu teir spent bond út móti eggini og mæltu fólki til at halda seg innan fyri. Tað gekk alt væl Í Stakkinum fóru øll oman í húsið, sum teir hava at fara í, tá teir eru eftir seyði og fugli. Har fingu øll sodavatn og sjokolåtu Storsligin nåttåra Tad er ein heilt einastand- andi uppliving at fara út í Stakkin. Eisini gongutúrur- in sjálvur. Tað er stórsligið at síggja yvir á Risan og Kellingina, síggja bjørgini, yvir á Sjeyndir og so allan fuglin. Beint nú er fglæurin tó við at reiðast, men um ein mánað er meira lundi at síggja, og tá fara teir út at fleyga. Húsið stendur beint við lundalandið Jens Jensen sigur, at tey hava tað fatan, at øll vóru væl nøgd við túrin, og eing- in helt tað vera ov nógv at gjalda 200 krónur Tá tey komu heim aftur í bygdina, varð borðreitt í bygdarhúsinum við smurd- um breyð við føroyskum viðskera og einum heitum drekkamunni afturvið. Ein heil gonga. Tey býttu seg upp í tveir bólkar, eftir hvussu skjótt tey gingu, og fyri ikki at skula bíða so leingi, tí bara tvey fólk slappa í kassan í senn — Fólk møttu hóskandi klødd til gonmgutúrin. Teir 20 staðkendu vóru allir í morreyðari troyggju og høvdu reyðam koll frå Føroya Bjór á høvdinum fyri at vera eyðkendir