Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 107 — 10. JUNI 1997 ítróttar 13 Skráin fyri Intertoto-Cup er greið Nú er greitt hvørji lið eru við í Intertoto-Cup í summ ar og hvussu tey hittast Eitt føroyskt felag er við í hesi kapping, og tað er oddaliðið B36. Teir eru í bólki fýra saman við feløg unum Dinamo Moskva úr Russlandi, Genk úr Belgia, Panahaiki úr Grikkalandi og Stabæk úr Noregi Fyrsti dysturin hjá B36 verður longu komandi leyg- ardag á Svangaskarði. Mót- stødulidid verður tað belg iska Genk. Vikuskiftid 28 og 29. juni skal B36 til Nor egs at spæla móti Stabæk 6. juli spæla teir á Svanga- skarði móti russiska stór felagnum Dinamo Moskva og seinasti dysturin verður í Grikkalandi vikuskiftid 12. og 13. juli Allir bålkavinnararnir sleppa víðari til eitt enda spæl. sum hevur til enda máls at finna trý lið, sum sleppa við í UEFA-Cup, tá tann kappingin byrjar í august B36-spælararnir = hava eina sera strævna skrá fyri framman. Teir hava dystir í landskappingini, steypa kappingini og í Intertoto- Cup. Harumframt hava fleiri B36'arar eisini upp gávur á A-landsliðnum at røkja, og har eru fleiri dystir fyri framman eisini ek ; Á ; a“ af "KO | Gøta Ítróttarfelag TIMBURHANDIL Á KAMBSDAL Gl-málverjin Jens Martin Knudsen fegnast um eitt mál. Mynd: Jón Magnussen Klaksvikingar kendu KÍ aftur i try korter ótbóltur: Gøtumenn gjørdu sær dælt av tveimum brotsspørkum, og teir í KÍ vóru meiri enn illa nøgdir við fyrsta málið, sum teir fingu ímóti sær 1. deild menn: GÍ-KÍ 4-2 (3-1) Dúgvan gjørdi eykatúr um Leirviksfjørd, og sjålvt um årtøkan hevur verið soltin higartil, so vístu klaksvík- ingar enn eina ferð, at teir eru trúfastir ímóti KÍ Og tað lá beinanvegin í luftini, at:talan fór at vera um spennandi, ferðmikla og hendingarríka = uppgerð Bara lítil løta var farin, tá Pauli Jarnskor sendi frí- spark í tvørtræid, og í næsta KÍ álopinum smekkaði All- an Mørkøre í stólpan. So var tónin sligin ann, og á korterinum dømdu dómarin og linjuverjin, sum var staddur fimm metrar frá baklinjuni, fyri málið, og tað hóvaði als ikki klaks- víkingum og serliga KÍ málverjanum, Gunnari á Steig, sum so at siga ong- antíð áður hevur víst, at nakað av sinni býr í honum. Eftir innlegg úr høgru frá Rúna Justinussen, sum ikki var at kenna aftur frá vána- liga avrikinum í steypadyst- inum ímóti NSI, fekk mål- verjin fatur á stútaranum frá Såmali Joensen, sum saman við Paula Jarnskor mannaði aftaru = miðvallarplássini, meðan navnarnir Magni Jarnskor og Magni Jacob- sen lógu eitt sindur fremri og stuðlaðu Steve White. Linjuverjin, Arni Gunnar- son, segði, at bólturin heyði verið innanfyri, og tað helt dómarin, Oddmar Andrea- sen, seg til KÍ javnaði seks minuttir seinni, ella rættari sagt so var tað Símun Petur Just- inussen, aftasti maður í GÍ verjuni til hann í 2. hálvleiki noyddist út við skaða, sum fyri aðru ferð í ár á heima- velli beindi innleggi frá måtstødumonnunum aftur um Jens Martin Knudsen, men hesa ferð hevði bólt- urin ivaleyst farið í málið alíkavæl. Brotssperkini GI pen eftir lítlari løtu í I hálvleiki tvey brotssperk, báðu ferðirnar fingu teir mål, og tað hevði sjálvsagt nógv at síga fyri endaliga úrslitið Í 24. minutti helt dóm- arin, at Jan Andreasen rendi Sámal Joensen um koll fáar metrar úr baklinjuni, og fýra minuttir = seinni gjørði Gunnar á Steig eitt óneyð- ugt brotsspark ímóti nýggja stjórnuskotinum hjá GI, Magna Jacobsen. Um brots- teigarmarkið í vinstru royndi hann eftir dia- gonalbólt at prika framvið málverjanum, sum var lopin langt út. Gøtumadurin hevdi neyvan rokkið bóltinum aftur, men málverjin tók beinið undan honum, og dómarin metti, at hetta var innanfyri brotsteigarmark- ið. Pauli Jarnskor skoraði báðu ferðirnar. Seinnu ferð- ina var um reppið, at mál- verjin vardi fyri, men Pauli Jarnskor var fyrstur á retur- inum Spentu bogan hann brast KÍ uppstillingin var ødrvisi, enn hon hevur verið. Símun Waag Høgnesen var einsa- mallur miðverji framman- fyri Jan Andreasen. Símun tók sær av Steve White, einsamalla fremsta mann- inum hjá GI, sum serliga í 2. hálvleiki, fekk fleiri til- boð, men ikki megnaði at fáa úrtóku burturúr hundrað prosents kjansum. Heðin á Lakjuni var á miðvellinum, har hann í verjupartinum hevði til upp- gávu at fylgja reikandi Magna Jarnskor, og Rógvi Jacobsen var nýggjur maður á vinstra vongverja. Serliga seinna umfarið royndu klaksvíkingar at stríðast, og hóast teir høvdu ilt við at fáa spælið at flóta, og teir — akkurát sum GÍ gjørdi — ofta mistu tvør- bóltar, so hóttu teir so mikið í 2. hálvleiki, at tað lá í luft- ini, at fleiri mál fóru at koma. Spenningur kom í, tá Har- ley Bertholdsen í 53. min- utti smekkaði í kassan eftir gott upplegg frá Arnoldi Joensen, og so spenti KÍ bogan í botn. Tað mátti bera ella bresta, og tað brast. GÍ sektaði í 65. minutti, at KÍ verjuparturin var tunnur. Teir steðgaðu álopi, Rúni Justinussen spældi Henning Jarnskor leysan í høgra borði, og landsliðsmaðurin skoraði. So komu ikki fleiri mål, klaksvíkingar sóu, at stríðið var tapt, og í evstu létu versnaðu fyritreytirnar at vinna næsta stríðið, tí tá varð Allan Mørke rikin av vølli. (jh) LÍF tók seg um og vann stórt 2. deild menn: LÍF-B68 6-0 (0-0) Dysturin millum Eyst- uroyarliðini L ÍF og B68 fekk eina eitt sindur løgna gongd. Í hålvleik- inum hevði hverki av | liðunum klára at skora eftir 45 minuttir, sum vóru merktir av vána- ligum spæli. Eftir stegðin var LÍF sum hamskift og skor- aði ikki færri enn seks mál seinnu trý korterini Í fyrra hálvleiki noyddist frálíki áleyp- arin Gert Langgaard út við skaða í béininum, og hetta førdi við sær, at fleiri av teimum meira anonymu LIF”ar- unum í fyrra hálvleiki tóku sær rættiliga um reggj í seinna hálvleiki. Thomas Hansen og Kaj Eli Olsen skoraðu tvær ferðir í part, og Erik Lervig og Tórhall- ur Justinussen skoraðu | hver sítt mál. | verið meira LÍF-spælið var gott í seinna hálvleiki, og teir kláraðu ofta at bróta igjøgnum í síðunum og so spæla innfyri málið, har tað ofta leikaði hart á. Høvdu lorvíkingar neyvir seinna umfar, fingu teir nógv fleiri enn tey seks málini. Toftamenn vóru sjáldan gestir í hinum endanum, og teir for- máddu sær lítið móti LÍF-liðnum, og mesta av tíðini var talan um spæl uppá eitt mál — tað hjá B68. Eftir fleiri skuffandi úrslit á heimavelli, fekk LÍF umsíðir ein góðan | og væl uppibornan sigur til høldar, og teir togaðu seg upp á 12 stig, sum | er tað sama sum TB hevur. Eit' stig aftanfyri liggur hitt Suðuroyar- liðið Royn. Sumba er | langt frammanfyri hini líðini, sum hava møgu- leika at flyta upp, teir | hava 21 stig og heili 9 | stig eru niður til LÍF og TB. B68 liggur aftast i deildini, og ilt er at i- mynda sær, at liðið kann fáa tey stígini, sum kann bjarga teimum sessin í 2. deild. Næstu ferð hava teir sera týðandi dyst, tí tá kemur EB/ Streymur, sum er næst- niðast, á vitjan á Svangaskarði, og skal nøkur vón vera um at yvirliva í 2. deild; skal Í