hósdagur 19. juni 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 114 — 19. JUNI 1997
tíðindablaðið
15
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun KØolivant.fo
VIF ger
klårt til
Europa-
Cup
Hondbóltur: VIF verður við í Eur-
opa-Cup í ár, og teir fara nú at savna
pengar til ferðina. Leygardagin verður
jóansgkubál og dansur í Vestmanna
VÍF fer í ár at luttaka í Eur-
opa-Cup hondbólti, eftir at
føroysk feløg í fleiri år hava
latið hesa avbjóðing fara
aftur við borðinum
VÍF var í serklassa í
hondbóltskappingini í fjør,
og tað er skiljandi, at teir
nú meta seg vera til reiðar
til eina slíka risauppgávu,
sum Europa-Cup er
VÍF fer at luttaka í kapp-
ingini fyri meistara, og har
er lutakastið frítt. Tað vil
siga, at VIF kann koma at
meta hverjum liði tað skal
vera. Lutakastið er ikki býtt
upp í øki, soleiðis at norð-
anlond eru fyri seg, og ti
kann VÍF fáa måtstødulid
langt suðuri í Europa.
Av tí sama kann ferðin til
útidystin gerast sera kost-
nadarmikil, og vestmenn-
ingar ætla sær at savna
Kappingarnevndin hjá
Fótbóltssambandinum
hevur bíðið KÍ, B36 og
VB um frágreiðing, eftir
hendingar í dystunum
millum KÍ-GÍ og B36-VB
sunnudagin. Í báðum dyst-
unum var nakað av roki í,
og tilsamans gg spæl-
arar fingu reytt kort.
Í Gøtu fekk Allan Mørk-
øre tvey gul kort, og var
vístur av vellinum í yvir-
tíðini av dystinum. Eftir
útvísingina fór okkurt
pengar, so teir ikki standa á
berum, tá teir seinni í ár
skulu út at ferðast
Leygardagin verður tí
skipað fyri jóansgkubáli á
sandinum í Vestmanna frá
kl. 17.00. Kl. 18.00 fer Mar-
ia Hansen at halda réðu, og
bálið verður tendrað kl
18.30. Undir tiltakinum á
Sandinum verður felags-
sangur og spælt verður und-
ir. Pylsur verða grillaðar og
okkurt leskandi verður eis-
ini at fáa
Seinni um kveldið fer
bólkurin Moonshot at spæla
til dans í ítróttarhellini í
Vestmanna.
Tað er alneyðugt fyri
felagið at hava pengar tøkar,
tá teir skulu út at ferðast, tí
í mun til fótbóltsfelggini,
fær VÍF ongar pengar fyri
at luttaka í Europa-Cup
S$9 seint sum
VÍF hevur verið við í
summarkappingini í hond-
bólti, og har vunnu teir allar
dystirnar, sum teir spældu.
Hini liðini í kappingini vóru
Neistin og Kyndil.
Og fyrireikingin til Eur-
opa-Cup dystirnar, sum
vera seint í summar ella í
heyst heldur fram
Lutakastið verður 15. juli,
og tað stendur feløgunum,
sum hittast frítt at leggja
dystirnar. Teir skulu bara
spælast áðrenn 14. septem-
ber.
- Vit fara sjálvandi at
royna at fáa dystirnar
spældar so seint sum gjør-
ligt, so vit hava góða tíð at
fyrireika okkum ítróttarliga,
sigur Ingi Olsen. Saman við
Kára Durhuus tekur hann
sær av venjingini hjá VIF.
— Tað er sera strævið at
fara undir slíkt tiltak, tí um-
framt tað ítróttarliga, skulu
vit eisini savna pengar og
annars fáa alt við ferðing og
annað í rættlag.
Leygardagin sleppa Ingi
og. hansara spælarar bók-
staviliga talt í eldin, tá teir
fara at skipa fyri joansøku-
báli.
ek
Tú fært alt við
Í sosialinum kanst tú fylgja við í føroyska ítróttinum
So at siga hvønn dag hava vit ítrótt við í blaðnum.
Týsdag fæst alt at vita um tað, sum hendi í vikuskift-
inum. Frásagnir eru frá fótbóltsdystunum og øll tey
neyvu hagtølini eru við hvønn týsdag. Leygardag hava
vit sum vanligt upptakt til tað, sum hendir í viku-
skiftinum. Les Sosialin, so fært tú alt við
Ingi Olsen og VIF eru
farin undir fyrireik-
ingarnar til Europ-Cup
avbjóðingina
KÍ, B36 og
greiða frá
fram millum Allan og
dómaran, sum kappingar-
nevndin nú vil hava frá-
greiðing um.
hevur fingið freist til
leygardagin at svara uppá
skriv frá FSF og frágreið-
ingina sum dómarin Odd-
mar Andreasen hevur
skrivað um hendingina.
Í Gundadali var rok
millum spælarar hjá VB
og B36 í endanum av dyst-
inum, og serliga var tað
spælandi venjarin hjá B36,
VB biðin um at
hendingunum
Tomislav Sivic, sum gjørði
um seg. B36 er biðið um
senda sína søgu um hend-
ingarnar, og hóast tað ikki
er sannlíkt, at Eyðun Kjær-
bo fær meira enn ein dyst
leikbann eftir sítt reyða
kort, skal VB eisini geva
FSF sína síðu av sakini um
rokið millum spælararnar.
Freistin hjá VB og B36 er
sett til sunnudagin.
Tá FSF hevur fingið
svarini frá KÍ, B36 og VB
verða málini viðgjørd í
kappingarneyndini, sum
so tekur sína avgerð. Hetta
verður helst fyrst í kom-
andi viku, men koma svar-
ini frá feløgunum inn bein-
anvegin, er ligt at tað
verður áðrenn vikuskiftid,
at avgerðin fellur.
Í kappingarnevndini hjá
FSF sita Danjal Andrea-
sen, sum er formaður, Jens
Erik Rasmussen, Karl
Vidtfeldt, Óli Holm og
Mortan Poulsen.
Góðtaka feløgini ikki
avgerðina, sum nevndin
tekur, kunnu tey kæra av-
gerðina til dómsneyndina
hjá FSF, sum tekur enda-
liga avgerð. Í démsnevnd-
ini síta Jógvan Páll Niel-
sen, formaður, Christian
Andreasen og Jegvan M.
Eliasen.
ek
FSF
bidur um
domara-
sedlar
Fótbóltur: FSF
hevur å hvørjum
åri trupulleikar
vid at fåa allar
dómaraseðlar í
yngru deildunum
Inn
So at siga hvert ár hevur
Fótbóltssamband Føroya
trupulleikar við at fáa allar
dómaraseðlarnir í yngru
deildunum inn, so at støður
kunnu gerast upp, og kapp-
ingin leggjast til rættis víð-
ari
Í ár er einki undantak í so
máta, og FSF hevur sent
rundskriv til feløgini, har
teir biðja um, at allir dóm-
araseðlar verða sendir FSF
so hvørt sum dystirnir eru
spældir
Í teimum deildum, har
kappingin verður umskipað
í summarsteðginum, skal
FSF hava fingið allar dóm-
araseðlar í seinasta iagi á
juli
Dómaraseðlar, sum koma
seinni enn hetta, kunnu ikki
roknast við at verða tiknir
við í uppgerðina av fyrru
hálvu og tilrættaleggingini
av seinnu, sigur FSF í rund-
skrivinum, sum er sent øll-
um feløgunum í Føroyum
ek
Todi fær
nýggjan
venjara
Á einum tíðindafundi í FC
Keypmannahavn var greitt
frá einari stórari umskipan
í felagnum, og tað førir
millum annað við sær
Flemming Ø:stergaard
verður nýggjur stjóri i fel-
agnum, og at venjarin Kim
Brinck fær annað starv
Nýggjur venjari hjá Toda
og FCK verður sviin Kent
Karlsson, sum áður hevur
vunnið danska meistaraheit-
ið við Lyngby.
Umskipanin av ítróttar-
ligu og umsitingarligu
leiðsluni hevur sambært
nýggja stjóranum til enda-
máls, at gera FC Keyp-
mannahavn til eitt av stóru
feløgunum í Europa.
ek