fríggjadagur 20. juni 1997síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vegna vaksandi virksemi
verður sekt eftir lærara til
maskindeild skúlans
Maskindeildin:
Starvið er fulltíðarstarv, sum umfatar und-
irvísing í maskinsmíð við tilhoyrandi
ástoðisligum fakum.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum
maskinsmiður og minst 3-ára starvs-
royndir í hesum yrki á maskinverkstaði
ella líknandi arb.plássi aftan á lokna
lærutíð. Fyrimunur er at hava víðari út-
búgving sum maskinmeistari ella verk-
froðingur, men er tó eingin treyt.
Royndartíðin er 2 ár.
Tann, sum verður settur, má verða til
reiðar at taka lut í pedagogiskum utbugv-
ingarskeiðum eins og oðrum neyðugum
eftirútbúgvingarskeiðum innan fakið.
Starvið verður sett 1. august til at byrja
beinanvegin.
Lenin verður smb. sáttmála millum Før-
oya Landsstyri og Samrådingarnevndina
fyri undirvísarar á teknisku skúlunum.
Starvið verður sett treytað av myndug-
leikagóðkenning.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til skúlan á tlf. 11957.
Umsóknin til starvið skal verða skúlanum
í hendi í seinasta lagi 25. juni 1997. Við
umsóknini skal fylgja avrit av próvskjólum
og meguligar starvsváttanir. Umsóknin
skal merkjast >lærari til maskin-deildina«.
Tekniski skulin í Tórshavn
Marknagilsvegur 75, p.o.b. 239
FR-110 Torshavn
Landssjúkrahúsið
Heiliráðdeildin
100 Tórshavn
Læknaskrivarar
Eitt hálvdagsstarv sum læknaskrivari er
leyst at søkja frá 1. juli 1997.
Utbugving sum læknaskrivari krevst.
Løn- og setanartreytir eru sambært sått-
måla millum Føroya Landsstyri/ Sjukra-
húsverk Føroya og Starvsmannafelagið
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi verður
at senda til umsjónarmannin, Lands-
sjúkrahúsið, 100 Tórshavn.
Umsóknarfreist 27. juni 1997.
tíðindablaðið
et Fo
Nr. 115 — 20. JUNI 1997
Fýra av næmingunum á Fiskivinnuskúlanum vunnu føroyska partin av europeisku kappingini. Nú fara teir til halia
at kappast vi vinnararnar úr 10 øðrum londum
Teir fyrstu fiski-
vinnustudentarnir
Húgvuna á høvdid og síðan beina kós í flogfarið til Italia fyri at luttaka í al-
tjóða EBG-kappingini. Hetta er veruleikin hjá nókrum av teimum fyrstu næm-
ingunum, sum taka eina hægri fiskivinnutøkniliga útbúgving í Føroyum
A Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna eru næmingarn-
ir við at gera seg lidnar við
seinastu provtøkurnar, og
hósdagin í næstu viku siga
I I næmingar skúlanum far-
væl med alla. 8 av hesum
næmingum hava tikid eina
3-åra yrkisgymnasiala út-
bugving, sum eisini er ætlad
til vidari lestur. Hini 3 hava
tikid eina 2-åra vinnulivs-
rættaða atstødisutbugving. Í
fjør vórðu tey fyrstu atstød-
isprógvini handað á Fiski-
vinnuskúlanum, og hesir
næmingarnir hava allir fing-
ið arbeiði
Næmingarnir, sum nú
taka eina yrkisgymnasiala
útbúgving, eru samstundis
teir fyrstu av sínum slag í
Føroyum. Utbúgvingar-
skipanin á Fiskivinnuskúl-
anum er broytt fleiri ferðir
síðan skúlin byrjaði, og
krøvini til næmingarnar eru
nógv økt. Við teimum sein-
astu broytingunum kunnu
prógvini hjá hesum 8 næm
ingunum metast á jóvnum
føti við tey, sum td. taka
HH- ella HT-prógv
Kanningar vísa, at stórur
tørvur er á at útbúgva og
menna føroysku virkis-
leiðslurnar, og yrkisgymna-
siala fiskivinnuútbúgvingin
skal gera næmingarnar førar
fyri at fara beinleiðis í leið-
andi starv i fiskivinnuni
Onkur av næmingunum,
sum verða lidnir í summar,
hava longu fingið boðið
leiðandi starv í fiskiidnad-
inum, meðan aðrir fara und-
ir víðari útbúgving.
Fyrr í ár vunnu 4 av næm-
ingunum, sum verða lidnir
á Fiskivinnuskúlanum í
summar, tann føroyska part
in av tí europeisku EBG
kappingini millum mið
námsskúlar, um at seta á
stovn egið virki. Hesir
næmingar skulu dystast við
vinnararnar úr 10 ødrum
londum í tí europeisku
endakappingini, sum verður
í Ravenna í Ítalía 1. juli
Og hesir næmingarnir
hava stutta tíð at umráða seg
í, tí longu morgunin eftir at
teir hava fingið prógvið í
hondina frá skúlastjóranum
á Fiskivinnuskúlanum, fara
teir úr Føroyum við flogfari
Umframt at luttaka í sjálvari
endakappingini skulu næm-
ingarnir eisini vera við í
ymsum tiltøkum saman við
vinnarunum úr hinum lond-
unum
Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna hevur eisini í sein
astuni tikið stig til eitt tætt
ari samstarv millum fiski
vinnuskúlar í hinum Norð
urlondunum. Umboð fyri
fiskivinnuútbúgvingar í
Grønlandi, Íslandi, Noregi,
Føroyum og Danmark hitt-
ast tí á fundi í Esbjerg 11
og 12. september í ár. A
hesum fyrsta fundinum
verður avtalað, hvussu sam
starvið millum skúlarnar
skal skipast í framtíðini
Samstarvið verður stuðlað
av Norðurlendska Ráð-
harrastovninum og Jákup
Andreasen, skúlastjóri og
Eyðun Leo, praktikkleidar
umboda skúlan í Vestmanna
å ti fyrsta fundinum
Frítiðarskúlin
umskipaður
Nú skal hann hoyra til undir mentan-
ardeild Tóshavnar býráðs
RANDI JACOBSEN
Figgjarnevnd Tórshavnar
býráðs hevur samtykt heilt
at umskipa Frítíðarskúlin,
hvat leislu viðvíkur.
Frítíðarskúlin er skipanin
við virksemi fyri tey smáu
skålabørnini, tá ið tey ikki
hava tímar.
Higartil hevur Frítíðar-
skúlin hoyrt til undir sosialu
deild, men nú skal hann
undir mentanardeildina.
Fyrsta árið var Snæbjørn
í Dali leiðari á Frítíðarskúl-
anum. Hann var bara settur
fyri eitt ár.
Nú skal so skipanin
broytast, og Frítíðarskúlin
skal undir mentanardeild-
ina. Tað verður eingin leið-
ari, men deildin skal hava
serkøna hjálp, ein rådgeva,
til at taka sær av Fritidar-
skúlanum frå |. august og
fyribils til 31. juli næsta år.
Sjålvt um skipanin vid
Frítíðarskúlanum verður
fíggjað eins og barnaans-
ingin, sum er undir sosialu
deild, heldur Jákup Simon-
sen, leiðari á mentanar-
deildini, tað vera meira
hóskandi at hava skúlan
undir mentanardeildini,
sum hevur nógv við skúlar-
nar og skúlastjórarnar at
gera
Leiðarin á mentanardeild-
ini er eisini skrivari í skúla-
ráðnum.
- Uttan gott samstarv við
skúlastjórarnar br ikki til at
hava Frítíðarskúla, sigur
Jákup Simonsen