Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: | Jan Múller | Randi Jacobsen | Fyritaksstjóri: | | Krisjan Dahl | Blaðfólk: | Lýsingar og sola: | | Áki Bertholdsen, Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov, Dagny Joensen, | Grækaris D. Magnussen Eyðun Klakkstein, | Ljósmyndari: | Jens Kristian Vang Útgevari, uppseting og prent: Sat: Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn | | Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: ialur & olivant.fo 7 Landsstýrið mist tamarhaldið Oddagrein EINGIN skipasmiðja bjóðaði sær fram til at gera Nólsoyar Páll lidnan. Orsøkin er, at skipasmiðjurnar hava ikki álit á borgarliga landsstýrinum. Nýggjastu hagtølini vísa, at peningurin fossar úr almenna felagskassanum, landskass- anum. Alt meiri fiskur fer óvirkaður av landinum. Og landsstýrið rættir ikki hond frá síðu fyri at fáa kærkomnu sildina virkaða í Føroyum. FORMAÐURIN í sambandsflokkinum á Tingi hevur rætt, tá hann sigur, at nú er Nólsoyar Páll ikki trupulleikin. Haraftur- ímóti er John Petersen trupulleikin hjá landsstýrissamgonguni. Men vit mugu leggja afturat, at borgarliga landsstýris- samgongan er vorðin stóri trupulleikin hjá Føroya fólki. LANDSSTÝRIÐ hevur fullkomiliga mist tamarhaldið á stoðuni vinnuliga og fíggj- arliga. Í seks ár hevur verið spart og tanlað. Stórir samfelagspartar eru skor- nir at beini. Men tær neyðugu rationalis- eringarnar við einum veruligum per- spektivi eru ikki gjørdar. Og logmaður smilir: - Her stendur væl til! HVORJA ferð okkurt målsøki hevur tvørra pening, so er nýggj játtanarlóg legd fram. Tá hetta er mannagongdin, er lætt at fáa javnvág á fíggjarlógina um ársskiftið, um landsstýrið bara kann sleppa endanum seinri. Men tá lands- stýrið heldur, at fíggjarliga stoðan er so góð, má ásannast, at grundarlagið, sum m.a. javnaðarflokkurin legði í ringastu kreppuárunum, er stak gott. NÚ boðar John Petersen frá, at í summ- ar skulu nakað gerast, so meiri fiskur verður virkaður í Feroyum, tí nú er heimildin í lagi. Men hann hevur jú havt heimildina at gera nakað sambært grein 19 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Og fiskur í tonsatali er farin av landinum í bingjum alt tað seinasta árið, hann hev- ur sitiå í Nesinum OG hevur hann ikki eisini ábyrgdina av sildini - havsins silvur, sum vit hava bíðað eftir í eini 20 ár. Av tí landsstýrið hevur verið so lítið framskyggið, ella bart tú dólskt, fer meginparturin av hes- um kærkomna tilfeingið til idnað. Og sildin verður fyri stóran part kanska ikki landað í Føroyum, men uttan- lands. SAMANUMTIKID má aftur slåast fast, at sama borgarliga atgerðarloysi, sum gjørdi seg galdandi í fimtiårunum og fyrst í åttatiårunum, aftur er um at koma okkum aftur um brekkur. Landsstýrið hevur fullkomiliga mist tamarhaldið! Sosialurin Ein hugsan og onnur um FR kortið Í Sosialinum tann 18. juni hevur Muldi Manai, stjóri á matstovuni Rio Bravo í Havn, viðmerkingar til ta nýggju skipanina viðvíkj- andi FR gjaldskortum Muldi sigur m.a. at peninga- stovnarnir misbrúka okk- um Henda nýggja skipan hevur tað við sær, at nú skulu handilsfólk sjálv senda FR kortini til danska stovnin PBS, sum síðan flytir peningin á konto hjá handilsfólki Skipanin frammanundan var einføld og hdilig. Eitthvert FR kort kundi metast sum kontant gjald, verða drigið av keyp- arakonto beinanvegin Nýggja skipanin hevur undir gllum umstødum fleiri vansar við sær fyri handilsfólk. Skipanin gevur meira arbeiði til handilin og sum vera man, tá ið pen- ingurin skal umvegis danska stovnin PBS, tekur hetta fleiri dagar, áðrenn peningurin sæst aftur á konto seljarans. Henda seinkan broytir soleiðis eis- ini gjaldfør: seljarans. Annað er so tað, at føroya Sparikassi i brævi til vid- skiftafólk síni »elegant« skrivar, at skjølini, bræv- bjálvar og kort, til skipanina kunnu keypast í einum virki, og bara einum, í land- inum. Hetta merkir, at øll viðskiftafólk skulu venda sær til hetta eina virkið Annars alt gott at siga um hetta virkið, men tað heyði verið rímiligt, at handilsfólk høvdu meira enn tann eina møguleikan Teir handlar, ið hava sleðu kunnu eisini venda sær til sama virkið og keypa ein terminal, tí so slepst undan, at kortini verða send av landinum, og avroknast kann beinanvegin og bein- leiðis um terminalin. Vit fáa at vita, at terminalurin kost- ar fleiri túsund krónur og fæst í fleiri sniðum, men ikki fæst at vita, um termin- alurin avgjørt íkki altíð er serliga praktiskur, og má metast sum rættiliga stór og óneyðug fløga hjá nógvum smáhandlum samanborið við gomlu skipanina Í Sosialinum 19 svara peningastovnarnir aft- ur, og umboð fyri Spari- kassan og Føroya Banka grundgeva og siga sína hugsan um vidurskiftini Teir, ið gera hesar viðmerk- ingar er ikki hvør Hanus og Janus, men fólk, ið sita á ovastu rókum í penigna- stovnunum. — Yvirskriftin henda dagin er at »FR kort- ið skal eisini brúkast aðra- staðni< Har fáa vit m.a. at vita, at danski stovnurin PBS eigur skipanina, at hetta er stór sparing fyri føroysku pen- ingastovnarnar, at teir nu sleppa frá at avrokna bein- leiðis við føroysk viðskifta- fólk. Og vit fáa meira av somu skuffu, ið eingin grund er til at endurtaka her, tí hetta, eftir mínum tykki, eru ússaligar umberingar Sambært greinini, so byrjaðu peningastovnarnir við hesi skipan í 1988, og alt Føroya fólk hevur nú í næstan 10 ár fingið at vi? frá somu peningastovnum, hvussu sinart, praktiskt og trygt FR kortið er at brúka. Urslitid av hesari herferð er sanniliga sjónskt, tí nú hev- ur gud og hvgr maður eitt tilikt FR kort Eg havi altíð hildið, at peningastovnar eru tænastu- fyritøkur og eiga at gera sítt besta fyri at tæna viðskifta- fólki á besta hátt so smid- liga sum gjørligt. Í hesum føri haldi eg, at henda nýggja skipan er sera illa umhugsað og tænir ongum uttan kanska peningastovn- unum, at teir kanska kunnu spara nakrar krónur og kanska soleiðis fáa eitt sind ur stórri avlop, sum teir kunnu senda av landinum og keypa donsk virdisbrøv fyri Fyri at venda aftur til greinina >FR kortið skal eisini brúkast aðrastaðni<, so er hetta ikki kjarnin í málinum. Eftir mínum tykki er kjarnin í málinum, tað sum tænir viðskiftafólki best. Alt annað tos er utt- anumtos og bíligar umber- ingar Annfinnur Zachariassen Um viðrar verða Summ- arsólstøður i Sandagerði mánakveldið 23. juni kl 21.00 við báli, sangi og Utbyggingarætlanin av NMT 900 heldur fram. Umframt sendaran å Presttanga í Vágum, sum varð settur til síðst í maí mánaði, eru nú els- ini sendarar á Sandfelli og á Stødlafjalli settir til Sendarin á Sandfelli víðkar um útreiðslugkið til eisini at umfata meg- inpartin av vegastrekk- inum úr Vestmanna til Kollafjarðar og Kald- baksfjørdin. Sendarin á Stødlafjall: dekkar Syðru- og Nordragøtu, umframt at ein betri Summarsolstødur i Sandagerði Betri NMT 900 fartelefontænasta rødu, sum Finnur Johan- sen heldur. Skótar selja kakao, bollar og poppcorn dekningur eisini verður framvið Skålafjørdin- um Innan 1. juli verða eis- ini sendarar settir til á Hálsinum í Klaksvík, í Nesvík og í Vági. Hesir fara at dekka Leirvik, part av eystaru síðu av Kallsoynni, stóran part av Sundlagnum og Vág og økid rundanum Telefonverkið ger vart við, at:eisini innanfyri nevndu øki kann tað koma fyri, at minni góð ur dekningur er Lúðurhornatónar umborð á Høganesi Tá id skålafjardarstevn- an er farin at halla, sunnukvøldid 22. juni, verdur ein forkunnug konsert umborð á slupp- ini Høganesi í Runavík. Tað er svenska Ann- Mari Sundberg, sum fer at blása í ljóðferini bukkahorn, neytahorn og lúðurhorn. Eisini fer hon at greiða frá um hesi Mynstrutir og slættir elligomlu ljodføri, sum hava verið nýtt sum tón- leika- og signalhorn í Norðurlondum í meira enn túsund ár Hetta verður ein rætti- liga stutt konsert. Hon byrjar klokkan 20.00 sunnukvøldid, og varar umleið ein hálvan tíma. Konsertin er ókeypis { RKS INGA STÓRT ÚRVAL * SKJÓT LEVERING Prísir fyri parið úr kr. 600,- fn Ur Og Gsriður - ET 1080 me