týsdagur 24. juni 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UUU
EET
Í
Nr. 107 — 10. JUNI 1997
ítróttar
Edmund Jacobsen og B68 snýttu Agnar Højgaard og GÍ. Toftamenn stríddu seg til óvæntaðan javnleik i Gøtu
B68 var ikki til
at kenna aftur
Fótbóltur: Sammett við higartil í år, so vóru toftamenn hamskiftir, tá teir stríddu seg til javnleik
móti føroyameistarunum
1. deild menn:
GÍ-B68 1-1 (1-1)
Gøtufélk fóru til hús úr
Sarpisgerði sunnudagin við
fatanini av, at teirra høvdu
tapt tvey stig, og toftafólk
fóru út um Getueið í góðum
hýri við einum stígi í við-
førinum. Tað høvdu bara
tey mest optimistisku B68
viðhaldsfólkini torað at
vónað, tá tey eftir døgurda
fóru heimanífrá.
Higartil í ár hevur tað bar-
a verið svart í svart hjá toft-
amonnum. Og í síðstu viku
kallaði nevndin spælararnar
saman til fundar.
Onkur kallar tað kreppu-
fund, men uttan mun til hvat
bleiv tosað um, og hverjar
niðursteðurnar vóru, so
kann staðfestast, at hóast
spælararnir vóru umleið teir
somu í Gøtu, sum teir hava
verið higartil, so var talan
um eitt fullkomuliga ham-
skift lið.
Hugburðurin hjá B68 var,
soleiðis sum hann plagdi at
vera, tá toftamenn vóru
millum teir fremstu. Teir
striddust um hvønn einasta
bólt, teir vunnu flestu nær-
dystirnar, og teir fluttu seg
fyri hverjum ødrum.
B68 Fy var broytt nakað,
og broytingarnar hepnaðust
væl.
Jákup Eli Olsen, sum er
vorðin liðformaður, eftir at
Øssur Hansen hevur stungið
í sekkin, var á aftasta manni.
Kjartan Neså, sum av 6-
rannsakiligum orsskum
higartil í ár fyri tað mesta
hevur verið eykamálverji í
2. deild, vardi málið, tí All-
an Joensen, sum hevur vart
málið í øllum landskapping-
ardystunum í ár, noyddist at
sita uttanfyri við skaða.
Hesir báðir, Jákup Eli Ol-
sen og Kjartan Nesá, gingu
undan, og allir hinir á tofta-
liðnum fylgdu eftir. Verjan
var væl betur stýrd, enn hon
hevur verið, Fróði Benja-
minsen vann so at siga
hverja ferð, tá høgir bóltar
komu í brotsteigin, og á
miðvellinum stóðu Olaf
Højgaard og Steinar Han-
sen, sum fyri fyrstu ferð
fekk meguleikan frá fyrsta
bríksli, seg væl, og serliga
eyðsýnt var tað, at jugoslav-
in Mio á verjukenda mið-
vellinum spældi nógvar
ferðir betri, enn hann nakr-
antíð hevur gjørt.
Mettir meistarar
Gøtumenn vóru í somu út-
gávu, sum teir plaga at vera
í, og teir liðu partvís undir
sama veikleikanum, sum
teir fleiri ferðir hava gjørt
fyrr í ár.
Ofta hevur tað verið vøru-
merkið hjá gøtumonnum,
og teir hava vunnið nógv
stig uppá, at spælararnir
hava verið sannførandi i
nærdystunum, og at teir
hava arbeitt nógv fyri hvørj-
um ødrum.
Hetta sást lítið til sunnu-
dagin. Tað skal ikki skiljast
soleiðis, sum at GÍ lá undir
fyri gestunum. Tað gjørdu
teir ikki, og serliga í 2. hálv-
leiki gekk alt meiri fyri seg
á hálvuni hjá toftamonnum,
sum vóru mest hugaðir at
verja tað, teir høvdu skavað
til sín fyrra umfarið.
Men GÍ megnaði ikki at
fáa samanspælið at ganga
skjótt og harvið at rysta
måtstødumenninar av sær,
skapa fleirtalsstødur og
upplagdar málmeguleikar.
fyrra semifinaludystin-
um ímóti NSÍ vóru gøtu-
menninir púra ymiskir tey
bæði umførini. Ta ferðina
høvdu teir 2. hálvleik å-
grýtni, sum toftamenn
høvdu hesa ferð. Men hesa
ferð sást aftur, at teir í GÍ
eru verstu mótstóðumenn-
inir hjá sær sjálvum. Teir
hava vunnið so nógv, og teir
kunnu vinda seg upp, tá
nógv stendur uppá spæl.
Tað mundu teir ikki halda,
at tað gjørdi hesa ferð, og
tá teir sum 2. hálvleikur leið
royndu at skifta gear og at
leggja trýst á, so eydnaðist
tað ikki at fáa urtøku burt-
urúr.
Símun Petur Justinussen
var fluttur fram íálopið, og
teir høvdu fleiri enn 10
hornaspørk, men einki
spurdist burtur úr, heldur
ikki tá teir tvær ella tríggjar
ferðir komu til baklinjuna
og løgdu flatt innfyri. Tá
vóru verjuspælararnir hjá
B68 fyrri á enn álopsmenn-
inir hjá GÍ, ella vóru inn-
leggini ikki nóg neyv.
Målini
Gøtumenn komu å odda, tå
góður hålvur tími var farin.
Símun Petur Justinussen
hevði verið frammi við
fleiri hornaspørk, men hann
hevði hverja ferð verið væl
ansaður. Hesa ferðina var
hann púra blankur og
stútaði innleggið úr vinstru
inn við nærra stólpanum.
Steinar Hansen javnaði,
tá 39 minuttir vóru farnir.
Talan var um rættiliga gott
mál. Sum so mangan so
vunnu toftamenn bóltin á
midvøllinum, álopið endaði
við innleggi og bólti út frá
aftur, og úr 18 metrra fjar-
stóðu smekkaði miðvallarin
við ytru síðu ein skrúvandi
og flatan bólt, sum brast í
handara stólpan, áðrenn
hann legði seg í meskarnar.
Gl hevði fleiri aðrar
møguleikar, og fram ímóti
endanum noyddist Kjartan
Nesá at bjarga í stórum stíli
fyri at hann og hansara
menn skuldu fáa nakað við
til hús aftur.
jh
soslalurin - fimm ferðir um vikuna
Sunda-
lagið tók
seg frá
botninum
2. deild menn:
B68-EB/Str. 0-2 (0-1)
Higartil hevur tað skorist
vánaliga hjá EB/Streymi
Men tá Harry Benjamin-
sen kom við sínum monn
um á vitjan á gamla
hermavøllinum hjá sær, so
gekk tað so míkið væl. at
EB/Streymur fór avstað
við ellum. og í hvussu so
er fyri fyrst er leyst av
botnplássinum og harvið
hóttanini um beinleiðis
nidurflyting
B68 tapti 2-0, og teir
eru nú so mikið nógv aft-
astir, at tað er ilt at ímynda
sær, al teir skulu megna
at koma undan mourflyt-
ingini
A báðum liðunum eru
frá umfar og til umfar
nógvar útskifungar. Mót-
gongdin hjá B68 man
hava tikið nakað av hug-
mum hjá fleiri at gera
nógv við venjingina. Tað
hevur gingíð væl í 4
deild, og hesa ferð vóru
onkrir, sum hava verið
fastir fúsir har, í 2. deild
Td. gomlu 1. deildarspæl-
ararnir Ingemar Højgaard,
sum var á miðvellinum,
og Fróði Davidsen, sum
var á vongverjanum í
høgru.
Fyri at skapa størri
tyngd á miðvellinum
hevði Harry Benjaminsen
flutt Brian Jensen av aft-
asta manni og fram á mið- |
vellin, og veteranurin
Ólavur Hlyghamar var
nýggjur á aftasta manni.
/Streymur fekk hol
á, tå fýra minuttir vóru |
farnir. Vongverjin í vin-
stru, Hans J Johan-
sen, ifl innfyri,
og vi a stólpan
Hegni Djurhuus, bóltin-
um í málið.
rr Jensen til 2-0. Eftir
ga framlegging stútaði
hann um Albert
Gaardly í B68
málinum.
2. hálvleik trýsti B68
sið alt meiri yvir á
vuna hjá gestunum,
leikar, men teir vóru ov
lítið avgjørdir, tá møgu-
dúvaði 2.
hálvleik fyri tað mesta
uppá .
í Fuglafirði, „men sum
|
Í
hevur spælt við EB/
Streymi 'U tey sein-
astu , var tvær
um, báðu ferði
vardi málverjin væl
Komandi Sri
1
y på . rl
eet barin