mikudagur 25. juni 1997síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
yngri børn
Jolly-cola afturvið
STÓRA TAKK!!!
"Sera væleydnað tiltak
hjá Neistanum
á Skálatroð
Henda góðveðursleygardagsmorgunin 21. juni vóru
vit mong foreldur og børn, sum høvdu leitað okkum
yman á Skålatrød at hyggja at hondbóltskapping fyri
Í Í slíkum tiltøkum valdar ofta hurlivasi, og ivasamt
er. nær hvert barn skal spæla. Men her var eingin
slingur í valsinum. Tað var væl lagt til rættis, og liðini
spældu til ásettu tíð. Og tað besta av øllum var, at
eingin fór vónsvikin heimaftur. Tað var so sosialt,
sum nakað. Lidini, ið vunnu høvdu bólkin, tey vistu
tað sjálv, og so varð ikki meira tosað um tað. Og so
fingu annars allir luttakarar eitt Kit-Kat og eina stóra
Seinni kundu tey, sum vildu fáa tikið eina mynd av
sær saman við einum av teimum navnframastu fót-
bóltsspælarunum, vit eiga, fáa eina, og mong tóku av.
Fyri ein rímiligan pening fekst tú myndina — eina
frálíka mynd — tveir tímar seinni. Og um tað kundi
tykjast eitt sindur langligt at ganga og mala har, so
fekst tú kaffi og hemabakada køku fyri 5 kr. Og oman
á alt høvdu børnini møguleikan at skjóta í eitt mål og
vinna ein fótbólt. Og alt hetta, uttan tær stóru reklam-
urnar, so at tú feldi teg ikki noyddan til nakað
Ikki minst takki eg teimum yngstu fyriskiparunum
fyri, at teir hugsaðu um at koma rennandi við einum
stóli. um nú ein omma ella ein abbi skuldi komið
framvið, sum ikki orkaðu at standa uppi hesa løtuna
Minnist til
haldaragjaldið!
E. S. Clementsen
tíðindablaðið 500
Lesarabrøv
Nr. 118 — 25. JUNi 1997
ÉT
Lógarsmíð í Føroyum
a, ff[f[———————LZf[f[fffffffffff[f—[—[[——[—[—[[[[[fff—
Tað man vera mangur við
mær, ið undrast á, hvussu
lurvutar lógir og reglugerðir
eru háttaðar, og man hetta
helst vera meinlíkt tí, ið
okkara forfedrar skírðu
krotusmíð. Hetta er sera
merkiligt, tá ið hugsað verð-
ur um, at næstan alt verður
skorið eftir leisti úr granna-
londunum, so høvi at rætta
tey brek, sum hesi lond hava
havt, áttu at verið itøkilig.
Nú kann ein hava hug at
fregnast, hvat meinast hetta
við. Lat tað allarfyrst verða
sagt, at hetta er eitt sera
tydningarmikid mál, og at
hetta er hverjum einasta
borgara viðkomandi so ella
so
At tað er so lítið hugaligt
at fåast við høvudsvinnuna
sum tað er í dag, tað man
harma mangan, og lat meg
sláa fast, eg veit at tað eru
mong. ið taka undir við, at
tað sum kemur niðan eftir
úr fongríka havinum, hevur
verið munagott, tí er tað
sera umráðandi hjá tykkum
ið stíla fyri at bera so í
bandi. at tað aftur verður
hugaligt og at trivnaður
kemur í hesa vinnu. Hon er
komin út á eggina, so nú má
ikki setast meira út, men
farast til verka. Vit vita øll,
at tá ið fjarfiskarfið varð so
nógv skert, sum tað er,
hevur tað havt sítt keðiliga
árin, men tað verður helst
ikki ødrvisi, og er ikki
nøkur umbering fyri tykk-
um, sum ráða. Men her má
nakað setast í verk, sum
higartil einans hevur verið
orðabrask. Her skal annað
og meira til.
Nú komu so harraboð
uttaneftir frá ICES. Ein
ráðavillur formaður í fiski-
vinnunevndini var á skíggj-
anum, og sá tað sum sum
hesin visti ikki nakra loysn.
Eg haldi, at her kann neyv-
an vera nakar ivi. Her má
og skal skerjast av tí endan-
um, sum er mest týnandi
fyri stovnin. Hetta er betur
sagt enn gjørt, og er eim sera
torfør leið, sum krevur eina
harða hond, um sleppast
kann um mjáðan og aftur
skal vera hugaligt at hyggja
omaneftir.
Ein annar garpur var á
skíggjanum og tosaði um
kappingarføri. Eg skal ikki
siga tær ímóti, Poul Michel-
sen, men at tú fert rættiliga
skeivur, tá ið tú heldur lág-
mæltur helt, at eisini í prísi
vóru vit kappingarførir
Tað er júst her, ið skógv-
urin klemmar. Vóru prísir-
nir líka góðir, sum í teim
londum, ið okkara óvirkaði
fiskur verður avreiddur, so
fór eingin stertur av landin
um, so einfalt er hetta. Og
tað er júst her, ið tú skalt
bróta upp um armar og fáa
hetta í eina góða legu,
heldur enn sum nú at spæla
út undir okkara politikarar
og síðan at fáa teir krotu
smiðirnar at lóggeva, at ikki
er loyvt at selja fiskin, har
besti prisurin er. Ta heyði
verið nóg mikið at hugsað
tankan og ivaleysa niðar-
laga riðið, tíans heldur at
koma fram í miðlunum við
tí. At tað allar dagar hevur
roynst betur at fiskað við
skipum í grannalondunum,
er eitt sera ramligt prógv
fyri, at okkara fiskaprisir
her á landi er ov lágir, tað
slepst ikki uttanum.
Hetta er harmuligt, og má
øll orka leggjast júst í hetta.
Hepnast tær hetta, Poul
Michelsen, so verður tú ein
seint gloymdur maður.
Tað, sum ein kann undr-
ast á, tað er, at miðlarnir eru
duguligir og ágrýtnir at
kunna okkum um hitaløg og
valuta, men ikki verður
grett um fiskaprísir í
grannalondum. Hetta átti at
verið lagaligt í hesi fram-
komnu tøknitid. Havi hoyrt
um ein av okkara úrmæl-
ingum sum skipara, sum
fyrstu ferð var noyddur
suður til Havnar at fáa fiski-
loyvi, áðrenn farið varð til
Íslands. Tað sást á mannin-
um, tá ið hann kom við stór-
um brævbjálva í hondini, at
tað var nakað, ið nívdi. Ein
vinmaður helt fyri við hann
Nú hvat bagir! Hann svar-
aði hugsunarsamur og helt
fyri: Eg eri glaður at vera
vorðin gamalur, men mær
tykir hjartaliga synd í teim
ungu
Veitst tú hvat, tá eg í
morgun kom út í Nesið,
kom ein ung genta og hand-
aði mær loyvið. Hon hevði
so stuttan kjóla, at hann
valla skjúldi skommina.
Havi mínar tankar um,
hvussu leikur fer, nú ið
plinkarnir skulu leggjast frá
teim breiðu mahogny borð-
unum úti í Tinganesi.
Beinrakið hevur verið hjá
hesum roynda reystmenni.
Vit, sum beinleiðis eru
tengd at høvudsvinnuni,
seta okkara vón til tykkum,
at tað, sum tit fara at gera
nú, má bera brá av skyn-
semi, so hetta álvarsmál.
ikki sum higartil onkurs-
vegna, tí hugsað einans er
um, at sæti á tingi má varð-
veitast, kosta hvat tað kosta
vil.
Tað at vera ein góður
politikari er sanniliga at
tora, og tað er hetta dirvi,
ið skortar í ólukkumát.
Hugsið um reystmennið
Winston Churchill, har
hann einki betur hevði at
bjóða enn stríð, mødi og
blóð, men sigursharri, sum
heimurin seint gloymir
Ein áheitan á teg, Jørgin
Niclasen, sum í hesum føri
er skurðlækni til sjúku
høvudsvinnu okkara: lat tað
ikki sigast um hesa v iðgerð
at skurðviðgerðin eydnað
ist, men sjúklingurin and
aðist. Vóni at ryggur verður
við álvara lagdur til at loysa
hesi mál
Heilsan,
Leivur Eidesgaard,
Oyndarfirði
Meginfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna:
Útróðrarmenn eiga
at sleppa at fiska frítt
Í sambandi við at Megin-
felag Vinnurekandi Útróð-
rarmanna er sett á stovn,
skulu vit við hesum greiða
frá endamálsgrein felagsins
og teimum ætlanum, sum
nevndin hevur fyri virksemi
felagsins.
Endamál felagsins er at
savna allar teir vinnurek-
andi útróðrarmenn, sum
hava útróðurin sum høvuds-
vinnu í eitt felag, sum skal
arbeiða fyri åhugamålunum
hjá hesum vinnubólki.
Hevuðssjónarmið okkara
er framvegis, at útróðrar-
menn í Føroyum eiga at
sleppa at fiska frítt, tí við
teimum natúrligu avmark-
ingum, sum útróðrarmenn-
inir, m.a. orsakað av
streymvidurskiftum og veð-
urlikindum virka undir er
greitt, at útróðurin á ongan
hátt er ein hóttan móti fiska-
stovnunum undir Føroyum.
Vit hava tíverri ásannað,
at politisku myndugleikar-
nir ikki vilja fylgja sjónar-
miðum okkara, tí meirilutin
í légtinginum hevur avgjørt,
at avmarkingar skulu galda,
eisini fyri útróðrarflotan, og
undir hesum umstødum
halda vit tað vera umráð-
andi, at teir útróðrarmenn.
sum bert hava útróðurin at
dúva uppá, fáa tillutaðar so
nógvar fiskidagar. at teir
kunnu liva av útróðrinum.
Stundum hevur verið ført
fram, at allir útróðrarmenn
eiga at standa saman, og tá
talan er um sjónarmiðið um
at útróðrarmenn eiga at
sleppa at fiska frítt, so eru
vit sannførdir um, at flestu
útróðrarmenn taka undir við
hesum sjónarmiði.
Tå politiski myndugleikin
tó hevur ásett, at útróðrar-
flotin skal hava avmarkað
dagatal at býta millum ym-
isku bólkarnar av útróðrar-
monnum, so er eyðsæð, at
tetr sum Íva av útróðrinum
burturav, og teir sum fram-
íhjá hava eina góða ársinn-
tóku frá aðrari vinnu og bert
reka vinnuligan útróður við
síðuna av høvudsyrki sínum
ikki kunnu draga somu línu,
serliga ikki tå stødan er
tann, at teir útróðrarmenn,
sum burturav liva av útróðr-
inum, ikki hava nóg nógvar
dagar til at tryggja sær sjålv-
um og familjuni eitt hampu-
ligt grundarlag.
Við teimum avmarking-
um, sum eru galdandi, er tað
tí greitt, at eitt felag, har
bæði útróðrarmenn, sum
reka útróður burturav, og
útróðrarmenn, sum við síð-
una av útróðrinum hava
eina fulla årsinntøku frá
aðrari vinnu eru limir, iFki
fult út kann røkja áhuga-
málini hjá báðum hesum
limabólkum, tí um so er, at
teir útróðrarmenn, sum bert
reka útróðurin í frítíð sínari
skulu fáa nakrar fiskidagar
í sín part, so kemur hetta
sjálvsagt at raka te'" fult
riknu útróðrarbátar, sum
frammanundan ikki klåra
seg við teimum fiskidøgum,
sum teir hava fingið.
Meginfelag Vinnurekandi
Útróðrarmanna fer tí at
virka fyri, at limir felagsins,
so leingi verandi avmark-
ingar eru galdandi, í sín lut
fáa so nógvar fiskidagar, at
teir kunnu liva av útróðri
sínum
Annars ætlar felagið at
taka upp samstarv við út-
róðrarfelgg í grannalondum
okkara, hetta við tí enda-
máli, at vit standa saman,
og sostatt eru sterkari mót-
vegis stjórnunum í teimum
ymisku londunum
Eitt annað mál, sum fe-
lagið fer at arbeiða víðari
við, er skipanin vid eftirløn
fyri allar limir felagsins.
At enda skulu vit boða
frá, at útróðrarmenn kunnu
tekna seg sum limir í Meg-
infelag Vinnurekandi Út-
róðrarmanna við at venda
sær til formann felagsins.
Meginfelag
Vinnurekandi
Utrédrarmanna
Martin Strøm,
formadur
Skråseting Føroya
hevur í skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skráset nr.
PA 1028, PA Keksmið-
stoðin, 100 Tórshavn
Vidtøkur broyttar:
01.03.1997
Nýtt navn:
Sp/t Køksmidstødin
Kapitalur:
Hækking vid
kr. 30.000,00 til
kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 30.000,00 til
kurs 100
Nevnd:
Farin ur nevndini: Poul
Nikkel Martin Sofus Jac-
obsen, Stødlagøta 13,
160 Argir (formadur), Åsa
Eydvør á Dul Jacobsen,
Stødlagøta 13, 160 Argir
og Jákup Andrias Arge,
attalág 19, 100 Tórs-
havn
Tekningarreglur:
Felagið verður bundið við
undirskrift av einum
stjóra
Skráseting Føroya
tann 20.juni 1997
Kristin Balle