hósdagur 26. juni 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: http:/'www.cybernet dk/faroe-news
NN —.
Tvøroyri
Oddagrein
UM vikuskiftið verður jóansekan hildin á Tvøroyri,
sum er ein av okkara mest umrøddu býum. Tað
veri seg bæði fyri tað góða og tað minni góða.
Men ikki skerst burtur, at Tvøroyri er eitt spenn-
andi og vakurt pláss, og at fólkið, sum har búleik-
ast, er bæði sermerkt, sjarmerandi og framtaks-
sinnað.
TVØROYRI er eitt av okkara nyggjastu búpláss-
um, og var bara hagi til miðskeiðis í faru old, men
eftir at vit fingu frihandil, gjørdist Tvøroyri tann
vinnuligi miðdepilin í Føroyum. Har vóru fleiri stór
handilshús og reiðaravirki, og ta einu tíðina var
nærum helmingurin av føroyska skipaflotanum
skråsettur å Tvøroyri.
FOLK ur øllum bygdum busettust å Tvøroyri, og
hetta hevur skapað eitt ógvuliga fjølbroytt og ser-
merkt umhvørvi. Kjølfestid var kanska ikki so gott,
og mentanarligi flutningurin helst ikki tann Sami
sum í hini stórbygðdini fyri sunnan, í Vági, sum var
gomul béndabygd.
MEN henda støda hevur skapað ein dynamikk,
og saman við teimum mongu, sum vóru betur fyri,
så mangt tiltakið fyrstu ferð dagsins ljós á Tvør-
oyri. Har varð t.d. fyrsta fótbóltsfelagið stovnað,
eins og tvøråmenn vóru millum teir fyrstu at út-
vega sær kappróðrarbátar.
SOSIALA staðan á Tvøroyri við einum stórum
arbeiðarað og fiskimannastætti eins og einum
stórum keypmansstætti gjørdi sítt til, at fyrsta
verkamannafelagið í Føroyum varð stovnað á
Tveroyri. Fylking var í mong ár sterkasta fakfelag
í Feroyum og tók í mong ár tað tunga takið at
vinna føroysku arbeiðarunum betri kor.
MEN oddamenninir sóu longur, og saman við
eðrum kreftum tóku teir stig til at stovna ein ar-
beiðaraflokk, javnaðarflokkin. Saman settu teir sær
ta stevnu at fáa ognarrætt av vinnuhjólum, og
fyrsta ísvirkið í Føroyum varð stovnað í tjugunum
LIVITÍÐIN var ikki long, men tá búskaparkreppa
legði seg yvir plássið og Føroyar í triatiårunum,
keyptu verkamannafeløgini ognirnar og AT var
størsta fyritøkan í Føroyum í eini 15 ár. Eisini á
eðrum økjum var arbeidararørslan frammarlaga,
í t.d. kolavinnuni, og í sjeytiårunum tóku fakfelog
og kommuna aftur stig til nýtt flakavirki.
SAMAN við so nógvum ødrum endaði hetta í
Fiskavirking, men grundarlagið í virki og skip var
so gott, at Tvøroyri er eitt av plássunum, sum er
komið frægast undan kreppuni. Og nú ætlanin
var at endurreisa nýtt virki, stóð fólkið aftur saman.
Hetta vísir, at har býr eitt sermerkt fólk, við áræði
og vilja.
NU er ítróttarstevna fyri framman. Bygdin er ikki á
toppinum í løtuni í teimum stóru ítróttargreinunum,
men enna vit hana rætt, verður hon helst aftur
millum tær fremstu bæði innan fótbólt og róður
aftur.
GÓÐA jóansoku.
Sosialurin
Marjun Dalsgaard
Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl Blaðfólk:
Lýsingar og sela: Aki Bertholdsen,
Eirikur Lindenskov,
| Dagny Joensen, |
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
|
Sp/ Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
N
}
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
sosialur & olivant fo
Ikki uppiborið
Eftir at hava hoyrt, hvussu
fótbóltssambandið í ítróttar
tíðindunum sunnukveldið
segði frá syndunum hjá
Allan Mørkøre igjøgnum
fleiri år, måtti eg taka til
pennin
Allan, at tå hevur gjørt
nakað skeivt og verður
dæmdur fyri tað er í lagi,
men at F.S.F. leitar døming
igjøgnum fleiri ár fram fyri
at fáa hongt teg ordiliga út í
fjølmidlunum, tað hevur tú
ikki uppiborið. Tú hevur
ikki bara gjørt skeivleikar í
føroyskum fótbólti. Tú
hevur offrað nógva tíð og
pengar og ikki minst tína
likamligu styki sum fót
bóltsspælari bæði fyri K.Í
og landsliðið. Tú hevur
ongantíð fingið til uppgávu
at standa inni á 5 m og bíða
eftir einum bólti, men hevur
bæði vart, skapt møguleikar
og skotið mál fyri førøyska
landsliðið, og hver hevur so
givið tær skodsmål? Jú, hes
ir somu menn, sum hverja
ferð tú fert uttanlands at
spæla, eru við í flogfarin-
um, búgva á hotellinum við
tykkum, eta saman við
tykkum og síta á heiðurs-
plássi uttan fyri vøllin, í
ADIDAS frá topp til tá og
við familjuni á knøunum
Allan, tað er tín stríðsvilji,
sum ger, at tú ofta fært kort
og eg vóni, at FSF. fær
átalu frá føroyskum fót
bóltsspælarum fyri at hava
dálkað teg so út
Heilsan,
ein áskoðari
Logmaður fekk rós
Í eini Dimmu herfyri skriv
aði ein maður eina grein
har hann rósti løgmanni fyr
hansara stýrislag. og helt at
hann er besti løgmaður, sum
hevur verið. Eg helt, satt at
siga, at greinskrivarin
meinti einki við hetta og
heldur meinti tað øvugta
Men tá eg so las víðari,
sá eg at hetta var eitt neyð
arróp til løgmanns, fyr: at
sleppa upp í hansara flokk
tí maðurin veit vist ikki
hvønn flokk hann hoyrir til
og i sambandsflokkinum
eru so nógvir »avhopparar
frammanundan, ja, har eru
fleiri av tingmanningini
»avhopparar«, so ein aftur-
at ger hvørki til ella frá, men
eg veit bara tað, at dýrari
løgmann hevur landið ikki
havt í míni tíð. Eitt tað
fyrsta, hann setti sær fyrr at
gera, var at minka um tann
almenna sektorin, og hann
er vaksin og tað óhugnaliga
nógv. Fyrst fek hann sær ein
dana fyri eina million at fáa
skil á í landsstýrinum, men
so lítið skil hevur ongantíð
verið har sum nú
Nú er komin ein rúgva av
stjórum og undirstjórum í
Nesið, sum hava til arbeiði
at sita og ansa eftur hver)
um ødrum
Sjålvstyrismadur
Í sambandi við tíðindin:
seinastu dagarnar við
víkjandi umbýti av tí
gamla koyrikortinum til
tað nýggja, er trýstið á
stovnin vorðið so stórt,
at ikki er møguligt at
framleiða koyrikortini
so hvert fólk koma at
býta tey um
Fólk, sum koma at
byta um koyrikort.
mugu vænta at bíða
nakrar dagar, áðrenn tey
kunnu fáa nýggja koyri
Tekur tíð at
fáa koyrikort
kortið útflýggjað
Fyri at umganga at
bíðitíðin gerst ov stór,
heitir Bileftirlitið á fólk,
sum ikki hava fyri neyð-
ini at skifta koyrikortið
nú, um at bíða við hes-
um til áheitan kemur frá
Bileftirlitinum um hetta
Bert tey, sum skulu
uttanlands, og tey koyri-
kort, sum ganga út, hava
fyri neyðini at verða býtt
um nú
}
|
|
Sosialurin — fimm ferðir
um vikuna við tí feskasta!
Vit umboða
og umvæla:
AEBI - GOLDONI
NIBBI - THIELBURGER
ki. 16-16. Tlf. 10645.
| Barna- og ungdómstelefonin
hjå Barnabata/Reyða Krossi svarar månadag frá