hósdagur 26. juni 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 26. JUNi 1997
Pisurøda fyri studentum og HF'arum á Kambsdali 1997
-
summardáans útjaðara
— Vit hava ikki brúk fyri nýinnflutningi av fordómum mótvegis kvinnum og kynsligum minnilutum,
segði Hanus Andreassen í pisuróðu síni
Góðu pisur! Góðu áhoyr
arar'
Tit, sum hesa seinastu dag
arnar hava fingið húgvuna
á høvdid, standa nú við eitt
av tilverunnar stóru portr
um. Aftan fyri tykkum
síggja tit knoss, sveitta, gråt
og manga vøkunått - men
ivaleyst eisini spæl og stutt
leika. Framman fyri portrið
sæst eitt grønt landslag - í
vónríkum sólarljósi. Nøkur
tykkara hava longu gjørt av
hvat tit ætla at gera í hesum
landslag. Onnur hóma
kanska enn einki mid. So-
leiðis er tað, og soleiðis eig-
ur tað at vera. Tað sum um-
ræður er, at tit hava ognað
tykkum eitt stóði av vitan
Hetta steðið hevur avger-
andi týdning - bæði fyri
tykkum, sum longu nú hava
valt sær eina lívsleið. og fyr
tykkum, sum fyribils eru
forvitin, mentunarlig ferða-
fólk í kunnleikans |
Tað sýnist ikki at
vánaligt tíðarskeið, tit hava
tat Fliien r ir
HH TUSVA dy FONT
søgufrødingum
vardi 20. øld i roynd og veru
frå 1914 til 1989. Hon var
stutt. men hon var saman-
stungin og myrk - við borg
arakríggjum, búskapar-
kreppum, tveimum heims-
kriggjum og tveimum to-
taliterum einaræðum, hvørt
harðrendari enn annað
Sanniliga - Tengil og Kato
reiggjaðu koyrlinum yvir
Europa í hesum tíðarskeiði
So harðliga, at 21. eld
mundi halda tað vera synd í
okkum og skundaði sær at
taka við longu í 1989 - 11
ár undan hennara stødd-
frødiliga ásettu inngangstíð.
Hvussu henda øldin fer at
hilnast, vita vit sjálvsagt
einki um. Tí eitt hava vit
lært hesi seinastu árini: Vit
menniskju duga ikki at spáa
um framtíðina. Beint nú
síggja vit ymiskar ljósglott-
ar. Hetta er teldu-, samskift-
is og internetøldin. Hetta er
postmodernismunnar fleir-
mentunarliga øld. A ovasta
tindi í Fraklandi og Ong-
landi síggja vit í løtuni bros-
andi statsmenn, sum tosa
um sosiala vælferð eftir
norðurlendskum mynstri.
Tað er kortini skilabest at
hava í huga, at søgan altíð
hevur malið í ring. Eftir skil
kemur skilaloysi. Eftir skip-
anarloysi kemur skil. Okk-
ara uggi er kanska, at 20.
aldar midøld var so drúgv
og so myrk, at vit eiga eitt
tíðarskeið við ljósi og sam-
ljóði á.
Okkara egni lítli krókur
av Europa hevur tey sein-
astu árini staðið í einum
andgletti av harðbalnum
kreppum og umskiftum
Her tykist at vera talan um
ett samfall av óhepnum
sambært
objektivum viðurskiftum og
manglandi vinnuligum og
politiskum førleika. Okkara
politiska ómegd speglar aft-
ur eitt syndrað fólk við
veikari og spjaddari tjóð
skaparligari kenslu. Ut-
lendskir samfelagsfrødingar
siga at vit - sum ana í útjað-
aranum í bikarblødunum á
tí europeiska summardáan-
um - ikki áttu at verið til
Kortini eru vit til. Vit hava
eitt blómandi mentunarlív
Vit hava - enn - hampuliga
dyggar útbúgvingarstovnar
Henda støda kann bara
halda fram, um vit leggja
okkum í geyma, at okkara
stóri vansi - at vera smá og
spjadd og fjarskotin - bara
kann blíva ein fyrimunur,
um vit skilja hann og brúka
hann. Nidurstødan er, at Vit
eiga at duga betur og vita
meira enn okkara eldru og
størru og rikaru systkin á ti
europeiska meginlandinum
Kunnleiki og dugnaskapur
saman við bindindi og
røkjuskapi eru loysunarorð-
ini. Hetta er vert at hava í
huga - ikki minst hjá teim-
um av tykkum, sum kanska
um nøkur ár skulu bjóða
eini meguligari oljuvinnu
av. Ein avbjóðing er altíð
spennandi, og eg ynski
tykkum góða eydnu. Men
ein oljuvinna er ikki - sum
mangir politíkarar og
vinnulívsmenn tykjast at
halda - happadráttur ella
gekkaspæl.
Ein mannalagna verður
skapt á tí krossvegi, har tann
einstaki metir heildini -
samfelagnum, søguni. Tað
er altíð mark fyri, hverja
ávirkan tann einstaki kann
hava á ta objektivu umverð-
ina. Men tann einstaki hev-
ur ein vissan møguleika at
broyta seg sjálvan - og á
tann hátt broyta heimin.
Nøkur tykkara høvdu
kanska høvi til i gjårkvøldid
at siggja eina sending um
ungdómsuppreisturin. Ym-
isk eydkennir - ein meira
kropsdæmdur tónleikur,
ynski um at demokratisera
undirvising, politikk og
vinnuliv, eysturlendskar
tråarrørslur komu til
sjóndar í hesi mótmentan,
sum kom í hæddina í 1968
Teimum, sum minnast hetta
tíðarskeið, kendist hesin
uppreistur bæði hættisligur
og hugaligur.
Lat meg nevna eitt høv-
uðseyðkenni við hesi mót-
mentan: hetta at spurnar-
tekin ta fyrstu tíðina varð
sett við allan treytaleysan
myndugleika - av verðslig-
um, átrúnaðarligum ella
hugmyndafrødiligum slag.
Gaman i, sum so mong onn-
ur rørsla endaði hendan eis-
ini i dogmanna gaddajørd.
Men hon vendi sær i fyrst-
uni ímóti øllum sløgum av
hierarkii, og hon bygdi tå å
ta grundhugsan, at virðið
hjá tí einstaka var óheft av
hansara ella hennara stóðu
ella sessi í samfelagnum. Í
hesum tíðarskeiði kravdu
eitt nú kynsligir minnilutar
at verða virdir og viður-
kendir - á sama hátt sum
nekarar høvdu gjørt tað
mong ár frammanundan í
USA. Í hesum tíðarskeiði
kravdi kvinnan somu løn og
somu rættindi til størv og
åvirkan i samfelagnum sum
maðurin.
Henda rørsla fekk so stóra
ávirkan í Europa og
kanska serliga í Norður-
londum - at hennara avteið-
ingar framvegis eru at
síggja í at kalla øllum tætt-
um í okkara samfelag, í
klædnabúna og tónleiki, í tí
einstaka heiminum, í bók-
mentum og í okkara hug-
burði mótvegis teimum,
sum eru gðrvísi.
Hyggja vit út um Europa,
er stødan mangastaðni ein
heilt onnur. I mongum lond-
um hava vit ilt við at hóma
demokratiska, europeiska
ávirkan, tíansheldur nýggj-
ari framstig sum tey, ið
fylgdu við ungdómsupp-
reistrinum. Algeria, Irak,
Iran, Burma, Indonesia og
Saudiarabia - fyri bara at
nevna nøkur dømir - liggja
framvegis í antin totaliter-
um ella fundamentalistisk-
um myrkri. Har valdar enn
Kato við sínum gróthjarta.
Ikki minst av hesi orsøk er
tað hugstoytt, at summi inn-
an fyri partar av okkara
trúarlívi í dag hava hug at
endurreisa fordómar mót-
vegis kvinnum og kynslig-
um minnilutum. Vit hava
ikki brúk fyri nýinnflutningi
av teimum fordómum, sum
eyðkenna áðurneyndu lond
Til tykkara. sum nú
flúgva av rókini, havi eg
hug at siga: Virðið tykkara
foreldur, tykkara heim og
tykkara land. Men virðið
fyrst og fremst tykkum
sjålvi og tykkara førleika at
velja og vraka burtur úr ti
andaliga ferningi, sum
tykkum er latin. Víðskygnið
lættir um flogið, trong
skygnið tyngir tað. Heim
urin er so stórur og so fagur,
sum tykkara eygu gera
hann. Eg ynski tykkum við
burð og eydnu á ferðini
Hjartaliga tillukku bæði
HFarar og studentar, foreld
ur og onnur avvardandi
BRÚKTIR
BILAR
TIL SØLU
PEUGEOT
205 GL
árg. 84
CHEVROLET
MONZA 2,0
årg. 89
FORD ESCORT
1,6 GHIA
årg. 88
TOYOTA
COROLLA 1.6 DX
årg. 88
CHEVROLET
BERETTA
AUTM. årg. 88
BMW 325i
årg. 86
HONDA
ACCORD
årg. 91
FIAT UNO
årg. 84
FORD ESCORT
VØRUVOGNUR
árg. 84
Bilarnir eru
í góðum standi
Lagalig fígging
”
BILFRIDKAN
v/ Velbastaðvegin
Tif. 17300
————
— "