hósdagur 26. juni 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 26. JUNI 1997
Vestmenningar fingu
einki burturúr kæruni
Róðrarsambandið heldur ikki, at grundarlag er fyri at 10-mannafarsróðurin
á Sundalagsstevnuni skal rógvvast umaftur
Vestmenningar vóru ikki
nøgdir við, soleiðis sum tað
gekk fyri seg, tá tíggju
mannaførini róðu kapp á
Sundalagsstevnuni á Kolla-
firði næstseinasta leygar-
dag. Teir kærdu r6durin, og
bóðu um, at tíggjumanna-
førini róðu umaftur.
Leygardagin vidgjørdi
neyndin í Róðrarsamband-
inum kæruna, og nidurstød-
an hjá teimum var, at úrslit-
ið á Kollafirði skal vera,
sum tað var. Vestmenningar
hava møguleika at skjóta
avgerðina hjá nevndini i
Róðrarsambandinum inn
fyri dómsneyndina, men vit
skilja á lagnum, at tað ætla
teir sær ikki at gera
Starturin
Vestmenningar kærdu tveir
lutir í sambandi við róðurin
á Sundalagsstevnuni. Annar
var, at teir hildu, at umstød-
urnar vóru ikki eins hjá bát-
unum, tá dómarin skjeyt
róðurin at byrja
— Havnarbáturin og Skál-
abáturin sleptu endanum
Tað halda vit hevði við
sær, at teir fóru longri fram,
Pa A 4 LP
1 , -
meðan vit, sum lógu inni í
miðjuni, vóru togaðir longri
aftur, sigur Bárður Nielsen,
formaður á Vestmenning-
inum
Nevndin í Róðrarsam-
bandinum heldur íkki, at
hetta hevði tydning fyri úr-
slitið, tí hóast tveir bátar
høvdu slept endanum, so
hava umboðini fyri Róðr-
arsambandið, sum vóru
máldómarar, høvudsdomar-
ar og eygleiðarar, sagt í sín-
um frágreiðingum, at bát-
arnir lógu í somu peiling,
tá skotið varð latið av
Ávirkanin
Vestmenningar kærdu eisini
um, at umstødurnar at rógva
vóru ikki tær somu hjá øll-
um bátunum. Ein bátur
sigldi alla tíðina aftaná
Kjøli. Umborð á båtinum
høvdu teir útvarpslurt og
góvu við einum rópara koll-
firðingunum boð um,
hvussu teir lógu fyri
Tað halda vestmenningar
vera uttanfyri allan lóg og
rætt, tí tað stendur í grein
17 í reglunum fyri kapp
róður, at hevuðsdómarin
tíðindablaðið
skal ansa eftir, at eingin bát-
ur uttanífrá kemur inn á
kappr6drarøkid. Og um
hetta hendir, so skal báturin
beinast burtur. Og so verður
lagt afturat, at hesar reglur
mugu verða strangliga
hildnar.
Róðrarsambandið gevur
vestmenningum viðhald í,
at tað var sera óheppið, at
"ein bátur soleiðis fylgdi
við tiggjumannaførunum
Róðrarsambandið sigur,
at teir bóðu båtin um at fara
burtur av róðrargkinum.
men tað hjálpti bara eina
lítla létu, so var hann aftur
á sama staði. Men teir í
Róðrarsambandinum halda
ikki, at hetta hevði so stóra
ávirkan á urslitid, at talan
kann vera um at rógva um-
aftur
Hannis tra, formaður
í Róðrarsambandinum, var
ikki við til at viðgera kær
una. Hann hevur røtur i
Havnar Róðrarfelag, og tå
Havnarbåturin vann róðurin
å Kollafirdi, helt hann seg
vera so mikið innhabilan, at
hann bað eykamannin vera
við til at viðgera kæruna
Irupulleikin viðvíkj-
andi startinum vóna vit
verður minni, nú vit fara at
royna ein nýggjan og vón
andi betri start enn hin
gamla
Trupulleikin við óvið-
komandi bátum á róðrarg-
kinum er eitt sindur ógreið-
ur. Vit góvu í hesum før-
inum bátinum boð um at
fara av økinum, men hann
aktaði ikki nóg væl, og so
er spurningurin, hvat skal
gerast. Undan stevnunum
lýsa hanvameistarin og
sýslumaðurin við, at óvið-
komandi bátar skulu halda
seg burtur, meðan kappróð-
13
urin fer fram, og eg haldi
at tað átti at verið teirra
uppgåva at syrgt fyri, at
eingin bátur órógvar. Tað
verður eisini lyst við, at á
stevnunum eru broytingar
í ferdsluni. td. vid at
onkrir vegir eru
einsrættaðir. Um reglarnir
íkki verða hildnir í
ferðsluni á landi, so er tað
ivaleyst uppgávan hjá løg-
regluni at syrgja fyri, at
hetta kemur í rættlag, og
eftir okkara meting átti tað
sama at gjørt seg galdandi
á sjónum. Men vit vóna
sjálvsagt, at hatta kemur
ikki fyri aftur, endar for-
maðurin i
Róðrarsambandinum,
Hannis Joensen
Sigurssælir vest-
minningar eftir
nordoyastevnu-
róðurin. Eftir
róðurin í Kolla-
fjórði vóru teir
minni væl nøgdir
og krvdu umróður
Men tað fingu teir
einki burturúr
TVØROYRAR BYRÅD