hósdagur 26. juni 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 26. JUNI 1997
tíðindablaðið
JOANSØKUTILBOD
| sambandi við joansøkuna lata vit 20%
av allari voru hósdagin, fríggjadagin og leygardagin
Nógv nýtt heimkomið
Madam af?
Hvalba - TIf. 75440
Fara at royna
nýggjan start
á joansøku
Róðrarsambandið arbeiðir alla tíðina við at betra um
fasta startin
Tá kappróðarbátarnir leyg-
ardagin fara at rógva á
Trongisvágsfirði fara róð-
ursmenninir at halda í ein
nýggjan fastan start
Hannis Joensen, formað
ur í Róðrarsambandinum,
sigur, at teir hava skift
gamla startin út, bæði tí teir
vilja betra um trygdina, og
eisini tí at:teir alla tíðina
arbeiða við at menna startin,
soleiðis at umstødurnar hjá
øllum bátunum verða so lík-
ar, sum tað á nakran hátt ber
til
Trygdin
Fasti starturin, sum teir hava
brúkt higartil, er rættiliga
nógv slitin. Fleiri skavank
eru á honum, og teir í
Róðrarsambandinum ynskj-
a at byrgja fyri møguleik-
anum, at endin slitnar og
harvið møguliga kann gera
skaða á fólk og bátar
Fleiri av endunum, sum
stýrimenninir halda í, eru
eisini dotnir burtur ímillum,
og tað hevur eisini skundað
undir, at skifta trossan út
Umsteðurnar
Hóast tað hevur verið nógv
lagaligari at leggja båtarnar,
síðani teir fingu fasta start-
in, enn tað var, áðrenn teir
fingu hann, so skerst íkki
burtur, at:tað eisini í år hava
verið trupulleikar
Spennið er einar tvey
hundrað metrar, og ein trup-
ulleiki hevur verið, at bogin
verður so mikið stórur, at
bátarnir úti á endanum og
teir, sum liggja í midjuni,
liggja ikki í flukt, hóast teir
allir halda í endanum
Hetta royna teir at beta
um við nýggja startinum,
sum verður royndur á jóan-
søku
Vit arbeiða saman við
Vónavirkinum í Fuglafirði
um at utvikla og menna
startin. Tilfarið í nýggja
endanum er ødrvisi, enn tað
var í tí gamla. Talan er um
serligt slag av nylon, sum
hevur væl stórri brotstyrki,
enn vit hava havt higartil,
sigur formaðurin í Róðrar
sambandinum
Hann sigur eisini, at teir
hava roynt at taka hædd fyri
trupulleikanum, sum hevur
víst seg við stóra boganum
Í nýggja startinum hava
vit tríggjar standard hana-
fótur, sum teir rópa tað.
Talan er um endar, sum
við hálvt hundrað metra
fjarstødu hanga afturúr
sjálvum startinum
Hetta ger, at spennið
verður nógv styttri, enn tað
hevur verið, og tað skuldi
aftur havt við sær, at møgu-
leikin fyri, at umstødurnar
hjá bátunum vera eins góð-
ar, verður uppaftur størri,
enn hann hevur verið
Gott r6drarøki
Hannis Joensen, formaður
i Róðrarsambandinum,
heldur, at tad eru góðar fyri-
treytir fyri, at kapprodurin
á jóanseku fer at eydnast
Få
15
væl
Trongisvågsfjørdur er
eitt av teimum bestu róðrar
økjunum í landinum. Tað
eru ikki nógv eftir av ti
slagnum
Fjørðurin er karmurin um
róðurin, og tá hann er góður,
og lá teir siga frá góðum
líkindum, og tá vit vóna at
hava ein betri fastan start,
enn vit hava havt higartil,
so skuldi alt talað fyri, at
vit fáa ein góðan róður,
heldur Hannis Joensen, for-
maður í Róðrarsambandin
Góð útlit eru til, at
kappróðurin á jóan
søku fer at eydnast
væl. Nú skal ein
núggjur startur roynast
fyrstu ferð, sum eir
halda, hevur fyrimunir
framum hin
Góða
Joansøku!