fríggjadagur 27. juni 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12 tíðinda
á Jersey:
FØROYA BANKA
Norðoya Sparikassa
Suðuroyar Sparikassa
Føroya Lívstrygging
Hjá Gunnleivi
Føroya Bjór
Tórshavnar Skipasmiðju
Formula Xerox
J. K. Joensen á Soni
Balslev Timburhandli
Atlantic Airways
Skipafelagnum Føroyar
Tórshavnar Kommunu
Fuglafjarðar Kommunu
Vágs Býráð
Oyggjaleikaneyndin
takkar teimum, ið hava
veitt stuðul í sambandi
við Oyggjaleikirnar
FØROYA SPARIKASSA
Kim Rafn (myndin) og Niclas
Tey vinna
heiðursmerki
Nr. 120 — 27. JUNI 1997
Joensen venja landslidini í flogbólti. Mynd: Áki
hvorjaferð
Flogbóltur: Aftur í ár verða flogbóltslandsliðini við í
kappingini í oddinum
Flogbólturin hevur góð úrs-
lit at vísa á í Oyggjaleika-
høpi.
Hverjaferð hevur tað ver-
ið til heiðursmerki til før-
oysku liðini, og í 1987 var
kvinnuliðið ovast á trånuni,
og tvey ár seinni náddi
mansliðini hæddina í ítrótt-
arhøllini í Klaksvík, tá
Oyggjaleikirnir vóru í Før-
oyum
Síðani tá er Sarema kom-
ið við, og tey hava víst seg
at vera sera væl fyri. Aftur í
ár er Sarema favorittur til
gullið hjá bæði kvinnumog
monnum, men aftur í ár tel-
ist Føroyar millum tær
oyggjarnar, sum kunnu
vinna heiðursmerki.
Á Gibraltar seinast vunnu
menninir bronsu, meðan
kvinnurnar fingu silvur.
Danin Kim Rafn og Nic-
las Joensen venja landslið-
ini í flogbólti, og nógv
hevur verið gjørt burtur úr
fyrireikingini.
So seint sum seinasta
vikuskifti vóru bæði mans-
og kvinnulandsliðið í Dan-
mark á venjingarlegu. Øll
tíðini var brúkt til at skaffa
liðunum dystarvenjing, sum
ofta er tað, sum manglar, tá
liðini venja herheim.
Kvinnurnar spældu fýra
dystir og vunnu tríggjar av
teimum, millum annað móti
Grønlandi, sum tær eru í
bólki saman við á Jersey.
Menninir spældu eisini
fýra dystir, men teimum
eydnaðist ikki at vinna
nakran dyst, hóast tvær
ferðir var nær við. Teir
spældu móti donskum 2.
deildarliðum, sum eru sera
sterk í mun til okkum
- Ferðin til Danmarkar
var væleydnað og vit fingu
nógv burtur úr. Ikki minst
kvinnurnar mentu seg sera
nógv og sum heild var talan
um slíka venjing, sum tú
ikki kanst fáa í Føroyum,
sigur Niclas Joensen
Hægri ferð
Dentur hevur verið lagdur
á at fáa ferðina á spælinum
upp, og framstig eru gjørd
á hesum økinum. I føroysku
kappingini er ferðin ikki
eins høg og kravt verður av
liðnum, sum skal til
Oyggjaleikirnar, og tað tek-
ur nógva venjing at duga at
spæla við stórri ferð og flyta
bóltin harðari og flatari,
sum er ein aðaltáttur í at fáa
ferðina upp.
Síðani leikirnar á Gib-
raltar seinast, er útskifting
sum vera man farin fram á
báðum liðunum, og kanska
serliga hjá kvinnunum, men
tað eru sjálvandi treytirnar,
sum ítótturin virkar undir
— Bæði liðini hjá okkum
eru aftur hesaferð so sterk,
at tey vera við í kappingini
um heiðursmerki, og higar-
til hava vit hvgrjaferð klár-
að at nátt hesum málið, sig
ur Niclas Joensen.
Ein spælari er skiftur út,
síðani landslidini vóru
åttikin. Tað er Heini Weihe,
sum hevur fingið skaða, og
tí vóru boð ístaðin send eftir
Hanus Joensen, sum eins
og Heini, er búsitandi í Dan-
mark.
Somu oyggjarnar
sum kappast
Tað eru tær somu oyggJ-
arnar, sum kappast um
fremstu plássini hjá bæði
monnum og kvinnum. Sar-
ema er í klassa fyri seg,
meðan Føroyar og Áland
hava kappast í oddinum
eisini.
Mansliðið hjá Grønlandi
hevur ment seg. Teir vóru
eisini á venjingarlegu í Dan-
mark nú føroyska liðið var,
men teir vildu ikki taka
dystin upp við okkara
menn. Longu í fyrsta dyst-
inum á Jersey hittast liðini,
so tað er skiljandi
Men eftir at hava hugt eft-
ir liðnum, meðan tað spældi
venjingardyst, hildu føroy-
ingarnir, at Grenlandi
spældi betri enn seinast, og
teir kunnu tf stingå seg upp
millum hini londini í
fremstu rgð
Og so eru tað teir á Jersey
sum vóru nummar 4 seinast,
og sum nú skulu royna seg
á heimavelli. Teir hava gjørt
nógv burtur úr fyrireiking-
unum, og kunnu gerast ein
nýggj hóttan í toppinum.
Hjá kvinnum hava Sar-
ema, Føroyar og Áland ver-
ið í flokki fyri seg, og líkt
er til, at soleiðis verður aftur
hesaferð. Sarema hevur
besta liðið, og so er tað upp
til Føroyar og Aland at
stríðast um næstu plåssini í
oddinum. Seinast eydnaðist
føroyska liðnum at halda
seg frammanfyri Aland og
harvið vinna silvurid,og tað
er eitt realistiskt mál aftur
hesaferð
ek