Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 27. JUNI 1997 tíðindablaðið 17 - a Á. = liva upp til urslitini frá seinas Súkkling: Leikirnir á Gibraltar seinast vóru so góðir fyri føroyska súkkling, at tað er nærum 6- gjørligt at liva upp til tey úrslitini aftur í år. Men súkklumenninir hava fyrireikad seg væl Føroysku súkklumenninir prísa seg lukkuligar fyri, at teir fóru í góðari tíð til Jer sey Tysdagin komu teir uppå plåss å bretsku oynni, og tad fyrsta teir funnu út av, var at rutan til tað fyrstu kapp- ingina er fullkomiliga út at koyra OYGGJALEIKA Vit framkalla VÍ litmyndir tínar ar skjótt og væl! Rutan er full av sving um, bakkar eru her og har, og sjålvt um vit hava stikkl- að hana igjøgnum nakrar ferðir, duga vit hana ikki uttanat enn og mugu brúka kort, sigur Jens Glerup av Jersey Teir fýra súkklumenninir, Jens Glerup, Bogi Kristian- 1 daga levering 5 daga | levering 809 sen, Gunnar Dahl-Olsen og Rógvi Johansen búgva í eini frítíðaríbúð á oynni, og hava sjálvir skipað fyri sín- ari ferð til leikirnar Tað er einki at ivast í, at rutan er løgd soleiðis til rættis, at súkklarnir av Jer- sey skulu hava fyirmun fram um hinar súkklarnar. - 25% % ella ókeypis film - 50% Vit nýta einans fyrsta floks Kodak pappír - Vit hugsa um góðskuna, sjálvandi ! AWJ-Foto Klaksvik tlf. 57490 Glyvrar tlf. 48585 - Men eg haldi vit hava tikið teir á bóli, tí teir høvdu ikki væntað at nakar fór at koma her niður so tíðliga, sum vit eru komnir, sigur Jens Glerup Men framvegis er nógv eftir at læra seg á rutuni, og tá vit tosaðu við Jens Glerup fyrrakveldið vóru teir júst í ferð við at gera klárt til at fara at súkkla teinin aftur At tað eru so nógv sving á rutuni passar ikki so væl til Rógva Johansen, meðan Bogi Kristiansen, sum er ein meira tekniskur stikkl- ari, vanliga passar betur til slíkar teinar Fyrsta kappingin í súkkling er mánadagin klokkan 18.00, og tað er tá, at súkkl- ast skal á tí heldur óvanligu rutuni, sum teir á Jersey hava lagt. Fyrsta kappingin er ein einkultstartur uppá 35 kilo- metrar, og umframt at ein vinnari skal finnast. verða tíðirnar hjá trimum teimum bestu súkklumonnunum av hvørjari oyggj lagdar sam- an, og eitt lið vinnur. — Tað er ikki minst í hesi kappingini, tá tíðirnar verða lagdar saman, at vit vóna at kunna fáa eitt gott úrslit, men tað er nærum 6gjørligt at liva upp til úrslitini, vit fingu å Oyggjaleikunum å Gibraltar seinast Føroysku stikklumenninir hevur verid vid å øllum Oyggjaleikunum uttan å Al- andi, men lopið frá leikun- um á Isle of Wight í 1993 til leikirnar á Gibraltar í 1995 var risastórt. — Urslitini á Gibraltar vóru nógv betri enn nakar hevði roknað vid, og tað er nærum ógjerligt at liva upp til tey hesaferð. Men tað skal eingin ivast í, at vit fara at royna, og faktiskt eru vit betri fyri í ár, enn vit vóru seinast — Men vit hava sjálvandi sera góðar mótstøðumenn at kappast ímóti, og teir hava ivaleyst eisini ment seg síð- ani seinastu leikirnar Tað er serliga Ísle of Man, sum hevur rátt innan súkk- ling á Oyggjaleikunum, og onkuntíð hava teir vunnið øll heidursmerkini í øllum kappingunum. Men leikir- nir á Gibraltar vóru ein fiasko fyri teir á Isle of Man, tí teir vunnu bert eitt heið- ursmerki, meðan hinar oyggjarnar, við Føroyum á odda, stjólu hini heiðurs- merkini frá teimum — Hesa ferð er tað heilt greitt, at teir á Isle of Man ætla at fáa uppreisn fyri leikirnar seinast, og teir hava eisini sett ein sera sterkan súkklara á liðið, Urslitid hjá súkklumonnunum á Gibraltar seinast, vóru so góð, at tað er nærum igjørligt at liva upp til tey hesaferð. Teir sum framdu bragdið vóru Rógvi Johansen, Jóhann Brend, Bogi Kristiansen, Gunnar Dahl-Olsen og Jens Glerup. Allir uttan Jóhann eru við aftur hesaferð sum i ljør var hålvprofessi nellur og hevur verið við i stórum kappingum í Eur opa. Hann man uttar metast at vera til einstaklingakappingar nar, sigur Jens Glerup storfavorittur Fyrireika seg væl Allir súkklumenninir hava tað gott, nú teir eru komnir uppá pláss Jens Glerup hevur hálsbruna men tað fer ikki honum i at luttaka Súkklumenninir fóru Føroyum seinasta fri ggja dag. Bogi: Kristiansen og Rógvi Johansen luttóku tveimum kappingum í Dan mark, har úrslitini vóru góð meðan hinir súkklaðu niður til Fraklands, og fór so við ferju tvørtur um kanalina Bogi og Rógvu flugu niður til Jersey, og allir eru nú á oynni og gera seinastu fyrireikingarnar — Vit læra okkum ruturnar uttanat, og eg sigi bara, at teir súkklarnir, sum koma fram leygardagin, fáa eitt sjokk, tá teir finna út av, hvussu rutan í fyrstu kapp- ingini sær út. Har hava vit eini fyrimun fram um nógv- ar, men ikki stórri enn so, at teir, sum búgva her, kenna rutuna nógv betri enn nakar annar Umframt kappingina mánadagin eru tvær aðrar kappingar. Mikudagin verð- ur ein samlaður startur uppá 100 kilometrar, og tann rut- an er heilt ókey. Fríggjadag- in er býarkoyringin fyri, og tann rutan er á heilt góðari leið, hóast tað er sera trongt á pørtum á rutuni — Men tað er fyrst og fremst i liðkappingini mánadagin, -at vit mugu royna at fáa heiðursmerki, heldur Jens Glerup. Sjálvur heldur hann frí frá tí kappingini, so hann er betur fyri til kappingarnar mikudagin og fríggjadagin, og beskeðin heldur hann fyri, at tað vera Bogi, Rógvi og Gunnar sum fáa bestu tíðirnar uttan mun til um hann er við ella ikki. á Jersey at forða ek