Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 10. JULI 1997 Vesturvón: tíðindablaðið 5057 7 Vinnur pening til Sorvags Ein tann avgjørt besta inntókukeldan hjá Sórvágs Komm- unu er partafelagið Vesturvón, sum umframt flakatrolar- an eisini eigur tveir virkisbygningar á havnarlagnum EDVARD JOENSEN Umframt flogvøllin er Vest urvón nógv tað stersta arbeiðsplássið hjá sørving um Flakatrolarin Vesturvón er í løtuni til fiskiskap russ- iskum sjógvi í Barentshavi num. Teir fóru av Servági tann 27. maí og hava nú góð 500 tons av flaki inni Olavur Petersen, stjóri á P/F Vesturvón, sígur, at tað gongur væl at sleppa av við veiðuna. Teir hava egið sølufelag, sum selur tað, trolarin fiskar umframt at selja fyri aðrar eisini Sølufelagid hjá Vesturvón varð stovnað í januar mán aða í ár. Avgjørt varð at seta ein sølumann bruturav, og varð Arni Joensen í Oyndar- firði settur í starv Olavur Petersen upplýsir, at veiðan verður seld til ramlar kundar. Slíkar, teir kenna frá tíðini, tá selt varð gjøgnum Føroya Fiskasølu Mestsum alt verður selt á bretska marknaðinum í pundum. Og av tí, at bretska pundið er hækkandi, eru vónirnar á skrivstovuni hjá Vesturvón góðar í løtuni Triðja skipið Tann Vesturvón, sum fel agið nú hevur, er triðja skip ið við hesum navni Tann fyrsti var ein línubátur, meðan nummar tvey eisini var flakatrolari Men teir broytast og batna alla tíðina. Og tann, sum í dag fiskar eystanfyri, er ein nýmótans, flótandi matvøruverksmidja Tad eru vanliga 38 mans við Vesturvón. Og eingin ivi er um, at har er gott at vera Olavur Petersen, stjóri, sigur, at listin er langur við monnum, sum vilja sleppa við. Men hetta er ikki skip, sum skiftir fólk í tíð og ótíð Onkur av manningini hevur verið við í 18 ár. Og tá menn fara í land at halda frí ein túr, eru fastir avloysarar at heita á Manningin er ymsastaðni úr landinum, men megin parturin er, sum vera man sørvingar. Og tað er einki at ivast i, at tað veit komm unan av, tå skattainntøkur nar skulu leggjast saman Manningarparturin við Vesturvón var í fjør góðar 430.000 krónur Men tað kemur einki fyri einki. Skipið var í fjør 331 dagar í sjónum Virksemi á landi Vesturvón er eisini annað enn trolarin. Felagið eigur tvey hús á havnarlagnum í Sørvågi Felagið hevur keypt fyrrverandi kryvjivirkið hjá Rainbow Seafood, sum í dag verður leigað út til Wes Fish. Hetta felagið brúkar virkið til flakavirki, har skorið verður við hond Eisini hevur P/F Vestur vón keypt gamla flakavirkið í Servági frá Fiskavirking Hetta er gamalt virki og treingir ul umvælingar, sig ur Olavur Petersen A virkinum er eisini frystigoymsla, sum tekur umleið 900 tons. I løtuni er goymslan full av makreli frá skotska trolaranum Orcades Viking Ill, sum er tann í Føroyum so gitni Heyga Mazda 323 Stór sending komin drangur Ætlanin hjá P/F Vestur vón er at brúka partar av virkinum sjålvir, tá tað er sett í stand. Restin skal so leigast út. Men Olavur Petersen, stjóri, vil íkki upplýsa enn, hvat ætlanin er at fara undir Sama mynstrið Hóast kvotan eystan fyri kvinkaði eitt sindur upp eft ir seinast, samráðingar vóru, er tað ikki nokk til, at Vesturvón kann liva bara av ti Ul Tad verður alla tíðina arbeitt við ødrum møguleik- lagið um. I jømis hevur felag! 11 keyp! 800 tons av rundum fiski frá russum. Olavur Petersen leggur íkki í at upplýsa prísin Og eins og undanfarin ár verður helst eisini seinni ár farið vestur eftir at fiska svartkalva í canadiskum sjøgv1 Hetta er samstarv, Vestur vón hevur fingið við eitt canadiskt felag. Vesturvór sleppur at fiska av canad iskari kvotu í canadiskun móti at leggja alla veiðuna upp í Canada STOEVI I