leygardagur 12. juli 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi:
| Jan Miller Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl Blaðfólk:
Lýsingar og sela: Áki Bertholdsen,
Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news
Marjun Dalsgaard
Eirikur Lindenskov,
Dagny Joensen,
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein,
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/ Sosialunn
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefax. 14720
e-mail:
| Telefon: 11820
|
| sosialur 8 olivant fo
rr
N
Skeivt at privatisera
landsjørdina
Oddagrein
EIN nevnd hevur mælt til at privatisera kongs-
jørdina ella landsjørdina, sum hendan jorð
nú vanliga verður rópt. Landsjørdin er ogn
hjá øllum Føroya fólki eins og havið og hav-
botnurin innan fyri Foroya búskaparliga sjåøki.
At privatisera hesa almennu ogn er tí ein sera
álvarsamur spurningur, ið ikki eigur at verða
| gjørdur av í eini handavending.
ØLL yita at landbúhaðurin í Føroyum hevur
trupul kor og sera tungt við at hvíla í sær
sjálvum. Hetta stendst fyrst og fremst av
kapping frá útlendskum búnaðarvorum. Men
hesari kapping hvorki kunnu ella eiga vit at
steðga við politiskum miðlum. Kappingin
tryggjar vanliga føroyska brúkaranum mat-
vørur til ein um ikki biligan so ein toluligan
pris. Fåa bøndur monopol uppå at framleida
okkara matvørur, vita vit, hvat ið hendir við
prisunum. Bøndur eiga ti at fáa stuðul á annan
hátt við góðum útbúgvingarmeguleikum, laga-
ligari fígging og almennum stuðli til framleiðslu
og distributión av teimum matvørum, ið vit
ikki kunnu vera fyri uttan. Alt sjálvsagt treytað
av, at hetta ikki stríðir móti avtalum við eitt nú
ES. Her er jú eitt sjónarmið, ið vit mangan
gloyma og tað er, at tá vit keypa føroyskar
bunadarvørur, vita vit sum heild, hvat vit fáa.
Hinvegin fara tær innfluttu búnaðaverurnar
um so mong lið og landamr, at vit í roynd og
veru ikki vita, hvaðan ein partur av hesum
verum kemur. Sostatt eiga vit at tryggja før-
oyska landbúnaðinum lív við teirri grund-
geving, at hann skal tryggja okkum dygdar-
matvørur.
MEN frå hesi stødu og til at lata bøndurnar
kongs/ landsjorðina til ognar, er eitt ómetaliga
høgt lop og fyri alt tað eingin trygd fyri, at
hetta stig bjargar landbúnaðinum. Umframt
hesa innvending halda vit tað eisini vera
prinsipielt skeivt at privatisera eina so virdis-
mikla almenna ogn sum kongsjøråina. At at
kalla helvtin av jørdini er almenn ogn er ein
toluliga góð trygd móti eirindaleysari spekula-
tin. Vit hava sæð, hvussu privatir hava jobb-
að jarðarprísirnar upp í topp, har meguleikar
hava verið fyri ti, hóast almenn jørå í stóran
mun hevur verið til taks sum byggigrundir.
Hvussu verður stødan so ikki, tá og um øll
jarð i Føroyum verður á privatum hondum?
UPPSKOTIÐ um at privatisera kongsjørdina
er sera óheppið. Tað fer at skapa klandur, nú
vit mest hava brúk fyri semjum, og tað er
prinsipielt óacceptabult í einum nútímans
samfelagi, har tað almenna eigur at tryggja
síni virði og ikki lata tey av hondum.
Sosialurin
Tað er ikki á hverjum degi,
at ungi alvi blaðstjórin á
Dimmalætting í oddagrein
síni skrivar nakað, sum er
vert at lesa og enn minni at
gera viðmerkingar til, men
tað hendir, soleiðis við
oddagreinini »Ørvitisætlan-
ir gerast fleiri<, og so sanni-
liga hevur blaðstjórin rætt
Men hver er tað, sum setir
fram hesar ætlanir, tað verð-
ur einki sagt um. Hver er
tað, sum liggur fleiri báts-
longdir framman fyri and-
støðuna á løtingi. Tað van-
liga er, at andstødan fyri at
gera vart við seg, setir upp-
skot fram, hon einki eigur
í, fyri at brúka orð blað-
stjórans á Dimmalætting nr
124 fyri 5. juli 1997
»Ørvitisætlanir = gerast
fleiri«. Hetta eru ætlanir,
sum fara at kosta milliónir
av krónum, og sambært
sambandsins figgjarnevnd-
arformanni, so finnast ikki
nakrar krónur at brúka.
Men tað ber til at gjara út
og helst við almennum
krónum, sum ikki finnast,
og, um ætlanirnar blíva
veruleiki, aftur skulu kreyj-
ast inn av teimum, sum í
dag ikki sita við ábyrgd.
Men útgjaringin gevur at-
kveður og eisini umrødu
Tað tykist sum um sam-
gongulimir eru innanhýsis
ósamdir, men tað eru teir í
veruleikanum ikki, tann fyri
almenninginum spæla ó-
semjan, hon avleiðir frá
teimum veruligu ætlanun-
um, sum teir tó eru samdir
um, og tað er at troyta
landskassan mest møguliga,
og hetta er tað, sum heldur
verandi samgongu saman.
Teir veruligu trupulleikar,
sum eru í okkara samfelag,
verða gloymdir. Í somu
oddagrein verður víst til,
hvussu javnaðarflokkurin
ikki hevur livað upp til tað,
hann í veruleikanum stend-
ur fyri, og nakað kann vera
um tað, men tað er einki,
sum forðar sambandsflokk-
ES
inum fyri at gera tær broyt-
ingar, soleiðis at bøtt verður
um skeivleikar okkara.
Tit hava leiðsluna bæði á
løgtingi, í landsstýrinum og
í figgjarnevndini, so her ber
íkki til at skáka sær undan
Tá talað í somu grein verður
um bankamálið, so er at
minnast til, at grannskoðar-
in hjá gamla Føroya Banka,
sum segði frá, at har var alt
í lagi, tað var eingin javn-
aðarmaður, og tað er sami
persónur, sum ræður leg-
manni til, at vit skulu hava
endurgoldið tað, sum goldið
er fyri bankan. Persónurin,
sum hevði ábyrgd av grann-
skoðanini og nú av tilráð-
anini frá landsstýrinum, og
sum áðrenn keypið segði, at
alt stóð væl til, tað var
hvorki javnaðar- ella tjóð-
veldismaður, væl stóð til
áðrenn keypið, men hvussu
var, tá bankin fór av knór-
anum?
Tað at blaðstjórin sigur,
at javnaðarflokkurin frem-
ur sjálvstýrispolitikk, má
vera nakað, sum blaðstjór-
in droymir um, men kanska
tað fer at geva honum »År-
sins ulku«.
Tað er rætt, at vit sum
samgonga løgdu ognarav-
gjald fyri at lúka treytirnar
frá donsku stjórnini, men
tað forðar ikki verandi sam-
gongu at gera broytingar
Tit hava sambært løgmanni
vunnið okkum heimastýri
aftur, hvat tað so vil siga,
hver vítt tað er heimastýri,
ella meira eitt heimabeiti,
har grasið er etið av rótini.
Tað er rætt, sum blaðið
sigur, at ta er ikki gott at
blíva gamal her á landi, so-
leiðis sum viðurskiftini eru
í dag. Men tað kann broyt-
ast, um sambandsflokkurin
veruliga meinar ta, hann
skrivar, »Utskriva val, vit
hava loysnirnar<. Hvar eru
tær? Mær kunnugt er einki
broytingaruppskot komið
frå sambandsflokkinum.
Ein oddagrein í Dimmalætt-
ing bøtir ikki um hesi vidur-
skifti. Tá so sama oddagrein
viðger politikaralønina, hon
er ov stór, so hava tit møgu-
leikan at broyta tað. Tit hava
í dag buktina og báðar end-
arnar, og kanska kundu tit
tikið vid lønarvidurskiftini,
sum eru framd i sambandi
vid bygnadarbroytingarnar,
ein lønarbroyting, sum
kemur at avlaga okkara
samfelag, og gera munin
ímillum størri enn hann
nakrantíð hevur verið, tað
vera tey á ovastu rók og so
hini, ein lønarbroyting, sum
eisini vil åvirka keypimøgu-
leikan hjá fólki
Og hetta vil raka tey
lægstløntu og pensionitar
meint.
Tí tað er eisini rætt, at tað
er ringt at blíva gamal í
Føroyum, og tað verður so
ein av uppgávunum hjá
javnaðarflokkinum at gera
nakað við. Ikki tí vit sita í
andstðu, men heldur tí, at
javnaðarflokkurin er tann
einasi flokkur, sum hevur
barst fyri okkara eldru og
sjúku, og tíðin er komin at
fara undir at herða hetta
stríðið, og vit fara heldur
ikki at gloyma okkara ar-
beiðsleysu, sum, um tað
stóð til sambandslfokkin,
ikki høvdu eitt klovið oyra
at liva av. Tá ALS var í
fíggjarligum trupulleikum
2. apríl 1993 og løgtingid
skuldi taka stóðu til eina
ætlan at bjarga skipanini,
var sambandsflokkurin á
løgtingi einasti flokkur, sum
ikki vildi hjálpa teimum ar-
beiðsleysu.
Áhugin hjá sambands-
flokkinum fyri teimum
veikaru í okkara samfelag,
teimum gomlu, sjúku og
teimum arbeiðsleysu, hann
liggur í einum lítlum hylki.
Men stødan er ein onnur, tá
milliónir av skattgjaldarans
pengum, hóast tær ikki eru
til sambært figgjarnevndar-
formanninum, tá gjaldast
skal til teir sokallaðu vinnu-
lívsmenn, tá tað er at stríka
skuld teirra, tá ber til við
almennum stuðli. Tá er
einki ført, slett ikki hjá
sambandsflokkinum.
Sverre Midjord
EA
Svar til
um >Nólsoyar Påll«
grein hjå Ivan Johannesen
Ætlanin var ikki at skriva
meira um hetta mål, men tå
sambandsmenn framhald-
andi bliva vid at skriva um
målid, fari eg f sambandi
vid grein hjå Ivan Johanne-
sen at bidja hann svara
nøkrum spurningum al-
ment.
I. Hvat skrivligt tilfar
fyrilá frá Skipasýninum
um skipið, áðrenn tað
varð keypt?
2. Hvat segði tann tekniska
rapportin frá Vaktar- og
bjargingartænastuni um
skipið?
3. Hvi fekk keyparin ikki
loyvi til at síggja klassa-
pappírini, áðrenn skipið
varð keypt?
4. Tilmælið til landsstýrið
at keypa skipið, hvussu
sá tað út?
Eg fari at biðja sambands-
flokkin saman við Ívan Jo-
hannesen um at prenta hesi
skjal í blaðið, so at almenn-
ingurin kann síggja, hví
sambandsflokkurin er so al-
tráur eftir at skula brúka
meiri pening uppá hetta
vrakið.
Vinarliga,
John Petersen,
landsstýrismaður
A ———
i
Vit gloyma ikki tey veiku