týsdagur 15. juli 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 132 — 15. JULI 1997
15
Hvessingur
Sjálvsálitið er
í topp umborð
á Hvessingi
Kvinnurnar við nógvu róðrarroyndunum leitaðu leingi
eftir rætta lagnum. Nú hava tær funnið tað, og so gongur
sum eftir ánni
Tað er stórur spenningur um
FM heitið millum 6-mann-
aførini, mannað við kvinn-
um. Jarnbardur er fremstur,
og havnarkvinnurnar hava
tískil besta møguleikan at
vinna FM heitið á Havn-
arvág. Gongurólvur hevur
eisini møguleika at vinna
FM heitið. Tær eru trý stig
aftanfyri Jarnbard, og um-
framt at tær skulu vinna á
ólavseku, so er neyðugt, at
hin havnarbáturin ikki verð-
ur fremri enn nummar trý
Favoritturin
Hóast hann er eitt stig aft-
anfyri Jarnbardin, so er tað
einki at liggja omaná, at tað
er Hvessingur, sum verður
roknaður at hava størsta
møguleikan at vinna ólav-
søkur6durin og harvið FM
heitið.
Tær í Hvalvík og í
Streymnesi fingu eina trilv-
andi byrjan uppá kappróðr-
arárið, men hesar báðu síðs-
tu ferðirnar hava tær verið
leysar av hinum, tá tær eru
komnar á mál.
Vit hava fleiri ferðir áður
nevnt, at tað so at siga glapp
hjá teimum, tá tær í
næstsíðstu viku fyrireikaðu
seg til róðurin í Fuglafirði.
Jana Hansen situr á toftini
umborð á Hvessingi. Hon
er formaður umborð, og hon
veit, hvat hon tosar um, tá
tað snýr seg um venjing og
um k , tí hetta er
níggjunda árið á rað, at hon
rør við Hvessingi.
Í år er hon sjálv triðja úr
sama húsi, tí systrarnar
Kirstin og Rannvá eru eisini
við. Í fjør, tá tær vunnu FM,
vóru tær fýra systrar, men í
ár heldur Ingibjørg frí frá
kappróðrinum.
— Undanfarin ár hava vit
havt leikar við at finn-
a rætta lagið, men t.d. í fjør
komu vit á lagið so mikið
tíðliga, at vit vunnu allar
róðrarnar. Í ár riggaði tað
ikki, og so kennist tað sum
um tú kemur í ónda ringrás
Tá tað ikki gongur, sum tú
sjálv hevði vónað, og sum
tað eru so nógv, sum hava
roknað við, so eru tey nógv,
sum koma við væl meintum
ráðum um, hvat tað er, ið
ikki er, sum tað eigur at ver-
a. Tú lurtar og roynir at laga
teg eftir góðum ráðum, men
vit máttu bara staðfesta, at
til og við á jéansøkuni gekk
tað ikki, sum vit vildu hava
tað at ganga.
Og hvat er tað so, sum er
sloppið?
— Vit tóku avgerð um, at
nú máttu vit sjálvar royna
at arbeiða við trupulleik-
anum. Tað kundi bara ganga
betra vegin. Vit hava sama
fólkið. og vit síta allar í
somu sessunum, sum vit
hava gjørt allar hinar róðr-
arnar. Munurin er, at vit nú
hava broytt eitt sindur uppá
róðrarlagið sammett við
fyrru stevnurnar í ár. Vit
rógva kanska eitt sindur
meiri seigan, enn vit gjørdu.
Men tað mátti ikki tikið
so langa tíð at funnið út av
ti?
— Tad er ógvuliga torført
at skifta. Tað kennist nógv
meiri strevið, tá tú roynir at
rógva upp á ein máta, sum
ikki kennist at vera tann,
sum liggur mest raði, men
tá úrsliuð verður betri, so
verður tað sjálvsagt meiri
hugaligt, og so kennist
mødin ikki so ógvuslig, og
tá tú hevur vant hetta lagið
í nakrar vikur, so v r
hetta tað nátúrliga, sigur
Jana Hansen.
Nakað serligt
á ólavssku
Formaðurin á Hvessingi
vónar sjálvsagt, at tær fara
at megna at vinna á ólav-
søku og harvið at vinna FM
heitið
— Vit fara ikki at venja so
nógv í hesi vikuni, tí ein av
manningini verður burtur-
stødd, men í komandi viku
fara vit at gera nógv við tað,
so vit vera væl fyri til annan
månadag, tá stóra slagið fer
at standa.
Formaðurin á Hvessingi
heldur, at:tað altíð er nakað
serligt at rógva á Glavsøku
- Tá vita vít, at hetta er
síðsti róðurin. og tað er
hugaligt, tí hóast tað er
spennandi at rógva, so er tað
eisini ein veruleiki, at tað
er sera strevið og tíðar-
kreyjandi. Og so eru tað
nógvir áskoðarar, og tað
hevur við sær, at nervin í
róðrinum verður uppaftur
spentari
Kvinnurnar umborð á
Hvessingi hava ikki óneyð-
ugar nervar undan Olavsøk -
uni. Tær hava drúgvar
royndir og vita tískil, hvat
tað snýr seg um.
Hetta er níggjunda árið,
at Jana Hansen rør. Tað vil
síga, at hon hevur róð við
síðani 1989. Ein hevur verið
við síðani 1991, ein frá
1993. tvær komu umborð í
1994, róðurskvinnan kom
umborð í fjør, og ein rør fyri
fyrstu ferð við í ár.
Tær vunnu á Glavsøku í
fjør, og Hvessinur vann eis-
ini á Glavsøkunum í 1994
og 1992.
Var kappingin størri á
Sørvågi, enn hon var í Fugl-
afirði?
— Munurin var eitt sekund
minni hesa ferð, og eg haldi,
at tað var strevnari, ti í
Fuglafirði var tað ikki fyrr-
enn fram ímóti endanum, at
Gongurólvur kom fram á
okkum. Hesa ferðina var
hann alla tíðina framvid.
:Hvessingur nærkast
; útvarpssteypinum
Men treytin fyri at fáa tað verður ivaleyst at teir vinna á
ólavsókuni, og tað hava teir ikki gjørt síðani i 1989
Hvessingur er mest vinnan-
di båturin í føroyskum
kappróðri í 1997. Tað er
sligið fast við tíggju tumma
seymi, eftir at menninir
hava vunnið allar fimm
róðrarnar og kvinnurnar
hava vunnið tveir teir sein-
astu róðrarnar.
Í Sørvågi varð staðfest, at
menninir umborð á Hvess-
ingi eru FM vinnarar, og nú
er spurningurin bara, um
teir fara at vinna á Glavsøku
og harvið vera ósigraðir í
1997.
Hvessingur hevur verið
so sannførandi allar fimm
ferðirnar, at tað er einki,
sum talar fyri, at nakar skal
taka hann. Teir hava verið
leysir av hinum bátunum
hverja ferð, og róðurin í
Sørvågi var einki undantak
í so máta. Teir tóku seg stútt
og støðugt frá hinum, og tå
teir komu á mál var mun-
urin seks sekund og harvið
meiri enn tvær bátslongdir.
Drekin við dreingjum og
Hvessingur við monnum er-
u einastu bátarnir, sum hava
vunnið allar róðrarnar hig-
artil, og tað eru bara hesir
báðir bátarnir, sum hava
møguleika at vinna útvarps-
steypið, sum er heiðurin fyri
at vera kosin besti kapp-
róðrarbátur av øllum.
Róðurin hjá Hvessingi
var meiri sannførandi á
vestanstevnuni, enn tann hjá
Drekanum var, og tí kann
hugsast, at um báðir bátarn-
ir fara at vinna á Glavsøku,
so verður tað Hvessingur,
sum verður kosin vinnari av
útvarpssteypinum. Í fjør
kendu kvinnurnar umborð
á Hvessingi seg snýttar fyri
útvarpssteypið. Tær vunnu
allar róðrarnar, men tað
gjørdi Sílið við gentu-
Junkarin
klokkaði teir
manning eisini, og tær fingu
útvarpssteypið.
Men treytin hjá Hvessingi
við monnum í ár er, at teir á
6lavsøku enda í minst lagi
á sama plássi, sum dreing-
irnir umborð á Drekanum.
Um vit líta at hagtølunum,
so eru tey ikki við Hvess-
ingi. Hann hevur ikki vunn-
ið á Glavsøku við mannfólk-
amanning síðani 1989, og
tað er merkisvert, tí teir vór-
u FM vinnarar í 1993, 1994
og 1995, men tað vóru teir
altso uttan at vinna á ólav-
søkuni.
Annan månadag fåa teir
ein nyggjan møguleika, og
so fåa vit at siggja, um teir
tå verða eins sannførandi,
sum teir hava verið higartil
í ár, ella um teir fella í somu
grøvina, sum teir hava verið
í síðani 1989!
a Drekanum
Men havnardreingirnir høvdu meiri i sær í og tryggjaðu
sær FM heitið í endaspurtinum
Drekin hevði undan róðr-
inum á vestanstevnu vunnið
allar róðrarnar í år, og teir
vunnu eisini í Sørvågi og
eru harvið FM vinnarar í
1997
Men teir vóru eitt sindur
kløkkir av mótstóðuni, sum
teir fingu frá Junkaranum:
- Vit høvdu eyguni eftir
Blíki, Sílinum og Svani, tí
tað eru teir, sum hava verið
næstir okkum á hinum
stevnunum og harvið lógu
undir liðini á okkum á Ser-
vági
Soleiðis sigur róðursmað-
urin á Drekanum, Sveinur
Gullfoss:
— Eg haldi, at Junkarin var
frammanfyri okkum eina
løtu, og eg kendi meg ikki
vísan í, at vit fóru at vinna,
fyrrenn vit í endaspurtinum
fóru frá teimum. Tá sást
týðuliga, at teir umborð hjá
okkum vóru betri fyri.
Í hinum róðrunum hava
tit verið fremstir mest sum
alla tíðina. Heldur tú at tað
ávirkaði tykkum, at tit hesa
ferðina vórðu hóttir?
— Tað var ongantíð pa-
nikkur í, men tað var týðu-
ligt, at okkara menn høvdu
hug til at skeita yvir á Junk-
aran, og tað er ongantíð
gott, tá tú hugsar ov nógv
um måtstødumenninar. Tað
gongur út yvir tað, sum tú
leggur í sjálvur, men tíbetur
bilti tað ikki, staðfestir ein
væl nøgdur róðursmaður á
Drekanum
Mesta fólkið umborð á
Drekanum hevur róð í fleiri
ár. Hjá summum er hetta
triðja árið. at teir rógva, og
hjá øðrum er hetta fjórða
árið. Tveir vóru við Drek-
anum, sum eisini vann FM
í fjør, og triggir vóru við
hinum 5-manafarinum hjá
Havnar Róðrarfelag, Sílin-
um, í fjør.
Reglarnir siga, at fyri at
taka lut í S-mannaførum við
dreingjum skal luttakarin
vera fyltur 14 ár, áðrenn 1.
mei sama kappingarár, men
tú skalt ikki vera fyltur 18
ár, áðrenn |. mei sama
kappingarár.
Hesum aldursmarkinum
fella tríggir av teimum um-
borð á Drekanum fyri kom-
andi ár, men skulu vit meta
út frá, hvussu tað hevur
hilnast í fjør og í ár, so talar
nógv fyri, at Drekin eisini
komandi ár verður millum
teirra, ið fara at stríðast um
besta plássið. Tað er lætt at
fáa fólk umborð, sum er
vant við at rógva, tá tað
frammanundan eru fleiri
umborð, sum vita, hvat tað
snýr seg um.
Nú kappingarnar hava
verið so títtar, hava teir á
Drekanum vant tríggjar
ferðir um vikuna. Teir hava
verið í bátinum sunnukvøld,
tyskvøld og mikukvøld, og
annars hava teir hvílt og
gjørt bátin klåran til róðr-
arnar.
Róðursmaðurin roknar
ikki við, at fyrireikingarnar
til Glavsøkur6durin fara at
vera nógv ødrvisi, og hann
heldur, at tad vil altid vera
soleiðis, at tað er ein fyri-
munur at rógva í heimasjóg-
vi:
— Vit hava so ofta róð málið,
og vit fara at rógva tað fleiri
ferðir fyri ólavssku. Tað ber
við sær, at tú veist akkurát,
hvussu langt tú ert komin
og tískil veist tú nevyt, nær
tað Ld. skal farast undir end-
aspurtin. Men hetta merkir
ikki tað sama, sum at vit
fara at vinna ólavsskuróð-
urin uttan kapping. Vit sóu
á vestanstevnu, at fleiri ligg-
ja framvið, og vit mugu
leggja alt í, um vit skulu
vinna, heldur Sveinur Gull-
foss.