Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 2003síða 23

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 213 - 8. november 2003 Nr. 213 - 8. november 2003 45 TK Stovan (100,6%) 3/278.pdf Framløga av kanning av viðurskiftunum hjá apopleksiraktum og fundur í Útvarpshøllini Heilafelagið hevur saman við Granskingardeplinum fyri Økismenning gjørt eina kanning av viðurskiftunum hjá apopleksiraktum í Føroyum. Í hesum sambandi skipa vit fyri einum almennum fundi í Útvarpshøllini leygardagin 8. november 2003 kl. 15.00. Skrá fyri fundin 1. Vælkomin (Tórunn Guttesen, Heilafelagið) 2. Hvat er apopleksi? (Lars Storr, lækni) 3. Framløga av kanning (Dennis Holm, Granskingardepilin fyri Økismenning) 4. Hvat er ein góð viðgerðargongd? (Lars Storr, lækni) 5. Ein sjúkrasøga (Napoleon Joensen, apopleksiraktur) Steðgur 6. Pallborðsfundur: Bill Justinussen landsstýrismaður í Heilsumálum, Páll á Reynatúgvu landsstýrismaður í Almannamálum, Petra Joensen leiðari á Almannastovuni, Palli Mortensen leiðari á Hjálpartólamiðstøðini, Napoleon Joensen apopleksiraktur, Lars Storr lækni og Paula Árnafjall sjúkrarøktarfrøðingur og nevndarlimur í Heilafelagnum. 7. Hugleiðingar um at vera ein bólkur í samfelagnum, sum er annaðleiðis (Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur) Heilafelagið Íslandsvegur 10 100 Tórshavn Tlf. 32 15 20 Heilafelagið er felagið fyri apopleksi- og afasirakt í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá apopleksi- og afasiraktum. Lesið -tað loysir seg www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Stuðlar til Stuðulsfólka- skipanina fyri vaksin Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan. Harumframt eru røktar-uppgávur, sum eru skipaðar í samstarvi við Heimarøktina. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin ynskir stuðlar, ið m.a.: • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll í heimi brúkarans og samstundis eisini kunnu átaka sær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión • vísa áhuga og virðing og samstundis vera professionellir • eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum • eru sterkir - bæði til sálar og likam • kunnu handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan Størvini verða sett skjótast gjørligt. Søkt verður eftir stuðul til: Tórshavn: Maður 26 ár, menningartarnaður. Uppgávurnar eru m. a. at fylgja og aktivera til ymiskar sosialar aktivitetir. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna, eftir kl.16.00, eventuelt vikuskiftir. Maður 19 ár, menningartarnaður. Uppgávurnar eru m.a. at fylgja og aktivera og fáa ein innihaldsríkan dagligdag. Umsøkjari við útbúgving hevur fyrimun. Eventuelt pædagoglesandi. Møguleiki er at deila uppgávurnar í tvey. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna, eventuelt vikuskiftir. Kvinna 49 ár, sálarliga illa fyri. Uppgávurnar eru m. a. at menna sosialan førleika. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna. Eysturoy Genta 18, situr í koyristóli og er seinment. Uppgávurnar eru at fylgja henni til ymiskar aktivitetir og stimbra hana í dagligdegnum. Koyrikort krevst. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna, Klaksvík: Kvinna 46 ár, sálarliga illa fyri. Uppgávurnar eru m. a. at stimbra hana í teimum dagligu uppgávunum í heiminum og at fáa ein innihaldsríkan dagligdag. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna. Sandoy: Kvinna 41 ár, í hevur disseminera sclerosu. Uppgávurnar eru millum annað, at fylgja henni til ymisk tiltøk út av húsinum og teimum dagligu uppgávunum í heiminum. Lønar- og setunartreytir: Talan er um størv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi, dag-, kvøld, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 17.11.03. Nærri fæst at vita hjá serráðgeva, Odu Johansdóttir, tlf. 354024. Umsóknir skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin Att.: Oda Johansdóttir Niels Finsensgøtu 28, 2. hædd, Fo -100 Tórshavn, Tlf: 354024 - Telefax 353021 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 45 44