týsdagur 15. juli 1997síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 132 — 15. JULI 1997
Vágafúsur peningur
finst til tað ónýtiliga
Rødan, sum Jógvan Róin helt á varmakeldustevnuni í ár
Góðu stevnugestir.
Tá eg varð biðin um at
halda Varmakeldurødu í år,
kom eg at hugsa um, hvussu
stór broyting er frá fyrsta
stevnuni i 1951, og so nú.
Eg var heima í summar-
fritid, tå eg luttók í eini boð-
renning ímillum Lorvík og
Fuglafjørd, annars var lítið
gjørt bururúr ítróttinum tá,
venjing var lítil og eingin,
meðan okkara ítróttarfólk í
dag venja í fleiri mánaðar,
ja nógv venja alt árið, og
úrslitini innan fyri allar
kappingar. bæði á turrum og
á sjógvi, kunnu als ikki
sammetast, - tíbetur
Varmakeldutiltakið er
aldargamalt. og hevur frá
fyrndini av fingið fólk, ser-
liga úr grannabygdunum at
leita saman undir Varma-
kelduleiðinum, har mangt
vinarbandið varð knýtt
gomlu Jóansgkunátt. Nú er
stevnan vorðin nógv fjøll-
broyttari, og fólkið kemur
ikki bert úr grannabygdu-
num, men úr øllum Føroy-
um
Siðurin, at halda ein slík-
an fólkafund her á Buginum
er komin afturat seinni. Tá
eg skuldi halda røduna her
í dag, var eg nógv í iva um,
hvat kundi hava áhuga hjá
áhoyrarunum. sum er saml-
að her. Eg kom at hugsa um
eina greinarød sum av og á
hevur verið at lisið í
Dimmalætting av einum
fuglfirðingi, Hans Jákup á
Brúnni, sum hann evnir
„Dagsins mál“, og sum eg
havi lisið við áhuga. Hví
ikki taka hendan táttin upp
her?
Fyri 60
árum síðani
stevndi ein stásilig skúta inn
eftir vágni, „Kyrjasteinur“
sum Jákup Haraldsen hevði
latið bygt í Korser. Ég
minnist ikki minst, hvussu
erpnir vit dreingir vóru, sum
áttu pápar umborð á hesum
flaggskrydda, ståsHliga far!
Tað er mær fortalt, at
„Kyrjasteinur“ kostaði
100.000 kr., hvussu nógv
hetta er í okkara peningi í
dag, er eitt sindur torført at
síga, men helst einar 8 - 10
milljónir, so her skuldi
nógvur vágafúsur peningur
til. Tíbetur gekk hetta væl
Í 1938 varð sáttmáli skriv-
aður um eitt nýtt skip aftur
hertil bygdina, hetta var
„Vón“ sum Sigurd Simon
sen læt byggja á Tórshavnar
Skipasmiðju. Hon fór av
bakkastokki í 1940, og kost-
aði 90.000 kr. Mær er for-
talt, at ógvuliga torført var
at røkka figgingini, sum
helst hevur verið á sama
stóði sum 3 år framman-
undan.
Kyrjasteinur og Vón hava
ført mangan góðan førning
til bygdina, og nógv húski
hava fingið dagliga tørvin
nøktadan igjøgnum árins frå
hesum skipum.
„Kyrjasteinur“ liggur nú
sum eitt læsafar úti á vágni;
men vit eru nakrir fuglfirð-
ingar í útlegd, sum royna at
varðveita hann sum eitt
minni um eina tíð, har vága-
fúsur peningur og nýhugsan
fanst
Landsstýrið setti eina
nevnd at gera uppskot til
endurnýggjan av skipaflot-
anum. Alitið er komið, sum
sigur, at tørvurin á vága-
fúsum kapitali liggur imill-
um 8-900 milljónir krónur
Fuglafjarðar Hornorkestur spældi
yvir 5 ár. Nú fáa vit at síggja
um hesi ráð verða fylgd, ella
um tað verður sum ein
amerikumaður segði: “Ein
av tíðarinnar mest fløkja-
sligu spurningum er: Hvat
verður av loysnunum, tá ein
politikkari verður valdur?“
Seinasta ár fingu vit eima
stýrisskipanarlóg. sum helst
stórur tørvur var á, men ikki
lat til. at vit sjálvi kundu
føra hesa lóg av pappírinum
og út í dagliga virki. Tí varð
sent boð eftir einum konsu-
lenti, dananum Norman
Christensen, sum fyri eina
årsløn uppá milljón krónur
skuldi laga landsstýrisum
sitingina til hesa nýggju lóg
Tá hann kom frættist, at
hann helt, at alt ov nógv
starvsfólk sótu í Tinganesi
Nú hann fór av landinum.
hava vit fingið forstjóra, og
9 aðrar stjórar, og hvorki
pláss ella størv til fleiri av
teimum sum áður hava havt
leiðsluna í fyrisitingin, - so
her vantaði ikki vágafúsur
kapitalur!
Stórir trupulleikar hava
hesi seinastu árini verið inn-
an heilsuverkið. Líka síðani
eg kom til Føroya í 1973,
hevur verið arbeitt við eini
skipan fyri heilsuverkið, 6-
semjan hevur verið stór í-
millum okkara politikkarar
um hvussu bygnaðin skuldi
verða. Nógvar nevndir hava
sitid, og nógv álit eru skriv-
aði, uttan nakað veruligt er
komið burturúr. Seinasta ár
vóru viðurskiftini vorðin
ótolandi á Landssjúkrahús-
inum. Jú, loysning fanst ikki
i Føroyum, so boð vórðu
send eftir konsulentvirkið í
Danmark, neynt „DIOS“
Teir sum á flatlondum ikki
eru kendir fyri síni góðu
hugskot, komu til Føroya,
og vit hava nýtt eini 6-
700.000 krónur til eitt upp-
skot við stórum yvirbygn-
aði. har Landssjúkrahúsið
verður býtt upp í fýra partar,
við hver sínum stýrisbólki
av læknum, sjúkrasystrum
og fyrisiting, sum sjálvandi
skulu hava løn fyri hetta
eykaarbeiði Verður hendan
tilráðingin fylgd, krevst
vágafúsur = peningur í
ólukkumáta, sum helst má
takast frá sjúklingaviðgerð
og røkt, tí eingin peningur
er til eykajáttan
Álit er komið frá eimi
nevnd, sum hevur arbeitt
við E.S. Nú hetta álitið er
komið, sigur okkara løg
maður, at nýggj nevnd skal
setast fyri at fyrireika upp-
leggið hjá teimum sum
skulu til Bruxelles at sam-
ráðast við E.S
Vit síggja soleiðis, at
hetta pinkulandið Føroyar
nýtir milljónir av krónum til
slíkar bålkar, nevndir og
konsulentar, sum ógvuliga
sjáldan geva lønandi ella
nýtilig úrslit. Men til slíkt
sær ikki út til at tróta vága-
fúsur peningur.
At hetta ikki er eindømi
fyri Føroyar, fekk eg eitt
prógv fyri, tá eg læs eitt
danskt fagblad, sum hevði
eina stuttliga søgu, sum eg
vil loyva mær at endurgeva
her:
Eitt danskt og eitt jap-
anskt virki, sum bygdu
kappróðrarbátar, samdust
um á hvørjum ári, at rógva
kapp við einum áttamanna-
fari. Báðar båtsskipanar
vandu dúgliga áðrenn kapp-
ingina, og báðar bátsmann-
Jógvan Róin helt varmakeldurøduna
ingarnar vóru sera væl fyri,
tá róð varð. Men japanar-
arnir vunnu, og komu á mál
I km. framman fyri danir.
Lagið var ringt á donsku
bátsmanningini og leiðslan
á bátaverksmiðjuni vildi
gera alt fyri at vinna kom-
andi ár. Teir settu ein bólk
til at kanna, hví úrslitið varð
so vánaligt. Hesin bólkur
gjørdi stórt kanningarar-
beidi, og úrskurðurin varð,
at japanarir høvdu sjey
manns at rógva, og ein at
stýra, meðan danir høvdu
ein mann at rógva og sjey
til at stýra.
Í hesi neyðast stóðu fekk
leiðslan eitt sera gott hug-
skot. Teir bóðu eitt ráðgev-
aravirki kanna donska báts-
skipanina, hennara bygnað
og arbeiðslag. Hesir ser-
frødingar komu til tann
úrskurð, at á danska báti-
num vóru ov nógvir til at
stýra og ov fáir at rógva
Eftir ráðum frá konsulent-
virkinum varð bátsskipanin
broytt. Teir settur 4 stýri-
menn, 2 yvirstýrimenn og
ein skipara, meðan ein var
eftir at rógva. Hesin skuldi
lønast væl, og hava stóra
ábyrgd.
Annað árið vunnu japar-
arnir aftur, og hesaferð vóru
teir 2 km. frammanfyri
danir.
Danska virkið koyrdi róð-
arin vegna vånaliga úrslitið,
og helt uppat at framleiða
nýggjar kappróðrarbátar.
Ráðgevaravirkið varð
róst fyri gott arbeiði, og ætl-
aði peningurin til at beta
kappróðrarbátarnar = varð
goldin sum bónus til leiðsl-
una á båtasmidjuni!
Eg vil enda við at taka
undir vid H.A. Djurhuus,
sum í einum av sínum fødi-
landssangum sigur:
Sælt ljóðar eitt boð yvir fjall
bygdu strond
tak, føringur,
róður í hond
Sýn ødrum tú eigur treysti
og mátt
Vind skeianna seglið húnar
hátt.
sjálvur títt
Hoyr eggjandi ljóðtónar
víða um hav
nýt, føroyingur, landið, tær
Alfaðir gav
Ger verkið til fulnar tær
fræls - andi breyð
og et ikki longur nådanna
breyð.
HYBEN VITAL
umboðsela v/ Miriam