mikudagur 16. juli 1997síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ríkisgóðkendur grannskoðari um Búskaparráðið:
--Avleiðingarnar
verða nógv verri,
enn Búskapar-
ráðið hevur rokn-
að seg fram til.
Frágreiðingin frá
búskaparráðnum
skuldi ongantíð
verið komin, tí
hon er týðiliga
merkt av at vera
skrivað í skundi
AK! BERTHOLDSEN
Álitið á Búskaparráðið
hevur fingið eitt álvarsligt
skot fyr! bógvin Og skal
áltið á tað endurreisast, skal
tann næsta frágreiðingin
verða so ónátúrliga nógv
betri enn henda
Jógvan Sundstein, ríkis
góðkendur grannskoðari, og
fyrrverandi poliukan í nógv
ár, m.a. bæði løgmadur og
fíggjarmálaráðharri, heldur
lítið um tað fyrstu frágreið-
ingini sum nýliga endur-
reista Búskaparráðið barsl-
aði við fyrr hesum mánað-
n
Inum
Skrivað av plikt
Jógvan Sundstein heldur, at
frágreiðingin er týðuliga
merkt av, at hon er skrivað
av plikt
— Helst hevur Búskapar-
ráðið hildið, at teir máttu
koma við eini frágreiðing
nú
— Og tí hava teir sett hetta
saman í skundi.
— Ella rættari: Eg haldi, at
tað er ein, kanska tveir limir
í búskaparráðnum, sum
hava skrivað frágreiðingina
og so hava hinir góðtikið
hana uttan at eftirkanna
Mynstrutir
og slættir
upplýsingarnar í henni
—Eg skal ikki,at tað er so,
men soleiðis fyrikemur
henda frágreiðing mær, sig-
ur Jógvan Sundstein
Hann sigur, at eftir hans-
ara tykki skínur tað so týði-
liga igjøgnum, at hon er
skrivað í skundi.
Og av tí sama er hon báði
ov grunn og full av so-
vorðnum sum er so sjálv-
sagt, og sum øll vita framm-
TRÚLOVILSIS
INGA
sTORPB URVAL + SKJÓT LEVERING
Prísir fyri parið
úr kr. 600,-
anundan
Búskaparráðið ger rætt-
iliga nógv burturúr fiski-
vinnuni á sjónum, men
næstan einki burturúr øllum
ødrum, og tá serliga fiski-
vinnuni å landi.
— Av ti sama fær hon bædi
slagsíðu, fer ikki nóg djúpt
og er merkt av at verða
gjørd í skundi og ikki nóg
væl gjøgnumarbeidd held-
ur grannskodarin og fyrr-
verandi topp-politikarin.
Harafturat hendi so tad
pinliga, at beinleidis mistøk
eru gjørd.
M.a. skrivar Buskapar-
ráðið, at almenna umsiting-
in er vaksin 900 størv síðani
1994. Seinni kom fram, at
hetta eru eini 600 ov nógv
av tí at tey hava gloymt at
talt tey 600 pensionistarnir
frá, sum fingu útgjald úr
samhaldsfasta.
— Tá ið mistøk sum hesi
verða gjørd mugu vit spyrja
okkum sjálvi, hvussu frá-
greiðingin annars er.
Hava roknað skeivt
Búskaparráðið sigur at
verður tilmælid frå lces
fylgt, og vit skerja fiskiskap-
in undir Føroyum 25.000
tons, m.a. eftir toski og ups-
a, fer inntókan hjá lands-
kassanum at minka 25 milli-
ónir. Í sjónvarpinum ivadist
fíggjarmálaráðharrin, An-
finn Kallsberg í hesum
Hver er tín meting sum tal-
konur?
- Eg fái tað heldur ikki at
passa. Eftir míni besti sann
føring verður missurin hjá
landskassanum helst hundr-
aðtals milliónir.
Jógvan Sundstein sigur, at
verður fiskiskapurin mink-
aður 25000 tons, missur
samfelagið einar 300-400
milliónir í útflutningsinn-
tókum.
Jógvan Sundstein sigur, at
eftir hansara tykki hevur
Búskaparráðið grovliga
undirmett, hverja åvirkan
ein niðurskurður í fiski vinn-
uni fær fyri avleiddar inn-
tøkur, tvs inntøkur aðra-
staðni í samfelagnum, og
sostatt á broytingarnar í for-
brúkinum og, harvið nýtslu-
gjøld til landskassan
--Mín meting er, at inn-
tøkumissurin hjá sjálvum
landskassanum verður út í-
móti tí sama, sum mista út-
flutningsvirðið, tá ið alt
verður talt saman, heldur
Jógvan Sundstein.
--Missurin í útflutningin-
um fer at føra eitt sindur økt
arbeiðsloysi við sær, men
tað verður kanska íkki heilt
so ógvusligt, sum Búskap-
arráðið heldur.
Jógvan Sundstein sigur, at
verða fiskirættindini skerd,
kann henda, at tað verður
eitt sindur mótvigað av. at
lutfallið ímillum tað. sum
fer óvirkað av landinum og
tað. sum verður virkað í
Føroyum, fer at broytast, so
at føroysku flakavirkini ikk)
fáa heilt so någv minni at
gera enn tey høvdu fingið,
um 1/3 av fiskinum fram-
vegis fer óvirkaður av land
inum
Verður minni fiskur. fer
tað helst at trysta prísirnar
upp i Føroyum. Tvs, at vit
kunnu vænta, at lutfalsliga
minni fiskur fer ovidgjørdur
av landinum. Tvs, at ar
beiðsloysið fer at vaksa
minni, enn tað annars heyði
gjørt
— Men tað var m.a. slíkar
metingar, Búskaparráðið
átti at gjørt
Av ti, at fólk í ávísan
mun fara frá tenarinntóku
til ALS, fer landskassin at
missa skattainntøkur av ti
at studulin frá ALS er lægri
enn lønin
Jøgvan Sundstein
heldur, at her er
lítið at smilast at
-Hetta var betri
ågjørt. Heldur enn
at skunda sær vid
eini so grunnari og
lítið gjógnumar-
beiddari frágreið-
ing, átti Búskapar-
ráðið at bíða til í
heyst og so komið
við eini frágreiðing
við vekt í og sum
gav politikarum eitt
veruligt amboð at
arbeiða við, sigur
ríkisgóðkendi
grannskoðarin og
fyrrverandi topp
politikarin
— Harafturat kann tad
henda, at landskassin verdur
noyddur at spjada til ALS,
um arbeiðsloysi Økist.
- Men ríkisgóðkendi
grannskoðarin heldur, at ein
avleiðing av øktum arbeiðs-
loysi kann væl verða, at fólk
aftur fara at flyta av landin-
um um enn kanska ikki í so
stórum stíli fyri fyri nøkrum
árum síðani.
— Men ein fråflyting fer
so aftur at føra til lægri
skattainntøkur og lægri
nytslu, og harvid eisini
lægri nytslugjøld til lands-
kassan.
Búskaparráðið sigur, at
verður ICES tilmælið fylgt,
fara manningahýrur, inntøk-
ur hjá fiskafólki og avleidd-
ar inntøkur at minka 160
milliónir.
— Eg haldi, at missurin
av teimum avleiddu inntøk-
unum er alt ov lágt sett.
— Vit hava t.d. sæð, hvuss-
u stóra ávirkan betri fiski-
skapur hevur
- Tá ið fiskiskapurin
veksur, fáa sjómenn og fisk-
afólk meiri inntøku, tey
brúka meiri og tað gevur so
aftur øðrum fólkum arbeiði.
Jógvan Sundstein sigur, at
tær avleiddu inntøkurnar
hækkaðu nokk so skjótt, tá
Nr. 133 — 16. JULI 1997
ið fiskiskapurin batnaði.
Hinvegin fara tær eisini
at lækka skjótt, um fiski-
skapurin verður skerdur.
Broytingar á einum so
týðandi ski, merkjast skjótt
í øllum samfelagnum. sig
ur hann
Einaferð herfyri tá ið eitt
stórt virki í einum donskum
býi varð afturlatid, høvdu
talkøn roknað seg fram til
at fyri hvert arbeiðspláss
tey mistu á virkinum, fóru
tey at missa tvey arbeiðs
pláss aðrastaðni í býnum
er tað hetta sama, sum fer
at gera seg galdandi í Før
ovum, um fiskivinnan verð
ur munandi skerd
Ja, tað er nakað í tann
stílin, sígur Jógvan Sund
stein
Búskparráðið sigur. at
landskassin fer at missa 10
milliónir í nytslugjøldum og
tað heldur Jógvan Sundstein
verða alt, alt ov lágt sett
Hann sigur, at alt í alt
roknar hann við, at misserin
hjá landskassanum verður
út ímóti teimum 300-400
milliónunum, sum útflutn
ingsvirðið minkar við
Tvs, um fortreytirnar
eru tær somu sum nú, at 1/3
av fiskinum famvegis fer Ó
virkaður av landinum
— Men verður lutfalsliga
meiri virkað í Føroyum,
verður negativa árinið tað
minni
Hann sigur, at útflutning-
urin skapar ein ringvirkning
í samfelagnum
Útflutningur uppá 300
milliónir skapar ein ring-
virkning í samfelagnum
uppá kanska 600 milliónir
Næstan helvtin av ti
hevdi farið í landskassan í
skattum og avgjøldum men
tað missir landskassin so
Fylgi ikki ICES
Annars ávarar grannskoð
arin og fyrrverandi ímóti at
fylgja ICES tilmælinum
blint
Vit hava fingið eina
fiskidagaskipan og tað skip-
anina eiga vit at fáa at virka
eftir ætlan, áðrenn vit loypa
framav og broyta hana aftur
— Hinvegin er tað ikki
tonsatalið, vit fiska, sum er
avgerandi. Tað avgerandi er
talið á fiski, vit fiska.
- Tað er smáfiskurin,
yngulin, sum hevur týdning
Tí heldur Jógvan Sund-
stein, at ein fiskidagaskipan,
við friðaðum økjum og ødr-
um avmarkingum er tann
einasta og tann besta skip-
anin í Føroyum.
Jógvan Sundstein hevur
einki álit á umsetiligum
kvotum, ella á kvotum yvir-
hevur.
— Hinvegin kann tað væl
verða at fiskidagarnir kunnu
gerast umsetiligir, seinni, tá
ið skipanin er fÁngin at virk-
a eftir ætlan.
Skuldu havt bíðað
Jógvan Sundstein heldur, at
Búskaparráðið skuldi held-
ur havt bíðað til heyst og so
givið eina betri og „djúpari“
frágreiðing út.
--Álitið á Búskaparráðið
hevur fingið eitt skot fyri
bógvin. Og skal álitið á tað
endurreisast, skal tann næst-
a frágreiðingin verða so
mikið nógv betri enn henda,
sigur Jógvan Sundstein.