Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi Jan Múller | Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: | Krisjan Dahl | Blaster Lysingar og søla: Áki Bertholdsen, Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news | Marjun Dalsgaard Eiríkur Lindenskov, | Dagny Joensen, | Grækaris D. Magnussen | Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Útgevari, uppseting og prent: Spå. Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: sosialur 8 olivant.fo Verjið børnini — avtakið bukingarrættin! Oddagrein ÓLI Breckmann, sum ikki hevur gjørt so nógv um seg í seinastuni, er farin í herferð ímóti donsku ríkislógini um foreldramyndugleika. Endamálsorð- ingin í lógini er soljóðandi: >Barnet har ret til omsorg og tryghed. Det skal behandles med re- spekt for sín persón og má ikke udsættes for legemlig afstraffelse eller anden krænkende be- handling«. KANN nakar vera ósamdur við hesa orðing? JÚ, annar fólkatingsmaður Foroya, sum í Dimma- lætting 15. juli skírir orðingina at vera >hóttan ímóti familjuni«, ja, hann vil enntá vera við, at hetta er eitt stig á leiðini til eina upploysn av familjuni! Tað er ótrúligt, at tað her móti endanum á tjúgundu øld enn skulu finnast fólk, ið halda tað vera neyð- ugt, gott og rætt at buka born. Men tað er einki at undrast á, at henda áskoðan er at finna hjá júst hesum persóni og vit fáa sjálvandi skjótt at síggja, um áskoðanin hevur breiða undirtøku í fólkaflokk- inum. Tað skal ongan undra, um so er. AT buka børn hevur einki við uppaling at gera og kann ikki góðtakast av siviliseradum og kristnum fólki. Tann, ið ikki kann uppala síni børn uttan at flongja tey, hevur spælt fallitt sum foreldur og eigur at fáa at vita, at tað er ikki ti bukaða barninum nakað bagir, men tí bukandi foreldrinum. AT buka børn er heldur ikki gamal siður her á landi. Slettis ikki! Tann, ið sigur ella skrivar hetta, sigur ósatt. Gamlar skrivaðar heimildir um Føroyar í gomlum døgum rósa føroyskum foreldrum fyri at uppala børnini við kærleika og fastleika uttan at nýta harðskap, uttan at børnini verða flongd. Sama síga heimildir um at kalla oll fålkasløg í gomlum døgum. Bukingin er sostatt eitt nýtt fyribrigdi, ið hoyrir nútíðar ídnaðarsamfelagnum til, t.v.s. sam- felagum her hjá okkum eftir uml. 1870. Vit vilja sterkt undirstrika, at vit vóna, at barnabuking er nakað, sum sera sera sjáldan kemur fyri í okkara samfelag. HVAT so er og ikki — einki framkomið, síviliserað og kristið fólk kann loyva sínum foreldrum at revsa børnini likamliga ella buka tey, sum tað í roynd og veru eitur. Tað er nú eitt mannaminni síðan likam- lig revsing varð avtikin í fólkaskúlanum. Vit vita ikki, hvussu stórur t'upulleiki hetta er í føroyskum familjum. Men tað hevði verið eitt gott hugskot at latið skúlalæknarnar kanna hendan spurning. Vit kunnu so bert vóna og biðja til, at kanningin hevði prógvað, at hetta at buka børn hoyrdi til undantøk- ini og ikki var eitt vanligt fyribrigdi í Føroyum. SAMANUMTIKID vilja vit gera vart við, at vit ikki halda, at foreldrum skal verða loyvt at sláa børn- ini og mæla vit tí landsstýrismanninum til at koma í løgtingid við lógaruppskotinum ongantíð ov skótt. So skulu hjørtu tingmanna roynast. Sosialurin Í oddagreinini í Sosialinum týsdagin, undirskrivað >S0- sialurin<, verður sagt um nýggju stýrisskipanarlógina m.a. >Vit ávaraðu ímóti henni frá fyrsta degi< > Vit vístu á, at nýggja stýrisskipanin fór at gerast eitt demokratiskt afturstig< „Men eingin lurtaði eftir okkara ávaringum, og nú má svida sum svøllur. Hervið sigur oddagreinin, at blaðið Sosialurin alla tíðina hevur verið ímóti nýggju styrisskipanini, og at nú síggjast avleiðingarnar av, at eingin lurtaði eftir blaðnum Greinin sigur eisini, at Javnaðarflokkurin var heit- asti talsmaður fyri hesi ny- skipan, ja, at hon er Javnað arfloksins barn Nú er tað so, at útgevarin av Sosialinum er P/f Sosi- alurin, har Javnaðarflokkur in eigur allan partapeningin Tá ein oddagrein hjá einum blað sigur: vit meina, halda, ávara osfr., so hava vit loyvi at rokna við, at hetta ikki er í andsøgn til meiningarnar hjá eigaranum Tað vil siga, at blaðið, sum Javnaðarflokkurin eig- ur, ávaraði Javnaðarflokkin ímóti at gera eina nýggja stýrisskipanarlóg At blaðið, sum Javnadar- flokkurin eigur, sigur, at nú má Javnaðarflokkurin taka avleiðingarnar av ikki at lurta eftir meiningunum hjá blaðnum, sum flokkurin sjálvur eigur. At blaðið, sum Javnadar- flokkurin eigur, sigur, at nú má Javnaðarflokkurin taka avleiðingarnar av ikki at lurta eftir meiningunum hjá blaðnum Hetta ruggar ikki rætt Spurningurin er, hvør er »vit« i hesi oddagreinini, og hver er »vit«, sum ávaraðu o.s.fr Tingmenninir hjá Javnað- arflokkinum atkveddu fyri nýggju lógini. Tað fyriligg- ur eingin samtykt á lands- fundi, sum gongur ímóti lógini, og frá skipaðu floks- leiðsluni eru eingi boð kom- in um, at flokkurin var ella er ímóti lógini Er tað ábyrgdarblaðstjór- in, sum brúkar oddagreinina til síni egnu privatu polit- isku sjónarmið? Er tað onk- ur annar, sum sleppur at brúka oddagreinina sum dulnevnt lesarabræv og samstundis lata sínar pri- vatu meiningar síggja út sum meiningar hjá blað- num? Ella er tað ein klubb- ur, sum heldur seg vera rætta Javnaðarflokkin? Men tann sum tegir sam- tykkir. Og letur tann offisi- elli Javnaðarflokkurin ikki hoyra frá sær, so merkir hetta, at flokkurin hevur ongan áhuga í, hvussu blað- ið, sum hann eigur, viðger stórmál, sum flokkurin hev- ur fingið igjøgnum, ella hver, ið sleppur framat í oddagreinini at siga hverja meining blaðið hjá flokk- inum hevur. At enda. Ein og hver kann siga sína meining í blað- num. Men tað skal vera í egnum navni, ella fyri tað undir dulnevni, men odda- greinin er ikki fyri ein og hvønn. Har skal ein linja vera og har skal ein hold- ningur vera. Og lesarin skal hava rætt til at rokna vid, at innihaldið í eini oddagrein ikki stríðir móti meining- unum hjá eigaranum So einaferð enn, reagerar flokkurin ikki, so góðkenn- ir hann hesa oddagrein, og so er lítið fantilsi á meining og politikki Javnaðarflok- sins Kári Dalsgaard Petersen sm Lesarabrøv Føroyar eru oyðilagdar Føroyingin byggja, náttúru vara At okkum hyggja, tey kanska læra. KLIVIN, JÓNAS BRONX 14.7.1997 Mundi Hitler vera svakur, áðrenn hann fekk fimm ára fongsulsrevsing fyri yvir- gangsroynd, tað var jú í geglinum hann skrivaði “Men kampf“. Kanska var tað í klivanum, hann byrjaði at hugsa tað hann er kendur fyri? Kanska onkur veit betur? Nú tað verður tosað um harðskap sum ongantíð fyrr, so má tað vera okkurt, sum plágar hesar umtalaðu ótangar. Um onkur hevur verið úti fyri sidamisbrot ella onkrum tílíkum, so skilji eg væl, at ein tekur lógina í egnar hendur,sum Bjørn á Heygum skrivar, og td. sundurmorlar tann, ið hevur meint sálina. Eg havi sjálvur verið úti fyri tílíkum, og var tann maðurin ikki deyður í dag, ja so hevði tað kanska verið eg, sum stóð fyri harðari revsing Bjørn á Heygum tosar um fyribyrging av hardskapi, sjálvsvirðing. virðing fyri ødrum, og virðing fyri pen- ingi. Hvussu kann ein fáa sjålvsvirding, tá ein ikki fylgir hugsunarháttir sín- um? Hvussu kann ein hava virðing fyri ødrum, tá tað sær út til, at líkamikið um tað snýr seg um lóggávu, keypa av vaktarskipi, ella peninga fløgtur til óhugna- lig. óhóskandi fiskiskip (kundi hildið áfram). so verður hugsað til egnan fyrimun. Hvussu kann ein, sum hevur latið seg havt filosofiskar tankar, nakran- tíð hava virðing fyri rótini til alt ónt, peningi? Í Havn ganga fleiri og mala í óndum kringli, og hava gjørt tað so leingi, at tíðiligt er, at tey eru óynskt Hesi fólk eru spakuliga blivin til óynskta ætt, tí eingin hevur hugsað um avleiðingar, bert um spott. Tosað verður um, hvat ber til í einum pættarsam- felagi. Tað hendir um allan heim, at fólk kenna seg noyddar at taka lógina í egnar hendur, tí annars heldur rotinskapurin áfram, og tað er sjálvdan, at "eld- sløkkjarnir” køva eldin, áðr- enn meir ella minni skaði er uppstaðin Tá tosað verður um rús- evnistrupulleikar, kann eg siga, at einki sum helst hald er í tí mátanum, arbeitt verður við, hverki frá løg- reglunar síðu (var at lesa í Sosialinum fyri stuttari tíð síðani), á friminalforsorgini ella á misnýtarastovnum. sum eru í landinum Vit eru sum grønlendarar hálaði alt ov nógv fram í tíðina. Vit mugu vera varin við at brúka tær fyrstu og bestu loysnurnar, tí vit hava lært alt ov lítið enn. Vit eru hver í sær ein fimmofjøru- tutúsindapartur, vit áttu at stýrt mikið betur, enn vit gera. Tað er jú avmarkað, hvussu ósamd vit kunnu vera. Eitt er vist, Føroyar eru oyðilagdar. Spurningurin er, hvussu oyðilagdar oyggj- arnar vera í framtíðini Tá lukkan er funnin, olja ræður, tíðin runnin, komandi dagur Eiga flotan at keypa, blakað hann burt Frá eitri leypa. ella verður dýrt Ja, lat okkum vera, ein fyrimynd. Mót m6durjørd gera, einki yvirgevind. Kallaðir traðarmenn, í Føroyum føddir, fyrstu tradarmenn, væl vóru gøddir Í grónum græsið, vísidómin læs eg. Náttúran rá, gjørdi so eg så Tit kliva bøin, fleiri stykkir. Nú fánar trødin móðurjerð ei tykkir. Ov nógv fólk, ov nógv hegna. Ov stóran bólk, jørd kann ei megna Orð úr Klivanum, * | |