leygardagur 19. juli 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið
Nr. 136 — 19. JULI 1997
| Grias Ellingsgaard
til minnis
Hann doyði hósdagin 5. juni, og fór til
gravar sunnudagin 8. juni
Sólsærsama løta
av summarlondum
fevnir um kistu og fólk
á gravarrondum.
Mortítlingaljóð í sålmaløgum
fylgja kistu at hvildarstødum.
Sunnudagsfriður liggur um hól og lá
nú sálin er sæl
henda halga dag.
Tú summarljósa halga ond
kyss hansar' blikadu hond
víð tíni megi
og leið hann til lívsins lond
á evsta degi
Her á kirkjugarði
er reitt tær eitt bó:
á eingjarstaði.
Ljósdrivnar kærleiksletur
vakna við Harrans fótur.
Lívssælur liggur tú
og droymir um Fuglafjørð
um æviga sólarglæmu,
ið fer um bláan fjørð.-
Tú vart so góður fótbóltsmaður
tú ert sælur -
ja, æviga glaður
Takk fyri tíð
á hesi jørð
fyri mong góð heimsins løg
Hvíl í friði
við grønan sverð
á grónum bø
Grias vinarmaður
Frits
HYGG HER!
KLAKSVÍKAR DAMPVASKARÍ
bjóðar tygum eina betri tænastu
Latið toyið inn hjá >Seytjan< í Havn,
»Jungmann« í Runavík, »Josi« á Skála
og »Rokoko« í Gøtu.
Vit átaka okkum at vaska alt vanligt toy.
Eisini gardinur. Dúkar verða vaskaðir/
stívaðir.
Eisini LEIGA vit dukar út til veitslur 0.a.
Klaksvíkar Dampvaskarí
Box 119 - 700 Klaksvík - Tlf. 55160
SUMMARFRÍ
Stongt verður frå 28. juli til 18. august.
Matrikulstovan
Politisk viðmerking
Bert okkum sjálvum
fyri at takka
Fyrsta frágreiðingin frá
okkara nýggja búskaparráð
er almannakunngjørd
Skotsmålini, hon fær, eru
sera vånalig
Anfinn Kallsberg, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum,
kallar frágreiðingina grunna
og lítið sigandi. Jóannes
Eidesgaard, fyrrverandi
landsstýrismaður, somu
leiðis í figgjarmålum, hann
át frágreiðingina ráa við
villum og skrivar í Sosi-
alinum, at her er okkurt
spinnandi galið
At hesin rýmdi landsstýr
ismaður loypur á blåman
uttan at hugsa seg um, tað
er onki nýtt. Heldur ikki
standa búskaparfréðiligu
hugleiðingarnar hjá núver-
andi landsstýrismanni í
fíggjarmálum í sjónvarpi-
num mát
Onnur úttalilsi bera á
sama borðið, umframt at
feilir hava víst seg at vera í
hagtølunum. Um skeiv hag
tøl eru grundarlagið undir
summum metingum, so eru
tær metingarnar sjálvandi
heldur ikk: heilt eftirfar
andi
Undirritaði hevur verið
talsmaður fyri
okkara egna búskaparráð.og
mælti til, at okkara búskap
arráð og danska ráðgevandi
nevndin samanbóru úrslitin
hjá hver ødrum, tá arbeiðið
hjá báðum neyndum var úr
hondum greitt. Ein saman
bering hevði vist, hvat
neyndirnar vóru samdar
um, og hvat tær ikki vóru
at vit hava
samdar um. Tað hevði verið
sera áhugavert at fingið væl
grundgivnar frágreiðingar
um orsøkirnar til ósambæri
teirra millum. Harumframt
hevði ein samanbering
sjálvandi vist og greitt
óneyðugar villur í hagtøl
unum o.a
Fakkunnleiki - eistni inn
an buskaparfrødi - gongur
jú um landamark. Tað er
júst styrkin í fakkunnleik
anum, at hann eigur at tola
samanberingar
Í mínum svari tl
løgtingid í fyrispurningi nr
100-13/96 frá 17. februar
1997 stendur
'Tað kundi verið skila
gott, at nevndirnar saman
bóru nidurstødurnar og
gjørdu eina frágreiðing um,
á hverjum økjum og hví tær
eru ósamdar. Tað kundi ver
ið til stóra hjálp hjá polit
ikarum, ið sum nú er fáa
tvær frágreiðingar at halda
seg til. Somuleiðis kundi tað
verið ein faklig avbjøding
til tey, ið manna føroyska
búskaparráðið og donsku
ráðgevandi nevndina
Sum tað sæst havi eg ong
antíð verið talsmaður fyri
at búskaparráðið og ráðgex
andi neyndin skuldu gera
eina og somu frágreiðing
Ein samanbering av for
treytum og niðurstøðum hjá
føroysku og donsku nevnd-
ini skuldi gerast eitt dygd-
argott og álítandi amboð hjá
okkara politikarum, eisini
sum stýringaramboð
Aftaná fund í ríkisráðn-
um, har hesin møguleiki
fyri eini konstruktivan sam-
anbering varð nevndur,
válkaði føroyska pressan
sær í hesum. Feroyskir pol
itíkarar fylgdu eftir, og mál
ið endaði soleiðis sum fyri
spurningur í løgtinginum
Høvudsgrundgevingin hjá
tingmonnum var, at okkara
menn vóru ikki førir fyri at
standa seg mótvegis den
um. Teir somu, sum gstu
seg mest um hetta hugskot
eru teir somu, sum nú eru
mest atfinningarsamir mót
okkara egna búskaparráði
Viðmerkjast kann, at
Bjarni Olsen, formaður í
búskaparráðnum, tók undir
við hugskotinum um sam
anbering og samarbeiði
Frágreiðingin frá búskap-
arráðnum er eitt sera hent
amboð. Ívaleyst eru summ-
ar metingar ikki heilt rættar
orsakað av tørvandi rætt-
leika í føroysku hagtølun-
um. Men frágreiðingin hev-
ur nógv skilagott, sum eigur
at verða tikið til eftirtektar
Men ístaðin fyri at við
gera teir týdningarmiklu
boðskapirnar í frágreiðing
ini, so sum at fylgja boð
skapinum frá ICES, og
hverjar avleiðingar tað fær,
um vit ikki fylgja tilmæl
inum, so verður frágreið
ingin rakkað niður í sand og
øsku av formonnunum fyr
flokkarnar, sum hava og
hava havt åbyrgdina av
fíggjar- og búskaparmálum
tey seinastu árini
Fær almenningurinn inn
anlands og uttanlands ta
fatan, at ein frágreiðing um
okkara buskaparvidurskifti
frá føroyskum serfrøding
um er full av tydningar
miklum brekum, kann hetta
minka uppaftur meira um
okkara trúvirðið, serliga tá
fleir av okkara fremstu
politikarum royna at blása
brekini upp til meira, enn
tey eru. Høvdu vit fingið
samanberandi niðurstøður,
høvdu vit ivaleyst sloppið
undan meginpartinum av
hesum trupulleikum
At okkara trúvirðið aftur
hevur verið fyri álvarsligum
bakkasti, tað er eina ferð
aftrat bert okkum sjálvum
fyri at takka
Edmund Joensen
legmaður
Lummafilosofisku lesarabrovini
á Lydarsvegi
Hann heldur seg vera grav-
kúgvin í føroyska samfe-
lagnum eftir rotinskapinum,
óhumskuni, ørvitisskapinu-
m, men hann er gorholið hjá
tí niðurbarda, tí útihýsta, tí
snýtta, tí minni menta .. ja,
soleiðis kundi vit uttan
himpr lýst Kleinsmiðin á
Lýðarsvegi, ið man era ein-
asti = blaðstjóri/maður í
heiminum sum hevur sam
rødur við seg sjálvan, enntá
úr geglinum
Tað hevði verið áhugavert
at spurt blaðstjórarnar á
Dimmalætting og blaðstjór-
an á Sosialinum, um tey
ikki kendu seg eitt sindur
illa við, at blød teirra ikki
eru slíkt málgagn hjá før-
oyinginum sum Oyggjatíð-
indi eru, sum er minsta
"blad" í landinum
Nú havi eg sjálvt starvast
á Oyggjastíðindum nakrar
mánaðar og eisini keypt
“blaðið“ nakrar ferðir í sein-
astuni, men so nógv les-
arabrøv eru ikki í nøkrum
ødrum føroyskum blaði
sum í Oyggjatíðindum.
Og so kundu vit eisini
spurt somu blaðstjórar, hví
teir ikki loyva dulnevndum
lesarabrøvum at nevna nøvn
sum Oyggjatíðindi gera
Og so kundu vit eisini
spurt, hví hesir blaðstjórar
ikki hava samrødur við seg
sjálvar sum blaðstjórin á
Oyggjatíðindum hevur.
Og vit kundu tikið blað-
stjóran á Lýðarsvegi við í
hesa rundu av spurningum
til blaðstjórar og spurt hann,
hvussu tað ber til, at les-
arabrevini ongantíð fáa
nakað svar. Eg havi so ong-
antíð sæð nakað
Og hví tey altíð eru líka
nógv, antin 10 ella 12
Og hvussu tað ber til, at
tey fylla altíð 2-teigin upp
á orðið, og dulnevnini eru
altíð tey somu, “Kánus“,
“Pegasus“, “Lesinestur“,
“Fólkafloksmaður“, "Sam-
bandsmaður“ o.s.fr., 0.s.fr.
Ja, tað kundu verið settir
eitt ótal av spurningum og
við hesum spurningum
kundu vit so leysliga fingið
settan ein mun á teim se-
riøsu bløðunum í landinum
og so egotrippinum hjá
Klein-smiðinum á Lýðars-
vegi.
Og eg vóni at blað-
stjórarnir svara hesum sera
umráðandi spurningum !
Hver er øvundsjåkur
Í einum at vísa seg aftur-
svari til viðmerking eg
hevði herfyri í Dimmalætt-
ing og Sosialinum, tosar
Klein-smidurin um øvund-
sjúku, men hvenn eru
“summir“ og "onkur" Øv-
undsjúk inn á, kundu vit
spurt
Og hvat eru "summir" og
“onkur“ øvundsjåkur inn á?
Og at enda, hvørji eru
hesi "summi" og "onkur"?
Hví kemur Klein-smið-
urin ikki fram við nøvnum?
Er hann vorðið smædin
og varin?
Olavur í Beiti
17.07.1997
———w————
——
————